mikudagur 25. mai 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hausinn NE ONE NE
Sida 6
sosialurin
Nr. 38 — 25. mai 1977
fyri fimti årum sidani
Storsta
folkahetja
USA'
r
tímar seinri
verunleiki
Tað vidagitni, sum Charles
Lindbergh fekk fyri fimmti árum
síðani, slapp hann ikki undan til
sín doyggjandi dag. Tey munnu
vera fleiri, sum fegin vildu verið
vidagitin, men sambært hansara
suærmastu, var hetta honum ein
plága.
Í samband við håtidarhaldid
sum skipað var fyri í samband
við fimtiára dagin seinasta leyg-
ardag, segði kona hansara, Anne
Morrow Lindbergh, at tað, at
vera vidagitin, var eins og ein
fongsulsrevsing fyri manni
hennara.
Sjálvur dugdi Charles Lind-
bergh ongantíð at skilja, at hann
skuldi vera vidagitin, ti ferðin
gekk sum ætlað, tað var íkki
nakað roysni, einasta sum hann
var bangin fyri, var um hann
kundi halda seg vakan í hesar 33
timarnar, ferðin vardi.
BURTURFLYTINGIN
Einki er at ivast í, at hendingin,
tá hin tvey ára gamli sonur
+ Fimti ár eru liðin síðani Charles Lindbergh fór umborð í flog-
| fardsitti New York og lendi á Le Bourget nærhendis Paris 33
Fyrsta soloflúgvingin um Atlantshavið var
+ Men samstundis var stórsta fólkahetja USA's skapt. Tað
var so nógv gjørt burtur úr hendingini vidahvar í USA, at
menn enn í dag granska hetta fyribrigdi
* Sjálvt ikki Neil Armstrong verður ikki roknaður sum líka
stór hetja sum Lindbergh, hóast lendingin á mánanum má
kunna roknast sum eins stór hending.
hansara varð burturfluttur, og
tað sakarmálið sum aftan á
kom, . gjørdi sítt til, at navn
Lindberghs kom at seta seg fast
í seguna.
Eisini tá hann sjálvur seinri
tóktist at halda við Hitler, og
mótmælti amerikansku uppi-
leggingina i heimsbardaganum,
gjørdi sitt til at menn aftur fóru
at tala um hann. Hesaferð tó
mest í niðursetandi týdningi. Tó
fekk hann reinska samvitsku
sína við síni luttøku í bardagan-
um sum flogskipari. Sjálvt um
hann ikki líkaði at vera umtalað-
ur, varð nógv gjert burturúr
fimti ára degnum fyri flúgving-
ina. Charles Lindbergh er enn
stórsta hetja USA's. Hvønn dag
koma í hópatali av fólki at síggja
loftferðslugripasavnið, har flog-
farð hansara, »Spirit of St.
Louis<, stendur.
TÁ ALT STÓÐ Á GOSI
Tá tíðindi um væleydnaðu ferð
hansara komu, var sum alt stóð
Stórsta fólkahetja USA's verður her heimafturkomin til New York heiðraður í gøtunum i New York.
Lindbergh koyrir her í opnum bili
á gosi. Sjálvt New York Times,
sum sjálvdan loypur framav,
nýttu heilar 16 blaðsíður til at
siga fólki frá hendingini, og gera
viðmerkingar til hesa. Tað eru
nógv sum vilja vera við at tað
var eitt fjarrit frá Lindbergh
sum gjørdi, at Herbert Hoover
vann forsetavalið árið eftir, hó-
ast Lindbergh ongan áhuga
hevði fyri politikki. Hann hevði
ikki annan skúlakunnleika enn
fólkaskúlan umframt sína
flúgviútbúgving.
SORGARSØGAN
I eini bók sum júst nú er
útkomin, og sum fyrrverandi
blaðmaðurin, Anthony Scaduto,
hevur skrivað, verður spurning-
urin um rættarmálið, í samband
við burturflytingina av soni
Lindberghs, tikin uppaftur til
umreðu. Tvey ár eftir at sonurin
var burturfluttur. var hann
funnin myrdur. Fýra ár seinni
varð Bruno Hauptmann tikin av
degum í elektriska stólinum,
ákærdur fyri at hava framt
valdsgerðina.
Hann viðgekk ongantid seg
sekan. Scaduto, sum tá var
blaðmaður fyri New York Post,
vildi vera við, at Hauptmann
ongantið fekk rættvisa rættar-
gongd. Hann var frammanund-
an dømdur av fólkinum, sum
kravdi hann dømdan til deyða.
NAZI-SKULDSETINGARNAR
Serliga er tað kona Lindbergh,
sum idin hevur virka fyri, at
skuldsetingarnar móti manni
hennara, um at hava hildið við
Hitler, vóru ógrundaðar. Hetta
hevur ikki altid verið lætt hjá
henni. Hon sigur at hann var
útnyttaður av týskinum og
hjálparmonnum teirra í USA, og
at tað ikki var tí at hann helt við
teimum, at hann var móttikin av
Hermann Gøring, og fekk heið-
urstekin frá honum.
Men tað verður sagt, at hann í
1938 í brævi til Jesoph Kennedy,
sum var amerikanskur sendi-
Í hesum ein-motora flogfarinum fleyg Charles Lindbergh yvir Atlantshavið. Høvudusbensintangin
lå frammanfyri so hann mátti hyggja igjøgnum síðugluggan, skuldi hann síggja nakað
maður í London, tók undir við at
Týskland víðkaði landamark
sítt eysturyvir, og mælti frá at
nakar fór at leggja uppi.
Lindbergh var íðin talsmaður
fyri »Amerika First« — ein
felagsskapur, sum mótmælti at
USA legði uppí stríðið. Í eini
rødu í Iowa í septembur í 1941 —
triggjar mánaðar áðrenn Pearl
Harbor — segði hann seg vera
mótsteðumann jødanna og
segði, at tað vóru bretar, jødar
og Roosevelt, sum hevði tryst
USA uppí stríðið.
Roosevelt skuldsetti Lind-
bergh fyri landasvik, sum svar-
aði aftur við at fråsiga sær øll
síni hernaðarligu heiðurstekin.
Seinri bjóðaði hann sær at
luttaka í striðnum, men hetta
vildi Roosevelt ikki taka av.
Hann kom tó uppí stríðið seinri
gjøgnum privatfelagið, sum
hann arbeiðddi fyri, og gjørdist
flogskipari. Eina tíð var hann
einasti sivili stridsflogskiparin í
USA. Hetta gjordi sítt til, at
hann vann eitt gott vinarlag
aftur við amerikansku stjórnina.
Lindbergh gjørdist fleiri ferðir
miljonerur. Fyrsta bók hansara
»We« sum var um flúgvitúrin,
var uppseld eftir fáum degum.
Seinri komu fleiri bøkur frå
honum, og tá hann 72 ára gamal
doyði, fyri trimum árum síðani,
lá eitt bókarit eftir honum, og
kemur hetta út heilt skjótt.
Lindbergh var stjórnarlimur í
fleiri stórum virkjum harímillum
Pan Am, har hann eisini var
planleggjari.
Tað er eingin ivingur um at
Lindbergh hevur gjørt sitt til
frama fyri sivilu flúgvingina
Fyrstu túrur hansara verður enn
tann dag í dag roknaður sum
byrjanin til sivila flogferðslu.
Tvær vikur eftir fyrstu flogferð
Lindberghs, fór fyrsta ferða-
mannaflogfarið yvir Atlantshav -
ið, —við einum ferðafólki í.