leygardagur 30. apríl 1977síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
Seinasti partur av ummælum Magnussar:
Ein varði í føroyskum bókmentum
Orsøkin til, at eg eri ein varði í føroyskum bók-
mentum er tað málið, eg skrivi, tað livandi málið,
og mátin eg skrivi uppá, og upplivingarnar,
royndirnar og úrslitini, sigur Magnus Dam Jacob-
sen í síðsta parti av ummælum sínum av ummæl-
unum av bókini >Í Grønlandi við Kongshavn«
Og Magnus heldur fram:
Lat meg taka upp ummælið
hjá Inga. Yvirskriftin: >Dagbok
um fiskaras hárda vardag!< So
kemur ein teigur um vilkorini
hjå føroyskum rithøvundum, at
teir sjålvir hava verid noyddir
til, at geva ut sinar bøkur, hvat
ikki er løgid i einum so litlum
samfelagi, sum okkara. Kemur
so fram til mín. Skrivar: >Det
básta som har hent den fárøska
litteratur under senara ár ár
utan tvekan Magnus Dam Jac-
obsen (f 1935). Det ár en man so
har prøvet pá en mángd olika
yrken och det másta hár í livet.
Han ár bosatt í ein forørt til
Kebenhamn och ger ut sina
bøcker på eget forlag«. Hetta
vóru so tey fyrstu orðini. Einki
um at skilja meg frá føroyskum
og ødrum rithøvundum við tað,
at eg eisini prentlistarliga leggi
til rættis. Tekni permur. Avgeri
skrift og stedd. Formi og
skapi. Taki myndir. Klippi til.
Geri umbróting til arbeiðsbók
Sjálvur standi fyri selu- og
reklamuarbeiði. Skapi PR og so
framvið. Lesi rættlestur, sum er
tað av mínum arbeiðum, eg
ringast sleppi frá. Ikki tí, at eg
ikki dugi at stava, men tí eg
sjálvur skrivi bekurnar, og tí
meira hyggi eftir, uttan at geva
mær far um tað, hvussu skrivað
er enn eftir stavsetingini. Ég
kann viðmerkja, at eg las ikki
minni enn 8 rættlestrar av
bókini, Í Grønlandi við Kongs-
havn. Ingi hevur onga við-
merking um, at eg, stutt sagt,
havi gjørt alt arbeiði uttan bók-
bandið og prentið
So lætt heldur ein ummælari
seg kunna sleppa. Ti hann veit
tað eg her havi sagt. Eg hevði
ikki lagt so nógva herðslu her á,
um tað bara var í hesum føri,
hann var grunnur. Nei! men so
gjøgnumført likasælur, óinsper-
aradur og misvisandi er hann
gjøgnum alt ummælid. Og so
skrivar hann: »Denne bok år en
milstople i den fárøiske litterat-
urens historia i at den bygger på
dokument (havi sjålvur undir-
strikad), i detta fall førfattarans
dagbok från en fisketur til Grøn-
land sommeren och høsten
1965«. Aðrastaðni stendur:
»Dagboksanteckningarna utgør
stommen i boken. Í øvrigt
førekemmer lánga utviklingar
om politik och litteratur. Dessa
utviklingar berør í synnerhet
fárøiska førhállanden, vilket gør
boken ganska svárttillganglig.
Men om man i øversáttning skar
bort dessa partier, år jeg øver-
tygad om att boken skullu vara
mycket låsvård «! (havi sjålvur
undirstrikað)
mær eitt,
góði Ingi, er
Sig
Byron feroyingur? Er Walt
Whitman feroyingur? Thomas
Jefferson og General Patton,
vóru teir foroyingar? Var Fanny
Hill úr Feroyum? Og Anders
And, var hann feroyingur? Nor-
dahl Grieg, var hann føroying-
ur? Vóru Stalin, Churchill, Hitl-
er feroyingar? Demosthenes,
Platon, Socrates, vóru teir før-
oyingar. Er Akademaya før-
oyskt stadarnavn? Var Herman
Melville føroyingur? Skaparin
av filminum Satyricon Fellini,
hann føroyingur? Var Jack
London føroyingur? Liggur
Bowary Street i Havnini? Og
Louisiana og Missisippi, eru
hetta føroysk nøvn? Vóru Pro-
metheus, Spartacus, Kristus,
Che Guevara føroyingar? Er
håvamål føroyskt? Var Petur
Laale føroyingur? Og breðurnir,
re
komnir úr Plymouth, er hetta
fyribrigdið í foroyskum átrúnað-
arlívi upprunaliga sprotti í Fer-
oyum? Sig mær, ræðist tú
religión? Og bókin >Gone with
the Wind«, var hon skrivað av
føroyingi? Var kriggið millum
norður og suðurstatirnar í Før-
oyum? Spartanarar, Makadon-
arar, Ulanar, Kosakkar, vóru
teir foroyingar. Aljechin og Tar-
takower, vóru teir føroyingar,
ella Rousseau? Ha! Eg loyvi
mær at spyrja. Og ættartalv-
urnar? Og pettið um alt tað
fremmandi blóð, ið blandað er
inn i okkum føroyingar, gevur
styrki, sjónarring, heilsu, vísir
útum landamerkini, er hetta
bara føroyskt? Var Aksel Sande-
mose føroyingur? Vóru baskarar
av føroyskum uppruna? Ella
Barbarossa, var hann føroying-
ur? Lesbos, er hon ein føroysk
oyggj? Vóru Jason og Odysseus
førovingar? Og Homer? Liggur
Kreta i Førovum? Og var Minot-
aurus kanska ein tarvur vaksin
upp i onkrum føroyskum feiti-
lendi? Um tú hyggur i tarvabók-
ina hjá Landbrúksráðnum, legg
so til merkis, at mest brúkta
tarvanavnið í Feroyum var
Magnus.
