Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 36 — 18. maí 1977 Hugleiðingar um 1. maidagshald: 1. mai í Eysturberlin Tú ert staddur ein sólskygdan lýggjan dag á ið hugtók meg mest var, at ung- Vaglinum til 1. maidagshald. Fólk leitar saman at lýða á tónleik og reður — hetta er arbeiðaradagurin, ið hildin verður. Reðurnar hava sterri og minni ávirkan á teg. Tú nýtir góðveðrið hesa letuna og lýður á, meðan hornorkestrið spælir. Tú leggur tær sjálvum orð í munnin — verður viðkvæmur kanska — Ein tíma seinri fert tú válandi aftur at húsum eitt sindur ríkari í sinni. Tú livir í tínum egna lítla heimi og hugurin rekkur bert oman á Vaglið, har songleg og Hanus T. Bærentsen reður troðkaðu seg inn í oyra fyri einum tíma síðani og tað er hesa mynd tú bert heim aftur við tær. Ein mynd, ið sýnir 1. mai- dagshald í Feroyum. Satt at siga tykir mær at 1. maidagshaldið heima hjá okkum ad, ongan praktiskan tydning hevur ein vidfåningur tad skal bert vera, ti tað verður hildið aðrastaðni. Vit vóru ein bólkur uppá 7 næmingar av læraraskúlanum, ið vóru eina námsferð í Týsk- landi, og vóru vit stødd í Eystur- berlin 1. mai-dagin. Hesin dagur er ein stórur festdagur eystan- fyri. Byrjað varð við skrúð- gongu tidliga um morgunin gingið varð eftir Karl Marx Allé og tey mongu ymisku feløgini komu hvert eftir ødårum — ein hópur av ungdómsfelogum, ítróttarfelogum og virkisarbeið- arum herurin tóktist hava lítlan leiklut í mun til tey tús- undtals menniskju, ið annars tóku lut í skrúðgonguni — ein støðugur fólkastreymur eftir gøtuni einar tveir triggjar tímar. Eingi våpn vórðu sýnd. Mong flogg og skelti vórðu borin undir skrúðgonguni. Stór skelti við myndum av monnum, ið høvdu gjørt okkurt framstig innan virkisfelogini vóru at síggja. Hóvliga og siðiliga skreið henda fólkamongd fram við okkum til hon so spakuliga hvarv á tí fyri okkum óendaligu longu gøtuni. Rødurnar, ið hildnar vórðu, hoyr- du vit tíverri ikki. Hesin dagur eystanfyri er at samanbera við Ólavsekuhaldið heima hjá okkum. Ein ómetaliga stór fyrireiking var gjørd. Eitt, Karl Marx- Allé, har i. maidagshaldið var hildið | dómurin fyri sín part var mið- depilin. Á miðtorginum Alexan- derplatz var stórur aktivitetur, har tey ungu legdu fyri. Getur- nar vóru stongdar, so eingin ferðsla órógvaði. Alt gekk fyri seg úti — á getunum luttóku tey ungu í mongum ymiskum frítið- ararbeiðum. Hesar lutir tey stóðu og gjørdu sluppu tey sjálvi at eiga. Kappingar av ymiskum sløgum vórðu eisini havdar. — Heldur ikki tey smæstu vórðu gloymd. Ymisk leikindi vórðu sett upp, har tey smáu stuttleik- aðu sær ført — tey lógu millum annað eisini á getuni og teknaðu so hugagóð. Long rød av borðum vóru uppsett, har smádreingir sótu og telvadu. Ymiskir sang- leikir vórðu framferdir, har sungið varð fyri bernunum. Næmingar á ymiskum klassa- stigum sótu í smáum selubúðum og seldu smálutir til fólk, sum leitaðu framvið. Alt hetta var ein so hugtikin mynd og rík leta fyri tann, ið kundi vera hjástaddur og síggja, hvussu fólkið livdi við í tí sum fór fram. Hetta er kortini ikki bert tann vanligi 1. mai-dagurin, soleiðis sum vit uppliva hann, men stersti tjóðdagur eystan- fyri. Hanus T. Bærentsen LS Føroyingar eru ikki kommunistsinnadir Dimmalætting og religionin eru orsøkin føroyska Egon hetta i Tað er formaðurin i kommunistaflokkinum, Thomsen, sum sigur samrødu við Sosialin. HUG AT UPPGEVA — Hvussu eru tå umstødurnar at arbeiða sum aktivur kommun- istur i Føroyum Vid hvørt hevur ein hug at uppgeva alt. Ein sær fyri so vitt einki framman fyri stavn og hevur hug at sleppa øllum uppå fjall. Skal ein liva sum kommu- nistur i Føroyum er neyðugt at vera sera optimistiskur, sigur Egon Thomsen, men hann held- ur samstundis fram og sigur: — Hóast hesar trupulleikar, so ætla vit at halda fram við ti arbeiði, sum varð byrjað fyri tveimum árum síðani, tá komm- unistiski flokkurin varð stovn aður. Vit halda tað vera avgjørt neyðugt og av stórum týdningi fyri føroyska samfelagið, at kommunistar kunnu siga hugsan í logtinginum. sína VONA AT FAA EIN MANN Hóast kommunistaflokkurin ikki hevur nógv ár á baki, so fer hann at stilla upp til komandi løgtingsval i 1978 við von um at fåa i hvussu er ein mann, Fyri at kunna stilla upp til løgtingsval krevjast tilsamans 600 undirskriftir. Formaðurin i flokkinum roknar við, at teir fáa hesar undirskriftir. — Tad verð- ur kanska verri at fáa mannin, sigur Egon Thomsen Kommunistarnir ætla at stilla upp í flestu valdømum, í hvussu er í teimum størri bygdunum. Uppá spurningin hvar hann roknar við at fáa atkvoður, sigur Egon Thomsen, at teir helst fara at taka nakað væl av atkvoðum frá Tjóðveldisflokkinum. SKULING Í KOMMUNISMU Kommunistaflokkurin = hevur havt fleiri weekendskeið ymsa staðni í landinum við 6-7 fólkum á hverjum skeiði. Meginparturin av tidini fer annars til skúling av limunum i kommunistisku grundsetningunum, sigur Egon Teir vidgjørt mål hava sum dagpeninga- fiskivinnuna og skipanina. Egon Thomsen: —So vítt eg skilti á Jákup Lindenskov her- fyri, so verður tað tað almenna, sum kemur at gjalda eina dag- peningaskipan. Í Danmark har- afturimoti eru tað arbeidsgevar- arnir, sum lutvíst gjalda eina dagpeningaskipan. Hetta halda vit eisini verða rætt. FISKIVINNAN Um fiskivinnumálini sigur hann, at flokkurin hugsar sær, at tað verða gjørdar kooperativar fyri- tøkur fyri bædi sølu og innkeyp. At tað verða gjørdar rakstrar- eindir, so flakavirkini verða meira specialiseraði, og arbeiða saman innanfyri eina eind, sigur formaðurin í foroyska kommun- istaflokkinum, Egon Thomsen.