Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

å å Nr. 36 — 18. mai 1977 sosialurin Hesir verða ringar at basa, vinnandi TB-lidid TB vann jubileumskapping sína Fríggjadagin 13. mai fylti elsta ítróttarfelag okkara TB, 85 ár. Í samband við fødingardagin varð skipað fyri eini kapping millum 1. deildarliðini. Í teimum innleiðandi dystun- um vann HB 5-0 á B36, ÍF 3-0 á KI og VB 2-1 á Fram. Leygardagin vórðu semifinal- urnar so spældar. VB metti TB og IF metti HB. TB—VB 3—0 (2—0) Vedrid hevdi henda leygardag verid ut av lagi vånaligt, tad hevdi regnad og kava allan morgunin, men stutt ådrenn dysturin skuldi byrja sleit i. Vøllurin var våtur og sostatt tungt at spæla å. Bæði liðini byrjaðu heldur varliga, men skjótt sást, at VB framherjarnir megnaðu ikki at gera seg galdandi móti TB verjuni, og TB fekk av hesum yvirtakið á miðvellinum. Álop eftir álop skolaði nú fram móti VB-málinum og í 19. min. gav hetta úrslit. Henrik trekkjur fríur i høgru síðu, roynir seg við skotið, Schandorff í VB málin- um bjargar, men missur bóltin fyri føturnar á Trónda ið lætt kann skora til 1-0. 10 min. seinni kom so annað málið. Hornaspark varð í høgru síðu, bólturin kom innfyri og eydnaðist tað VB-verjuni at fáa hann burtur úr málteiginum, men endar hann hjá Henrik og var hann ikki seinur at útnytta hetta tilboð, trekti inn um verj- una og setti sikkurt bóltin í netið til 2-0. Hetta gjørdist eisini hålvleiksstødan. Í seinna hálvleiki varð tað VB ið byrjaði best, teir hevdu tamarhald á miðvellinum og eydnaðist tað eisini at skora tvær ferðir, men í báðum forum vórðu málini annuleraði fyri off-side. Í 39. min. fekk TB sítt triðja mál og var tað enn einaferð Tróndur ið skoraði. Dómari var Hjalmar Joensen og kom hann toluliga væl frá dystinum. IF —HB 3—0 (1 —0) Dysturin byrjaði við vánaligum spæli frá HB, meðan IF royndi at spæla bóltin. Hetta eydnaðist eisini, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk Jan Nielsen (IF) bóltin í netið. Hetta varð einasta málið í hesum hálvleiki. HB kundi tó eisini havt okkurt mál, sum t.d. tá Heri Nolsøe hevði eitt »brandskot« á yvirliggjaran. Fótbóltsúrslit um vikuskiftið 2. DEILD MB —HB B68—NSI 3: DEILD bólkur B. Skåla— B36 1—1 B71—IF : bólkur C SIF—LIF KI — Fram bólkur D Sla-MB EB-GI IFb-HB GI — B68 Dreingir bólkur A bólkur B HBa- bólkur C AB—B36 NSI—EB bólkur D MB S8SI— IF +) Fram fekk ikki mannað lið. UNGLINGAR HBb—HBa B36— NSI VB-Sumba LIF Skåla— KI HBb SMADREINGIR bólkur B HBc-Kla 1-2 bólkur C SIF-HBb 2—4 bólkur D Skála— HBd 1—2 KIb— EB 3 IF—B36 | PILTAR bólkur B B71—HBc bólkur C MB—AB 1—2 SIF—HBa 0—12 IF—B36 0—7 10— I 2—. 0— 3—0 +) MB hevur tikið seg ur kappingini. +) If hevur tikið seg úr kappingini *) Annað liðið hevur tikið seg úr kappingini. +) LÍF metti ikki. Heri Nolsee í skotroynd Tá 9 min. vóru farnir av seinna hálvleiki, fekk ÍF mál nr. 2, hesaferð var tað Jákup Frans Larsen ið skoraði. Nú sá tað út til, at HB tók seg saman, og spælið gekk eisini ógvuliga væl til tíðir. Í 21. min. skoraði Johan Johannesen (Beiggin) einasta málið hjá HB, aftan á frispark beint uttan fyri brotsteigin. Spælið gekk nú meira javnt, men