Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 25. mai 1977 sosialurin ógvuliga bilsin yvir tiðindini í Dagblaðnum Sjófrágreiðingin í samband við samanstoytin mill- um Norðing og Coastel Express likin út Mánadagin var skiparin og maskinmeistarin á Norðingi til sjóforhoyr á sýsluskrivstovuni í Klaksvík. Eftir áheitan frá Fer- oya Sjóvátrygging varð for- hoyrið hildið fyri stongdum hurðum, tí tryggingin vildi ikki at nakað kundi koma mótpartin- um í hendi, áðrenn manningin á skotska trolaranum hevði givið sína frágreiðing frá tilburðinum. Í Dagblaðnum mikudagin var a gå hóast hetta ein gjøllig fråsøgn frá samanstoytinum millum Coastel Express og Norðing. Sosialurin spurdi sýslumannin í Klaksvík, hvussu hetta kundi bera til. Sýslumaðurin sigur, at hann var ógvuliga bilsin yvir greinina í Dagblaðnum. Hann sigur, at eingin frá Dagblaðnum var á staðnum, men afturímóti ein tíðindamaður frá útvarpinum, sum fekk at vita, at sjóforhoyrið fór fram fyri stongdum hurðum. Hesin maðurin sat undir for- hoyrinum saman við onkrum av manningi í forhelinum. So hvaðani tíðindini eru kom- in, er ikki lætt at siga. Tað var hósdagin í síðstu viku, at Norðingur rendi á skotska trolaran Coastel Ex- press, meðan hesin lá og togaði á Hetlandsleiðini. Á Klaksvíks- trolaranum var eingin maður á brúnni, tå > samanstoyturin hendi. Skiparin var farin niður undir, meðan maskinmeistarin var niðri í maskinuni. Restin av manningini, triggir í tali, lógu og svóvu. Aftaná samanstoytin og Norðingur varð vorðin leysur aftur, tók hann manningina upp og flutti hana til Lerwick, áðrenn Norðingur setti kós móti Føroyum. Sjukrasystrarnar krevja størri kunnleika Dansk Sygeplejarád, Føroya deild hevur í seinastuni stílað fyri tveimum skeiðum fyri sjúk- rasystrar. Tað fyrsta skeiðið, sum varð hildið á Sjúkrasystraskúla Fer- oya 1. og 2. apríl, var fakligt skeið. Hetta er fyrsta eftirút- búgvingarskeið fyri sjúkrasystr- ar, sum hevur verið her á landi, og er tørvurin fyri slíkum skeið- um ógvuliga stórur, við tað at nógv nýtt kemur fram og broyt- ingar fara fram í heilum bæði hvat vidvikur røkt og viðgerð av sjúklinginum. Á hesum skeiði vóru høvuds- evnini: vætuviðgerð, hjartasjúk- ur og rekt av sjúklingum við hesum sjúkum. Undirtøkan var so stór, at ikki var pláss fyri ellum sjúkrasystrunum, sum høvdu hug at luttaka, og verður skeiðið tí endurtikið aftaná summarfritidina. Hitt seinna skeiðið, sum varð hildið á Hotel Hafnia var fyri álitismenn t.v.s. sjúkrasystrar, sum eru valdar sum talsmenn fyri starvsfelagar sínar. Hetta skeið varð hildið, tí nógvir nýggir álitismenn eru valdir, og fyri at hesir kunnu virka fullgott bæði til frama fyri starvsfelagar og arbeiðsgevarar er neyðugt við ávísum kunnleika at byggja á. Skeiðluttakararnir fingu undir vísing í ymiskum t.d. uppgávur hjá álitismonnum, hvussu ymisk vandamál kunnu loysast og annað í samband við socialu lóg- gávuna her á landi. Myndin er frá sjúkrasystraskeiðinum, sum varð hildið á Hotel Hafnia Á hesum skeiði, sum vardi frá 10-13 mei luttók eisini pædagog- ur úr Dansk Sygeplejerád. Álitismannaútbúgvingin er í trimum stigum, og hetta var fyrsta stig. Hini bæði stigini verða givin niðri. Komandi heyst er ætlanin at fara undir fleiri faklig skeið, og verða tey kunngjørd í dagblød- um og í sjúkrasystrablaðnum »Vøka«. Tað er í tokum tíma, at sjúkra systrarnar gera nakað við ekta útbúgving, m.d. í sterri kunn- leika til foroyska lóggávu, tí