Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 31 — 30. apríl 1977 sosialurin Síða 9 Verkafólkið framvegis fyri lønarligum vanbýti 1. mai er dagur verka- fólksins, og kring allan heim veður hesin dagur hátíðarhildin við skrúð- gongu og fundum, har kvør verkafólksins verða borin fram Bæði lønarliga og á annan hátt hevur verkafólkið kring allan heimin verið illa fyri. Teir, sum sitið hava við framleiðslutólunum, hava allar dagar mett verkafólkið sum aðra handilsvøru, ið ein og hver brúkari vil keypa so ódýra sum gjørligt. Og ódýrari henda »vøra« verður keypt, tess størri verður rakstraravlopið, ið er tað sama sum vinningur hansara, ið eigur framleiðslutólið. Mentaliteturin hjá hesum monnum hevur mangan verið tann, at vit arbeiðsgevarar gera tykkum verkafólki eina stóra tænastu, við at geva tykkum arbeiði. Ein fær næstan ta fatan, at tað er fyri verkafólkins skuld, at hesir hava framleiðslutól, og at endamálið einans er at geva fólki arbeiði. Arbeiðskeyparar Men tað, at kalla nakrar persón- ar fyri arbeiðsgevarar, er bart út málsliga villeiðandi, tí í veru- leikanum eru teir ikki nakrir, ið geva nøkrum nakað, men teir eru arbeiðskeyparar, sum keypa sær arbeiðsmegi, ið skal fram- leiða og tryggja teimum sjálvum hampuligan vinning. Eitt talandi domi um, hvussu hesir persónar hugsa, er cen- traliseringin. Í ollum londum og í vissan mun eisini her hjá okkum, er alt fólkið miðsavnað á nøkrum fáum åvisum plåssum, meðan restin av landinum er tómt og oyði. Og hugsunarhátt- urin er tann, at tá eitt arbeiðs- pláss skal setast á stovn, so hugsar man um, hvat tað er mest rentabult at byggja hetta vikri, og ikki, hvar tað er tørvur á einum arbeiðslplássi. Menn spyrja ikki hvar fólk ganga arbeiðsleys, men teir rokna ut, arbeiðarin og vegurin ; staðið og tíðin fáa nøvn frá okkum rúmdin og tyngdin liggja í okkara hondum vit arbeiða á jørdini vit eiga stríðið og lívið dagurin er okkara vit vakna á morgni geva lógvunum lív vit eiga trælkanina vit eiga kollveltingina hungurin er okkara maturin er okkara náttin er okkara vit eiga drápið vit eiga eldin sum longar í sjónarringinum okkara er ríkið neyðin er gleðin okkara spor sprongja øll landamørk DVE roi patursson hvar tað er lættast og ódýrast at fáa hendur á neyðugari råvøru og somuleiðis hvar tað er lættast og ódýrast at fáa hendur á neyðugari ráveru og somuleiðis hvar tað er lættast og ódýrast at sleppa av við ta lidnu fram- leiðsluna. Og úrsltið er so, at verkafólkið má taka halarnar upp og flyta til arbeiðsplássið, t.v.s. koma und- ir heilt nýtt umhvervi. Lønarligt vanbýti Verkafólkið hevur allar dagar verið og er framvegis fyri lonar- ligum vanbýti. Verkafólkið hev- ur ongantíð havt og hevur fram- vegis ikki trygd fyri stødugari urtøku. Trygdin á ellisárum var lítil og ongin. Og varð ein fyri tí óhappi at gerast sjúkur ella at koma til skaða, so var deyðin í durðunum. Í summum førum eru viður- skiftini nakað bett. Lógin um fólka- og avlamispensión veitir í vissan mun trygd á ellisárum og um sjúka ger seg galdandi. Og verða verkafólk fyri valukku undir arbeiðnum, so er van- lukkutryggingarlógin eisini nak- að bøtt, soleiðis at dagpeningur og endurgjald fyri niðursett arbeiðsevni eru, um ikki nóg hog, so munandi hækkað Frítíðin Ein annar mismunur var fritidin Øl] minnast tað drúgva stríðið um fýra vikurs summarfri til verkafólkið. Øll minnast, hvussu ávísar vinnulivsfyritøkur, Før oya Arbeidskeyparafelag og handverksmeistarafelagid sendu skriv til tingið, har sagt varð frå, at hetta vildi dyrka fram- leiåsluna so og so nógv, og niðursteðan í skrivi teirra var, at fýra vikurs summarfri ikki var hóskandi í Føroyum. Láturligt. Sjúkradag- peningaskipan Framvegis sakna vit eina sjúkradagpeningaskipan fyri verkafólk. Meðan øll onnur fáa urtøku, um tey eru sjúk í eina, tveir ella fleiri dagar, so er verkafólkið fyri inntøkumissi i slíkum føri. Men vit eru vitandi um, at landsstýrið arbeiðir við hesum máli, so vónandi verður eisini ein bati at kenna á hesum eki, um ikki so langa tid. Kvinnan Fyri nøkrum árum síðani sam- tykti løgtingid, at kvinnulønin skuldi fáa somu prístalsreguler- Vilhelm Johannesen ing, sum lønin hjá mannfólki. Men kortini rinda arbeiðskeyp- ararnir framvegis minni fyri arbeiði hjá kvinnunum enn hjá monnum. Hóast nógv verður tosað um tann órætt, sum gjørdur verður ímóti kvinnunum sum so. Tá talan er um læknar, lærara, fulltrúar, funktionerar 0.s.fr., er als ikki talan um nakran lenarmun millum menn og kvinnur. So man orsekin ikki verða tann, at hesar kvinnur eru verkakvinnur, og man hesin órættur ikki verða vendir ímóti verkamannastættini. Tað er jú gamal >góður< siður hjá arbeiðs- keyparum at undirbetala verka- mannastættina. Nógv er eftir Vit kunnu hóast alt verða samd um, at verkamannstættin hevur vunnið nakað frammá, men kortini er nógv eftir. Alt tað, sum vunnið er, er vunnið við áhaldandi stríði, eftir at verka- fólkið hevur skipað seg í fakligar og politiskar felagsskapir, og skal tað eydnast at vinna longur frammå, krevur hetta eitt ikki linari og ikki minni áhaldandi stríð. Fremst í hesum stríði verður sjálvandi lønarkravid og tá ser- stakliga kravið um somu løn fyri kvinnur og menn. Bett sosial viðurskifti, ið geva enn tryggari kor tá elli, sjúka og vanlukka ger seg galdandi, hava eisini stersta áhuga og eiga ikki at verða gloymd. idag er 1. mai. Tað sprettir og grør. Tað gerst ljósari fyri hvønn dag sum gongur. Hin myrki og kaldi veturin er horvin. Lat tað verða okkara vón á hesum mai degi, at tann myrki og kaldi veturin hjá verkafólkinum eisini fer at halla og at verkafólkið fær ljósari dagar. Vilhelm Johannesen