Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1977síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 flogvit hava vorpið eitt gull- egg og fingið tað sjáldsama hugskot, at orðið »tann« ikki er nóg føroyskt og skal útruddast. Og síðani hava nakrir, tíverri alt ov nógvir, av okkara skrivandi monn- um, serliga yrkjarunum, skjótir sum teir ofta eru at eftirapa málsligum óvanum, av ollum alvi roynt at beina fyri hesum umráðandi klipin- um. Ferð eftir ferð lesa vit í prosa og yrkingum „gamla konan fór raggandi upp grønu trappuna«, »hårleysi meksikumaðurin<, »i skitna åsanum« o.s.fr. Hetta er málspilla, og tað við lít, málspilla, ið so lættliga sníkir seg inn í málið, ti so fá ansa eftir henni. Skaldsegan hjá William Heinesen átti at itið >Teir glataðu spælimennin- ir«, ikki >Glataðu spæli- menninir<. Hví málsmiðirnir partú skulu gera av við »tann«, veit eg ikki. Men kanska er tað okkara gamli vinur, danahatrið, danofobi- in, sum aftur spekir her. Orðið »tann« líkist av góðum grundum ti danska »den«. »Hin « Í summum førum slepst illa undan orðinum »tann«, í hvussu man so spennir seg út. Neyð lærir nakna konu at spinna, og her hava okkara hugagóðu málsligu kleking- arhenur vorpið eitt tað mest eitrandi neyðareggið í fer- oyskari målsøgu: í staðin fyri »tann« skulu vit, allastaðni har tað ber til, brúka orðið »hin«. Lat okkum hyggja gjøllari at hesum. Orðið »hin« hevur eitt serligt arbeiði, eina serliga funktion, í okkara máli. Vit brúka tað til at peika á ein mótsetning. Vit siga >henda torvan — hin torvan«, »hesin vegurin — hin vegurin<. Vidhvørt brúka vit orðið i staðin fyri »tann«, og í nøkrum festum vending- um verður tað eisini brúkt („hin gamli«), men hevuðs- reglan er, sum áðurnevnt, at orðið verður brúkt sum mót- setningur til »hesin«. Men hoyr, hvat krotusmiðirnir ætla at fáa okkum at siga: hin djarvi og frælslynti Nóls- oyarpáll stígur treystliga...i fleiri øldir er hann hin fyrsti foroyingur.... sum hin mótaði maður...han er hin fyrsta fyriboðan...hann er meistari í hinum miskunnarleysa spotti...... Eg havi tikið hesi demini úr bókini >Danmark og Føroyar«, sum J. H. W. Poulsen hevur umsett úr donskum. Henda bókin er eitt tað besta demið um, hvussu ætlanin er at læra okkum eitt nýtt mál og oyðileggja føroyskt bygda- mál. At kalla allastaðni, har tað ber til, er orðið „tanna trokað burtur. Hetta, við einum bresti at útrudda »tann« og samstundis beina Handrit av yrkingini »Å leiðinia. sosialurin Rikard Long skrivar »lugar«, ikki »logar«. Av ti at vit i stavsetingini bruka »o«, eru nógu farin at siga »loa«, »noa«, »boa«. Tað gamla var »lua«, »nua«, »bua« fyri ti serligu merking, sum »hin« hevur i føroyskum, man vera tað frekasta álopið á okkara mál í nýggjari tíð. Far út á bygd og vita, um tú hoyrir fólk siga >í hinum mikla brimi knústist båturin« ella > í hini miklu manna- múgvu sá eg Janus standa«. Miðalsegn Vit hava í føroyskum eitt stuttligt og í mangar mátar hent málsnið, nevniliga end- ingina -st, sum vit annað- hvert skoyta upp í sagnorð, so at tey fáa nýggjan týdning ella brúka til at gera nýggj sagnorð við. Henda endingin er ein leivd av orðinum »seg« — skipa seg=skipast, kyssa seg=kyssast. Hetta sniðið rópast á latíni medium, á