Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 …… …——m—…— ... sosialurin Nr. 36 — 18. mai 1977 1892 — TVØROYRAR BOLTFELAG — 1977 Føroyskur fótbóltur i eina øld Tann 13. mai 1892 komu ungir menn å Tvøroyri saman til fundar, har teir avgjørdu at seta á , stovn eitt ítróttarfelag. At hesir menn her skrivaðu søgu varaðu teir ikki, ti veruliga var og er hetta ein søgulig hending, sum altid vil verða vend aftur til. Tann 13. mai 1977 eru sostatt runnin 85 ár síðani »Tverå boldklub af 1892« ella Tvøroyrar bóltfelag, nú bara T.B. varð stovnað Tað var ein maður, sum oftani tók soleiðis til, »85 ár eru ikki 85 dagar í årinum«. Og tað er satt sum tað er sagt. At vera livandi og at skapa liv uttan um seg, tað hevur T.B. megnað. Uttan at taka ov nógv til, hevur hetta felagið lagt grundarstoðið undir ellum tí ítrótti, sum í dag, 85 ár aftaná stovnanina, ongantíð er so liv- andi sum nú. Her er sanniliga bygt á hald- gott stødi og takk skulu øll tey mongu hava, sum igjøgnum árini hava stuðlað T.B. og harvið allan tann føroyska ítróttin. GÓÐ ÚRSLIT At ein í samband við úrslit 1 + SP V Ole Kriby (Reyð Oli) T.B.'s kann meta um trivnadin á einum plássi, vísa úrslitini hjá felagnum øll hesi árini. Tað hava verið góð ár við megnar úrslitum og tað hava verið ár har felagið ikki veruliga kom fyri seg. Í minngarriti T.B.'s frá 1972 standa brot úr gerðabókum fel- agsins. Allar gerðabekurnar eru til taks og har stendur m.a. brot úr eini visu frá 1913: So mangan hevur stríðið hart staðið við gnýði í Gundadalspark. Væl T.B. hevur gingið meðan hinir hægst fingið eitt straffispark. Ti T.B. hevur vunnið og vinnur væl enn bæði norðingar, fransar, og eingilsmenn Jú sanniliga, eingin Ólavseka var so spennandi sum tá farið var í Gundadal at síggja T.B. og H.B. spæla. KAPPINGARHUGURIN Tvøroyrar bóltfelag hevur sett síni spor í foroyskum ítrótti, ikki einans sum stovnari av hesum ítrótti ella ítróttargrein, men serliga við sínum sermerkta og livandi kappingarhuga. T.B. hevur vunnið nógvar kappingar bæði innan- og uttan- landa, og nógv meistaraheiti eru ogn felagsins. Tó ikki hevur altíð gingið eftir vild. „Buldog steypið< vunnið til ognar 1932 Oliver Eystberg TEIR VUNNU BÆÐI HB.... Men rætt er, sum Martin Holm sáli skrivaði til eina jubileums- veitslu hjá T.B. »Å aldukambinum hoyra teir heima, at skiftast har uppi hava teir fragd i«. Jú sanniliga hevur Martin rætt. Har hoyrur T.B. heima. Hver hevur ikki hoyrt sangin, sum gongur aftur og aftur har T.B. liðini ferðast. Eitt fótbóltslið sum T.B. ei vit hava sæð teir vunnu bæði H.B. og onnur lið so fræg. So fóru teir til Hetlands við Tjaldrinum ein dag humørid var tað besta, ið nakar hevur sæð. Farið fram garpar vinnið hvenn dyst so oll tey síggja T.B. er fyst. Frå målmanni og ut til uttasta vong leidarin er vid. Ja øll kenna lidid frå Tvøroyrar by At hesin sangur skuldi verða tikid til hjarta av øllum vid- haldsfólki T.B.'s. Ja veruliga er blivin slagsangur T.B.'s. Ikki varaði yrkjarin hetta, men takk skal Thorolf Dam hava fyri hesi megnar orð EIN VARÐI Í heislu síni til 80 ára jubileums- haldið segði Atli Dam løgmadur: »— Tad var ein samfelagsupp- gåva, sum T.B. åtok sær fyri okkum óvitar. Fyri íbúgvarnar í Fr. sókn stendur T.B. sum ein varði. Varðin, sum ell verja og sum øll bera sin lut til. Jú, sanniliga er hetta varðin, sum øll árini hevur víst okkum leiðina og savnað bygdafólkið til eina eind, ikki bara tá ið streymurin var við, nei, meira tá ið á stóð. TEIR GOMLU SIGRAÐU T.B. hevur mangan sint góðar dystar, uttan at tað hevur eydnast at vinna meistaraheiti. Levi Niclasen, Hvalba heilsaði T.B. á 80 ára degnum við hesi megnaryrking. Rembist og sýnið at T.B. kann enn sigrarnar heimaftur bera teir gomlu sigraðu, teir vóru menn tit eiga tað sama at gera. At henda yrking passar sera væl, vísti T.B., tá ið felagið uttan nakað himpr bleiv føroya- meistari í 1. deild 1976. Og er felagið sostatt ikki bara aldurs- forseti — men eisini feroya- meistari í jubileumsári sínum. Eisini í hinum deildunum hevur felagið klárað seg avbera væl. Fyrsta dreingjameistara- skap vann T.B. í 1965 og av teimum dreingjum, sum tá vóru við at vinna hetta fyrsta meist- araskap okkara í hesi deild vóru Ísafjarðarbikarið vunnið 1962 hesir nú við at vinna 1. deilda- meistaraskapið: Dan Nielsen, Delmar Joensen, Sigmund Nol- see og Petur Hammer. PILTARNIR VINNA Í 1968 vinna piltarnir sítt og felagsins fyrsta meistarskap í hesi deild. Á liðnum í 1976 vóru teir frá 1968, nevniliga Henrik Thomsen og Jens Johannesen. Í 1970 vinnur felagið >The double«. Tað vil siga bæði meistara- og steypakappingina fyri dreingir. Frá hesum liði spældu í 1976 hesir við í 1. deild: Jens Johann- esen, Atli Hansen, Henrik Thomsen, Gordon Hofgárd og Bogi Djurhuus. Og frá 1971, sum vit vinna á sama hátt, eru Trond Nolsøe, Asmund Nolsøe og Tórur Strøm vid i fyrstu deild. Fleiri av hinum dreingjunum spæla nú á hinum liðum T.B.'s. Jú T.B. hevur við sínum eyð- kenda spæli og sínum eyðkenda búna verið eitt sermerki innan foroyskan fótbólt. Tað er sanniliga ein stórur dagur hjá einum pilti fyrstu ferð hann rennur inn á vellin á Sevmýri í T.B. búna. Eg haldi, at vått er i eygunum á mongum av teimum eldru, ti tey kenna seg aftur i piltunum og dreingj- unum, teir, sum løgdu stødi undir TB og løgdu tad væl. ELSTU HEIDURSLIMIR TB's Eg fari at nevna tveir gamlar