leygardagur 14. mai 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr35.— 14. mai:1977-
Til Sosialistarnar
Ofta verður tosað um tann ruðu-
leika, ið ræður á vinstravongin-
um í førosykum politikki. Vit
hava Javnaðarflokkin, Tjóð-
veldisflokkin og kommunista-
flokkin. Eisini finnast aðrar
rerslur sum t.d. maobernini.
Hesi børn stríðast av ollum alvi
fyri at seta á stovn eitt socialist-
iskt samfelag í Feroyum. Eitt
samfelag, sum skal hava Kina
sum fyrimynd.
Øll stríðast fyri at fáa sínar
hugsjónir framdar og hesi mao-
børnini gera tað sama. Teirra
máti er at kritisera alt annað
sum ónýtuligt, samstundis sum
tey siga seg ganga inn fyri
einum parti av hesum sama.
Hetta tykist legið, men so er.
Tey arbeiða móti socialistum,
men siga seg vera sosialistar.
Tey brúka meginpartin av styrki
síni at kritisera kommunista-
flokkin fyri sín Moskvatrúskap í
staðin fyri at arbeiða fyri síni
verunligu sek. Á henda hátt
skapa tey einans enn sterri
spjaðing. Sjálvt Lenin samar-
beiddi við teir sosialrevulutio-
nerar fyri einans at útnytta
hetta til sín egna fyrimun seinni.
Gerið tit tað sama. Og
kommunistar eins og maoistar.
Hetta vil við eðrum orðum
skapa ein arbeidsførari vinstra-
vong. Hvat ið so endin av
flokksstríðnum verður er ringt
at vita um. Men sum Lenin
segði: Teir sonnu sosialistarnir
duga at útnytta tað objektiva
situatiónina til sín egna fyri-
mun.
Og teir sonnu sosialistarnir
kk
Fortidin spøkir
Tøkk til tann ella teir, sum i
Sosialinum endiliga hava tikið
seg saman til at geva Óla
Breckmann og spirandi nyfacis-
muni í fólkaflokkinum turtu
uppá.
Óli leikar í, sum um hann
heldur, at eingin er eftir, sum
minnist fólkaflokstiðina. Hann
roynir at vísa á, at hetta var ein
góð tíð fyri Feroya fólk.
Ja hetta var ein feit tíð fyri
nakrar fáar fólkaflokspamparar
og teirra sleikjarar og erinda-
dreingir, harav nógvir sita í
almennum stjórnarstervum i
dag.
Men fyri fjøldina av føroying-
um var hetta ein rong tíð — ein
tíð hvar tann, sum ikki var
organiseraður fólkafloksmaður
illanokk kundi sita tryggur inni
hjá sær sjálvum í summum
bygdum.
Í vinnulívinum gingu raskir
menn vinnuleysir í áravís, tá teir
vóru á svartalista hjá fólkafloks-
monnum, sum domineraðu
banka- og vinnilívinum og hitt
politiska lívið við.
Hendan tíðin er av, men Óli
Breckmann og aðrir fólkafloks-
menn við honum droyma um, at
henda tíðin skal koma aftur. Ja
einasta forkláring uppá teir tón-
ar, sum nú ljóða av Dagblaðn-
um. Vit, sum eldri eru, kenna
teir aftur og halda lítlan fong
vera í at dyrka hettadapra
tíðarskeið. Men eftir sum Óli
Breckmann so fegin vil, so
fyrislái eg Sosialinum at hjálpa
honum við hesum. Tit á blaðn-
um eru specilistar, haldi eg meg
minnast. Latið okkum bara fáa
alt fram aftur eina ferð aftrat!
Latið okkum fáa allar hersøg-
urnar úr Bretlandi — kanska
kann tað dyppa hasar brúnu
bjálvarnar eitt sindur. Kanska
kann tað fáa ein og annan at
hugsa seg eitt sindur um.
Tað er nógv fyri at vita sær,
at tann persónur, sum framleiðir
alt hetta hatafulla og ósanna
skvaldrið, skal vera lærari á
landsins hægsta skúla, vistnokk
í nútíðar segu enntá.
Men at enda einaferð enn takk
til Sosialin —
latið teir ikki
sleppa at hunddólka ta demo-
… kratisku sosialismuna í tað
óendaliga uttan at nakar tekur
til orða.
Ein, ið einki hevur gloymt
sosialurin
duga at síggja sín skeivleika og
rætta hann.
Læt okkum tá síggja, hver
vinnur og hver tapur. Vinnarin
er tann sosialistiskari parturin
(ti hann dugdi at útnytta tað
objektiva situatiónina) taparin,
ið er vánaligar sosialistur tí hann
ikki dugdi at útnytta tað ovjek-
tiva situatiónina).
Og eftirsum báðir siga seg
vera sosialistiskar, má tann eini
(tann tapandi) eftir at hava sæð
skeivleika sín fara í part við
vinnarinum.