foroyskum miðalsogn. Midal- søgnin er eitt ótrúliga hent amboð í føroyskum. Hon kann brúkast til at fortelja um nakað, sum hendir mill- um tveir ella fleiri persónar — vit heilsast. Hetta er tann sínámillum, ella, á latíni, re- fleksiva, nýtslan av miðal- segnini. Midalsøgnin kann eisini brúkast til at fortelja um nakað, sum er møguligt ella ómeguligt — »hann flætt- ast ikki við<, »hasin steinurin klývist ikki« te. tað ber ikki til at klúgva hann. Fyri tað triðja er tað vanligt á mergj- aðum bygdamáli at brúka miðalsegnina í staðin fyri tað, sum grammatikarar kalla 2. lýsingarhátt — „nú skuldi bøurin slåast« í staðin fyri „nú skuldi bøurin verða sligin«. Midalsøgnin er ein gripur i føroyskum, sjåldsom og verd at hjukla um, ti at hon í okkara máli hevur nakrar funktiónir, sum hon ikki hevur í ødrum málum. Men hon hevur ein feil — hon finst eisini í donskum! Av hesi orsek hava okkara mál- pávar eisini lagt hond á hana og alt teir orka roynt at beina fyri henni. Í staðin fyri at siga, á ramligum bygdamáli, „nú skal torvið skerast«, skulu vit nú, eftir latínskari og týskari eftiraping, siga „nú skal torvið verða skotiða. Longu í »Urvalsriti« hjá M. A. Winther síggja vit, um vit samanbera ta fyrstu lúkaðu útgávuna við tekstin, sum hann upprunaliga var, hvussu tað fleiri ferðir hevur lukkast teimum málsligu 6- konu málreinsarunum at pilka miðalsagnirnar burtur úr tí frálíka sandsmálinum hjá M. A. Winther. »Hjå« Tá ið vit skulu fortelja, at onkur eigur okkurt, brúka vit á latíni, donskum, týskum og í íslendskum tað málsniðið, sum vit kalla hversfall — :sOles båd«. Her hava vit á foroyskum tveir møguleikar. Vit kunnu siga Olasa bátur ella báturin hjá Óla. Men báðar hesar møguleikar vrak- aðu málsmiðirnir. Tað skuldi eita „bátur Ola«. Um tað eydnast málpávunum at noyða hetta fremmanda, stirvna hversfallið inn í for- oyskt, gera teir tvær mis- gerðir: 1) teir beina fyri tí gomlu føroysku hversfals- endingini -sa, sum hevur fastan sess í okkara máli, og 2) teir broyta raðfylgjuna í hesi orðasamansetingini, so hon verður týsk ella íslendsk. Men hetta er ikki alt. Ti vit hava ein annan meguleika í føroyskum. Vit kunnu, sum áðurnevnt, siga >báturin hjá Ola«. Orðið >„hjá<, brúkt uppá henda mátan, kalla vit eina fyriseting. Fyrisetingin »hjå« er eitt tað vakrasta og hentasta orðið í okkara máli, og er við til at gera foroyskt til eitt eyðkent mál. Tí hóast okkara mál líkist íslendskum, týskum og latíni í tí, at tað hevur fell, „bátur, bát, báti, båts,« er tað ólíkt hesum málunum í tí, at tað síðsta fallið, hvorsfallið (»båts«), at kalla er burturdottið og næstan bara verður brúkt í samansetingum (>bátsskip- an<) og í skaldamáli, og í tí, at vit í staðin fyri brúka fyrisetingar. Føroyskt er við ødrum orðum, sum franskt og enskt, eitt fyrisetingarmál. Hetta, at okkara mál er eitt fyrisetingarmál, er tað, sum ger foroyskt til føroyskt, gevur tí ein serligan dám og ger tað til eitt sjåldsamt, kanska einastandandi, fyri- bridgi í tí indoeuropeisku málættini. Heildarorð Lat meg bert nevna eitt domi aftrat. Eitt, sum eyðkennir okkara mál og ger tað ramligt og vakurt, er, at vit brúka nógv heildarorð, te. orð, sum hava eintalsform, men fleir- talstýdning. Vit siga t.d. „har er