mikudagur 11. mai 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34
Mikudagin
11. mai 1977
50. árgangur
LO I
ty |
bl | dl
i' rorr rr r
/ =P TT
Leysasøla 2,00 kr.
frælsi
javnaður
brødralag
/f Stella i Klaksvik ætlar at byggja
tveir tangabåtar til altjóða sigling
Skulu hava føroyska manning, sigla undir
foroyskum flaggi og hava heimstað í Klaksvík
Tíðin er komin til, at foroyingar mugu royna aðrar vinnuhættir sum
eitt alternativ til fiskivinnuna. Við at leggja sterri dent á altjóða
sigling, kunnu vit styrkja tað føroyska samfelagið
Soleiðis sigur stjórin í partafel-
agnum Stella í Klaksvík, Erling
Laksáfoss. P/f Stella, sum á
sinni lat byggja teir báðar
snotuligu hekkutrolararnar,
Stellu Kristinu og Stellu Karinu,
hevur nú í umbúnað at royna
nýggjar leiðir.
Stella hevur nú í nøkur ár
arbeitt við ætlanum at gera
okkum galdandi innan altjóða
sigling. Í hesum sambandi hevur
P/f Stella gjørt ein sáttmála við
norsku skipasmiðjuna Seviknes
um byggjan av tveimum. tanga-
bátum til kemikalieflutning har
annar báturin verður uppá opti-
ón. Hver báturin verður umleið
9000 tdw Bátarnir verða
útgjerdir við einum 6500 hesta
høvudsmotori og trimum hjálpi-
motorum á 500 hestar. Við hesi
maskinkraft kunnu teir sigla eini
16 mil.
BROYTA LÓGINA
Í løtuni hevur P/f Stella eina
umsókn um veðhald liggjandi í
landsstýrinum. Erling Laksá-
foss sigur, at landsstýrið gongur
inn fyri projektinum men kann
ikki játta veðhald fyri enn
Ér
Erling Laksáfoss og nýggi tangabáturin
logtingið broytir lógina um veð
hald til byggjan av skipum. Sum
staðan er í dag, kann bert veð
hald fáast til skip undir 1000
tons.
FÍGGINGIN Í LAGI
Sjálv fíggjanin av tangabátun-
um er í lagi. 90 prosent verður
norsk figgjan yvir 12 ár til 8,5
prosent í rentu, pari. 60 prosent
av norsku figgjanini kemur frá
Norsk Hypotekforening í Oslo
og hini 30 prosentini frá Norsk
Eksportfinans. 10 prosent eru
eginpeningur
Tað fer at taka umleið 2 ár at
byggja hvort skipið. Gongur alt
sum ætlað verður farið undir
fyrsta bátin til heystar og verður
hann liðugur í august mánaða
1979. Tann næsti báturin verður
liðugur í august 1980
Framhald á síðu 4
Aftur av 5. túrinum við 684 tonsum
Levgarkvoldið kom Christian í
Grótinum á Klaksvík við 684
tonsum av svartkjafti. Hetta er
hansara fimti túrur í ár, og hev
ur hann tilsamans fiskað 3200
tons av svartkjafti. I fjør byrjaði
hann hesa veiðu 3. mai, meðan
hann í ár byrjaði nakað fyrr. Hó
ast hann flýtur tungt í sjónum,
um tað sæst á myndini, so et
tetta ikki stórsta last hann er
komin við. Hann hevur áður
havt 692 tons av brislingi inni
Svartkjafturin stendur nær
landi. Unristlar Groti
hevdi skjotan ir hesafer
Han for a K ir |; }
I Of aftur levs