leygardagur 28. mai 1977síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 28. mai 1977
sosialurin
Síða 11
ara málfreðingar eitt nýtt
mál, har orðini lættliga
kunnu vera føroysk, men har
samansetingin er fremmand
og tað við lít. Tað er ein login
urtagarðsmaður, sum legst at
skræða blomstrini upp í sín-
um egna hava, og so fer í
onnur lond eftir ókrúti, sum
hann sáar í staðin fyri!
Úrslitið verður eitt stein-
deytt, Oføroyskt, syntetiskt
mål, sum vit, nú tað hevur
fingið fótin fyri seg, hóskandi
kunnu doypa. Lat okkum
kalla tað setursprát ella set-
ur-speak. Setur-speak kann
ljóða soleiðis:
„Vit finna soleiðis, at til
eru tvinnanda rótaflokkar, ið
hver er eyðkendur við sínum
serstøku endingum; annar
flokkurin lýsir sjónarárin,
meðan hin fevnir um árin, ið
fingin verða um hinar sansar
okkara. At tað eisini er ein
triði rótaflokkur, formliga
ikki fult so greidliga aumark-
aður sum hesir báðir, ið eyð-
kennist við, at hann vendir
sær til hoyrnina, fái eg ikki.
uttan neunt her... Vit standa
enn eftir við eini oyðslusam-
ari neyvlýsing av sjónarárin-
um, serliga viðvíkjandi hátt-
um at vera staddur...Men
hvussu vit skulu greiða hin at
vísa seg ómettandi tørvin hjá
mamindiananum á eini
grannari og grannari neyv-
lýsing av ymsiligum sjónar-
árinum, tað er og verður ein
gáta. (Legg merki til, hvussu
»hin« verður brúkt (»hin at
vísa seg...«), legg merki til ta
óneyðugu tolsegnina (við
fingin verða< í staðin fyri við
vit fåa«), ta knorkluta, ófor-
oysku vendingina »fåi eg ikki
uttan nevnt« og tann tunga
tyska setningin »hin at visa
seg ómettandi tørvin«).
ella, meira skemtiligt, soleid-
is:
»Tå ið flutt verður inn, fær
rúmbúgvi 2 lyklar til rúmið,
móti kvittan. Hesir lyklar
ganga eisini í úthurðina og í
hurðina millum trappuna og
gongina uttan fyri búrúmini.
Tá ið út verður flutt, verða
lyklarnir latnir aftur«. (Ein
rættiligur gloypibiti! Fyrst
rokin av tolsagnum .. flutt
verdur«, vút verður fluttu. So
tað undarliga smíðaða orðið
>búrúm< = hvat feilar orðin-
um »kamar«, soleiðis eitur
tað á foroyskum. (Men her er
tað kanska aftur tað ís-
lendska krímið, sum ger um
seg .. sum kunnugt merkir
»kamar« nátthús á íslendsk-
um). Og fyri at nganga i« siga
vit vanliga »passa til«. Hvat
ið vidvikir orðinum »rim-
bigvi«, so brúka vit ofta á
føroyskum ein setning, har
onnur mál hava eitt navnorå.
Í staðin fyri at siga >rúm-
bigvi« heuði tað verið ólíka
meira í tráð við gamlan
føroyskan málburð at sagt
„tey, sum bugva...«. Sjålvt
orðið er smíðað. Tað hevur
ein ikki sørt kosmonautiskan,
fyri ikki at siga kosmiskan,
dám og eitt „flog“, sum vit
ikki vanliga finna í seturs-
práti. Men her er kanska
talan um vitjan av seturs-
ráðnum á Venus ?).
ella, meira groteskt, soleiðis:
»Lat bert aðrar flokkar
kalla seg liberalistar ella sosi-
alistar. Teir um tað. Vit
tjóðveldismenn hava bert
eina ismu, og tað er hin
føroyska isma. Stevna okk-
ara er klár og greið. Tann, at
vit hvørki geva okkum undir
nakra liberalismu ella sosial-
ismu, men bert ta føroysku
ismu«. (Henda variantin av
seturspråti kunnu vit hósk-
andi kalla erlendskt. Er-
lendskt er at kalla reint
islendskt við einum sindri av
feroyskum fernissi uttaná.
Vit mugu hava eyguni við tí,
m.a. tí so nógvir, eitt nú
blaðstjórin á 14. September,
eru heilt herviligir at brúka
hesa stuttligu íslendsku dia-
lektina).
Avoyðing
Tað fyrsta av hesum dømun-
um er tikið úr eini grein, ið
stendur í álmanakkanum hjá
Keypmannahavnar Observa-
torinum (1976), og sum J. H.
