mikudagur 11. mai 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
spsjalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miller
Prent: Dimmalætting
HANDILSJAVNAÐIN
EIN SKAL vera meir enn bláoygdur fyri at seta
seg niður og festa slíkt á blað, sum Óli
Breckmann, løgtingsmadur og blaðstjóri
ger.
VIT HUGSA m.a. um hesi orð hansara í Dag-
blaðnum næstseinasta fríggjadag: >Tann
figgjarkreppan, sum kom uttaneftir nakað
eftir kriggslok, hevði eisini rent landskassan
umkoll, um Javnaðarflokkurin slapp framat
aftur við sínum vanliga oyðslandi húsarhaldi. Tí
var neyðugt at Fólkaflokkurin tók um endan í
1950«.
OG SEINNI í somu grein vísir blaðstjórin á
Dagblaðnum á hvussu positivur handilsjavni
Føroya var í fimmtiárunum, meðan Fólaflokk-
urin sat fyri landsins fíggjarmálum. Og púra
rætt er tað. Men harra Breckmann gloymir tó
at greiða lesarum sínum frá, hvør orsøkin til
hetta var, og somuleiðis hvør rindaði kostnað-
in av hesum sokallaða yvirskoti.
TAÐ VAR júst í hesum árum at túsundtals
foroyingar — bæði kvinnur og menn — á
hvørjum ári noyddust vestur um hav til Íslands
at vinna sær åurtøku. Tað var eisini í hesum
árum at hundratals føroyingar vunnu sær
úrtóku við bretskum, norskum, tyskum og
ðrum útlendskum fiskiførum. Og umframt
øll hesi gekk stóur partur av ti eftirverandi
fólkinum heilt ella lutvist uttan arbeiði.
Í HESUM tíðum sat Fólkaflokksstýrið hendur í
favn, og frøddi seg um hin positiva handils-
javnan. Sjålvandi var hann positivur. Innflutn-
ingurin av skipum var 0. lløgur til arbeidsskap-
andi virkir á landi vóru nærum ongar. Vega og
havnabygging vóru ókend fyribrigdi, o.s.fr.
Hetta førdi sjálvandi til arbeids- og inntøku-
loysi. Hetta førdi til eina ógvuliga fólkaflyting
úr Føroyum. Ja, allar Føroyar gjørdust til tað
sum danir kalla ven soveby«, har fólk einki
annað gjørdu enn at koma heim at sova av og
a.
OG eingin svav so søtt og fast sum fólka-
flokks og sambandslandsstýrið úti í Tinga-
nesi. Teir raknaðu als ikki við, fyrr enn
føroysku veljararni rhin 8. november 1958
bankadu so harliga å dyrnar i Tinganesi og
bóðu teir heldur fara heim til hús at sova. Jú
sanniliga var tað í tókum tíma at Javnadar-
ílokkurin tók um endan. Og vend kom í.
VIT FINGU nú eina umfatandi útbygging bæði
á landi og sjógvi. Vit útfluttu skip fyri nógvar,
nógvar miljónir. Hetta førdi sjálvandi til ein
negativan handilsjavna, meðan útbyggingin
stóð uppá, men hetta var eisini neyðugt fyri
seinni at fáa ein positivan handilsjavna, til tess
at gera Føroyar til eitt land, har fólk kundi
undir somu livikorum
búava liva og virka
— —— 1 2". ———— DO DT
—
sosialurin
Nr. 34 — 11. mai 1977
dagbókin
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Maja og
Daniel Pauli Lervig, Leirvík,
halda silvurbrúdleyp; tey eru
burturstedd.
» Vårgledi«
hevur fund i dag kl. 4 i
KFUK.
Nónhamar
royndi fyrsta dagin undir
Grønlandi mánadagin og fekk
millum 6 og 8 tons
Hugnalig samvera
í KFUK í kveld kl. 8 við Blá-
kross-monnunum Jens Boje
og Kaj Broman.
Fylking
P. Jennings og M. Nesbitt
hava evangeliskt meti í Fylk
ing á Tveroyri hóskveldið kl
20.
..
Eydnuhjól
til frama fyri Deyvafelag
Feroya verður í Tórshavnar
kommunuskúla leygardagin
14. og sunnudagin 15. mai.
Umframt fostu sendingarnar:
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurtíðindi og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurtíðindi og tíðindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Veðurtíðindi og tíðindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurtíðindi og tíðindi
12.32: Dogurðatónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur
18.30: Vedurtidindi og tíðindi
18.42: Nátturðatónleikur
20.00: Veðurtíðindi og tíðindi
Mikudagin 11.
13.00: Kvoðuljómar til sjó-
fólkið
18.42: Miðvikan
19.30: Vårsangir.
Hósdagin 12.
Leikum fagust
Framhaldssøga eftir
Hedin Bru.
19.30: Grammofongestur á
Bryggjubakka
Friggjadagin 13.
19.00: Nú leggja teir aftur
undir seg sjógvin
L. ——""""i——"———
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Felagsfundur verður í kveld 11. mai klokkan
20 á Hotel Føroyum.
Evni. Landsfundurin.
Nevndin
Landsfundur
Foroya
Javnaðarflokks
verður í húsum Havnar Arbeiðsmannafelags í
døgunum 20., 21. og 22. mai.
Mål, sum feløgini ynskja vidgjørd å fundin-
um, skulu vera skrivaranum i hendi seinasta
lagi 15. mai.
Dagsskrå verdur send feløgunum.
Fv.
Atli Dam, formaður
Vilhelm Johannesen, skrivari
Meginfelag
Utrddrarmanna
hevur årsadalfund å Hotel Hafnia leygardag-
in kl. 15.
Dagsskrå: Sambært lågina.
Krav um somu prishækkaninar
sum arbeidsmarknadurin annars
Meginfelag Útróðramanna
Veltingarspakar
GI
Ringið og vit senda.
|
Pf. MARIA POULSEN & CO.
tif. 1200 12001