Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin spstalurin telf. 11820 — giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Størri samanhald UM SEINASTA vikuskifti helt Føroya Javnaðarflokkur landsfund við framúr góðari undirtøku. Á fundinum vórðu umboð mett fyri øll tey 10 javnadarfeløgini kring landið. NOGV YMISK mál vórðu umredd og hóast landsfundurin fevndi yvir nærum triggjar heilar dagar, tóktist tíðin kortini at verða ov stutt, til tess at geva ellum teimum mongu málunum, sum frammi vóru, eina nóg gjølliga umreðu. AÐRASTAÐIR í blaðnum í dag prenta við fundarsamtyktina, sum er niðursteðan og ein samandráttur av ellum teimum málum, ið umredd vórðu, og sum positivt og sakligt orðaskifti var um á fundinum. DYGGILIGA tók landsfundurin undir við tí politikki, sum skrásettur er í floksins stevnu, og somuleiðis við teirri samarbeiðsavtalu, ið gjørd var millum teir triggjar stjórnarflok!2- arnar, sum nú sita við ábyrgdini av landsins stýri. ÁHUGIN FYRI og viljin til at reorganisera flokkin og feløgini, vid ti endamáli at vinna flokkinum sterri undirtøku, tóktist at vera rættuliga stórur. Tað saman kann sigast um áhugan og viljan til eina framhaldandi og bøtta bladutgåvu. LANDSFUNDURIN um seinasta vikuskifti bar bod um eitt størri og sterkari samanhald millum javnaðarfólk nú enn nakrantid. Og havandi í huga, hvønn avgjørdan tydning eitt slikt samanhald hevur, kunnu vit undir- strika og frøa okkum um, at flokkurin er styrktur. HENDAN styrki verður vónandi staðfest, tá flokkurin til heystar fer at halda lands- stevnu sína, og somuleiðis við eitt komandi løgtingsval, ið vónandi fer at sýna, at foroysku veljarnir ásanna, at javnadarflokk- urin framvegis er íbirtarin og undangongu- flokkurin í føroyskum politikki. VIT HAVA nevnt styrkina í einum sterri og betri samanhaldi. Og tað, sum javnaðarfólk halda saman um, er ein demokratisk sosialis- tisk stevna, ið hevur til endamáls at skapa hitt sosialistiska vælferðarsamfelagið — Fólkaheimið Feroyar — har fá hava ov nógv og færri ov lítið. JAVNAÐARFÓLK kring landið vilja standa saman og gera sítt ítrasta fyri at hendan stevna vinnur frama. dagbókin Guðstænastur Hvitusunnudag verður guðs- tænasta á Viðareiði klokkan 11 og i Hvannasundi klokkan 19. Annars er guðstænastu- tíðin broytt frá klokkan 12 til 11. Hvítusunnudag verður gudstænasta í SQvar kirkju kl. 11 við altargond og kl. 19 í Oyndafjardar kikju vid altargongd. 2. hvitusunnudag verdur gudstænasta å Skåla kl. 11 vid altargongd. Nørrønir ráðharrar i Føroyum Teir nordurlendsku samar- beiðsmálaráðharrarnir eru í Føroyum í hesum døgum, har teir skulu hava fund í Havn. Fundurin, sum er fyrsti av sínum slag, hildin er í Føroy- um, verður í morgin og fríggjadagin. Millum 'ráð- harrarnar, ið komnir eru til Foroya, er íslendski forsætis- ráðharrin, Geir Hallgrimson. Hinir umboðsmenninir eru fromaðurin í ráðharrastovn- inum, norski idnadarrådharr- in Bjartmar Gjerde, danski ráðharrin Lise Østergaard, finski sosialmålarådharrin Borko Jarvig og svenski kommunurådharrin Johannes Antonsen Umframt føstu sendingarnar: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tidindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurtidindi og tidindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tidindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tidindi 12.32: Dogurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi 18.42: Nåtturdatonleikur 20.00: Veðurtíðindi og tíðindi Mikudagin 25. 13.00: Kveðuljómar til sjó- fólkið 18.42: Miðvikan. 19.30: Summarsangir. Ívar Iversen. Hósdagin 26. 19.00: Leikum fagurt. 19.30: Poppur. Friggjadagin 27. 19.00: Uttanríkispolitiskt yvirlit. 19.30: Tónleikur Nr. 38 — 25. mai 1977 Lýsing Eygnalækni Kári Hilm hevur viðtalu á Landssjúkrahúsinum, tlf. 13540 frá mikudegi 1/6 til og við friggjadegi 17/6 og mánadagin 27/6 1977 og á Suðuroyar sjúkrahúsi tlf. 71 133 frå mánadegi 20/6 til og við friggjadegi 24/6-1977. Sjúklingarnir mugu sjálvir ringja frammanundan til sjúkrahúsið og biðja um tíð. Tað verður bert tikið ímóti sjúklingum, ið hava ávísing frá lækna sínum (bern frá skúlalækna). Eygnalæknin er settur við rætti til privatkonsultatión, t.v.s. at sjúklingarnir mugu gjalda til eygnalæknan sjálvan fyri viðtaluna og ikki sum vant í Leiðbeining. Ein partur av útreiðslunum verður afturgoldin av sjúkrakassanum. Arbeiðsformaður og arbeiðsmaður Sekt verður eftir manni, ið kann standa fyri tí fyrifallandi arbeiðinum í kommununi, so sum forskallingsarbeiði og kloakkarbeiði v.m. Løn sambært avtalu. Samstundis verður sekt eftir arbeiðsmanni at taka sær av tí fyrifallandi arbeiðinum í Hoyvík og á Hvítanesi. Umsóknir verða at senda bygdaráðnum í seinasta lagi 4. juni 1977. Tórshavnar uttanbíggjar bygdaráð Skrivstovufólk Søkt verður eftir skrivstovufólki til hålvdags- arbeiði á kommunuskrivstovuni í Tórshavnar uttanbíggjar kommunu. Løn eftir Starvsmannasåttmålanum. Umsóknir verða at senda bygdaráðnum í seinasta lagi 4. juni 1977. Tórshavnar uttanbiggja bygdaráð Kommunuskrivari Starvið sum kommunuskrivari í Tórshavnar uttanbiggjar kommunu verður leyst at søkja til 1. august 1977. Løn sambært avtalu. ; Umsóknir verða at senda bygdaráðnum i seinasta lagi 4. juni 1977. Tórshavnar uttanbíggjar bygdaráð Vikarar Til skúlarnar í Tórshavnar uttanbíggja kommunu søkjast vikarar til hesi størv. Til Argja skúla: 2 vikarar Til Hoyvíkar skúla: 1 vikarur Til Norðadals-Syðradals skúla: 1 vikarur Ahugað biðjast senda skrivliga umsókn við møguligum viðmælum innan 30. mai 1977 til Tórshavnar uttanbiggjar skúlanevnd,