leygardagur 14. mai 1977síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Uppgávan hjá dekkunum er at
yvirfera allar driv-, stýri- og
bremsikreftir til vegin og haraft-
urat virka fjarðandi. Tað er
stórur munur á dekkum, og er
tað ti av allarstørsta týdningi
fyri koyritrygd og koyrieginleik-
ar, at ein bilferari veit, hverji
dekk eru best nýtilig til vogn
hansara, og hvussu tey skulu
monterast, røkjast o.s.fr.
Dekk-typur
Í hevuðsheitum finnast tvey
sløg av dekkum, nevniliga: dia-
gonaldekk og radialdekk. Bædi
dekkini verða framleidd i ymisk-
um frábrigdum. Felags fyri
dekkini er, at tey eru bygd upp
av trimum hevuðspertum:
Kanttræðrum, karkassa og
gummiklædningi.
Diagonaldekk
Diagonaldekkið hevur ein kar-
kassa, sum er uppbygdur av
fleiri vevnadarløgum, og træðr-
ff
irnir í hverjum lagi krossa hvenn
annan. Diagonaldekkið er bíligt
at keypa og hevur hampuliga
góðar koyrieginleikar, tá koyrt
verður við lítlati ferð. Uppbygg-
ingin ar karkassanum ger tó tað,
at dekkið er ikki nýtiligt til á-
haldandi nógva ferð.
Radialdekk
I radialdekkinum er karkassin
uppbygdur av træðrum. Hesir
ganga tvørtur.um dekkið frá
kanti í kant, sostatt ganga tey
radialt frá einum tonktum
punkti úr centrum. Fram eftir
slitlagnum er lagt eitt belti av
vevnadarløgum ella stáltræðr-
um, harav koma nevnini vevn-
aðarradialdekk og stáldialdekk.
Av hesum er stáldialdekkið tað
betra.
KK
Radialdekkið hevur linar síður
og eitt hart slitlag. Hetta ger, at
radialdekkið fær nógv betri sam-
band við vegin enn diagonal-
dekkið, eisini tá hugsað verður
um skjóta koyring í sneiðingum.
Tá hevur diagonaldekkið lyndi
til at koppa á, meðan radial-
dekkið gevur seg í síðunum.
Radialdekkið hevur munandi
betri vegtak enn diagonaldekkið
og varar harafturat longri.
Nakrir vansar eru tó við radi-
aldekkinum t.d. er rattið tyngri
at snara, tá tú skalt namevra
bilin. Dekkini larma nakað, tá
koyrt verður eftir Oåsløttum;
hetta kemst av tí harða slitlagn-
um. Eisini kann nevnast, at tá ið
radialdekkið missir vegtakið í
sneiðing, hendir hetta heilt
knappliga.
Slanguleys dekk
Summi dekk eru gjørd soleiðis,
at teimum nýtist ikki slangu, og
kemst hetta av, at dekkið innan
er klætt við einum serligum slagi
av lufttøttum gummi, sum so-
statt virkar sum slanga. Tíverri
er tað komið fyri og meguliga
ger tað framvegis, at dekk, sum
eru ikki slanguleys, (hetta
stendur á dekkinum t.d. tube-
less) eru sett á felguna uttan
slangu. Tað skuldi ikki verið
neyðugt at nevnt, at slíkt er
livshættisligt.
Dekkstøddir
Dekkstøddin verður ásett av
tveimum tølum. Fyrra talið
sigur frá breiddini og seinna frá
tvørmåtinum innan í dekkinum.
Tvermátið (t) verður sum oftast
givið upp í tummum, t.d. 13”,
og breiddin (b) fyri diagonaldekk
vanliga eisini í tummum, t.d.
6,40, meðan breiddin fyri radial-
dekk altíð verður givin upp í
mm, t.d. 155. Steddin á einum
diagonaldekki kann soleiðis t.d.
verða ásett sum 6,40-13 og á ein-
um radialdekki t.d. sum 155-13.
Vert kann vera at nevna, at tá ið
ein bilur verður keyptur, er hann
floksgóðkendur við ávísari dekk-
stødd og loyviligt er tí ikki uttan
víðari at skoða bilin við dekkum,
C
|
me - -
ið hava aðrar støddir. Um tú
ynskir at nýta aðra dekkstødd,
enn ta upprunaligu við t.d. at
keypa aðrar felgur, er rættast at
ráðfora seg við Bileftirlitið.
