leygardagur 30. apríl 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Sáttmálarnir
Formaðurin í fiskimannafelagnum viðger her
såttmålarnar, sum eru galdandi millum fiski-
mannafelagið og reiðarafelagið
Óli Jacobsen
Tey viðurskifti, sum eru avger-
andi fyri inntekurnar hjá fiski-
monnum eru sáttmálarnir, fiska-
prísir og viðbótin frá lønjavning-
argrunninum. Her skal verða
sagt nakað um sáttmálarnar og
tey viðurskifti, sum hava týdn-
ing í samband við hesar. Sátt-
málarnir verða gjørdir millum
Feroya Reiðarafelag eðrumegin
og
Feroya Fiskimannafelag
Feroya Skipara- og Navigater-
felag
Feroya Maskinistfelag og
Feroya Motorpassarafelag hinu-
megin.
Feroya Fiskimannafelag ger
sáttmálar fyri fiskimenn og
kokkar, meðan hini feløgini gera
sáttmálar fyri yvirmenninar um-
borð.
Allir uttan skipari eiga tó
fritidarløn samb. sáttmálan mill-
um fiskimannafelagið (FF) og
reiðarafelagið (FR). Á hendan
hátt koma bestamenn og mask-
inmenn eisini at standa innan
fyri sáttmálagkið hjá FF.
Sáttmálarnir verða vanliga
gjørdir fyri eitt ár í senn, og
sáttmálin hjá FF kann t.d.
sigast upp við 2 mánaða ávaring
til ein 1. december, meðan
sáttmálarnir hjá hinum felogun-
um kunnu sigast upp til aðrar
tíðir og við meguliga aðrari
frest. Tað er tó ikki á hverjum
ári, at sáttmálarnir verða upp-
sagdir. Ofta verður roynt at
loysa smærri spurningar millum
felogini uttan uppsegn. Tá upp
verður sagt er tað vanliga fiski-
mannafelegini, sum siga upp,
men í 1964 og í 1975 var tað tó
reiðarafelagið, sum segði upp.
Í sáttmálanum verður fyrst og
fremst tilskilað, hvussu veiðan
skal býtast millum manningina
og skipið, men afturat hesum
eru í felagsreglum ásettar reglur
fyri t.d. uppsegn, tilgerð av
reiðskapi, fritidarløn v.m..
Brutto ella netto
Meðan vanligt er hjá fólki, sum
arbeiðir á landi at fáa eina fasta
tima- ella mánaðarlen, og illa
kann hugsast nekur onnur løn
skipan, so verða fiskimenn
løntir við einum åvisum parti av
ti, sum teir veiða. Og hetta
tykist, at vera tann lenarháttur-
in, sum hóskar best fyri fiski-
menn. Væl kunnu fiskimenn ofta
fáa ein vánaligan túr, men vónin
um at fáa ein roktúr, tá forvinn-
ingurin eisini verður heilt góður,
hevur stóran týdning fyri hugin
hjá fiskimonnum at fara til
skips.
Tað eru tvinnandi sløg av
sáttmálum. Viðeinnettosáttmála
skilst, at ávísar rakstrarútreiðsl-
ur, sum olju, agn, proviantur og
salt fer av óbýttum, áðrenn býtt
verður. Demi um ein slíkan
sáttmála er $20: Snellu- og linu-
veidu til isfisk vid 12 ella fleiri
monnum. Her er gjølla tilskilað,
hvat verður trekt frå, og av
avlopinum fær manningin so
44,5% til býtis.
Við ein bryttosáttmála skilst,
at manningin eigur ein åvisan
prosentpart av bruttofonginum,
t.v.s. at allar útreiðslur sum
agn, olja v.m. eru manningini
púra óviðkomandi. Demi um ein
slíkan sáttmála síggja vit í 826:
Frystiskip á reiðuveiðu. Her fær
manningin 28% av bruttoveiði-
virðinum.