Poulsen hevur umsett. Tað
næsta er úr reglugerðini fyri
»bårimini« úti á Fróðskapar-
setrinum. Hitt triðja er úr 14.
September. Sum vit síggja á
hesum dømunum, er føroyskt
skriftmál í dag so kokt, so
gjøgnumsurgad av útlendsk-
um málburði, at talan er, sum
við lomviganum, um eina
miðvísa og eirindaleysa av-
oyðing av okkara máli. Teir,
sum ganga undan í hesi
avoyðing, eru serfrødingar-
nir, teir, ið áttu at dugað
málið. Sjálvir hava teir mist
takið á foroyskum, og úrslitið
av teirra lúking er, at teir
oyðileggja máloyrað á teim-
um, sum ganga í skúla og á
teimum, sum fáast við at
skriva og lesa foroyskt, so at
tey sum frálíður verða líka so
ráðaleys, tá ið tað snýr seg
um føroyskt orðalag, sum
hundarnir hjá Pavlov.
Feroyskt
Eydnast tað okkum at finna
óspilt føroyskt í onkrum av-
króki, har tann gramma,
lúkandi krotusmiðahondin
ikki hevur verið og gjørt um
seg, ljóðar tað harafturímóti
soleiðis:
»Honum dámdi tað óguu-
liga illa, men lænti henni
kortini lykilin, og so klagaði
hann fyri kvívíkspresti, hann
vildi seta skikk uppá hetta,
sum maðurin segði, gudsbe-
spottandi lívið. So ein leygar-
dag, prestur var komin til
Kollafirðar, helt til við Sjógu
á Sjóvargarði, fóru messuboð
í hvert hús. Út ímóti einum
tíma áðrenn messan begynti,
fór prestur og smoygdi sær
innar í kirkjuna og setti seg í
kórið. So kom Elin, hon visti
av ongum, hverki at hon var
klagað, ella at prestur sat og
lúrdi. Elin fór í miðgerða-
stólin konufólkamegin, og
har legði hon seg á knæ og
bað til Gud, um at hon skuldi
vera verdug at taka ímóti
heilaga altarsakramentinum.
Síðan sang hon altarsálmar,
og tá so var komið at enda,
setti Elin seg á bonkin við
samanlegdum hondum. Og
so fór messufólkið at koma.
Henda sama dag, tá teir
komu úr kirkjuni, segði
prestur við beiggja hennara,
at hann vildi ynskt, at all tey
sum fóru til altars skuldu
verið so væl bereidd sum Elin
var =. henni skuldi ikki
noktast lykilin«. (Fråsøgnin
er løtt og livandi og skemmist
ikki av, at orð sum »begynti«
og »bereidd« eru uppi. Til
seinast kemur ein rættiligur
fongur =. tann forfjónaða og
hataða miðalsognin „henni
skuldi ikki noktast lykilina.
Samanber umsetingina hjá
Schrøter av Matt. 7.7,: >Bið-
ið, so skal gevast tykkum,
leitið, so skulu tit finna,
bankið, so skal latast tykkum
upp«. Ein miðalsegn sum
henda loypur hvøkk á mál-
lúkaran, sum, um hann
slapp, heuði verið skjótur at
fingið hana avlagada til tað
stiruna og óferoyska »lykilin
skuldi ikki verða noktaður
henni«).
III
VENDA VIT AFTUR til
Rikard Long, so er tað ikki
bara, sum Christian Matras
sigur í Varðanum 1969, sum
yrkjari, men fyrst og fremst
sum málfreðingur, hann fer
at liva og hansara virki í
langa tið fer at gera gagn og
bera frukt i føroyskum ment-
unarlivi. Rikard Long er
hann, sum tå ið tann før-
oyska málreinsingin, sum tók
seg upp í 20'unum, fór við
íslendska sjóvarfallinum og
mundi beint fyri sjálvum
hjartanum í okkara máli,
talaði at, so tað munti. Hann
er ikki, sum allir hinir mál-
froðingarnir, teoretikari, t.e.
ein, sum fyrst smíðar regl-
urnar og so bendir veruleik-
an, í hesum føri málið, úr lið
og noyðir hann at laga seg
eftir reglunum. Hann er em-
pirikari, t.e. ein, sum hygg-
ur,leitar og lurtar eftir tí,
sum er, veruleikanum, og so
ger sær reglur, sum av tí at
veruleikin í hesum feri er eitt
musiskt og elastiskt fyri-
brigdi, mugu vera smidligar.
