Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SESSI US BO VS AULUS OS OO AO OO IR 1 MOSS ILSE pm sosialurin KINA — JAPAN Japan og Kina eru komin ásamt um ein handilssått- måla fyri komandi tiggju árini. Kina kemur at bjóða Japan ráolju og kol móti afturfyri at fáa idnaðarútgerð úr Japan, sum er stórsti handilspartnari Kinas Samráðingar hava verið millum bæði lond síðani 1976, men hava ikki áður borið á mål. Ur Kina verðu sagt, at handilssáttmálin ikki hevur kunnað verið inngingin fyrr, orsakað av teimum uppreistr arroyndum, ið verið hava í Kina aftaná deyða Mai tse Tsungs, og har á odda stóð einkja Maos EITRAÐ KJØT Løgreglan í lítla býnum Osi- jek í Jugoslavia hevur biðið fólk um at lata inn kjøtvøru, tey hava keypt frá tí 74 ára gomlu Katica Gereg, aftaná tað var avdúkað, at hon hevði blandað blýggjsalt í veruna, hon seldi á torginum. 80 fólk í býnum vórðu vorðin eitrað, áðrenn funnið varð fram á kelduna. Blíggjsaltið verður vanliga nýtt at basa rusti í máling. Konan hevði nýtt tað sum »Kryddari« fyri at fáa fram hin reyða litin í kjetin- um, sum hesin býur er gitin fyri BRASIL SIGUR UPP SATTMALA Brasilia hevur sagt upp ein verndarsáttmála við USA, ið hevur verið í gildi seinastu 25 árini. Hetta er kunngjørt amerikanska sendiharranum í Brasil, John Crimmins. Sáttmálin, ið gjørdur var í kring knøttin 1952 segði, at bæði lond vóru pliktað at hjálpa hverjum ødrum, um tey vóru fyri vápnaðum álopi. Men Brasila eins og grannalandið Argen- tina og onnur lond í Latin- amerika, eitt nú Chile, hava gjøgnum longri tíð havt ein ræðisstýri, ið lítið halda um fólkaræði, og hesum hevur m.a. Amerika funnist at. LEITA ENN Bjargingarmanningin tann mikudagin tvey lík aftrat í niðurbrenda hotellinum Polen i Amsteerdam Hotellid brendi nidur i grund måna dagin Talið á deydum er nú uppi á 13, men enn eru 18 fólk ikki afturi afturkomin. Tað búðu 100 fólk á hotellinum, tá eldur kom í tað Sagt verður, at try av teimum deyðu eru sviar. Men enn eru 14 sviar saknaðir, sum allir vóru í einum ferða- lag saman SALT AV NYGGJUM Eftir ein steðg í eitt hálvt ár hava USA og Sovjetsamveld- ið byrjað samráðingarnar i Geneve um avmarkan avkj arnorkuvápnum av nýggjum Hetta eru tær sokallaðu SALT samráðingarnar. Amerikanski umboðsmað- urin undir samráðingunum, Poul Warnke segði við tid- indamenn, tá hann kom til Geneve, at USA fer at halda fast við tvey uppskot um eina nýggja Geneveavtalu. Tað eru hsi somu uppskot, sum Sovjetsamveldið ikki vildi taka undir við í mars Henda unga kvinnan gjørdist Miss England í ár Eru 1 miljón fólk Nr. 35 — 14. mai 1977 myrd í Kambodja? Tað vil franskmaður, ið búð hevur í landinum í 10 ár, vera við Tað eru nú ? ár síðani, at kommunistiska rørslan REYÐI KHMER tók alt ræði í Kambodja, í landinum, ið sum grannar hevur Vietnam, Laos og Thailand, og síðani tá hevur eitt sætt rødslustyr- ið sett dám sin á Kambodja. Mett verður at millum 500.000 og 1.000.000 fólk hesi tvey árini eru vorðin myrd av teimum nýggju einræðisharrunum. Hetta verður sagt í eini bók av einum fronskum katolskum presti, sum uppihelt sær í nærum 10 ár í Kambodja Hevundurin sigur í bók síni, at skilið er so út av lagi ræðuligt í landinum, at tað er ein spurn- ingur, um landið undir Khmera- stýrinum kann liva víðari sum eitt ríki. Sjálvt ikki grannin fyri norðan, Vietnam, har kommun- istar eisini aftaná Vietnam- kriggið