Sum tað sæst er munur á
manningaprosentinum, um tað
er ein brutto- ella ein nettosátt-
máli, og hetta er rættuliga
nátúrligt. Við einum bruttosátt-
mála fær manningin sín part av
einum hægri virði, og tí slepst
ikki undan at hava eitt lægri
prosent.
Fyrimunur og vansur
við brutto- og netto-
sáttmálum
Tað hevur ofta verið togan
millum fiskimenn og reiðarar,
um hvert sáttmálarnir skuldu
verða brutto- ella nettosáttmál-
ar. Reiðarar hava hildið uppá
nettosáttmálar, meðan fiski-
menn hava hildið uppá brutto-
sáttmálar, og tað hevur eisini
hent seg, at fiskimannafelagið
hevur verið í verkfalli fyri teirra
krav um at fáa bruttosáttmálar.
Men tað er nú so, at tað er ikki
bert fyrimunir hjá fiskimonnum
at hava bruttosáttmálar, meðan
tað heldur ikki bert er fyrimunir
hjá reiðarum at hava nettosátt-
málar. Hjá báðum pertum eru
fyrimunir og vansar við báðum.
Við bruttosáttmála hava fiski-
menn tann fyrimun, at tá teir
hava avreitt, vita teir uppá
krónu, hvussu nógv teir hava
forvunnið fyri túrin. Og tað er
hetta, sum er tann fremsta
grundgeving fyri, at fiskimenn
hava viljað havt bruttosáttmála.
Við einum nettosáttmála veit
fiskimaðurin einki, fyrrenn av-
rokningin kemur, tí tá er urtøk-
an treytað av, hvussu nógv olja
er brúkt, hvussu nógv agn er
brúkt o.s.fr. Eisini hevur tað
talt ímóti nettosáttmálum, at
tað kundi >roynast< so ymiskt
hjá teimum ymsu reiðaríunum.
Menn legdu til merkis, at við
einum eðrum skipi við sama
fongi og sama manningartali,
fingu teir meira burturúr, og
hetta gjørdi rimiligt sitt til at
vekja ónegd hjá teimum, sum
hildu seg vera við sviðið soð.
Men nettosáttmálin kann tó
hava fyrimun framun brutto-
sáttmálan. Væl er manningin
við til at rinda tær útreiðslur,
sum eru ásettar í sáttmálunum,
men tá veiðuvirði fer upp um tær
føstu útreiðslurnar, fær mann-
ingin eisini ein sterri prosent-
part. Tá hetta meirviðivirðið er
komið nóg høgt upp, gevur
nettosáttmálin meira enn
bruttosáttmálin vildi givið.
Hetta kann verða lýst við
nøkrum taldømum: Vit siga, at
veiðan er 50, og at útreiðslurnar
eru 20. Vit hava valið millum ein
bruttosáttmála, sum gevur
manningini 30% ella ein netto-
sáttmála, har manningarpartur-
in er 40%. Úrslitið verður:
Veiða 50 Veiða 50
Frádr. 20
Rest. 30
40% 12 30% 15
Her loysir tað seg við brutto-
sáttmála, men um veiðan í
staðin hevði verið 100 og út-
reiðslurnar vóru tær somu, hevði
myndin verið hendan:
N
Veiða 100 Veiða 100
Frádr. 20.
Rest. 80
40% 32 30% 30
So her hevði tað loyst seg við
einum nettosáttmála.
Reiðarar hava ført fram, at
um manningin luttekur í útreiðs-
lunum, so vil hon fara betur um
t.d. proviantin ella agnið, og tað
kann kanska vera nakað um tað.
Annars er fyrimunurin hjá reið-
aranum við einum nettosátt-
mála, at hvussu vánaligur ein
túrur verður, so fær hann í
hvussu er innaftur tær beinleiðis
útreiðslur, sum eru av túrinum,
og vansin við bruttosáttmálan-
um er, at hvussu illa enn
gongur, so skal reiðarin gjalda
hýrur av tí fyrsta skipinum.
