Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1977síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

osíalur! Nr. 39 Leygardagin 28. mai 1977 50. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Hvussu verdur vid veidu føroyinga i Grønlandi i framtidini? Føroyingar veiddu alt årid i fjør 4000 t av toski — hava higartil i år veitt 6000 t undir Grønlandi I gjår høvdu umbod fyri lands- styrid, grønlendska landsrådid og fiskimålarådid samrådingar i Keypmannahavn. Fundurin var ikki lidugur, tå bladid for til prentingar i gjår, men vit hittu Atla Dam, løgmann, ådrenn hann fór til Keypmannahavnar við flogfarinum. — Tað eru grønlendingar, sum hava biðið um samráðingar við feroyingar um býti av toska- kvotuni og um rækjuveiðuna við Grenland. Tað er greitt, at hesar samráðingar hava stóran týdn- ing fyri veidu feroyinga í grøn- lendskum sjógvi í framtíðini, sigur Atli Dam Toskakvotan er uppá 19.000 tons uttan fyri 12 fjórðingar. Tað hevur hon verið tvey trý tey seinastu árini. Henda kvotan er galdandi fyri Feroyar og Gren- land. Tey seinastu trý árini hevur tann avtalan verið gald- andi, at kvotan ikki er býtt frammanundan. Báðir partar hava fiskað og hildið hvenn annan ajour við hvussu nóg, hver hevur veitt. Vísti tað seg, at kvotan fór at ganga undan, so varð neyðugt at tosa um at áseta tað seinasta av kvotuni. Og her verður ser- liga hugsað um grenlendingar Undanfarnu ár hevur ikki verið neyðugt at býta, tí báðir partar hava fiskað so lítið, at Vit vilja ikki samráðast vid EEC um veiðirættindi í Grønlandi, sigur Atli Dam løgmaður Felagsmarknaðurin vil sleppa at ráða — Vit vilja ikki samrådast við felagsmarknaðin um grønlendsk viðurskifti i løtuni. Vit vilja bert samráðast innanfyri ríkismark. Kortini er tað ein stórur spurningur, um vit kunnu føra hetta sjónarmiðið fram í longdini, sigur Atli Dam, løgmaður Og hann heldur fram: —Trupulleikin við veiðu- møguleikum føroyinga í Gren- landi er, at felagsmarknaðurin vil sleppa at ráða. EEC sigur, at tað, sum vit veiða í Grenlandi, skal roknast upp í okkara saml- aðu veiðu frá EEC. Tað, sum teir skulu hava frá føroyingum, skal síðani mótroknast hesum virðinum. Men hetta vilja hverki grønlendingar, danir ella foroy- ingar góðkenna. Samráðast um kvotuna — Vit koma uttan iva at samráð- ast við felagsmarknaðin um býtið av kvotuni. Men vit kunnu ikki ganga við til, at tað skal mótroknast; tí vit halda fast við, at henda rætt eiga vit sum ríkis- borgarar. Hetta var nakað, sum vit áttu frammanundan, so tað kunnu vit ikki gjalda EEC, sigur Atli Dam. Spøkir Atli sigur, at EEC er ikki samt vid okkum i hesum. Teir siga, at st 3 ar « | tað eru bert sum fastbúgvandi ríkisborgarar í Grønlandi, at vit kunnu fáa hesar semdir. Hetta spøkir undir ollum samráðingunum við felags- marknaðin, sigur logmaður vid- ari. Tað er ein av orsøkunum til, at vit fyrst mugu tosa um ta rimuligu javnvågina, sum må vera i fiskiskapinum hjå hvørj- um eðrum. Soleidis at vit verða noyddir at gera fyribilsskipanir fyri fleiri månadar i senn. hesi 19.000 tonsini hava ikki verid brukt. I fjør veiddu føroy- ingar 3.900 tons og i 1975 veiddu vit millum 4000 og 5000 tons. Veitt 6000 tons i år Higartil i år hava føroysku trolararnir veitt heili 6000 tons, medan grønlendingar ikki hava veitt so nógv sum somu tíð i fjør. Tann 1. april høvdu teir veitt umlei 5000 tons. Spurn- == z ingurin er nú, hvussu veiðast skal restina av árinum. Þeir fýra føroysku trolararnir royna í løtuni við Grønland. Teit eru Skálaberg, Sundaberg, Sjúrðaberg og Nónhamar. Ætl- anin er at royna til miðjan juni Fiskiskapurin í ár hevur verið ógvuliga góður. Hetta kemst helst av ti góða 73-árganginum, sum kann veiðast nú. Men Framhald á síðu 18 Nógv fremmandafólk vitja í hesum døgum. Her koma norrønu ráðharr- arnir til flogvøllin Lesid kring oyggjarnar å sidu 4 og 5