A. J. Absalonsen
P.S. Tað er nógv fyri, at ein so
hampuligur flokkur sum javnað-
arflokkurin skal vera í stovu
saman við so politiskt illdamd-
um monnum, men ein troyst er
tað, at tað hóast alt tykist sum
um hampamenninir Sundstein,
D.P. Danielsen, og Hentze og
aðrir enn eru í meiriluta.
kk
Kapitalisma
Í Dagblaðnum nr. 34 fyri 4. mai
1977 legði eg til merkis, at G.
Joensen lysti eftir einum ødrum
orði fyri »kapitalismu«. Fyrst
hugsadi eg um at talan måtti
vera um at finna eitt føroyskt
orð istadin. Men eg gjørdist
stórliga bilsin. G. Joensen vildi
hava eitt orð sum ljóðaði posi-
tivt.
Hetta er nakað nýtt, — at
finna eitt annað orð, ti hitt fyrra
ljóðaði negativt. Man G. Joen-
sen ikki vita at orð skifta týdn-
ing, alt eftir sum tíðin er. T.d.
orðið »demokrati«. Hetta orðið
var positivt fyri grikkar fyri
meir enn tvey túsund árum síð-
an. Og vit vita hvussu týdning-
urin av orðinum er broyttur, alt
eftir sum tíðin broytist, og hvar
orðið verður nýtt. Í dag skal orð-
ið eitast at vera positivt. Hetta
sama er galdandi fyri kapital-
ismuna.
G. Joensen kemur síðan inn á,
at kapitalisman einans var ó-
menniskjalig á sínum fyrsta
stigi. Hetta er ikki rætt. Hon
var eisini ámenniskjalig á sínum
fyrsta stigi. Prinsippið í kapital-
ismuni er tað sama nú sum tá.
At útnytta arbeiðsmegina so-
leiðis at burturúr henni fæst eitt
meirvirði, sum kapitalistarnir
halda seg hava rætt til. Ella við
eðrum orðum: Ein fær ikki tað í
løn, ein arbeiðir fyri.
Og tá G. Joensen sigur at
grundarlagið undir ellum ríki-
dømi i dag eru pengar, prógvar
tað óvitan hansara. Grundarlag-
ið undir ollum rikidømi í dag er
arbeiði. Pengar kunnu gerast í
hópatali, men hava einki virði
uttan samband við arbeiði. Tað
vil siga, at arbeiði verður gjørt
til pengar. At G. Joensen ikki
veit hetta, vísir at hann ikki
kann hava verið í samband við
arbeiði.
G. Joensen vísir okkum aftur
sína óvitan, tá hann sigur okk-
um hvat kommunisma merkir.
Hann sigur: Kúgan og ófrælsi.
Gyldendals Fremmedordbog sig-
ur: Samfundsordning uden privi-
legium af produktionsmidlerne;
det klasseløse samfund hvor en-
hver yder efter evne og får efter
behov.
Vit siggja altso at vitan hans-
ara er grundað á slatur og lygu-
søgur.
Sidan koma vit til teir åtta
trúarsetningarnar hjá G. Joen-
sen. Vit kunnu kannað ein í senn.
1. »Um ófrælsi, sum blómaði i
teimum kapitalistisku londunum
fyri 100 árum síðani, ikki er nú<.
Tak til damis Danmark. Ein ar-
beiðsmaður fær ikki ta løn, ið
hann eigur at fáa tí partaeigarar-
nir (ein gomul amerikansk einkja)
skal hava sín part fyrst (uttan at
røra ein fingur). Ein arbeiðari
kann ikki skriva tað hann vil, tí
hann eigur onga avís. Blaðstjór-
arnir avgera hvat skal í blødini,
meðan partaeigararnir, uttan at
gera nakað, vinna pening uppá
blødini. Ein svenskur fakfelags-
leiðari fær ikki innferðarloyvi til
USA, tí hann er kommunistur.
Tú fært ikki alment starv í Vest-
urtýsklandi um tú ert vinstra-
hallur (kommunistur ella javn-
aðarmaður) o.s.fr. Er hetta ikki
ófrælsi og kúgan?
2. »Kapitalisman misnýtir ikki
Síða 7
Áheitan á allar
kvinnur í Feroyum
Eg fari at heita á allar kvinnur,
sum standa veikar í stríðnum
um rættvis krev í lønarspurn-
inginum fyri at fáa somu len
sum mannfólki fyri sama ar-
beiði, og tað er jú ikki annað enn
rímuligt. Tað hevdi verið ógvu-
liga gott, um allar kvinnur á
ollum flakavirkjum í Feroyum
gjørdu sína stødu nógv greiðari
mótvegis ellum mannfólkum
sum arbeiða undir liðini av
tykkum.
