leygardagur 28. mai 1977síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 28. mai 1977
sosialurin
Síða 9
ligur ákoyrari hjá skrivandi
føroyingum. Men føroyingar
kenna hann helst fyrst og
fremst sum yrkjara. Og í
nógvum av hansara yrking-
um finna vit eina fynd, sum
vísir, at hann mentunarliga
hevði verið eitt sindur long-
ur uttan fyri eingjargarðarn-
ar enn teir flestu, eina saman-
sjóðan av ljóði og hugsan,
sum tá var sjáldsom:
… Og einans vita meg sum
ein dropa
í livsins havi
á ferð og skolan, í dag í ljósi,
í gjár í kavi.
og eina leitan eftir meiri for-
kunnugum rímum og smid-
ligari yrkingarlag, enn van-
ligt var at brúka tá á dogum
(1918):
Meg minnist á ein gamlan
melodi,
ein vón av vár, ein flóð av
erum minnum,
ein verð av frægd, og fet av
ungum kvinnum
sum mettu mær í lívsins
potpourri.
II
RIKARD LONG er eisini
målfrødingur. Og lat okkum
nu, medan vid bida eftir,
hvussu leikur fer uppi å By-
arbókasavninum, hyggja eitt
sindur at, hvussu tað rekur í
ti føroyska málinum í løtuni,
ella, kundu vit kanska heldur
sagt, hvar tað føroyska málið
rekst í letuni. Undirritaði
hevur sjálvur ábyrgdina av
hesum málsliga ítrivi, men
lat meg alt fyri eitt viðganga,
at meginparturin av tí, ið her
verður sagt, havi eg annað-
hvert hoyrt Rikard Long siga
ella lisið í hansara greinum,
og alt er í tráð við hansara
málsligu stevnu.
Lat okkum leggja mitt í
vaðið.
Pávaveldi
Skuldi eingin havt ansað eftir
tí fyrr, so lat tað verða sagt
nú: vit hava, i føroyskum,
eitt lítið fåmannaveldi av
sjálvsettum málsmiðum.
Hesir smiðirnir begyntu at
gera um seg í 20'unum, og
sum tíðin er liðin, eru teir
blivnir frekari og frekari, og
tað, sum nú verður júkað
niður í føroyingar úr mål-
smiðjuni, er lóg, nakað sum
tá ið pávin fyrr í tíðini talaði
ex cathedra, úr erva. Virkið
hjá okkara málsligu pávum er
eitt áhugavert kapitul í før-
oyskari málsegu.
At so fáir føroyingar hava
givið sær far um teir máls-
ligu pávarnar og teirra virki,
er ikki so undarligt. Teir
brúka eitt mál, sum fólk flest
ikki forstanda. Hetta málið
eitur tann mekaniska
grammatikkin. Við sínum
meðalvarpingum, ynskishátt-
um og tolsagnum er hon eitt
passiliga flokt og ófatiligt
klerkalatin, sum ger tað lætt
hjá pávunum at smoyggja
teirra sjálvsmíðaðu ella læntu
spennitroyggju niður yvir tað
livandi føroyska málið.
Ætlanin er í hesi grein at siga
eitt sindur um hesa spenni-
troyggju, at greiða frá, hvat
skaða hon hevur gjert og ger.
Her leikar nógv á. Og tí ætli
eg, so frægt eg dugi, at
sleppa undan at brúka tann
grammatiska pávajargongin,
og, har eg ikki sleppi undan
tí, at greiða frá, hvat hver
grammatisk vending betýðir.
Málrekt
Vit hava, i føroyskum sum i
øllum eðrum málum, nakað,
vit kalla målrøkt. Målrøkt er
at føra málið hampiliga ó-
skala víðari i ti sniði, sum
okkara foreldur lærdu okkum
tað. Målrøkt er at varðveita
bending, vendingar og orða-
nyansur. Lat meg nevna eini
tvey dømi. Ein penan dag,
gud vit hví, samtyktu havn-
armenn, at teir skuldu halda
uppat at benda sernevn,
nevn á fólki. Fyrr høvdu teir
farið niðan til Odd ella Eivind
ella Álv. Nú, samtyktu teir,
skuldu teir fara niðan til Odd-
ur, Eivindur, Álvur. Tíverri
eru bygdamenn, í misskiltum
snobbarii, farnir at eftirapa
havnarmonnum í hesi máls-
ligu ryggbróting. Hetta er
ring målrøkt. Eitt annað
dømi. Seinast í tryssunum
samtyktu nakrir foroyingar, í
láturligari eftiraping av
keypmannahavnarslangi, at
avtaka orðini stak, avbera,
hendinga, framúr, sera 0.s.fr.