nú hava alt ræðið, duga illa at skilja partamenn og harð- skap teirra í grannalandinum. „Teir hava verið orsøk til alt ov nógvan óneyðugan harðskap og vesældømi og gjørt mong fólk til fíggindar sínar“. Soleiðis målbar ein vietnamesiskur, kommunist- iskur embætismaður seg, tá ið hann herfyri skifti orð við um- boðsmenn í amerikansku sendi- nevndini, ið komin var til Hanoi at taka upp samráðingar við Vietnam um betan av viður- skiftinum millum hetta land og USA, nú kriggið har er endaliga av. LANDSMENN MYRÐA LANDSMENN Tað var 17. april 1975, at Reyða Khmer rerslan hersetti høvuds- staðin í Kambodja, Phnom Penh, og frá fyrsta degi framdi henda rerslan illgerðir móti landsmonnum sínum, ið illa kunnu verða settar á prent Franski katolski presturin, ið skrivað hevur bókina um ræðslustýrið í Kambodja, varð sum nevnt 10 ár prestur í landinum. Hann eitur Francois Ponchaud, og saman vid ødrum útlendingum varð hann noyddur at rýma úr Phnom Penh i byrjanini av 1975. Reydi Khmer tolir ikki utlendingar i landi teirra, uttan mun til hvat yrki teir hava burtur við teimum mm er parolan. Hann bædi tosar og skrivar Khmer-málið, og hann hevur nýtt seinastu tvey árini til at savna saman tilfar til bók sína, sum hann nevnir >Cam- bodge anné zero<. Nógv av tilfarinum hevur hann fingið beinleiðis frá utvarpsstødini hjá kommunistastyrinum í høvuds- staðnum! Hann sigur í bók síni m.a. frá einari hending, sum hann metur vera eina ta fúlastu, ið Reyði Khmer-menninir framdu moti landsmonnum sínum: Teir heryvirmenn, sum vóru í stjórnarherinum, áðrenn komm- unistar tóku ræðið, konur og børn teirra, foreldur, systkin og alt livandi av ætt hverja ein- stakra varð beint fyri uttan grið. BATTAMBANG- MYRDINGIN Hendingin for fram i bynum Battambang. Har fingu yvir- menninir ein morgun av Reyða Khmer boð um at lata seg í galla-búnað, og síðani skuldu teir verða fluttir til Phnom Penh, hevuðsstaðin, at heilsa fúrstanum Sihanouk vælkomn- an heim úr útlegd í Peking, har hann hevði verið í mong ár. Teir vórðu síðani fluttir í bilum, men áðrenn teir komu til høvudsstad- in, steðgaðu bilarnir knappliga allir, og heryvirmenninir fingu boð um at fara úr teimum. Teir so gjørdu, og í somu letu byrjaði menniskjaslaktið: Reyðu Khm- er-menninir skutu og drupu frá hond í meiri enn ein hálvan tíma tá vóru flest allir deyðir, ella myrdir. Tað eydnaðist tveimum at sleppa til rýmingar og yvir um markið til Thailand, hvar hver segði sína persónligu sogu og vóru tær samfallandi. Tað fyrsta nýggju harrarnir gjørdu var at tvingsilsflyta at kalla ell fólk úr hevuðsstaðnum út á landsbygd. Phnom Penh hevði áður um 2 miljónir íbúgv- ar, og í dag meta teir at bert eini 20.000 eru eftir. Hetta neyðars býarfólk skuldu nú leggja alt lív teirra um, hann ið ikki lýddi, varð skotin á staðnum. Har liva nú út ímóti 2 mill. fólk í stórstu armóð. Francois Ponchaud metur at millum hálva og heila miljón fólk hava latið lív í Kambodja hesi seinastu 2 árini. Av almennum, kommunistiskum útvarpssend- ingum í Phnom Penh skilst, at 80% av ellum teimum, ið ar- beiða á rís-akrunum hava malar- iu-sjúkuna. Í hatri teirra móti útlendingum fóru hermenninir inn á sjúkrahús og apotek og smildraðu medisinskáp og skutu medisinfløskur í sor! Sjálvt russar og kinesarar venda sær í andstygd móti »starvsbrødrunum« í Kambodja, sum teir bera seg at, verður == Sagt.