mikudagur 18. mai 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mo
|
:
Nr. 36 — 18. mai 1977
sosialurin
Brot ur Dagbok
Og Magnus heldur fram:
Ætlanin var greið og snórbein
Eg mátti, hjá prensmiðjuni,
skapa mær ummæli, sum góður
gjaldari, og kundi. Soleiðis, at
eg kundi geva bókina Í Gren-
landi Við Kongshavn út. Ti varð
næsta bókin Vaknaður Vårsins
Songur. Eg visti, sum prent-
listar- og PR-madur nær bókin
skuldi koma út og hvussu hon
skuldi síggja út. Hon skuldi
koma sjálvan Grækarismessu-
dag. Og liturin skuli vera grøn-
ur, sum várið. Uttanå hin ungi
kærleikin. Og hvat lá nærri enn
at velja eina so vakra og sanna
mynd, sum eg visti um av faðir
og móðir. Tittulin bláur, sum
himmalin og longsulin. Einfald-
ur, klárur, upprunaligur. Og
hverjum skuldi hon ognast?
Móðir sjálvandi. Hverjum ødr-
um. Soleiðis lá alt raðið. Hendan
bókin, tað visti eg, skuldi vera
seinasta tingið til bókina Í
Grenlandi Við Kongshavn. Eis-
HYGG HER
NÝGGJHEIT
Í hesum døgum hava vit
fingið. ein hóp av
nýggjum. lampum, tað
sokalla8a QUALITY-
SYSTEM.
Hesar lampur, ið vit
hava fingið, eru lamp-
ur, ið ein kann samla.
Soleiðis kunnu: tygum
fáa eina bíliga lampu.
Í hesi seriu er hugsað
bæði um bernini og tey
vaksnu.
Vakrar lampur til
barnakamari, spísi-, og
dagligstovu.
Vitjið inn í fakmans-
forrætningina, har tyg-
um trygt kunnu keypa
lampuna.
Omanfyri vísta stativ
fæst til útstilling til
forrætningarnar.
Små- og heilsøla
Einaumbod
LAMPUBUDIN
R. C. Effersøesgøta
3800 Tórshavn
ini hevdi fadir meira enn uppi
borid, at yrkingar og sangir
hansara komu út í bók, og
tónlistamenninir, Gunnar Mikk-
elsen og Knút Háberg. Og hver
var betur til tað enn eg? Eingin!
Og bókin Í Grenlandi Við
Kongshavn. Til hvenn skuldi
hon ognast? Sjálvandi til Jakka.
Sum var tann, ið ringast kom
fyri, tá faðirin lat lív. Men, at
Vaknaður Vársins Songur skuldi
verða útseld eftir trimum vikum
(750 eintak, harav gev eg 50
burtur), hevði eg ikki roknað
við. Men, tað var bara gleðiligt.
Hon reyk, so at siga, oll sum hon
var, í Havnini. Í Klaksvík vórðu
tilsdomis seld 6 eintøk. Av 17
Yrkingar 5 eintøk. Bókin Í
Grenlandi Við Kongshavn hevur
tó gingið munandi betur har
norðuri. Ikki so legið, hon hevur
gingið væl allastaðni. Tá Vakn-
aður Vársins Songur var seld og
firmaði S. L. Møller hevði fingið
allar útreiðslurnar goldnar
tríggjar mánaðar áðrenn teir
hevdu roknað við nøkrum peng-
um, lá getan opin fyri bókini Í
Grenlandi Við Kongshavn, sum
eisini gjørdist ein treffari. Nú
eru teir farnir undir næstu
bókina uttan so mikið, sum at
krevja eitt fimmoyra. Teir vita
eg selji. Ella rættari: halda seg
vita. Teir kenna einki til míni
figgjarligu viðurskifti ella,
hvussu eg skravi pengar saman.
Teir duga bara at sigggja, at eg
eri tann skjótast betalandi
kundin teir hava, og tá millio-
nerarnir taldir uppí. Og soleiðis
skal tað vera. Høvdu teir sæð
meg jonglera við vekslum, stutt-
freistaðum lánum, bæði almenn-
um og privatum, høvdu teir allir
ligið í spennitroyggjuni.
Men, hendan leik síggja teir
ikki. Men, teir siggja pengarnar.
