Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í 3 Nr. 33 — 7. mai 1977 sosialurin Síða 5 Eingin vandi at sleppa av við framleiðsluna Tað er eingin vandi at sleppa av við framleiðsluna frá skeljavirk- inum á Tveroyri. Virkið, har 12-18 fólk starvast, reinsar kú- fiskin, pakkar og frystir hann, og verður hann so útfluttur til amerikanska marknaðin. Sagt verður, at tað er lætt at fáa avsett hesa voru. Selan gongur gjøgnum Fiskasøluna. Nýtt skeljavirkid er i løtuni í gerð. Lagt er stórt oki av til skelja- virki og bátahyl. Húsið, sum verður bygt, er 15x40 metrar til viddar. Nýtt skeljavirki Núverandi skeljavirkið er ikki stórt Ellis- og røktarheimid tikið í nýtslu í hesum mánaða Væntandi verður Ellis- og Røkt- arheimið á Tvøroyri tíkið í nýtslu um hálvan mai. Á heim- inum er pláss fyri 28 fólkum. Starvsfólkini eru øll sett. Sagt A —— verður av Tvøroyri, at bidilistin, fyri at koma á heimið, er langur, og fleiri fólk sunnareftir eru á heiminum í Vágum. Tað eru tó tey, sum heldur vilja vera heima. Dagrøktarskipanin, sum hevur verið galdandi í Føroyum eina tíð, kemur sjálvandi at halda fram, um Ellis- og røktar heimið er komið 160 bridgespælarar kappast Havnar Bridgefelag 40 ár á baki Í samband við føroyameistara- kappingina í bridge fyri lið, sum hevur verið í Havn hesar sein- astu dagarnar, skipar Havnar Bridgefelag fyri almennari par- kapping í dag. Í kappingini, sum fer fram í skúlanum í Hoydelum, luttaka 160 spælarar úr 11 felogum kring landið. Kappingin verður í samband við. at Havnar Bridgefelag í ár hevur 40 ár á baki. Seinni í ár fær felagið vitjan av tveimum islendskum bridgefeløgum. Annað av liðunum, sum kemur úr Reykjavík, vitjaði í Foroyum fyri nógvum árum síðani. Ætl- anin er, at hesir somu skulu manna liðið aftur til heystar Millum teirra, sum vóru í Foroy- um á sinni, var íslendski uttan- rikisrådharrin, Einar Agustson. Ætlanin er moguliga eisini at fáa onnur lið henda vegin. Hetta verða helst lið úr hinum norður- løndunum Alt rusk brennast i Lamba ? Ætlanir eru um, at alt rusk í Føroyum skal flytast inn í Eystur- oynna til brenniovn i Lamba Tað fara í løtuni tingingar fram millum bygdir i Føroyum um eina savningarmidstød fyri rusk. Møguleikarnir verða kannaðir at flyta alt rusk í Eysturoynna, nærhendis Lamba, har ætlanir eru um at seta upp stóran brenniovn. Í tilknýti til henda, er ætlanin at útvinna orku. Tað er Foroya Kommunufelag, sum stendur aftan fyri hesum kann- ingum og tingingum, Einalærarastarvið í Arnafirði niðurlagt Starvið sum einalærari við skúlan í Arnafirði verður nú niðurlagt. Hetta vil siga at hesin skúlin verður lagdur undir Klaksvíkar skúla, og røktur haðani. Somu skúla- húsini verða kortini nytt framyvir til born úr 1. og upp til 5. flokk, við lærarum úr Klaksvík. Einalærarin, sum hevur verið, fer nú frá vegna aldur. Í seinasta viku var fundur í Arnafirði har mentunnar- nevndin hjá Klaksvíkar By- ráð hevði boðið ibugvunum í Arnafirði til fundar um spurningin, har tey tóku undir við hesi loysnini. Hetta førir samstundis við sær at tey lærarahúsini, sum kommunan eigur í Arnafirði, helst verða seld Skurðlækni settur á Tvøroyri Landsstýrið hevur nu sett Roy Mich. Cassabon í starv- ið sum yvirlækna á Tvøroyri Hinir umsøkjararnir eru 14 ur Asia og ein úr Egyptalandi. Tann setti læknin hevur ut búgving sum skurðlækni, og er 46 ára gamal. Hann starv- ast í løtuni í Tipparery, og tekur væntandi við sum lækni á Suðurovar sjúkra- húsið í juní ella juli. Donsku heilsumynduleikarnir hava kannað kvalifikationirnar hjá læknanum, og siga teir at tær eru í lagi. Ikki á Heyggi í Kollafirði Landbúnaðarnevndin hjá løg- tinginum tekur ikki undir við at nýggja royndarstødin verður bygd á Heyggi í Kollafirði. Fyrr í ár hevur andsstyrid lagt uppskot ram á ting um at heimild verður givin at byggja nýggja royndarsteð. Land- unadarnevndin sigur at av viðmerkingunum skilst at yggimålid er knýtt at Heygsgarði í Kollafirði, og eldur ikki at hetta er rætti oysningur. Nevndin hevur ti uppskot um at landsstýrið finnur annað hóskandi eki KFUM-Skótar I døgunum frá 6. til 9. mai 1977 skipa KFUM-skotarnir í Føroyum fyri árligu lands- patruljukappingini. Í ár verð- ur kappingin á Kambsdali, og luttaka 13 patruljur við um- leið 70 skótum ialt. Í 1976 varð Ternan úr Lorvik vinn luttaka patruljur allastaðni frá har KFUM-skotar eru Klaksvík arapatruljan. Í ar uttan ur Stór musikstevna Tað var Eiðis Ljómfelag, sum i ár skipaði fyri teirri 12. hornorkesturstevnuni. Stevnan var Dyra bidudag hin 6. mai vid konsert å Felagsskulanum á Oyra- bakka (ey luttakandi orkestrini vøru 7 Fuglafjarðar Hornorkest hevði sitt Sørvags ur, sum skulaorkestur vid, Tónleikafelag, Nes Musikkfelag, Harmoniork- estrið G.H.M., Havnar Hornorkestur, Klaksvíkar Horkorkestur og Eiðis Ljóm- felag, nærum 150 musikarar tilsamans. Fleiri av orkestrunum hava útlendksan venjara. Hetta er tríðja árið, at Geert Rasmussen, waldhorn- Sønderjyllands elsinl blåsari ur Symfoniorkester, vitjar Eidis Ljómfelag og leggur lag á. Felagið hevði annars 10 ára endurstovingardag í januar mánaða í ár Grannaklandur Skúlabókagrunnur bókina Foroya hevur givið út Grannaklandur eftir Jørgen M. Olsen. Tekningarnar í bókini hevur B. Sedergárd gjørt. Ummæli kemur seinri Betongvirkið við Norðskála selt Betongvirkið við Norðskála er selt á tvingsilsuppboði Tað er Johannes Berg í Havn sum hevur keypt virkið fyri 1,2 miljónir krónir. Virkið hevur áður verið boðið út á tvingsilsuppboði, og tá var tað idnaðargrunnurin sum biodadi 1.020.000 krónur Vað er idnaðargrunnurin vøður » Inilj. kror Sóknar TA VU ED OSS ST ILLS: SS LC IX A SO SOS ILLS