Vulkaniserað dekk
Keypir tú vulkaniserað dekk, so
fylg hesum hyggirådum:
1. Kanna um framleiðslumerki
sosialurin
er å dekkinum. Er einki, so keyp
tey ikki, tað sama hvussu bilig
tey enn eru.
2. Kannað um sama fram-
leiðslumerki er á ollum dekkun-
um, tú keypir. Eru merkini
ymisk, kunnu tað vera ymiskir
vulkaniserar, ið hava gjert
dekkini.
Sleppvinkul
Tá ein bilur verður ávirkaður av
síðukreftum, t.d. centrifugal-
kraft ella síðuvindi, vil ofta
undir- ella yvirstyringslyndi
gera seg galdandi. T.v.s. vogn-
urin fær aðra kós enn ta, sum
rattstoðan skuldi givið. Hetta
stýringslyndi stavar fyri ein
stóran part frá dekkunum. Kon-
taktflatan ímillum tað einkulta
dekkið og vegin verður bend til
síðis í mun til miðplánið á
felguni. Her fáa vit sostatt ein
vinkul, sum verður kallaður
sleppvinkul. Sleppvinkulin er
vinkulin millum stýrda kós og
veruliga kós. Steddin á vinklin-
um er treytað av dekkkonstruk-
tión og dekkslagi, av lufttrýsti
og átyngd.
Kavadekk við hogum ribbum
gevur sterri sleppvinkul enn
vanlig dekk, og diagonaldekk
geva sterri vinkul enn radial-
dekk. Lágt lufttrýst og stór
átyngd gevur eisini stórar slepp-
vinklar.
Yvir- og undirstýring
At ein bilur er yvirstýrdur vil
siga, at hann sneiðir ov nógv í
mun til tað, ið rattið er snarað.
Hetta kann koma av, at dekkini
aftan hava sterri sleppvinkul
enn fordekkini.
At:ein bilur er undirstýrdur,
vil siga at hann sneiðir ov lítið í
mun til rættstøduna.
Av tveimum ringum er yvir-
stýringin tann vandamesta.
Dekkáseting
Um bilurin skal hava nýggj
dekk, er tað sera umráðandi at
seta góð dekk á hann. Um ein
heldur seg til tey dekk, sum
bilurin er føddur við, fer ein heilt
skeivur. Teir allarflestu bilar
verða nú seldir við radialdekk-
um, tó eru onkrir, sum hava
diagonaldekk. Um ein ætlar at
seta radialdekk á ein bil, sum er
foddur við diagonaldekkum, er
tað best at rådføra seg við bil-
seljaran um tað, ti tað kann
vera, at hjólstillingin skal broyt-
ast nakað.
At fara frá radialdekkum yvir
til diagonaldekk er ikki at við-
mæla. Best er um øll dekkini eru
eins, tó eiga dekk á sama aksli at
vera eins. Um so er, at tú hevur
tvey diagonaldekk og tvey radi-
aldekk, skulu radialdekkini vera
aftan. Kavadekk eiga altíð at
vera á øllum hjólum. Eftir
galdandi reglum er tað loyvt at
nýta píkadekk frá 16. oktober til
30. apríl. Verða píkar nýttir á
persónvogni ella eðrum løttum
akfari, totalvekt upp til og við
3500 kg., skulu øll dekkini vera
píkað, og má munurin millum
talið á píkum í tí dekki, sum
hevur flestu píkarnar og talið á
píkum í tí, sum hevur fægstu,
ikki fara upp um 20% av sterra
talinum. Tað kann nevnast her,
at radialdekk eru betri í hálku
enn diagonaldekk, eisini kann
nevnast, at fleiri framleiðara eru
í ferð við at framleiða dekk, sum
skulu kunna nýtast í staðin fyri
pikadekk í teimum londum, har
sum partvis ella heilt forboð er
fyri at nýta píkadekk. Hesi dekk
verða á donskum rópt kontakt
dæk ella friktionsdæk.
Ojavnt slit
Slítast dekkini ójavnt, kann
hetta koma av at: Hjólini eru
ikki í javnvág, lufttrýsið er ov
lágt ella ov høgt, sleðr í róður-
greiðum, hjólini skeivt stillað,
stoytdoyvarar í ólagi ella skeiv-
leikar í bilinum.
