leygardagur 28. mai 1977síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Síða 12
fornmálinum beinleiðis tað
sama sum. hiti ella varmi,
men merkir varma, sum
vindur upp á seg, tí hann (her
av klædnaávum) verður
forðaður at fara út í luftina«.
IV
HÁTÍÐARLOTAN Á BY-
ARBÓKASAVNINUM be-
gynnir. Stólarnir ríkja heldur
illa. Annars er stilt. Pinna-
stilt. Býráðsformaðurin og
formaðurin í virðislenar-
nevndini siga tað, sum sigast
skal. Vit ansa eftir, at teir
alla tíðina tosa um yrkjaran
Rikard Long. Um hansara
målfrødisliga virki verður
ikki sagt eitt orð. Guðrið H.
Nielsen lesur nakrar yrkingar
upp. Stuttligar yrkingar,
' vælsneiddar, men meinaleys-
ar:
grivið meg undir, skorðað
meg langt
inn undir tarastabba,
hugsað um einki, prátað
mangt
við kúving og gággukrabba.
So fitt. Fólk flenna og brosa,
fegin og blýðsnýðað. So
góðsligt. So meinaleyst. Og
knappliga kemur tað sum eitt
skot. Vit eru inni á kyrrum.
Vit eru á deyðavatni. Uttan-
fyri valdar ta ráa lívið. Uppi
við Kongaminni avbrýtur ein
húsaeigari streymin fyri at
sleppa av við ein óynsktan
leigara. Úti á Peterhead skrú-
ar sonur ein kendan byggi-
meistara og húsaleigara frá
krananum og roynir at skola
ein óynsktan leigara niður
undir honum út á getuna.
Men her, millum bleikar
bókamenn, er friður. Kirkju-
garðfriður. Tað stundar móti
býráðsvali. Lurta! Hoyrir tú
ikki, uttanfyri, býarins smá-
alcaponar grísla tenn! Men
her valda strutsalótur. Her
skal kínast og klappast.
„Her kemur«
Og nú hendir nakað undar-
ligt. Í hesi forlornu kvirruni,
har oll ansa eftir ikki at siga
eitt øvugt orð, at vera so væl-
signað sámulig og fitt og
hjartaliga óektað, sigur
knappliga ein maður sína
meining. Elsti maður, ið inni
er, heiðursgesturin sjálvur, er
ektaður, sannur, og siterar,
sum ein sigursælur rebelskur
Nestor, ein fulltentur gamal
rakki millum tannfellingar í
bestu árum, burturúr sínum
ógloymandi málsliga spott-
kvæði — >Náttarmarru hins
ummandi mållamningsins«:
Her kemur vårt fylgi
av målsins bajøssum
og u-umljóðsknessum...
Letan brennir seg fasta í
minnið. Menn skifta lit, Brýr
rykkjast saman í treiskum
ei-semi. Ryggir fettast í
stældari u-umljóðsfanat-
ismu. Nakkar bendast afturá
í halgari = anti-longskari
vreiði. Ein heimspekingur,
sum alla tíðina hevur sitið
deviltog óstillur, sitið og ikid
aftur og fram á stólinum,
situr knappliga pinnastillur.
Ikki eitt kis hoyrist. Ikki ein
stólur ríkir. Tá ið ein leta er
farin, fer virdislønarformad-
urin fram og nippir i skaldið,
medan hann samstundis
hyggur sigandi at urinum.
Men tað er ikki at bjóða til.
Hann nippir eina ferð aftrat.
Men tað er sum at sletta vatn
á gás. Yrkjarin ger seg
lidnan. Hvat annað var hann
komin oman higar til?
A langlegg
Og nú, sum var tað sjálvur
Shakespeare, meistarin av
ollum meistarum í antikli-
maksum, sum hevur skipað
fyri hesum sjáldsama sjón-
leikinum, og meðan ekkóið av
Omar Khaijam sum kitlandi
bruni strýkur gjøgnum heila-
børkin, er løtan komin til at
detta niður á langlegg..»Mat-
ur og matgerð hava til allar
tíðir verið týðandi tættir í
fólks mentan, hvar á jerðini
tey hava buleikad...« Líka-
sum íspegilin undirstrikar
sorgarleikin, undirstrikar
kókibókaskaldið við hesum
fyndarorðum ta mest sum-
blimu letuna á Byarbéka-
savninum so dyggiliga, at
hon aldri gloymist aftur.
Klokkan er tíggju. Hvat
man heiðursgesturin hugsa?
Vit vita tað ikki. Men meðan,
um skamma stund, pinku-
desperados og dukku-cow-
boyar verða bornir í gullstóli
av fjøldini, små, men ósvíki-
lig sejsmografisk tekin um
tað komandi ny-fascistiska
skalvalopið, og meðan býar-
ins gangstarar búgva seg til
til at skræða nekur neyst
niður aftrat, grópa nakrar
grønar blettir upp aftrat og
oyðileggja nekur fornminni
aftrat, renna einum í huga
nøkur erindi frá einari farnari
tid, eini mentunarligari trias-
tíð, tá, so siga tey gomlu, ein
býur fanst, ið kallaðist Havn-
in, tann deiliga Havn:
Mær fellur sita í teim gomlu stovum,
hvar skuggar seg í rúmum hornum krógva,
meðan á kveldi undir loftarbogum
í dokkum krúnum kertulugar glógva.
„Mær fellur lesa í teim gomlu bókum,
hvar bleiktir stavir á litfarnum blødum
mæ) lata glimma, hvat í sálarkrókum
seg rørdi — rætt sum nú — í gomlum døgum.
Mær fellur ganga í fjálgt í gomlum stræti,
:tá alt er stilt og ongar hurðar smella,
og hoyra hvelt á náttar kvirrulæti
mítt fótafar mót brúgvargróti gella;
og meðan rætt sum lyktir stjørnurnar hanga,
meg villa burt í tíðirnar, ið vóru,
og mest sum vita saman við mær ganga
ókendar ættmenn, ið mær undan fóru.
Hanus Andreassen
TYPUHÚSVIRKIÐ - Tórshavn
Hús klár til uppsetan ella liðugt uppsett
pm
Eru tygum í iva um hús — so ringið, skrivið ella komið inn
á gólvið hjá okkum.
Vit geva fegin allar upplýsingar.
v/ P/F HANS HILMAR DAM
kjallaravindeygu
prisin.
Hús B 2
Marknagilsvegur — 3800 Tórshavn
At seta fót undir egið
borð kostar nógvan
pening í dag. Tí eigur
at verða hugsað um
góðskuna.
Hetta typuhusið ið er sera væl um-
tókt kostar í dag bert kr. 255.000,-
uppsett — alt timburarbeiði liðugt
— eisini skápir.
køkur,
— er
úthurðar,
iroknad
Alt gjørt ur 1. floks tilfari.
TYPUHUSVIRKID
Tlf. 13362.