tað er ikki ókunnugt at starvsfólk á sjúkrahúsum hava alt ov lítlan kunnleika til føroyska sosiallóg- gåvu og hetta ger seg serliga galdandi fyri læknar og sjukra- systrar. fj Síða 5 KLAKSVÍKAR RADIOHANDIL SKAL BYGGJA Klaksvíkar Radiohandil hev ur havt umsókn hjá býráðn- um um byggiloyvi. Samtykt var at geva radiohandlinum byggiloyvi á matr. nr. 1415. Eftir tilmæli frá teknisku nevnd varð samtykt at geva byggiloyvi, og leggur nevnd- in afturat at ábyggingin kann vera 50 pst. av økinum um bygt verður í einari hædd. Er ábygningurin 40 pst. kann vera bygt í tveimum hædd- um. HOTEL OG RESTURATIÓN Hotel Klaksvík v/Esbern Frederiksberg hevur sekt um hotel og restuaratiónsloyvi. Hann hevur seinastu tvey árini havt vallaraheim. Hann hevur nú í hyggju at leggja um til hotel og restuaratións Brunanevndin og heilsu- nevndin hava hugt at húsun- um og hava mælt til, og hevur býráðið samtykt at geva hotel og restuaratóns- loyvi fyribils í eitt ár. Tá verður spurningurin uppaft- urtikin. Eitt sum býráðið fanst at var at parkerings- møguleikarnir ikki eru góðir har. TIVOLI Á NORDOYASTEVNU I fjør tóku ávis Klaksvik seg saman, kapp róðrafelagið, itrottafelagjd og fleiri onnur og keyptu úheerð til eitt tivoli. Hesi felogini høvdu tivoli fyri fyrstu ferð á Norðoyastevnu í fjør, og vinningurin av tí var so býttur millum hesi ymisku felogini. Nú hava feløgini søgt um at hava tivoli á parkeringsplássinum norðan- fyri skýli við fótbóltsvellin. Eftir tilmæli frá mentunar- nevndini var samtykt at játta felog í hesum. hava onki val, skulu seta«, PRENTVILLA Í ODDAGREININI I oddagreinini leygardagin var komin ein prentvilla parti av greinini skeivan týdning Har stóð: »Vid bert at innstilla ein av fleiri umsokjarum. er sjúkrahússtýrið við øðrum orðum samt við landsstýrið, at tit hetta er læknin, sum tit skulu seta« Har skuldi standa: > Við bert at innstilla ein av fleiri umsekjarum, hevur sjúkrarhússtýrið við oðrum orðum sagt við landsstýrið, at tit hava onki val, FILADELFIA GER PARKERINGSPLÅSS Filadelfia i Havn er farið undir at gera parkeringsplåss i tveimum hæddum. Vænt- andi verdur har plåss fyri 20 til 25 bilum. Hetta var ein av treytun- um fyri at samkoman fekk byggiloyvi. HEITASTI MAIDAGUR Síðani veðurtænastan fór udnri at gera hagtøl vidvikj- andi vedri i Føroyum hevur sambært hesi tøl, sum ganga aftur til 1930, ongantíð verið so heitt í mái mánaða. Hitin mánadagin var á telegrafstødini í Havn máldur til 19,5 stig. Mesti hitin, sum higartil er máldur fyri mai, er 18,9 stig STORUR MUNUR Tað áhugaverda hesaferð er tað stak vánaliga veðrið og kuldin beint frammanundan. Tað, sum hendi, var at eitt hátrýst hevur ligið vestanfyri okkum og eitt lágtrýst eyst- anfyri. Imillum hesi hava vit ligið og fingið kalda luft inordaneftir við kavaælingi Vit eru nú komin í eina hitabylgju. Hátrýstið er farið eysturum og saman við há- trystinum er heit luft komin sunnan í frá inn yvir Feroyar Roknast kann við at hitin heldur á í nakrar dagar. Tað er hugsandi, at vit kunnu fáa nakað av mjørka og um vind megin ikki fer iuppum 3 verður helst pollamjerki. Ser- liga á teimum steðum har lotið kemur í lusíðuna av landinum, sigur Jákup Apol, stjóri á Vedurstødini. NYGGJ SKEIÐ Stýrimannaskeið, skipsfor- araskeið, fiskiskiparaskeið byrja á Foroya Sjómansskúla týsdagin 9. august 1977 Teir, ið hava áhuga fyri hesum skeiðum, eiga at siga skúlanum frá sum skjótast ið gas hetta er læknin. sum tit