leygardagur 28. mai 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Av hæli høgt
og sneitt av ta
Ein heilsan til Rikard Long, yrkjaran og mál-
frødingin, og ein viðmerking til tað íslendska
rákið í foroyskum málsligum arbeiði
I
>...men tá ið hann nú leit seg
um, kendi hann seg ikki
aftur. Tað vóru ikki hesi
andlitini, ið hevdu verið mest
at síggja her tá, ógvuliga
ymis andlit til skapilsi fyri alt
tað....men øll við einum fel-
ags merki, nekrum sterkum,
átufrekum, einari tverran av
søgu, av forfedrum, eins og
hevði lagnan sett teimum
fótin á bakið og sipað teir
burtur av steðu teirra fram á
ein stað, har teir ikki hoyrdu
heima, har teir hóskaðu eins
og blátt eyga til kjóla og
hvítt...og teir sótu saman við
gentum sum teir sjálvir, við
hári frá Paris, eygnabrúm frá
Breining og verrum eins
reyðum og kinnum teirra, ein
potpourri, ein cocktail av
parfumu og sminku, gim-
steinum og skróðandi silki frá
hinum dýrasta maison...hví
kom hann at hugsa um
húnarnar í Rom, hesar bar-
barar á heystbaki, ið sigraðu
yvir ellum vegna matarlysti
sínum og styrki, óvitsku síni
og tverrandi illusiónum,
hvussu teir settu seg í róma-
ranna setur, ótu mat teirra,
kindu konum teirra, keyptu
sær búna teirra og lærdu seg
vanar teirra og håbrøgd, men
kundu ikki keypa sær andlit
teirra, hugsunarhátt teirra,
ættarbregði og túsundaára-
gomlu traditión....<
TAÐ ER OGJØRLIGT at
hugsa sær, hvat ið kundi
hent. Valt er valt, og tær
getur, vit kanska mungandi
hugdu eftir á lívsins vega-
mótum, men ikki gingu, eru
ævinliga huldar. Og kortini
vísir hetta lítla brotið, sum er
tikið burtur úr eini stuttsøgu
eftir Rikard Long (Varðin
1927), ti einastu, hann hevur
skrivað, at hesin maður, um
hann legði í, hevði kunnað
gjørt okkara bókmentir rúm-
ligari, ja kanska broytt kós-
ina i føroyskum stuttsegu- og
skaldsøgukynstri. Søgan eit-
ur >Kafeið<. Hon er eitt bilæt
av einum kafe í Keypmanna-
havn í 20'unum. Men hon er
samstundis ein tidarmynd,
ein mynd av 20'unum, við
jazzi, bráðríkum andloysi,
følskum glæstri, ein impr-
essionistisk, skjótt streym-
andi skitsa av hesum ridlandi
og ovfarakáta tíðarskeiðinum
millum 1. heimsbardaga og
nazismuna, sum vísir, at
Rikard Long, um hann ikki
valdi ødrvisi, hevði kunnað
givið okkara skaldskapi eitt
fleyr uttanífrá, frásegu-
kynstrið hjá tí andiliga
heimsborgaranum.
Kveikjarin
Men Rikard Long legði ikki í
at skriva bekur. Hann valdi
at vera tann, sum hjálpti til,
sum eggjaði, legði til rættis,
sum hjúklaði um teir fáu
spírarnar, sum tá vóru í
foroyskum mentunarlivi. Og
tad kann tykjast undarligt at
siga tad, men tå vit nu lesa
tad, sum finst eftir Rikard
Long, tykist, sum hann i
mongum førum hevði betri
gåvur enn teir, sum hann
brukti sinar kreftir og sin
arbeiðshug at hjálpa.
Tidin líður. Fólk verða
gloymd. Og vit, sum sita
millum áskoðararnar, síggja
ikki nógv til teirra, sum
stríðast aftan fyri leiktjøld-
ini. Og tá ið tað so, friggja-
dagin tann 17. september
1976, spurdist, at nevndin
fyri M. A. Jacobsens-virðis-
lønini hevði" avgjert at lata
okkara elsta og hugabesta
andiliga pallstjóra fáa hesa
heiðurslen, vóru tað helst
nekur, ið høvdu gloymt, at
millum okkara livdi, og livir,
ein maður, ið eitur Rikard
Long, tíansheldur vistu nak-
að um, hvat hesin maður
hevði avrikað. Onnur, tey,
sum vistu betur, hvukku eitt
sindur, tá ið tey frættu, hvat
úrslit nevndin var komin til,
nakað sum tú hvekkur, tá tú
leingi hevur sitið uppi yvir
einum fólki í barndømi, og so
knappliga, mitt í mjerkan-
um, hoyrir ein skilagóðan
setning. Endiliga eitt skila-
gott tiltak frá nevndini, og
kortini — í seinna lagi kom
henda takkarlønin fyri eitt
heilt liv av lønarleysum ódn-
artøkum á so mongum økjum
i okkara samfelag.
Speisemið
Sum man raggaði sær niðan
eftir Aarvegnum í skymingini
sá ein fyri sær í huganum
henda mannin — í so mong-
um lutum ólíkur landsmonn-
um sínum. Humoristur, av tí
speiskara slagnum, í einum
landi har humor mest bara er
kent sum tað at flenna at
fólki. Í síni hugsan snúiligur
og kimiligur, í einum landi,
har andilig naggatódn er tað
vanligasta, ikki minst millum
mál- og bókmentafreðingar.