Hjóljavnvág
Tað er av stórum týdningi, at
hjólini eru í javnvág, bæði
statiskari og dynamiskari. Bert
nekur gram vilja av centrifugal-
kraftini geva eina kraft uppá
fleiri kp.
Eitt hjól er í statiskari ójavn-
vág, um tað diametralt er ikki
eins tungt. Hetta kann kannast
við at lata hjólið mala á akslin-
um, og vil tað tá, um javnvágin
ikki er í lagi, altíð steðga í sama
stað.
Dynamisk ójavnvág merkist
bert, tá hjólið melur, og kemst
hetta av, at tyngsta punktið ikki
liggur í miðpláninum. Úrslitið
er, at hjólið verður javnvegað
við at seta smáar blýggjkubbar
sum mótvekt.
Ristingar í hjólunum kunnu tó
eisini koma av, at dekkini upp-
runaliga ikki eru rund. Um so er
mugu dekkini raspast til tey eru
„beina.
Lufttrýst
Lufttrýstið skal mátast, meðan
dekkini eru køld. Undir koyring
kemur varmi í dekkini, og luftin
vil tí vidkast, og førir hetta við
sær, at lufttrýsið veksur.
Ov lágt lufttryst vil økja nógv
um slitið av dekkunum og sam-
stundis broyta koyrieginleikarn-
ar á bilinum, við tað at stýringin
verður tung og ótrygg og fast-
legan (leiðstabiliteturin) viknar.
Um koyrt verður leingi og
skjótt við ov lágum lufttrýsti, er
vandi fyri, at slitlagið rívir seg
av, ella dekkið spreingist.
Nr. 35 — 14. mai 1977
Ov høgt lufttrýst ger, at veg-
takið minkar. Bilurin verður
eisini sera ringur at koyra við á
óslettum vegi.
Vanliga hava bilar altíð hægri
lufttrýst aftan enn framman, og
er hetta eisini fyri at hindra, at
bilurin verður yvirstýrdur.
Um dekkini slítat meir í aðrari
síðuni, er orsekin mest sum
altíð, at róðurgreiðirnar ikki eru,
sum tær eiga. Bileigarin eigur tá
at venda sær til onkran, sum
hevur tey rettu tólini til at máta
og stilla róðurgreiðir við.
Vatnglíðing
(Aguaplaning)
Tá tað regnar illa, kann eitt
vantlag uppá 2 mm ella meir
vera á vegnum. Er mynstrið ikki
nóg djúpt á dekkinum, so vatnið
ikki sleppur at renna frá, missir
tú sambandið við vegin, og
hjólini sigla á vatninum. Hetta
er tað, ið rópt verður aquaplan-
ing. Undir slíkum umsteðum
kann hverki bremsast ella stýr-
ast. Lógin ásetir, at mynstrið
skal vera minst ein millimetur,
men tá kann aquaplaning longu
henda við 75-80 km/t og við
blankslitnum dekkum longu við
25-30 km/t. Tí eigur ein ikki at
bíða við at skifta út, til dekkini
eru nærum ólóglig, men skifta út
í góðari tíð.
Umskiftan av dekkum
Við at skifta dekkini millum for-
og bakaksul og yvir kross (t.d.
fyri hverjar 5000 km) fæst eitt
javnari slit á øll fýra dekkini
(ella oll fimm, um eykadekkið
verður tikið við).
Framman
Aftan
Myndin sýnir, hvussu hetta
kann verða gjert, tá ið eykahjól-
ið er við í hesi umbýtan. Um fýra
nýggj dekk verða keypt og eitt
av teim gomlu nýtt sum eyka,
kunnu dekkini istadin aðru-
hverja ferð ávikavist verða um-
býtt yvir kross og beint aftur og
fram. '
Men legg til merkis, at hetta
ikki eigur at verða gjørt, um ikki
oll dekkini eru av sama slagi,
antin øll diagonaldekk ella øll
radialdekk.
Umskiftan av píkadekkum
eigur bert at verða yvir kross
fyri ikki at loysa píkarnar óneyð-
ugt.
Ofta er greitt frá hesum í leið-
beiningarbóklinginum, ið fylgir
við bilinum.