Í februar mánaða, tá fáir pengar
komu inn, lat eg teimum 25.000
krónur. Teir mundu dottið um
KJARTAN
DALSGAARD
HOYDALSVEGUR 8
TLF 15222
HEIMA TLF 12940
koll. Spurdu hvaðani eg hevði
peningin. Ég svaraði eg hevði
fingið teir sum forskot frá bók
handlunum fyri tær bøkur, sum
enn ikki vóru seldar, men sum
teir vistu vórðu seldar. Hetta
var sjálvandi lygn. Eg hevði
tikið ein triggja mánaða veksul
Men, eg roknaði við, at til ta tid,
veksulin skuldi gjaldast, høvdu
bókhandlarnir selt somikið væl,
at eg til ta tid, saman við
privatum smálánum, kundi
gjalda veksulin aftur, og síðani
taka ein nýggjan veksul fyri, at
gjalda privatu lánini og til at
arbeiða við. Og eg var heldur
ikki vónsvikin. Teir flestu veru-
ligar trupulleikar av einum bók-
handlara, at byrja við, men
hann kvetti eg við beinanvegin.
Hann gjørdist mær og dýrur í
porto, telefonrokningin og anda-
ligum stríði bert av 375 krónum.
Lat meg venda aftur til hesa
sokallaðu »lygnina«, eg stakk
prentsmiðjuni. Hetta er á for-
rætningsmálinum eingin lygn.
Bara ein máti tú kanst arbeiða
við pengum uppá. Hann er fult
lógligur. Men, tú skalt vera
sikkur. Annars tapir tú. Og tað
verður tú, sum verður knokk-
royttur, garotteraður, fært jarn-
hæl og písk. Eg lærdi ikki so
lítið um bankar og timburhandl-
ar, tá eg í 60-unum bygdi hús.
Allar tær royndir eg tá gjørdi,
liggja samlaðar innan í mær
Men, eg var óbúgvin tá. Var ikki
farin undir at hugsa. Fór ikki
undir at hugsa fyrrenn um 38 ára
aldur. Men, so fjørdi eg tað
eisini við lít. Tað kom sum ein
opinbering, at ein kundi skapa
seg sjálvan og sítt egna lív við at
brúka alt í og uttanum einum
sjálvum. Nakað, sum tey flestu
kanska bara taka, sum eina
sjálvfylgju, var, fyri meg, full-
komiliga sprænnýtt feskt, ó-
brúkt. Og eg lá, 38 ára gamal,
inni við nógvum royndum. Tær
vóru óbrúktar. Men nú brúki eg
tær. »Seg sjálvan skapti Elo-
him<. Um næsta bókin, Skitsur,
býurin og stórbýurin, fer at bera
seg, veit eg ikki. Hana eri eg
spentur uppá. Tað er altíð hon,
ið nú kemur, ella hon tú nú
arbeiðir við, ella hon tú nú lesur,
sum er bókin!
Meðan eg havi sitið og skrivað
hesar reglur, eru komnar til mín
10.000 krónur úr >Grunni Onnu
Djurhuus til áminnis Sverra
Fon«. Pengar, sum eg slettis
ikki hevði roknað við. Nú slapp
eg frá, at lána frá privatum. Teir
komu, sum væta í svárum turki.
Eg hugsi ikki bara um peningin.
Nei, ein kann ikki byggja sínar
bókaútgávur á studning og sam-
sýningar. Tað er ov háfloygt og
órealistiskt. Nei, størsta virðið
liggur í viðurkenningini. Ein
undirstriking av, at tú ert
góðtikin, sum skapandi menn-
iskja. Ikki bara av fjøldini, men
eisini av teimum, sum umsita
hendan grunn, av Feroya Fróð-
skaparsetri. Hetta ger ikki stød-
una verri. Tverturímóti. Og um
onkur heldur, at eg verði keypt-
ur, so má viðkomandi trúgva
umaftur. Samsýningin er ein
viðurkenning av minum skriv-
aða tilfari. Og lat meg siga tað
alment: Eg eri takksamur fyri
hesa viðurkenning. Øgvuliga
takksamur! Men, annars eri eg
óbroyttur, hvat hugsanum og
skrivingarlagi viðvíkjur.
