Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 7. mai 1977 sosialurin Limagjaldið upp við trimum krónum Limatalið í Havnar Sjúkrakassa er í 1976 bert vaksið við 112 limum. Samlaða limatalið er nú 9.368, og eru limirnir býttir í hesar bólkar: A-limir 6.289, B-limir 2.873, C-limir 132, hvíl- andi limir 31 og siglandi 43. I mun til 1975 hava inntøk- urnar verið kr. 125.000, — sterri, meðan útreiðslurnar hava verið kr. 200.000,— sterri. Stersti útreiðsluvekstur hevur verið fyri medisin. Medisin er goldið við kr. 894.225,16 og er hetta kr. 120.000,— meira enn árið fyri, ein vekstur uppá 15,6% ella ein vekstur „uppá 12,— kr. fyri hvønn limin. Tannlæknahjålpin er vaksin vid kr. 83.000 ella ein vøkstur uppå kr. 8,50 uppå hvønn limin. Hjålpin til limirnar er i årinum utgoldin vid kr. 4.418.371,42 meðan limagjaldid, limirnir hava goldið er kr. 3.668.235, —. Hinar inntøkurnar stava frå studningi og rentuinntøkum. Sambært galdandi reglur skal ein sjukrakassi eiga eina håsk- andi eginogn svarandi til ein part av meðalútreiðslunum sein- astu try árini. Av ti at útreiðsl- urnar vaksa hvert år, verður meðalútreiðslan størri og tå avlopið í árinum bert hevur verið kr. 116.00,— er í veruleikan- um talan um afturgongd, við tað at ognin við ársbyrjan svaraði til 38,1% av meðalútreiðslunum, meðan hetta tal nú er komið niður á 36,4% Tannlæknasáttmálin Frá 1. apríl varð sáttmálin við tannlæknarnar broyttur. Hetta skuldi vera ein sokallað a jour foring, men sum altíð slepst ikki undan, at gjøldini verða hægri. Hetta, og so tað at hin fjórða tannlæknastovan er opnað í Havn, er ein orsekin til ta størri tannlæknahjålpina. Eisini er vert at nevna, at tannlæknarnir nú avroknað sáttmálatakstin við sjúkrakassarnar bæði-fyri A og B limir. Tað hevur vist seg at tannlæknahjálpin til B-limirnar er vorðin sterri og kemur hetta kanska av ti, at ikki allir B-limir hava kravt endurgjald fyri tann- læknahjálp sína eftir gomlu skipanini. Oyrnalækni Við landssjúkrahúsið er settur oyrnalækni við rætti til privatar viðtalur. Tað hevur verið stórur saknur í slíkum lækna, men so hvort sum læknatalið veksur, verða størri krøv sett til sjúkra- kassan, sum gjalda skal. Tað er enn einki frætt um nær eygna- lækni verður settur, men her er tervurin ikki minni. Henda deildin hevur, sum undanfarin ár verið rekt av fyribils settum eygnalæknum, sum hava arbeitt eitt stutt tíðarskeið. Heimasjúkrargktin Viðvíkjandi heimasjúkrarektini skal nevnast, at tað enn ikki hevur eydnast at viðka um hesa hjálp. Tað er bert tann eina sjúkrasysturin og hevur hon meira enn nógmikið at gera. Fyri at lýsa arbeiði id gjørt verður skal nevnast, at sjúkrasysturin í 1976 hevur havt 3.729 vitjanir. Hon hevur havt 1.742 sjúklingar sum fingu rekt, 1.354 injektión Norsk-Færgsk Lag Norsk-Færøsk havt årsfund i Oslo. Hin størsta fyriskipan tað sista åid var eitt bék- og mentun- arkvøld, sum Norsk-Færøsk Lag skipaði fyri saman við Bondeungdomslaget, við framsýning og sølu av før- oyskum bókum. Nógvar vórðu seldar, og ein stór bókagáva frá Emil Thomsen varð latin universitetsbóka- savninum í Oslo, sum eisini keypti væl av bókum. Til nýggjan formann varð valdur Sverre Stove og til næstformann Henrik Oven- berg. Annars sita í nevndini: Malfrid Olsen, Torfinn Skarðhamar og Torbjørn Kirkeby. Føroyingar, sum vilja koma í