Tilskilast skal tí, at teir flestu
sáttmálar, sum hava verið
gjørdir seinnu árini hava verið
bruttosáttmálar. Og tað er væl
gjørt út frå tí sjónarmiði, at
serliga tá talan er um vinnur,
har túrirnir eru stuttir og tí eis-
ini verða nógvir, er hetta tann
greiðast hátturin at avrokna
eftir.
Høgur og lágur
teknikkur
Tá vit hyggja gjøgnum teir
ymsu sáttmálarnar síggja vit, at
tað eru rættuliga ymist, sum
býtt verður til manningina. Vit
hava prosentir heilt frá 44—45
av netto til 25,2 av brutto. Og
sjálvt um vit rokna eftir, hvussu
nógv tey 44,4% av netto, sum
manningin fær við línuveiði til
ísfiks, svarar til av bruttoveið-
uni, so síggja vit, at hetta liggur
rættuliga væl omanfyri tað,
sum manningin fær við einum
trolara á ísfiskaveiði ella við
einum kraftblokkabáti.
Tað, sum vit síggja av hesum
er, at tey skipini, sum nýta tann
lægsta veiðiteknikkin, hava tey
hægstu manningarprosentini. Á
línuveiði fer jú mest sum alt
arbeiði fram við handamakt, og
tí krevst eisini sterri manning
fyri at fáa lønandi veiði, meðan
kansa ikki krevst so nógv av
iløgum.
Við trolarum er jú oðrvísi. Her
Nr. 31 — 30. april 1977
Svend Thulesen
verða fremstu tenisku amboðini
nýtt, og tí krevst eisini minni
fólk, og tað vísir seg eisini, at
hóast manningaparturin er
lægri, so verður forvinningurin
rættuliga nógv hægri við trolar-
um enn við linubåtum.
Fiskimannfelagið hevur gjort
eina útrokning av veiði og
veiðivirði pr. dag. pr. mann hjá
línubátum og trolarum í 1975.
Hendan útrokningin vísir, at
meðalveiðan hjá línubátum var
221 kg. pr. mann pr. dag, meðan
hon var 358 kg. hjá trolarum.
Viðvíkjandi veiðivirðinum vóru
tølini ávikavist kr. 736 og kr.
398. Hetta vil siga, at meðal-
veiðan (kg) hjá trolarum var
62% hægri enn hjá línubátum,
meðan veiðivirði var 85% lægri.
At veiðivirði er lutfalsvís
hægri enn veidinøgdin kemur av
tí, at trolararnir veiða dýrari fisk
enn línubátarnir, sum fiska
rættuliga nógv av t.d. brosmu,
sum ikki hevur so høgan avreið-
ingarpris.
Útróðrarsáttmálin
Tað sum millum manna vanliga
verður kallað útróðrarsáttmálin
er ikki nakar skrivaður sáttmáli
millum tvey felog. Men hetta er
tað býtið millum fólk og bát,
sum er vanliga nýtt á útróðrar-
flotanum. Hesin sáttmáli er
rættuliga einfaldur: Agn fer av
óbyttum, av restini fær mann-
ingin 50% til javnbýtis, men
manningin heldur seg sjálva við
kosti.
Av eigarapartinum fær skip-
arin 3% av bruttofonginum
agn eyka, meðan motorpassarin
fær 1,5% eyka.
Hóast hetta er tað býtið, sum
frá gamlari tíð av er kallað
utróðrarsáttmálin, so eru seinnu
árini komin inn viðurskifti, sum
verða vidgjørd ójavnt. Fyri
nøkrum árum síðan gjørdist
vanligt at egna á landi, og at
lata fólk egna fyri løn. Hendan
egningarlen verður í summum
forum tikin av íbýttum, meðan
hon í eðrum forum verður goldin
av teimum, sum eru við båtinum
fult út.
Óli Jacobsen
EAD