Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1977síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 28. mai 1977 sosialurin Síða 13 Kapitalisma og G. Joensen Slíkan navitet sum G. Joensen leggur fyri dagsins ljós í Dagblaðnum 4. maí skal ein kanska ikki leita so leingi eftir, tí hann er jú næstan dagliga at síggja á teimum politisku síðunum í Dagblaðnum umframt í oddagreinunum, men at nakar skal vera so naivur í allar bestu meining týður uppá, at upplýsingin í hesum samfelagnum ikki er hin besta G. Joensen ynskir eitt annað orð fyri kapitalismu. Grundgevingin er hon, at tað vanliga bert verður brúkt í negativari merk- ing. Víst verður orðið kapitalisma eisini brúkt í negativum týdn- ingi, men eitt kann eg fortelja tær G. Joensen, at kapitalisma verður ikki brúkt í negativum týdningi í so stóran mun, sum orðið sosialisma verður tað — ella rættari kommunisma. Demi um slíkt eru ofta at hoyra í útvarpinum. Gev tær far um tað onkum dagin. Útvarpið sigur ikki so sjáldan (ella hevur ikki í hvussu so er gjørt tað) tey »kommunustisku« londini i eyst- urheiminum, men útvarpið sigur ikki tey »kapitalistisku« londini í vesturheiminum, men haraft- urímóti tey »demokratisku« londini í vesturheiminum. Nú skal eg ikki leggja meg í kjak um definatiónir av orðinum demokrati, tí tað gjørdi »Streymur« so ógvuliga val i Sosialinum leygardagin 7. mai i greinini »Følkaflokkurin — ein yvirstættarflokkur — egoisma og kúgan<. Hevur tú ikki listað Alt sama merki Veggjarovnar .. Hitaskáp ....... Aðalsola fyri Føroyar Bokbindaragøta 8 . Aarvegur 5 . Tlf. 11109 Køliskåp ........... Frystiskåp ..........e.e..... Frystiboxir ...........eee Køli- og frystiskåp i einum .... Køksmaskinur ............... Uppvaskimaskinur .. Vaskimaskinur ..... Snarhverviskiljur ........ Strúkijórn ......... Strúkimaskinur .............. Í Breyðsnerkjarar .............. 11 Dustsúgvarar ................ 12 Gólvblankarar ................ 13 KOMýrar .....e.ce..ee....... 14 Ovnar við og uttan plátum .... 15 Kokiplåtur ......:…:sseerseer 16 Keksborð og komfyrar i einum 17 KERseerne 18 Vatnhitarar ..... EMIL THOMSEN Tlf. 11106 ta greinin, so ger tað! Mær tikir bara ikki, at londini í vestur- heiminum eru so demokratisk, sum nógv vilja gera tey til. Men hervið er heldur ikki sagt, at tey kommunistisku londini eru tað í ellum forum. Óreiðuligur og falsan Tað var nú ikki júst omanfyri skrivaða, sum fekk meg at seta meg við maskinuna, men heldur tann søga- og upplysingafalsan, sum tú, G. Joensen, gert teg skyldugan í. Mær tykir, at tú ert eins og óreiðuligur í tíni skriv- ing, sum bladstjørin á Dag- blaðnum er tað ferð eftir ferð. Rætt hevur tú i ti, tå tú skrivar, at orðið pengar, kapi- talur, gjørdist grundarlagið undir samfelagnum eftir idnad- arkollveltingina. Men vøran »arbeidid« kann kapitalisman framvegis ikki vera fyriuttan. Men tú gloymir, at tað fram- vegis er kapitalurin sum hevur alt valdið í vesturheiminum og í ødrum heimspørtum við. Hver er tað sum stýrir. Kanska nakrir politikarar ella fólki? Nei, kæri Electrolux ………mu… … 1 2 3 4 5 7 8 9 0 Electrolux G. Joensen, kapitalurin . Var tað kanska bert av politiskum kærleika, at stór-imperialisturin USA elvdi til eitt hegrasinnað statskvett í Chile og myrdi tann av fólkinum valda forsetan? Nei, G. Joensen, tað vóru kapital-á- hugamál sum elvdi til hetta eitt av teimum nógvu depru kapitl- unum í nútíðarsogu kapitalis- munar! Víst kúgan og ófrælsi Tað er ræðulig orðareingjan, tá tú skrivar, at kommunisma merkir kúgan, stígur og ófrælsi. Orðið kommunisma merkir koll- ektiv samfelagskipan. At tað fer fram kúgan í kommunistisku mondunum, ivist eg ikki í. At fólk liva í ófrælsi í