Framhald
kring oyggjarnar
VAGS JAVNADARFELAG
hevur á aðalfundi herfyri valt
hesa nevnd: Andreas Petur
Jacobsen, formaður, Sjúrður
Strøm, næstformaður, Ing
vard Thorsteinsson, kassa
meistari. Tórgerð Suðuroy
skrivari, Alvur Magnussen
Sum aðrastaðni lyst í
hex ir Vágs
Javnaðarfelag fund í Fram
blaðnum í dag
tidini í Vági komandi miku
dag kl 20
Rødarar verða Atli Dam,
løgmadur, Hilmar Bech og
Sverre Midjord,
menn
løgtings
SIRIUS GODA VEIDU
Frolarin Sirius kom á Tvør
oyri sunnudagin vid godari
veiðu undan Foroyum. Teir
høvdu umleið 100.000 pund,
sum varð avreitt til flaka
virkið
NYGGJUR VEGUR
Klasvíkar Kommuna hevur
gjørt nýggjan veg frá Klaks-
víkar Byggivirki og oman á
Vágsheyg. Vegurin var ógvu-
liga smalur frammanundan
við bert einum koyribana. Nú
eru tveir koyribanar og gonu-
breyt. Vegurin er nú eisini
asfalteraður. Arbeiði uppá
vegin er um at vera liðugt.
STUDIO 77
Herfyri bleiv eitt felag stovn-
að í Havn við navninum
„Studio 77<. Hetta er eitt
sokalla plátufelag, t.v.s. at
um ein teknar seg sum lim i
felagnum, kann hesin keypa
plátur og kasettubond frá
felagnum við avsláttri. Lima-
gjaldað er 30 kr. árliga.
Ætlanin er at geva eitt
skriv út til allar limirnar eina-
ferð um mánaðan. Í hesum
skrivi kann ein lesa um allar
tær nýggjastu pláturnar,
sum út eru komnar. Ætlanin
er eisini at skipa fyri disko-
teki, konsertum og skemti-
kvøldum, tó bert fyri limum.
Til eina møguliga konsert fær
ein, sum er limur, avsláttur.
Av ti, at tað er dyrt at keypa
plátur og bond, so eru bert
plátur bilagdar í fyrsta um-
gangi, men kasetturnar
kunnu væntast um ein góðan
mánaða.
Av feskafiskiveiðu avreiddi í
Klaksvík mánadgin Norð
stjørnan 220.000 pund til
flakavirkið á Kósini. Teir
hava roynt undir Íslandi. I
seinastu viku avreiddi Jógv-
an S 117.000 pund, Núpur
95.000 og Gerðhamar 68.000
pund
Undan Eysturgrenlandi
avreiddi Klakkur 65.000
pund í seinastu viku. Av
upsaveiðu avreiddi mánadag-
in Havsbrún 60.000 pund.
Teir hava roynt undir 1s-
landi, og í seinastu viku
avreiddu Aarberg og Esther
ávikavist 45.000 pund og
70.000 pund. Teir hevdu
roynt undir Feroyum.
AVSKIPINGAR
Stapin lá mánadagin á Klaks-
vík og skipaði inn 180 tons av
flaki til USA. 130 tons frá
flakavirkinum á Kósini, 30
tons frá flakavirkinum í
Norðdepli og 20 tons frá
flakavirkinum hjá P/f Dáva í
Gerðum.
FRÁ TROLARUNUM
Frá trolarunum, sum royna
undir Eysturgrønlandi, er
frætt mánadagin. Skálaberg
hevði tá 110 tons inni,
Sjúrðaberg 80 og Sundaberg
30 tons inni.
LINUSKIPINI
Frå linuskipunum å saltfiska-
veidu eru Hans Erik og
Sigurðfarið á veg heim við
350 tons hver. Teir fóru úr
Føroyum 20 januar, og skulu
teir báir til Fraklands við
lastini. Annars er Borðoya-
nes og Pison á New Found-
landsmiðum. Borðoyanes
hevur sagt frá einum fiski-
skapi uppá 3 til 4 tons um
dagin, og Pison, sum hevur
roynti3 vikur hevur 100 tons
inni.
GÓÐUR ÚTRÓÐUR
Utr6drabåtarnir hava havt
góðan fiskiskap seinastu dag-
arnar, verður sagt. Tá vit
mánadagin høvdu samband
við flakavirkið á Kósini, vóru
bert nakrir opnir bátar aftur-
komnir, og hevdu teir fiska
frá 1200 og upp í 3000 pund
uppá bátin.
Várflugur til Klaksvíkar
Havnar Sjónleikarfelag fer nú
til Klaksvíkar við sjónleikin-
um »Triggjar Vårflugur«.
Etlanin er at hava framførsl-
ur leygardagin og sunnudag
in.