Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 35 — 14. mai 1977 dag frå degi FRAMIN Framin, føroyskt tidarrit fyri sosialismu og sjålvstyri nr. 2 er útkomið Bladid vidger fyrst og fremst 15. aðalfundin hjá føroysku sosialistunum, sum varð hildin i mars mánaða i Keypmannahavn. Á > adal- fundinum vórðu fleiri spurn- ingar vidgjørdir, sum EF- og fiskimarksmálið, Nato, Frið- ar- og solaritetsarbeiðið og spurningurin um eind í før- oysku vinstrarørsluni. Vit taka her brot ur nøkrum av teimum niðurstøðum, sum vórðu gjørdar á fundinum: Um EF og. fiskimarkið skrivar blaðið m.a.: Skal fiskimarkið gerast eitt framstig í tjóðskparligu og samfelagsligu menningini, og ikki bert nýtast sum handilsvera til frama fyri foroyska stórkapitalin á vegnum inn í europeiska monopolfelagsskapin, so krevst at verður ein sterk fólkslig rorsla, sum er taka stríðið upp reist for fyri at móti hesum stórkapitali Um Nato skrivar blaðið m.a Føroyar eru vornar ein liður í verjuni av kapitalist isku heimsskipanini. Hetta er ein hóttan móti ellum, sum virka fyri demokratiskum broytingum av føroyska sam- felagnum, og ikki minst teim- um, sum stridast fyri at fåa Nato ur Føroyum og Føroyar úr Nato. Adalfundurin sam- tykti, at FS i komandi åri skal seta i verk kampagnu ímóti Nato, sum endurreisti Natoandsteðuna. Annars hevdur blaðið grein um sosialismu í Afrika, um kvinnurnar í Sovjet og um Palestina. k KK FOLKEKIRKENS NØDHJÆLP Blad nummar fimm av »Neydhjålp Fólkakirkjunn- ar« er útkomið. Í ársfrágreið- ingini fyri 1976 verður sagt, at tað í 1976 vórðu latnar umleið 9 milljónir krónur til ymisk arbeiðsprojekt í Mið- eysturi, Afrika, Asia og Lat- inamerika. I Mideysturin kom hjålpin serstakliga teimum palest- insku flóttarfólkunum í Jord- an til góðar. Í Asia eru peng- arnir farnir til Bangladesh, Burma, Taiwan, Hong Kong, Suðurindia, Pakistan og Fil- ipsoyggjarnar. Talan er um nógv ymiskt projekt, sum t.d. stuðul til fiskivinnupro- jekt, stuðul til íbúgvararnar í teimum tættbygdu umráðn- um í Hong Kong o.s.fr. I Afrika er neyðhjálpin farin til fóttarfólk í Tanzania og Mozambique, Namibia og Angola. I Latinamerika er stórur partur av hjålpini farin til Chile , Annars eru fleiri greinir i blaðnum. t.d. um nomadarn- ar í Mauritania, um tervin fyri hjálp í Libanon og um uppbyggingarhjálp í Rumen- ia eftir jarðskjálvtarnar her- fyri. bøkur og blød »FØROYSK SONGLØG« UTKOMIN: Eg eri ikki professionellur — Og havi ongantid følt meg sum slikan, segdi Hans J. Højgaard å samkomu i samband vid at bók hansara Føroysk Songløg, nú er útkomin Í samband við útgávuna av bókini »Føroysk Songløg« eftir Hans J. Højgaard hevði Ment unargrunnur Logtings sum stendur fyri útgávuni, sam- komu mikudagin. Formaður grunnsins, Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, beyð vælkomin og greiddi frá grunninum. Hann segði at mentunargrunnurin var við ti endamåli at stuðla ymiskt mentunarligt virksemi, og ofta er tað komið væl við at grunnur- in hevur kunnað rætt eina hjálpandi hond. Bókin »Føroysk Songløg« er nú liðug prentað og komin í selubúirnar, segði Jákup Lindenskov, og takkaði Hans J. Højgaard fyri hansara virksemi sum tónaskald. Vit kenna øll somul log hansara, og gleðast um tann kórsang sum komin er frá honum. Ikki minst virksemi hansara inni á Toftum við barnakórinum og kvinnukórin- um, segði J. Lindenskov. Hann segði at tað var ein stórur heiður fyri Mentunargrunnin at kunna geva út hesa bók og handaði hann Hans J. Hejgaard ein kekk Føroya settur uppå 10.000 kr. fyri arbeidi hansara innan føroyskan kor- sang. SLAKAR 80.000 KR. ARLIGA Um mentunargrunnin segði Jåk- up Lindenskov, at stovnsfæ grunnsins i dag er 732.000 krónur og koma 30.000 kr. árliga til grunnin til at økja um stovnsfæið. Sum virkispeningur verða tær 54.000 krónurnar, sum eru rentur av stonvsfænum, útbýttar árliga, saman við 25.000 kr. frá løgtinginum. Endamålid hjå grunninum er sum sagt at studla mentunarligt virksemi, harundir vitjan uttan- ifrå, mentunarlig tiltøk her å landi og harumframt hevur grunnurin keypt listaverk. Eis- ini hevur mentunargrunnurin givið nakað út av bókum, so sum Sandoyarbók, sum er kvæðasavn, En færøsk-norsk lovbog, Fugloyarbókin er nú í gerð og umframt hetta gevur grunnuin út Fróðskaparrrit, sum kemur út eina ferð um árið. TILRÆTTALEGGJAN Skrivari grunnsins hevur síðani grunnurin var stovnaður í 1946, verið Rikard Long, til hann segði seg úr starvinum seinasta ár. Hann hevur lagt oll mál, sum eru komin fyri í grunninum væl tilrættis, og hevur í allar mátar havt ómetaligan stóran týdning fyri grunnin, segði Jákup Lind- enskov, og helt at tað hevur havt nógv at sagt at júst Richard Long, sum hevur havt hetta um hendi. Tá hann legið frá sær tók Niclas Andreasen við starvinum, og hevur hann eisini altíð røkt hetta starv til lítar, segði J. Lindenskov. EIN SONN GLEÐISSTUND Flestu av okkum ellum, og serliga tey sum eru komin nakað upp í árini, hava bæði havt góðar og kenslutungar letur sum orð ikki kunnu dekka, segði Hans J. Hejgaard. Hann segði at hetta var ein sonn gleðisstund hjá sær og takkaði fyri tað hjálp hann hevði fingið soleiðis at henda bók hansara nú var komin út. Umframt tað hjálp hann hevur fingið frá mentunargrunn- inum, takkaði hann eisini Janusi Mohr, sum hevur greitt bókina til prentingar. Eg eri ikki professionellur, og havi ongantið felt meg sum slíkan, men alt arbeiði er gjort uttanfyri skúlatíð. Hetta hevur verið mær ein stór gleði, segði Hans J. Højgaard. Hans J. Høj- gaard helt fyri at um sølan av bókini skuldi givið eitt muna- gott peningaligt avlop vildi hann mælt til at peningurin fór í grunn sum Jógvan Waagstein stovnaði til stuþul av sang og musikklivi í Føroyum. BOKAMIDSØLAN STENDUR FYRI SØLUNI Tað er Bókamiðselan, sum stendur fyri søluni av bókini, sum verður seld fyri 100 kr eintakið. Bókin er prenta á University Press í Oxford í 2000 eintokum.