í 38. min. eydnaðist tað Hans Cederius og skjóta 3 málið fyri ÍF. ' Dysturin var ógvuliga harður, sjålvt um dómarin, Rudolf Nic- lasen gav nógvar ávaringar, okkurt reytt kort skuldi eisini verið givið, her hugsi er um bretan Dave Jones, ið neyvan klára alla landskappingina uttan útvising. Viðmerkjast skal at fyrsta mál [F's var off-side og vil onkur vera við at triðja eisini var off-side. FINALUDYSTURIN SUNNUDAGIN Beint áðrenn finaludystin sunnudagin millum TB og IF, var ein skemtiligur dystur mill- um konufólkini á flakavirkinum Tær á vunnu 3-i | staðan 2-1 til og tær å sjukrahusinum sjukrahusinum hálvleikinum var sjúkrahúsið TB—IF 6—1 (6—0) Aftanå at hava sæd IF vinna 3-1 å HB væntadi øll at dysturin millum TB og IF for at gerast eins spennandi og hin fyrri, men TB tók okkum fullkomiliga á bóli og byrjaði við stormálopum á ÍF-máli. Tá dysturin var 6 min. gamal skoraði Asmund sitt fyrsta mál í hesum dysti. Longu 3 min. seinni skoraði sami spælari næsta mál sítt. Í 18. min. skoraði so hin tviburdabr6durin Trond sitt fyrsta mål. Eitt langskot so hart at If målverjin Dåvur Juul, id annars stóð ein góðan dyst, missir bóltin á yvirliggjaran og støkkir hann beint til Trónda ið lætt kann seta bóltin í netið til 3-0. Tá 29 min. vóru farnir av fyrra hálvleikið skorar liðskiparin John Rødgaard við einum lang- skotið og bert 2 min. seinni header Tróndur eitt sera vakurt mál aftan á góða avlevering frá Poul Erik Smedemark. Tá 4 min. vóru eftir av fyrra hálvleiki skoraði Asmund sítt triðja mál til hålvleiksstøduna 6-0. Mitt i fyrra hålvleiki var tad lika vid at IF fekk mål, hetta hendi tå Arni Petersen skuldi leggja boltin aftur til Gordon i TB-målinum, men bólturin før við síðuna av ið noyðist at renna eftir honum og fær bjarga í seinastu lotu á sjålvari málstrik- uni. Dávur Juul bjargar enn einaferð pe BR * *- -— Soleiðis så vøllurin úr tå TB og VB hittust leygardagin Tá seinni hálvleikur byrjaði væntaði ein at TB fór at halda fram við teimum skjótu álopun- um, men ístaðin varð tað IF ið royndi at fáa spælið, sum teir høvdu vist móti HB, fram aftur, hetta eydnaðist ikki til fulnar, men tó varð stórur munur at síggja í mun til fyrra hålvleik. IF-verjan við Herman á odda hevði nú funnið útav framherj- um Tb's og fekk steðga nærum hverjum álopið; komu framherj- arnir innum verjuna so var Dåvur Juul til reiðar at taka imóti. Mitt í seinna hálvleiki fekk IF sítt einliga mál. Hetta kom tá Abraham trekti igjøgnum verj una í vinstru síðu og frá spiskum vinkli setti bóltin í netið til endaliga støduna 6-1. Domari var Anfinn Zaskasen og kom hann hampuliga væl frå dystinum; hann kundi to havt brukt floytuna meira enn hann gjørdi, her verdur serstakliga hugsa um tær illstødur sum toku seg upp millum David Joensen og Sigmund Nolsøe, slikt eigur ikki at fara fram á einum itrottavølli. Um vit skulu meta landskapp- ingina frå hesum dystum verður niðurstoðan tann, at IF kemur at verða tað stóra »yvirraskilsi« í hesum kappingarári. P.S. Tað eydnaðist okkum tíverri ikkiat fáa narka mynd av If, ti bretski venjari If noktadi hesum. Liðformaðurin hjá sjukrahusinum við steypinum