kommunist- iskum samfeløgum, ivist eg ei heldur i, men at tað er stígur í londunum við kommunistiskari samfelagskipan sum heild er skeivt. Tað eru oganstaðir í heiminum gjerd so stór framtek, sum júst í teimum kommunist- isku løndunum. At kommunist- isk lond enn standa aftarliga, ber Póland m.a. dømi um. Men hvussu var stødan ikki í viðkom- andi londum, áðrenn londini vórðu demokratiseraði fyri um 30 árum síðani? Sum best ber til Víðari skrivar tú: >...meðan vit undir kapitalismuni arbeiða við eini framskygdari og framtaks- ríkari samfelagsskipan, ið er ment og betrað gjøgnum tidina«, so krevur hetta postulatið eina gjølligari frågreiding, sum tó bert skal sigast frá í stuttum í hesum viðfangið. Hver hevur tikið stig til at betrað okkara kapitalistiku sam- felagsskipan? Kæri G. Joensen, tað hava sosialistar og kommun- istar. Einamest javnaðarmenn. Tað eru kanska kapitalistarnir, sum hava gjørt tað av egnum frium vilja? Nei, stríðið hjá ti arbeiðandi fólkinum hevur verið drúgt og harðfort fyri eini betri og meira menniskjaligari sam- felagsskipan. Enn er ikki komið á mál. Og enn er andsteðan harð frá kapitalistunum. Hygg bert eftir sáttmálasamráðingunum, sum júst hava verið! Sum best ber til Nei, er tað nakað, sum kapitalis- man ikki er, so er tað fram- skyggin. Tað er sosalisman har- afturiméti. Grundarlagið undir ollum tí ótamda kapitalistiska búskapinum er fría marnkaðar- selan — profitturin — við oðrum orðum kann einki leggjast til rættis, men gongdin er sum best ber til. Tað grundleggjandi und- ir sosialismuni er í stuttum harafturiméti »planøkonomiur«, har framleitt verður eftir tørvi og ikki eftir, hvatkapitalisturin kann vinna. Ti er tað nakað nonsens, sum tú ferir fram. So setur tú nøkur punkt upp í greinini, sum heldur ikki øll samsvarað við veruleikan, men her verður ikki rúmd fyri at nema við oll. Lat meg bert taka nummar fimm, tí tað er tann størsta manipulation, eg havi sæð í Dagblaðnum í eina heila viku. Arbeiðsloysið stórt problem Eg trúði fyrst, at talan var um skemt men tú mans meina hetta í álvara. Orðalagið er soljóðandi: „Arbeiðsloysi gerst alsamt minni og minni problem«. Eitt er, at seinri endin av postulain- um kann tulkast á tveir hættir, men lat meg nú fyrst taka tað soleiðis, sum tað stendur. (Ein kundi freistast til at spurt, um tú bert læs Dagblaðið). Mær og ellum eðrum búgvum á hesi klótu verður dagliga greitt frá igjøgnum útverp og blød, at arbeiðsloysið gerst sterri og sterri. Ráðstevna eftir ráðstevnu verður hildin av toppolitikarun- um í vesturheiminum fyri at kunna finna onkra neyðloysn uppá hetta ovurhonds stóra problemið, sum tú G. Joensen, sigur verða eitt minni og minni problem. Hann seg forbarmi! Tú kanst bara lesa Dagblaðið. Nei, hetta problemið er alsamt veks- andi og gerst ein størri og størri kleppur bæði hjá samfelagnum (men bert tá kapitalistiska) og hjá ti einstaka, hvers sålarligu trupulleikar av somu orsek ger- ast álvarsamari og álvarsamari. Men hetta problemið finst so at siga ikki i ti eystheiminum, har stígur er komin í, sambært tína heldur enfoldigu hugsan. Har finst orðið »arbeidsloysid« ikki í heimligar talu. Har er afturímóti arbeiðið til allar hend- ur. Teir hava nevniliga megnað at til rættisleggja teknologisku framtøkini. Har valdar ikki ein líkasæla sum í okkara góða vesturheimi. So sum so við tryggleikanum Punkt seks er eisini heldur misvísandi. Men tú er helst ein av teimum sokallaðu >Breck- mann-jugend<, sum ikki hevur lagt til merkis ella hoyrt um, hvussu lossing ofta fer fram á báðum bryggjunum í Havn, hvussu maskinurnar eru í standi á einum av okkara stóru arbeiðs- plássum, hvussu stórur larmurir er á fleiri av verksmiðjunum her