Soleiðis at allar kvinnurnar
kundu staðið nógv sterkari í
stríðnum til rættvisari krøv i
lenarspurninginum. Vit skulu
hava javnrættindir = millum
kvinnur og menn, vit verða at
seta sterri virðing á tað arbeiði,
sum kvinnan ger heima eins og
úti. Tí skulu allir verkamenn
innan allar verkamannastætt-
irnar i Føroyum ganga saman til
at vinna sterri semdir í okkara
samfelag í dagliga arbeiði okk-
ara. Vit skulu tí millum annað
mæla ollum ungum kvinnum í
Havn til at fylkjast um kvinnu-
fylkingina sum millum annað
skal virka fyri betri livikorum.
Vit verða øll somul at venda
okkara hugsan móti teimum,
sum eru ringast fyri í samfel-
agnum, teimum sum eru fyri
figgjarligum bakkøstum og sum
verða hart kroystar. Og sum ikki
fáa eina ella aðra útbúgving ella
eitt arbeiði, soleiðis at hesar
neyðsteddu kvinnur kunnu klára
seg eins væl sum vanligar
kvinnur, t.d. tær sum arbeiða
innan yvirvaldsstættin. Tað er
ein stórur órættur sum valdar
innan veggustovur og barna-
garðar. Tað sum eg harðliga vil
finnast at, er, at tey sum eru
best fyri í samfelagnum manna
vøggustovurnar og barnagarð-
arnar, fólk sum vinna nógvan
pening og sum hava ráð til at
løna eina barnagentu nóg væl.
Tað skuldi verið soleiðis, at tað
vóru tær kvinnur, sum vóru
ringast fyri í samfelagnum, sum
fingu bern síni á allar veggu-
stovur og barnagarðar sum finn-
ast ístaðin fyri sum nú er. So tær
fingu møguleikar fyri at fáa eina
útbúgving ella eitt arbeiði, með-
an bernini verða ansaði, so tær
kundu klára at liva eins væl sum
t.d kvinnurnar innan yvirvalds-
stættin í Føroyum.
Hans Birgir Hansen
k KK
Frågreiding frå
fødiumstødarbolkinum
Av egnum royndum hildu undir-
ritaðu, at stórur tørvur var á
einum feðifyrireikingar skeiði í
Føroyum. Vit settu okkum ti
sum mál at seta eitt tílíkt á
stovn.
Á heysti í 76 vendu vit okkum
til formannin í ljósmeðrafelagn-
um og greiddu henni frá okkara
ætlanum. Hon helt hettar vera
eitt positivt tiltak.
Síðan settu vit okkum í sam-
band við tey fakfólk, eitt tílíkt
skeið krevur, nevniliga: ljós-
mødur, fysioterapeut og heilsu-
systur. Hesi hildu eisini at
skeiðið var tiltrongt og vildu
fegin undirvísa ókeypis á einum
royndarskeiði.
Eisini leiðslan í Havnar
Kveldskúla hevur víst arbeiði
okka stóra vælvild. Vit fingu
loyvi at nýta eina skúlastovu og
fimleikarhell í kommunuskúlan-
um.
Frá miðjan nov. til jólar
hevdu vit eitt royndarskeið, har
8 barnakonur luttóku. Skeiðið
var væl eydnað, og seinasta
kveldið vístu vit ein fødifilm.
Ætlanin var at byrja nýtt
skeið fyrst í febr. og síðan at
koyra 5 skeið á 6 vikur um árið.
Men umframt fakfólk og holi
krevur eitt foðifyrireikingarskeið
pening. Vit mettu eitt tílíkt
skeið at vera eins tydningarmik-
ið, sum t.d. smíð og veving; tí
sektu vit í jan. 77 til Foroya
Skúlastjórn um at fáa skeiðið
undir Tórshavnar kveldskúla.
Skúlastjórnin hevur nú játtað
hesum.
Vit kunnu bert fegnast um, at
foðifyrireiking nú er vorðið eitt
samfelagsmál.
Feðiumsteðarbólkurin
**x
bern og kvinnur longur sum ar-
beidsmegi«.
Hetta er lygn! Hygg bert eftir
Feroyum (har ell hava tað so
gott). Hava vit likaløn fyri sama
arbeiði? Hvat fær ein kram-
búðarkvinna í len? Undir ella
yvir eksistensminimum? Hvussu
nógvir smádreingir lossa ikki á
keiini, á Bacalao o.s.fr.? Er
hetta ikki misnýtsla?
3. »Arbeidsdagurin styttist«.
Hvussu nógv arbeiðsfólk verð-
ur ikki noytt til at arbeiða yvir-
arbeiði fyri at klára terminina?
Og hver arbeiðsmaður klárar seg
við 50.000 kr. um árið? Ongin!
Allir vera noyddir at arbeiða yv-
irtíð. So at arbeiðsdagurin er
styttur er bert eitt eiti. Ongin
veruleiki er aftanfyri orðini.
4. Ja, her hevur G. Joensen fyri
ein part rætt. Og syrgiligt er
tað. Viðvíkjandi teimum kapital-
istisku londunum og livskrøvum
teirra menniskju, hetta er ein
sorgarsøga, ti ongantið hevur
grundarlag menniskjans verið so
nógv útnyttað sum nú. Vit
Framhald á síðu 11