og í staðin fyri seint og tidliga
at brúka orðini skide- og
pisse-. Við spottan og út-
flenning eydnaðist tað at
steðga hesum málsliga land-
náminum millum føroyingar í
Keypmannahavn. Hetta er
góð málrekt.
Málreinsing
Målrøkt eigur at vera ein
natúrligur partur av gerand-
islivinum og uppalingini i
einum landi. Men tann máls-
ligi pávin er ikki málrektari.
Tann målsligi påvin er mål-
broytari. Tad, sum eyðkennir
hann er, hóast hann ikki torir
at viðganga tað, at hann van-
virðir sítt mál og málið hjá
landsmonnum sínum. Tað er
ikki nóg gott. Hann má beta
um tað. Í staðin fyri at ogna
sær tær óskrivaðu lógir, sum
eru sjálvt hjartað í ti livandi
málinum, og sum fólk brúka
uttan at vita av ti, troðkar
tann målsligi påvin sína
hugsan um málið, eina hugs-
an, hann annaðhvert hevur
smíðað sær ella fingið úr
einum fremmandum máli, inn
á tað livandi málið, so tað fer
úr lið.
Eitt er, at málbroytarin
legst á okkurt orð, tí hann av
onkrari orsok heldur, at tað
Í sínum hava hevur Rikard Long víst sama hegni og sama
eymleika sum í málsins urtagarði
ikki er nóg rótferoyskt. Tað
besta domið er orðið vind-
eyga, sum einaferð skuldi
útruddast úr føroyskum, ti
tað skuldi eitast at vera
danskt. Vit skuldu brúka
orðið glugga í staðin fyri.
Hevdi hetta eydnast, høvdu
vit fyri tað mist eitt sjáld-
samt, skaldaborið orð (ið
samstundis er ein vekur og
ramlig mynd: eygað, sum
vindurin fer igjøgnum), og í
ødrum lagi hevði orðið gluggi
mist sína serligu merking:
eitt lítið hol í einum muri,
ofta við ongum glasi í. Málið
hevði blivið fátækari og
minni nyanserað.
Tónin
Men hetta, at málbroytarin á
skeivum grundarlag roynir
at lúka gomul, mergjað orð
burtur úr málinum, er ikki
tað, sum hevur mest at týða.
Her koma vit til nakað, sum
er ógvuliga umráðandi, og
hetta má tí sigast so týðiliga
sum gjerligt. Eitt mál er ikki
bara eitt amboð, sum vit
brúka til at koma á tal við
hvenn annan við, eitt mál er
eisini eitt instrument, eitt
musikktól. Og hvert mál
hevur sín tóna, sín melodi.
Tað, sum skapar henda tón-
an, er ikki orðini í málinum.
Um vit siga tala, snakka ella
tosa, hetta hevur ikki so nógv
at siga. Um vit siga »dust«,
ella vit siga »støv«, er líka
mikið, hóast tað tykist und-
arligt at avtaka tað gamla
foroyska orðið »støv« og
begynna at brúka tað enska
orðið »dust« í staðin fyri.
Nei, tað sum skapar tónan í
einum máli, er orðasaman-
setingin, reglurnar fyri,
hvussu setningarnir verða
bygdir upp. Tak ein setning
sum »i hinum mikla Fugla-
kvæði sínum speirekur Nóls-
oyarpáll...=. Ljóðar hetta før-
oyskt? Um vit nú í staðin fyri
siga > í Fuglakvæðinum,
hesum frálíka táttinum,
spottar Nólsoyarpáll..... Er
hetta ikki eitt sindur frægari?
Vit hava førkad orðini eitt
sindur, tað er alt. Men hetta
ger mun, og tað við lít!