í býnum í mun til tað loyvda, hvussu nógv meira og minni vandamiklir løgir verða nýttir á prensmiðjum og helst eðrum Virkjum eisini. Og hvussu ar- beiðið fer fram á nógvum av teimum stóru byggiplássunum m.a. uttan hjálmar. Og fyri tað næsta var einki hent viðvíkjandi tryggleikanum á arbeiðsplássunum, um ikki fakrørslan hevði díkt á og sett síni krev fram Í hesum eins og ollum eðrum førum hava ar- beiðskeypararnir — kapitalst- arnir — verið trekir og tað eru teir í nógvum forum enn. Tað er væl møguligt, at fleir ólukkur henda heima enn úti á arbeiðs- plássunum. Í Føroyum hava vit eingi hagtøl yvir arbeiðsvann- lukkur mótvegis vanlukkum í heimunum, men eg veit frá hagtølum aðrastaðir, at har telja allar eisini smærri vannlukkur við — so sum kaffifiltur-skold- ingar o.a. slíkt, ið kanska kann sammetast við, tá ein fiskimaður krøkir seg av einum húki, sum helst ikki sæst i hagtølum. Í sjeynda punkti skrivar G. Joensen, at fyrr løgdu kapital- istarnir ikki petti í, hvat fólk segdu um teir, men at teir í dag leggja doyin á fyri at hava eitt gott orð á sær. Ja, tað er væl meguligt, at teir gera tað í orði, men spurningurin er, um teir eisini gera tað í verki — tað trúgvi eg lítið uppá eftir at hava lisið ikki so fáar frágreið- irgyar: frá nógvum av teimum donsku stóru arbeiðsplássunum. Men eru framstig hend, ja, so er tað av handilspolitiskum orsek um. Imperialisma í báðar ættir Rættiliga kukkar tú í tína lítlu vitan í punkti átta. Rætt hevur tú í, at áður vóru tað tey kapita- listisku londini í vesturheimin- um, sum høvdu harradømi i Afrika. Men at sleppa sær so skjótt undan, og bara skriva, at nú er Sovjetsamveldið stersta imperialistiskaveldi i Afrika, prógvar bara uppaftur størri tina skræðuvitan. Tu måst ikki halda, at eg ætli mær at verja Sovjet, ti Sovjet førir vissuliga ein imperialistisk- an politikk. Vit kunnu bara nevna Angola, sum enn er friskt í minninum. Men, so kemur spurningurin, er tað nakað land í tí kapitalistiska vesturheimin- um, sum ikki hevur búskaparlig og figgjarlig áhugamál í Afrika? Einasta undantak eru helst Fer- oyar og hini oyggjalondini. Sjálvt Danmark hevur og hevur havt áhugamál. Hava lond tað ikki beinleiðis, so koma tær multinationalu fyritøkurnar inn í myndina. Og nevn mær eitt land í okkara >demokratiska< heims- parti, sum ikki-meira ella minni- antin erhevt uppí ella hevur samstarv við fleirtjóðafyritok- urnar — tann longdi armurin hjá kapitalistisku imperialismuni. Tær hava allar figgjarlig áhuga- mål i Afrika og hava pint og sogid råevni og folk i øldir. USA-imperialisman i Suduramerika Bara sum kurisoum: Suðura- merika. Hver rekur imperialist- iskan politikk í Chile, Argen- tina, Brasilia, o.s.fr. Kanske ikki hálovaða demoraktiska há- borgin hjá tykkum USA-imper- ialistisku skutilsveinum? Ein heilur heimspartur, sum í dag við undantak av einum landi — Venezuela — er stýrdur av høgrasinnadum herovastum. Og fleiri av teimum eru komnir til valdið við hjálp meir ella minni úr ti »demokratiska« landinum USA, har tú ikki fær innferðar- loyvi, er tú kommunistur! Um tínir tankar nú detta niður á sosialistisku londini, so er ikki neyðugt at koma við teimum sum dømi, ti tað kenna vit jú alt til gjøgnum ta effektivu ameri- konsku anti-propagandanina moti sosialistisku londunum. Nei, G. Joensen, vit hava ikki fyri neyðuini eitt nýtt orð fyri kapitalismu. Heldur ikki eitt nýtt orð fyri okkara avskeplaða kapitalistiska samfelagi, sum eisini vanliga verður kallað »blandings-samfelag«. Tað sum vit hava fyri neyðini er upplýs- ing og kunnan um tær sosialist- isku samfelagshugsjóninar. Tá er óneyðugt við tí keðiliga orðinum kapitalisma, sum tú ynski utskift. Anti-kapitai