Av lyndi og í síni bókmenta-
ligu tráan einasti føroyski
kvistur av tí træ, sum var
plantað av Voltaire og Swift,
sum í Noreg fostraði Sigurd
Hoel og Helge Krog, í Sveríki
Søderberg og í Danmark
Hans Scherfig. Ein maður, ið
hevði røkt sína huga heilt upp
í ellisárini, í einum landi, har
teir flestu heilarnir longu á
tjúgu ára aldri liggja á bloti í
bruknadum ølklubbum.
Og samstundis, > meðan
stóroygdar fjúrtanára gamlar
gentur stóðu og nistu eggj-
andi eftir teirra javnaldrum,
ið sum smáir stoltir despera-
dos struku oman og niðan á
prutlum sínum, rann ein onn-
ur mynd fram fyri ein, tað
var, sum fjaraði býurin burt-
ur, og ein annar býur livnaði
upp, Havnin, áðrenn áin var
legd undir heilt, áðrenn
neystini vóru rivin niður og
pylsuvognar bygdir í staðin
fyri, áðrenn tað var blivið
vágaverk hjá mammum at
sleppa sínum bernum út fyri
dyr, stutt sagt, áðrenn heim-
sins besta býráð hevði lagt
alt til rættis á besta hátt:
Mær fellur ganga fjálgt
í gomlum stræti
tá lat er stilt, og ongar
hurðar smella,
og hoyra hvelt á náttar
kvirrulæti
mítt fótafar mót brúgvar-
gróti gella
Skaldið
Ein fjølbroytt slóð liggur eftir
henda sjáldsama mannin.
Hann var hendinga urta-
garðsmaður. Hann var eitt
skifti politikari. Hann var
Føroya einasti rættiligi bóka-
ummælari í tríatiárunum.
Hann var blaðmaður og blað-
stjóri. Og hann var, sum áður
nevnt, í ein mansaldur andi-
Nr. 39 — 28. mai 1977
Rikard Long, sum er føddur 23. januar 1889, og sum
soleiðis nú er 88 ára gamal, hevur sett sær djúp spor á
mongum økjum í okkara samfelag. Hann var politikari.
Hann var urtagarðsmaður. Hann var í 30'unum tann
einasti rættiliga bókmentaummælarin, vit høvdu. Hann
var í ein mansaldur blaðstjóri á »Vardanum« og sam-
stundis andiligur kveikjari hjá mongum skrivandi føroy-
ingi. Hann var lærari á skiparaskúlanum, í realskúlan-
um og á læraraskúlanum, og hansara næmingar minnast
hann sum tann, ið fram um alt fekk teir at blíva góðar
við móðurmálið.
Føroyingar kenna Rikard Long best sum yrkjara.
Millum tær kendastu av hansara yrkingum eru gróðrar-
yrkingin »Vætan« og >Í Sundalagnum ein sólskinsdag<,
sum Toftakórið so hugtakandi syngur.
Men lítil ivi er um, at tað verður tað målfrødisliga
arbeiðið hjá Rikard Long, sum í framtíðini fer at gera
mest um seg. Rikard Long verður, kunnu vit kanska
siga, sjålvsagdur forseti i ti målsliga skuggakabinetti,
sum fer at taka um endan, tå mállúkararnirmmugu dvína.
Hansara høvudshugsan er, at tann målreinsing, sum tók
seg upp fyrst í hesi øld, og sum mong í fyrstuni vóru so
fegin um, ikki hevur gjørt og ikki ger, tað gagn, sum vit
halda. Málreinsararnir vistu — og vita — ov lítið. Teir
hava tí beint fyri mongum, sum er gamalt í málinum, og
samstundis noytt óforoyskan málburð inn í málið. Teir
hava lagt mest dent á orðini, men gloymt orðasamanset-
ingina. Nógvir av teimum vanvirdu — vanvirða —
innast inni sjálva beinagrindina í foroyskum bygdamáli.
Og við síni mekanisku, ómusikalsku máluppfatan fara
teir ikki nóg væl um nyansurnar í málinum.
Rikard Long var tann fyrsti, sum talaði at. Tær
viðmerkingar, sum hann hevur gjørt til målreinsingina,
finnast í fýra greinum:
I) Ummæli av »Mannakroppinum« eftir H. D. Joensen
(Skúlablaðið 1957).
2) Avisandi kenniorð i føroyskum (Skulabladid 1961).
3) Ummæli av donsk-føroysku orðabókini eftir Jóhannes
av Skarði (Dagblaðið okt, nov, dec, 1967).
4) Hugleiðingar yvir Føroysk orðafelli og ordtøk« eftir
:Jóan Christian í Hesti. (Varðin 1969).
Samstundis sum Rikard Long í hesum greinum hevur
vidgjørt målreinsingina og funnist at henni, er hann
farin í holt við ein annan spurning, sum higartil hevur
verið gloymdur, men sum
verður meira
og meira
umráðandi, sum tíðin gongur: Hvussu er okkara máli
uppbygt? Hvat er tað, sum skapar tónan í okkara máli?
Hvussu ber tað til, at oll íslendsk eftiraping setur sær so
greflig og sundursorlandi spor?
Greinirnar hjá Rikard Long eru ikki nøkur heild. Men
umframt at vera eitt hart
tiltrongt
mótmæli
móti
teimum, sum nóg leingi ótálmaðir hava beklað í okkara
málsliga urtagarði, eru tær tann fyrsta trilvandi royndin
at skriva ein føroyskan syntaks, t.e. eina bók um beina-
grindina, strukturin, í foroyskum. Tað átti at verið ein
sjålvsøgd uppgáva hjá onkrum av okkara målfrødingum
at gjørt hetta arbeiðið liðugt.