Sum hann líðandi, við at
lurta seg fram, hevur førkad
seg nærri hjartatáttinum í
føroyskum, hevur Rikard
Long ferð eftir ferð noyðst at
broytt stæðu. Hetta er ikki
mannminkandi. Hetta er
honum til heiðurs. Onkran
feil hevur hann óivað gjørt,
treyðugt so, men við sínum
hugi til altíð at taka sínar
egnu metingar upp til nýggja
umhugsan hevur hann veitt
okkara stirvnu målfrødingum
eina neyðuga fnótsteðu, og, í
sínum málsligu viðmerking-
um, lagt teir fyrstu lunnarnar
undir ein føroyskan syntaks.
Mangan hevur hann í sínum
viðmerkingum og atfinning-
um verið bæði speiskur og
stuttligur, t.d. tá hann í
einum ramligum og spillliv-
andi bílæti líknar okkara
»målmenlar« við lámar
krotusmiðir, sum, líkasum
Frankerstein á sinni, fáast
við at kveikja lív úr deyðum
tilfari og kenna seg sum
skaparan sjálvan. Teirra
málsliga vanskapningar vera
hareftir:
Av hæli høgt,
og sneitt av tá,
so hálvt bent av um miðju —
og fregin trinur mennils alvi
út av láma smiðju
Skjarrligir málmenlar
Meðan tjak og atfinningar
aðrastaðni roknast sum ein
natúrligur, ja lívsneyðugur
partur av mentunarlívinum í
einum landi, um nakað skal
spyrjast burturúr, eru okkara
málfreðingar enn ikki so mik-
ið at sær komnir, at teir tola
nakran kritikk. Rikard Long
er tí sum málfreðingur blivin
burturtagdur og útihýstur,
og ein so frálík satirisk
yrking sum henda (hon stóð í
Fjelni í juli 1969) er valla
stovubær í new-speakharka-
liðnum. Lat meg, sum eitt
dømi um stilin og dåmin i
Rikard Longsa meira seriøsu
målsligu skriving taka eitt
petti uppaftur úr hansara
ummæli av >Mannakroppin-
um<, har hann fer í holt við
nakað, sum altíð hevur havt
hansara serliga áhuga, nevni-
liga nyansurnar í málinum,
hvussu umráðandi tað er at
ansa eftir og hjúkla um
munin millum orð, sum líkj-
ast, ein mun, ið ofta kann
vera ringur at fáa eyga á,
men sum fyri alt í verðini má
varåveitast:
»Sum eg nevndi i seinasta
blaði, er hiti eitt ov sterkt orð
at nýta her, og ylur er á
feroyskum varmi, sum er or-
sakaður av evnisumseting,
helst vold av bakterium og
undir sovorðnum umstødum,
at luft sleppur illa til ella ið
hvussu er ikki frá tí, sum ylur
kemur í. Líka til málreinsing-
arsjúkan vant uppá seg fyri
einum góðum mansaldri síð-
ani, málbóru feroyingar seg
varma og hita viðvíkjandi at
kalla á sama hátt sum menn í
fornøld. Matur, sum var
kólnaður, var settur til
varma; tann, sum var kaldur,
royndi at verma seg, so fekk
hann varma í seg. Sagt varð:
»Åh tann vælsignaði varmi
ngin kundi hugsað sær at
sagt: »tann vælsignaði hiti«,
Sum lýsingarorð var nytt
heitt og ikki varmt; soleiðis
varð ikki sagt: >Nú er nóg
varmt inni, < men «nog heitt“
ella nóg flått«. Helst halda
»målreinsararnir« lítið um
Jóan Petur uppi í Trød, tá ið
hann tekur til:
»So líður mót vári við vætu
og sól/kærkomin er tann
varmin«, ella í somu yrking:
„men liv birtir kærleiksvarm-
in«, ella í næstseinasta ør-
indi: »So samlast alt fólkið
aftur um heyst/tá nerist upp
hjartavarmin«. Men kortini
eru tad hesar heldur, sum
oyst skuldi verið úr, føroysk-
um máli til stimbran og bata.
Ella at leita ikki til nyis-
lendskt, men við skili aftur í
fornmálið, sum stendur før-
oyskum máli nógu nærri, og
t.d. lesa: >Kuldi nálgaðist
herund hans, svá at af klæða
yl mátti hann eigi heitr verða
eða varmr,< t,e.: „Hold hans-
ara leið so mikið undir kulda,
at av klædnayli kundi hann
hverki halda varman ella
gerast heitur«. Um ylur her
hevur ikki til fulnar somu
merking sum nú í føroyskum,
so merkir orðið heldur ikki á