nógvur fuglur«. Men eisini hetta eyðkennið, brúkið av heildarorðum, er farið at ridla í foroyskum. Eg kundi t.d. hugsað mær, at Christi- an Matras, sum er ein sjáld- sama skaldaborin, men nóg so fornur umsetari, hevði kallað >Blæsende Brye »Degningsvindur«. »Vindar« siga vit bara i ævintyrunum, har talan er um tær fyra ætt- irnar. Annars, ikki minst sum her i fluttari merking, siga vit »vindur«. Lænt orð Vit hava, við ødrum orðum, so undarligt tað kann ljóða í oyrunum á útlendskt avlag- aðum málsmiðum, eitt eyð- kent mál í Feroyum. Hetta málið er ikki danskt. Tað er heldur ikki íslendskt. Hetta málið er føroyskt. Vit hoyra hetta málið, tá vit lurta eftir, hvussu fólk snakka. Vit hoyra tað í Sumba. Ella á Sandi. Ella við Gjógv. Vit kenna ikki hetta málið aftur í teimum bókunum, sum verða skrivaðar ella umsettar úti á Setrinum. Okkara mál líkist donskum í tí, at tað av góðum, seguligum grundum hevur lænt eina rúgvu av Nr. 39 — 28. mai 1977 orðum haðani. Stundin man vera komin til at halda uppat at halda, at hetta er ein missur. Tað ber tverturimóti væl til at hugsa sær hetta sum ein fyrimun. Tey donsku lániorðini gera málið ríkari, smidligari, meira nyanserað. Hetta málið líkist íslendskum í bending, men ikki í syn- taksi, og tað hevur einki vakstrarsamband við ís- lendskt. Málið: ein harpa Samantikið kunnu vit siga, at eitt mál ikki er eitt mekan- iskt, men eitt musiskt fyri- brigdi. Tað líkist ikki eini maskinu. Tað líkist eini hørpu. Sum øll hini symbol- systemini, sum mannaheilin hevur skapt, so vit kunna fata og koma å tal vid hvønn annan um tað, sum er uttan um okkum, og tað, sum er inni í okkum, um alheimin og mannahjartað, sum eitt nú tónleikur og málningalist, er hetta amboðið bæði flokt, nyanserað og smidligt. Tær lógir, sum stýra málinum, eru ofta so floktar, og tær nyansur, sum eru fjaldar í tí, so fínar, at tær ikki kunnu fangast við orðum. Manna- heilin er jú, sum vit vita, heimsins finasti komputari og nakad væl aftrat, og ti fylgja børnini, longu tå tey eru 3 åra gomul, teimum floktu reglum, sum málið er skipað eftir, uttan at vita av ti. Tey hava ikki brúk fyri eini mállæru. Tað hevdu foroyingar heldur ikki fyrr. Mállæran bleiv neyðug, tá vit fingu skriftmál og skúla. Setur-speak Teir målfrødingar, sum eru settir til at rekja okkara máli, mugu ti arbeiða við sama varsemi, somu virðing og sama musiska hegni sum horpusláarin. At noyða ein stirvna, mekaniska og grova mállæra niður yvir málið er nakað sum at fiska við ov grovum meskum, ella sum at seta ein mann, sum er lærdur til at passa panelbrettið á eini brøyt, til at undirvisa í klaverspæli! Men tað er nett- up tað, vit hava gjert í Føroyum. Og tað er verri enn so. Ti eitt er, at mállæran er ov grov og ov greflig. Eitt annað er, at ein stórur partur av teimum reglum, sum okk- ara málmenn júka niður í okkum, eru beinleiðis skeiv- ar. Við at leggja stersta dentin á orðini og gloyma syntaksin (tað tykist, sum nógvir av teimum ikki vita, hvat syntaksur er), við at pilka við orðini hin og tann, við at beina fyri miðalsegn- ini, við at sprongja tolsegn- ina, stutt sagt, við at fongl- ast við klípini, sum halda okkara máli uppi, sum geva tí ein serligan dám og ein serligan melodi, skapa okk- *