samband við felagið, kunnu ringja til formannin. Lag hevur Norðoyingar Setið sparipeningin inn Setið hann í tykkara peningastovn. Norðoya Sparikassa — tað lønar seg. Síða 7 og 1.381 fingu aðra viðgerð. Umroknað til eina krónu kann vísast á, at av inntekunum hava limirnir goldið 74 oyru, stats- studningur 21 oyru og rentur og aðrar inntekur 5 oyru. Utreiðslukrónan kann býtast Læknar og Serlæknar soleiðis: 34 oyru, medisin 18 oyru, sjúkrahús 14 oyru, tannlæknar 13 oyru, onnur hjálp 11 oyru, umsiting 8 oyru og avlop í árinum 2 oyru, verður sagt í frágreiðing frá sjúkrakassanum. Fødifyrireiking Å einum fødifyrireikingarskeidi kunnu kvinnur læra seg at føda vid minni pinu. Eitt tilikt skeid varar umleid 8 vikur og er ætlað barnakonum ca. 2. mdr. áðrenn fødingina. Á skeiðnum undirvisa fysio- terapeutur, heilsusystur og ljós- móður. Fysioterapeuturin lærir kvinnuna avspenning, fimleik og at anda rætt, meðan verkirnir eru. Heilsusysturin sigur, hvenn mat og hverja rekt kvinnan skal hava, meðan hon gongur og greiður frá um virkið at geva bróst og hvat er neyðugt at keypa til barni. Ljósmóðurin greiðir frá fød- ingini og hvat fyrigongur á foðistovuni, soleiðis at kvinnan folir seg trygga og sjálv kann hjálpa til og fáa gleði av at føda sítt barn. Tó verður fødingin ikki menn- iskjansliga fullfiggjað soleingi sjúkrahúsið er ført fyri at nokta pápanum ella einum av hennara nærmastu atgongd til fødistov- una. Fødiumstødarbolkurin itrottur H.B. — B36 5-0 (1-0) Tað var ikki við stórum spenningi, ein leitaði niðan í Gundadal til henda dystin. H.B. … hevdi ju i trimum dyst- um fullkomiliga nidur- spælt B36 — men tibet- ur tók ein feil. At kalla allur fyrri hálvleikur var ógvuliga spennandi við góðum spæli av og á frá báðum síðum — ja, B36 var ikki at kenna aftur Tá vanliga spælitidin av fyrra hálvleiki var úti stóð á jøvnum 0—0, men dómarin, Ole Kristensen hevði lagt 1—2 min. afturat, og nu eydnaðist Eyð- finni Lamhauge at gera mál eftir trunkspæl frammanfyri B36 málinum. Tað sást klárt, at H.B. koyrdi serliga nógv á fyri at scora í hesum seinastu min- uttunum Eitt slíkt mál hevur so stóran sálarligan týdning, og nú var væntandi, at dysturin varð av- gjørdur tað vóru ikki teir B36'arnir, ið komu út eftir hálvleik. Spælið hjá teimum var nú uttan mið ella Og so var somu mál, meðan HB nú heilt yvirtók miðvellin fyri ikki at siga allan vellin. Nú snúði' tað seg bert um at tid, áðrenn mál kom. Allan seinna hálvleik átti HB. Kristian Bærentsen kom inn fyri Anfinn Reynheim, sum fekk skaða ngu í byrjanin av dyst- inum. Kristian fekk alt ov lítið burt úr Málini: Eyðfinn 1, John 2, Heri 1, Eirikur 1 Seinna málið hjá John var ógvuliga vakurt. Spælararnir, HB: Her mugu serliga nevnast Sverri, Eyðfinn og Eirkur, sum hava ógvuliga gott skil fyri »taktiskum« spæli. Sum heild komu allir HB'arnir væl frá dystinum. B36: Serliga Eiler kom væl frá dystinum — hann hevur ein heilt einastandani kampvilja. Annars komu Hugin, Baldvin og Andre- as væl frá dystinum. Dómarin Ole, sum gongur fyri at vera nakað »HB-littur«, átti at verið nakað strangari t.d. fær Finnur Helmsdal loyvi at brúka munn móti bæði dómara og linjuverja uttan átalu. Regin fær loyvi at spæla hondbólt og halda bóltinum langt uttan fyri lé m, uttan átalu. Slíkt osømuligt spæl eigur ikki at verða loyvt elsini Jens og Palli