Reglurnar fyri, hvussu setn-
ingarnir skulu smíðast, ella
sum tað eitur á latíni, syn-
taksurin, eru sjálv menan í
málinum. Fá geva sær far um
hetta. Og kortini er her talan
um elligamlar, klettafastar
reglur, sum allir feroyingar
— uttan, sjálvandi, klerkar-
nir — ganga eftir, uttan at
vita av ti.
Klipini
Tá ið vit royna at kanna,
hvat tað er, sum skapar
tónan í einum máli, síggja vit
skjótt, at ikki bara raðfylgjan
og orðasamansetingin eru
umráðandi, men eisini end-
ingarnar og nekur smá orð,
sum vit brúka til ífyllu mill-
um orðabólkar og setningar
og millum navnorð og sagn-
orð. Ja, hesi smáu orðini eru
sjálv klípini í málinum. Tað
er ikki líka mikið, um vit siga
„gamla konan fór ragg-
andi<, ella vit siga »tann
gamla konan fór raggandi«.
Tað fyrra er eitt gott dømi
um tåpuligt føroyskt mál-
putl, hitt seinna er gamalt,
livandi foroyskt mál. Fara vit
at fonglast við hesi klípini
ella royna vit at taka tey
burtur, raplar málið. Av tí at
okkara málsligu krotusmiðir,
av onkrari ófatiligari orsek,
hava so góðan hug at pilka
við hesi klípini, ætli eg her at
nevna nøkur av teimum og
viðgera tey heldur gjella. Tey
eru: Tann. Hin. Hjá. Eg. Og
haraftrat endingarnar -sa og
-st. Ikki síggja tey nógv út
fyri verðini, men ótrúliga
hent og týðandi eru tey.
»Eg«
Ordid »eg« er ringt at sleppa
undan, so leingi sum vit
rokna vid, at menniskju eru
einstaklingar og ikki håp-
framleiddar vørur. Men um
vit gera okkum ómak, ber tað
til at sleppa undan hesum
orðinum. Í staðin fyri at siga
veg smidi«, kunnu vit siga
„smíðað verður av mær«.
Hesin mátin at málbera seg
uppá, so at eins egni persónur
líkasum hvervur út í útjaðar-
an, kallast á grammatiskum
kansellimåli »passiv«, á før-
oyskum »tolsøgn«. Tolsøgn
verður brúkt nakað í før-
oyskum, og hon er hent, tá ið
talan t.d. er um eitt arbeiði,
sum fleiri t.d. alt fólkið í eini
bygd, eru um — „nú var farið
undir veltingina<. Men tol-
segn ræður ikki einsamall í
foroyskum, og verður hon
brúkt ov nógv, trokað inn í
tiltøk og setningar, har tað er
vanligari at siga »eg«, fær
málið ein fremmandan, ó-
foroyskan dám. Og nettup
hetta, at skammriða tolsogn-
ini, er eitt av teimum genialu
tiltøkum, sum summir av
okkara málpávum hava tikið
sær fyri. Lurtar tú eftir
»ordabåkini« (sum annars
sjálvandi er eitt neyðugt og
frálíkt tiltak), ella lesur tú
fororðið til ta nýggju før-
oysku uppískoytisorðabók-
ina, fært tú varhugan av, at
orðið „eg< er ein illbøn.
Ræðslan fyri hesum orðinum
forir við sær málsliga neyð-
tøku og kann, ford út í æsir,
fostra grotesk, syntaktisk
fjørutrøll. Hver bygdamaður
hevði troystað sær at sagt
„hetta eykabind hevur verið
latið líkjast hevuðsorðabók:
ini so nógv, at...«? Tað er
meira mødi enn fødi her at
greiða frá, hvat ið feilar
hesum setninginum. Vit
hoyra, at føroyskur er hann
ikki. Umsettur úr seturný-
práti til føroyskt, kemur
hann at ljóða nakað soleiðis:
„Vit hava roynt at fingið
hetta eykabindið at líkjast
hevuðsorðabókini so nógv,
at....«.
»Tann«
Eitt annað orð, sum í livandi
føroyskum verður brúkt í
eðrum hverjum setningi, og
sum hevur ótrúliga nógv at
siga fyri tann føroyska mål-
tónan, er tað lítla orðið
»tann«. Hvi veit eg ikki, men
onkuntid má okkurt målsligt