Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 25. maí 1977 sosialurin Hvalbingar skulu byggja skipahavn — ikki allir samdir um hvar havnin skal vera Bygdaráðið í Hvalba hevur í hyggju at byggja skipahavn. Ætlanin er at seta einar 100 metrar uppi pierin á norðara landinum, vestureftir. Eisini er ætlanin er at gera bryggjupláss fram við landinum. A henda hátt verður roknað við at fáa eitt keiøki uppá umleið 200 metrar umframt verandi pierin. IKKI ALLIR SAMDIR Tað eru tó ikki allir hvalbingar, sum eru samdir við bygdaráðn- um, hesum viðvíkjandi, frættu vit úr Hvalba. Hildið verður at betur hevði Nýggi vegurin niðan á Giljar verið um gjørd varð havn yviri á Nesi. Sagt verður, at her hevði verið kyrrari, størri uppland at bygt virkir á, og harumframt eru fleiri nýggj neyst bygd har sum bygdaráðið nú vil gera bryggju. Neystini skulu tá burtur. HVALBINGAR TROLARAMENN Gamli vinnuvegurin var sum kunnugt kolið, men nýtslan av hesum er minkað niður í nærum onki, og kunnu teir hvalbingar, sum hava hug til tess, taka tað kol teimum lystir. Tað er ikki nógv arbeiði í bygdini. Flestu hvalbingar eru burturi við trolara, men eisini eru nógvir sum arbeiða í Havn m.a. hjá teimum stóru byggi- virkjunum. I VOKSTRI Hvalbiar bygd stendur í vekstri. Nógv hús verða bygd, og við eini nýggjari skipahavn verður rokn- að við at meiri arbeiði kanr. skapast í bygdini. Í letuni eru bert tveir størri bátar sum vert riknir frá Hvalba, men ganga út av Tveroyri. Roynt verður at miða ímóti at lata bygdini vaksa úteftir soleiðis at hon ikki treingist saman, sum nógvar aðrar bygd ir. Hvalbiar Kommuna hevur í hesum sambandi breiðkað vegin niðan í Giljar, har fleiri nýggj hús eru bygd í seinastuni. Hetta var gamal og vánaligur 3 metra vegur. Nýggi vegurin er 5 metrar breiður við vøkrum grót- garði báðumegin. Tað eru nógvir, sum seta eplir niður, hesi verða sett niður í sand. Rðynt verður at lata bygdini vaksa úteftir, so stóra friøkid kann varðveitast Verandi pierurin. Ætlanin er at seta 100 metrar upp í hann vestureftir, og somuleiðis gera bryggju- pláss fram við landinum Tjaldmøtir við Leynavatn Heimamissiónin hevur metir við Leynavatn í degunum 24.—30. mai og í Runavík 1.—7. juni, hvert kvold kl. 19,30. Metini verða hildin í stórum tjaldi við hita í. Talarar verða úr Danmark, Noreg og hiðandi. Sang- og streingjakós luttaka. Høvi verður at keypa kaffi í sam- band við møtini. Missiónshúsið á Tvøroyri Hvitusunnustevna verður á Fvoroyri. Fundirnir verða leygarkvoldið kl. 20 og hog tiðsdagarnar kl