Jú, eg veit! Hesir eru føroy-
ingar: Jorgen Frantz-Jacobsen,
Janus Djurhuus, Hans Andreas
Djurhuus, Regin Dahl, Kristin í
Geil, Mikkjal á Ryggi, Jóanes
Bóndi, Pól F., Heðin Brú, og
ikki minst Martin Joensen, sum
tú sjálvur fæst við at umseta.
Sig mær, Ingi, hvat hevur tú
ímóti, at tínir landsmenn, og
aðrir, fáa nakað at vita um
foroyskar skrivandi menn frá
skrivandi føroyingi? Eg spyrji.
Og eitt aftrat: Hvat er meining-
in? Hvat billar tú tær í grundini
inn? Kemur í einum svenskum
blað og oyðileggur fullkomuliga
uppá forhond mitt ummæli, sum
skrivandi. Degraderar og nidur-
vurderar, turrgeldur mina edi-
ligu bók. Mina sál, mitt liv,
upplivingar, royndir, úrslit. Ger
meg bevíst ella av fákunnleika
til ein einstáttaðan dokumentar-
dagbóks-forfattara. Skrivar
bygger pá dokument og at hetta
er orsekin til at eg eri en
milstolpe í den fárøiske litterat-
urens historie! Lat meg heldur
hjálpa tær eitt sindur, Ingi.
Taka úrdrátt burtur úr tí, sum
nakrir feroyskir ummælarar
hava skrivað. Í Framanum, nr.
9, 1976, skrivar Jógvan Isaksen
millum annað: „Bókin er ein
blanding av dagbók, skaldsøgu
og essays: av hesum trimum
mest tað seinasta<. Fullkomiliga
rætt. Aðrastaðni skrivar hann:
„bókin gevur seg heldur ikki út
fyri at vera eitt eintýðugt vit-
skapiligt verk, men er persónliga
livssøga og lívsfatan MDJ's,
sum vit kunnu petta saman av
teimum einstøku stubbunum«.
Nettupp! I Dimmalætting, nr.
106, 30. okt. 1976, skrivar -n,
millum annað: >Tað eru fleiri
enn hann, sum skrivað hava
dagbók, eisini frá drúgvum ferð-
um við fiskiskipi. Men meðan
ferðum av
summir menn á
hesum slag, byrja hvønn dag við
at siga ættini og annars bert
leggja við, hvussu nógv, ið veitt
var av fiski dag eftir dag, so
kryddar hesin ungi maðurin
undir Grenlandsferðini dagbók
síni eisini við hendingum og
hugsjónum, sum leita longur, og
av tí, at hjá honum liggur eisini
væl fyri at skriva, er tað
hugnaligt at lesa tað, ið hann
skrivar. Hann lýsir ikki bara
gerandislívið dag um dag, men
gevur okkum lesandi eina hug-
mynd av, hvussu ein ungur
fiskimaður hugsar og ber saman,
sum spreingir rammuna um eina
vanliga dagbók og ger hetta, so
at hon verður ríkari og meira
viðkomandi fyri eisni fólk, sum
ikki einans hava við fiskiskap at
gera«. Og hvat skrivar »takk-
samur< í sama blaði, 23. nov.
