Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 14. mai 1977 sosialurin Síða 9 dag frá degi Norðmaður til Kvivikar at siggja Bør Børson Tann 21. mai kemur stjórin á „Det Norske Teatret< í Oslo til Føroyar. Hann skal á vitjanini síggja kvívíkingar framføra sjónleikin Ber Berson. Norð- maðurin eitur Tormod Skage- stad. Tað eru kvívíkingar, sum hava boðið einum umboði fyri teatrið í Oslo til Feroya. Hetta teatrið eigur rættindini til Ber Børson. Ætlanin er at framføra Bør Børson fyri seinastu ferð tann 22. mai, og tá verður Tormod Skagestad hjástaddur. Kvivikingar hava ikki fram- ført Bør Berson síðani 1. mai. Til tann 1. mai hevdu teir havt tilsamans 39 framførslur. Ætl- anin er at fara á pallin aftur hetta vikuskiftið. Gleðin yvir tað lítla... Hesar lítlu menniskjurnar ei krevjandi nakað geva mær gleði kenslur í mær skaka hjartað fegið. Krúpandi til mín, hyggja við undrandi eygum: eg vil teg gleða hjarta mítt lær, gleð teg við mær! Hetta er tín vinur á foldum. Á avmarkaðum eki treða barna-ungdóms-vaksnamannaskógvar ei tey øsa. seg upp taka við tí, ið teim gevst lær, gleðast yvir tað lítla Bíðandi í tolni-eftir nokrum men hverjum? einki krevjandi bert lív-gleði tær veita. Livssæla smilið títt. Menniskjur vilja teg týna háða teg, spreiða eitur kring teg fyri teg meinbogar margar leggja Men tú- tó lær. Í skjáttuna pening mannaliv týna gleðina ræna samfelagsins trælur Tú ert borin til enn hægri. Virði í tær- ómetuligt, menniskjunnar hægsta ynski eyðnusæla. Bert tú teim hana kann veita. Skoða, lýð á, hesar menniskjur so verður eydnusælur tú Sólmundur ARBEIÐIÐ Hjá Kommunistiska Flokki Føroya er tað bert sjálvt navnið, sum hevur nakað við kommunismu at gera. Og so er ikki meira av kommunismu har. Teir eru ikki meira kommunistar enn eitt av val- evnunum hjá Tjóðveldis flokkinum, sum segði, at verkamaðurin skuldi eiga virkini og skipini og fáa óskerdan ágóða av hesum Og at henda ognarrætt skulu teir fáa við at velja slíkar menn inn á fólkating og logting Stoða kommunista til val er eitt av øllum teimum málum, har KFF visir sanna andlit sitt sum ein vanligur borgaraflokkur. KFF trýr at kapitalistarnir fara at lurta eftir KFF, tá teir koma á ting, og tá KFF heldur, at teir skulu lata valdið til fólkið, so fara kapi- talistarnir, at gera tað uttan at muta ímóti. Ti KFF hevur meirilutan á tingi. Ti fær hetta valsystemi so stóran týdning fyri propagandu KFF, og tað ræður um at vinna álit á hesa borgara- stættina. Og sjålvt um kommunist iski flokkurin (KFF) i fyrsta lagi ikki fær meiriluta å løg- tingi, so vil luttøka hansara kunna åvirka hinar «arbeida- flokkarnar« til at føra ein politikk arbeidarastættini til frama Hetta kann ikki merkja annad, enn at teir hava sama politikk vidvikjandi tingar- beidi sum hinir flokkarnir Ikki eitt einasta orð um at avdúka hina rotnu parlamen- tarisku skipanina í borgara- samfelagnum, men haraftur- ímóti vónir og málsetningar um at vinna meiriluta á tingi Luttekan til fólkatingsval- ið í ár var hægri enn í 1975 Og tað letur seg gera at draga luttøkutali upp, tå so nógn verður gjørt burtur úr. Tjóð- veldismenn geiladu limirnar til at vísa aðrari fraktiónini styrki til valið, Erlends- monnum ella Zakaristum. Sambandsmenn drógu alt ið ganga kundi fram at valborð- inum. Og nu, nú hevur KFF stillað seg í kótið av borgara- flokkum at ropa fólk til val- borðið, skrivar Arbeiðið í mainummarinum LL GLADUSTROK Í Glaðustrok nummar 10, sum júst er útkomið stendur stór grein á forsíðuni um svårtabørsin í Feroyum. Í greinini »Rusdrekkasølan á svarta marknaðinum heldur alsamt fram< verður sagt, at samvitskuleysir svartabørs- seljarar fáa almiklan og skattafrian vinning, sam- stundis sum teir beina fyri ungdómi okkara. Blaðið skrivar, at kappingin á svarta marknaðinum í dag er hørd og svartabørsseljararnir gerast alt fleiri og fleiri i tali. Brot úr greinini: Her er nakað galið við nú- galdandi lóg. Seljarin skuldi so avjjørt verði nógv harðari revsaður, meðan keyparin skuldi gingið fríur. Ti hverji eru tað, sum keypa? Jú, tað eru fyrst og fremst ungdólk, og annars kanska serliga 20-30 ára gamlir, sum hava gingið fullir eina tíð, og nú mugu og skulu hava meira av rúsdrekka at javna út við. Og hverji eru tey, sum mega gjalda tann pening, ið floskan ella olkassin kostar? Mangan foreldrini, ið verða pressað eftir peningi. Jú, bersarnir vita. Ella hvar fer peningur- in, sum verður rændur í teimum mongu handilshelun- um um næturnar? Bersarnir vita. Bæði keyparin og næst- ingar hans líða undir hesum viðurskiftum, meðan seljarin hevur góðar dagar: 500-600 krónur fyri eini fløsku av finspritt, 250 kr. fyri eina vinfløsku og 400 kr. fyri ein kassa av sterkum øli skattafritt. bøkur og blød