1976, nr. 116? Hann skrivar
millum annað: „Ég fari at takka
honum fyri, at ið hvussu eru:
„Det var bara tokar och dárar<..
og >Med många kulørta lyktor«.
av Nils Ferlin nú eisini eru
vorðnar partur av mær sjálv-
um«. Soleidis, Ingi, havi eg ført
landsmann tín, Nils Ferlin, inn í
sinni á mongum føroyingi. Men
sjálvandi, svenskarar hava, eftir
tíni hugsan, ikki nakað gott av
at hoyra um føroyskar yrkjarar
og skrivandi menn. Sig mær,
Ingi, hvat býður tær so hart
ímóti, tá tað snýr seg um
foroyskar skrivandi menn, sum
nú kýtur seg við at umseta? Er
hetta ikki eitt nokkso groft
paradoks? Og hvat skrivar Han-
us Andreassen í ummæli sínum í
Sosialinum, nr. 68, 6/11 1976.
Hann skrivar millum annað:
„prentlistarliga eitt úrmælings-
arbeiði, málsliga eitt lop, gjert í
tókum tíma, yvir í livandi
toroyskt, innihaldsliga ein heild,
sníðið av hugleiðingum, minn-
um, miljølysingum, og soleiðis
ein nýskapan og tað við lít, ein
spann av feskum sjógvi í stødu-
hylin, sum fagrar bókmentir her
á landi alt ov leingi hava ligið og
druknað i«. Í Dimmalætting,
hósdag 18/11 skrivar William
Nr. 31 — 30. apríl 1977
Smith:....Áhugaverd er frásegn
Magnussar um hin aldrandi
kokkin, lívsveteranin umborð á
hinum kolfýrda trolaranum, har
Magnus, 15 ára gamal, var
kokkadrongur. Mær kemur fyri,
at í hesi fråsøgn, hevur Magnus
ímyndað sjálvan seg — Sálarligi
bardagi Magnussar. —Hitt á-
trúnarliga fjalir Magnus ikki.
Og hver ger tað — sum kanska
alt ov ofta hevur eina sundur-
rivna sál, eitt ovviðkvæmt sinni
at berjast við<. Og Óli Dahl, í
Norðlýsinum, nr. 6 friggjadag
12/11 1976:......„Eina vakrast
lýsir hann Havnina, her serliga
barndómsheimið, Skálatreð,
Gamla Kirkjugarð, ell minni
koma fram, sum kærkomin hug-
rensl millum dagbøkurnar«.
Og alt hetta, kæri Ingi, ætlar
tú bara at skrælla burtur. Havi
eg hoyrt makan til kannibalismu
og barbari: »Men om man i
óversáttning skar bort dessa
partier, ár jag øvertygad om att
boken skullu vara mycket lás-
vård!« Ja, tú ert góður. Sker alt
burtur, ið ikki hevur við fiski-
skap at gera, so nakni skrokkur-
in stendur eftir. Skinklandi og
berur. Materiellur og andsgeld-
ur. Ribbaður fyri sál, sinni og
innara lív! Vit kunna helst báðir
vera fegnir um, at vit ikki liva í
teirri tíðini, tá sidurin var tann,
eftir slíka vanvirðing, at ein fór
til mótstoðumannin, sló hann í
andlitið við handskunum og
síðani hittust á einsligum stað
við koru í hond. Men, tað
stendur tær frítt fyri, at verja
hetta, títt ummæli, við penni í
hond, bæði i føroyskum og
svenskum blødum. Allir rithøv-
undar, góði Ingi, byggja meira
ella minni uppá dokumentariskt
tilfar. Mítt dokumentariska til-
far er bara ein máti eg brúki, fyri
at siga nakað heilt annað. Orsøk-
in til, at eg eri ein varði í
foroyskum bókmentum er málið
eg skrivi, tað livandi málið, og
mátin eg skrivi uppá, og uppliv-
ingarnar, royndirnar og úrslit-
ini. Og so tað, at eg bert kenni
eina lóg, tá eg skrivi, ta lóg, sum
i hjartanum og høvdinum stend-
ur. Og at eg i hvørjum einstak-
um føri brúki júst tann måtan,
sum i hesum føri er neydugur.
Tað kann meira enn so henda, at
eg í einari aðrari bók, júst leggi
dentin á tað dokumentariska
tilfarið. Men hetta gjørdi eg ikki
í bókini Í Grenlandi við Kongs-
havn. Og lat meg heldur siga við
teg beinanvegin, Ingi: skulu
mínar bøkur umsetast til onnur
mál, eri eg maður at skipa fyri,
velja umsetarar og so framvegis.
Næsta bók min er oll skrivað í
triðjapersóni og byggir avgjørt
eisini á dokumentariskt tilfar,
sjálvt um tað ikki beinleiðis
framgongur av henni. Grundar-
lagið í hesi bók, er royndirnar og
úrslitini í sálarkreppu og á
sálarfroðisligum deildum. Men,
eg eri jú føroyingur, so sálar-
kreppur mínar og úrslitið av
teimum eru helst ov »føroyskar«
fyri svenskarar.
Magnus Dam Jacobsen