leygardagur 4. juni 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
Nr. 41 — 4. juni 1977
sosialurin
Norðoyastevnan
37. Norðoyastevnan byrjar seinrapartin í dag. 41
ár síðani fyrsta Norðoyastevnan varð hildin
Norðoyastevnan — ársins fyrsta summar- og ít-
róttastevna — verður hildin í dag og í morgin, og
er hetta Norðoyastevna nr. 37, sum verið hevur
tey 41 árini, síðani tann fyrsta Norðoyastevnan
varð hildin
Klaksvík í dag
Tann fyrsta Norðoyastevnan
varð hildin í 1936, og varð
stevnan tá hildin fýra ár á rað,
men av kriggsávum datt Norð-
oyastevnan niður fyri í 1940, og
tey komandi fýra árini varð
eingin stevna hildin. Norðoya-
stevnan varð uppafturtikin í
1945, og hevur síðani verið
hildin á hverjum ári.
Kannar ein eftir so sæst, at
Norðoyastevnan í dag, sammett
við tær fyrstu Norðoyastevn-
urnar so við og við hevur fingið
eitt nýtt og meiri nútímans snið
Tey fyrstu árini varð at kalla
allur dentur lagdur á kappróður
og fólbólt, og hóast hesir báðir
tættirnir framvegis hava stórsta
áhuga hjá teimum flestu, so má
sigast, at stevnan nú er meira
fjølbroytt.
Miðnáttarsamkoman gjørdist
fastur tåttur i stevnuhaldinum
og må tað sigast, at hesin tåttur
setur sin góða og sermerkta dám
å stevnuna. Seinastu årini er
miðnáttarsamkoman byrjað vid
kyndlagongu og endað við fýr-
verkarí, og hevur hetta so sanni-
liga ikki gjørt legtuna minni
hugtakandi og minnisverda.
Einstakar ferðir hevur okkurt
nýtt verið roynt. Eitt nú tá
skúlabernini i 1953 myndaðu
føroyska merki á leikvøllinum,
og tá fólkalívsmyndirnar úr
forðum vórðu sýndar í 1960.
Ítróttakappingarnar
Eins og árini frammanundan
verða nógvar ítróttakappingar á
Norðoyastevnu í ár. Hond- og
fótbóltsdystir verða leiktir bæði
í dag og í morgin, og stórsta
áhuga av hesum dystum, man
dysturin millum 1. deildarliðini
hjá KÍ og HB hava. Hann
verður leiktur sunnudagin kl.
15.
Leygardagin verður sjálvandi
kappróður. Tá verður eisini
svimjikappingar og kapprenn-
ing.
Norðoyastevnuteiti
Aftur í ár fer sjónleikardeildin
hjá KÍ at framfera eitt Norðoya-
stevnuteiti. Tey luttakandi eru 8
fólk úr sjónleikardeildini og
orkestrið Hjarnar. Tey hava
vant í tríggjar vikur. Teitið
umfatar millum annað ein bý-
ráðsfund, ein bindiklubba, vísir,
tættir 0.3.
Norðoyastevnuteitið var
framført fyri fyrstu ferð í gjår-
kveldi, og verður framfort báðar
Norðoyastevnudagarnar.
Klaksvíkar Tivoli
Til seinastu Norðoyastevnu
gingu fleiri feløg í Klaksvík
saman um at stovna felagið
Klaksvíkar Tivoli; og at keypa
útgerð til hetta tiltak. Felogini
aftanfyri tiltakið eru Klaksvíkar
SEE
BæOdi heitt og kalt
| kioskini hjå Hans
har fåa tit alt
bæði heitt og kalt
Hans Jacobsen
Kappróðrafelag, Klaksvíkar
Ítróttafelag, Klaksvíkar Judo-
felag og Skótalið Nólsoyarpálls.
Upplýst verður at felagið eig-
ur útgerð fyri umleið 150.000
kr., og at skuldin í letuni er
40.000 kr. Bruttoinntekan hjá
felagnum í fjør var stivar
90.000 kr. Av hesum gav Norð-
oyastevnan 75.000 kr. Tjøldini
vóru síðani leigað ut til Skála-
fjarðarstevnuna, Vestanstevn-
una og Olavsøkuna. Hetta gav
6.000 kr. hverja ferð. Skála-
fjarðarstevnan og Tórshavnar
Ítróttaráð hava aftur biðið um at
vera við í ár.
Um Norðoyastevnuna hevur
Klaksvíkar Tivoli opið á parker-
ingsøkinum omanfyri skýlið fyri
fótbóltsvellin. Ein av monnun-
um aftanfyri hetta tiltak upplýs-
ir fyri blaðnum, at ætlanin er at
stovna ein grunn, sum skal fáa
peningin, tá útgerðin og tjøldini
eru goldin, og at hesin grunnur
skal býta pening út til feløgini,
ið standa aftanfyri tiltakið.
Klaksvíkar
Ungdómsfelag
Alla hesa vikuna hava limirnir í
Klaksvíkar Ungdómsfelag ar-
beitt í gomlu krambúðini á
Biskupstød. Felagið hevur fingið
hetta høli til låns frá Klaksvíkar
Kommunu, og er ætlan teirra at
hava útselu har báðar Norðoya-
stevnudagarnar.
Teir fara at selja ís, sigarettir,
sodavatn, ballónir og ymiskt
góðgæti og meguliga eisini
smurt breyð. Utsølan hjá Klaks-
vikar Ungdómsfelag verður opin
15-21 báðar Norðoyastevnudag-
arnar, og meguliga eisini fyrra-
partin sunnudagin.
Við Norðoyastevnuskaldinum
Bernard Brim sála, vilja vit
ynskja ellum vælkomnum á
Norðoyastevnu og eina góða
Norðoyastevnu:
Her er stuttligt á Norðoyastevnu,
tá ið ungfólki metist til leik,
her at royna sær kynstri og evni,
her hvar blíðskapur ongantid
sveik
Fyrsta Norðoystevnan var hildin í 1936. Samtíðarmynd av Klaksvík
Kappróðrabátarnir eru til reiðar til Norðoyastevnukappróðurin
Betri postsamband
Frá 1. juni var tann broyting
gjørd í postflutninginum til
Klaksvíkar, at bilur frá post-
húsinum í Havn nú er i
Lorvík við postinum í so
góðari tíð hvønn morgun, at
posturin kann fara úr Lorvik
við Ternuni kl. 7.15. Hetta
ger, at posturin er å posthus-
inum i Klaksvik kl. 8 og
harvið fáa klaksvikingar
postin útbornan tveir til
tríggjar tímar fyrr hvenn
dag.
Áðrenn 1. juni varð postur-
in til Klaksvíkar fluttur inn á
Toftir við Trónda og haðani
við bili til Leirvíkar, soleiðis
at hann ikki var í Klaksvík
fyrr enn kl. 10 til 10.30.
Hetta gjørdi, at stóru partur
av húsunum í Klaksvík ikki
fingu post fyrr enn langt út á
seinrapartin.
Gomlu handilshúsini
Norðoya Fornminnssavn er
nú farið undir arbeiði við at
restaurera gomlu handilshús-
ini úti í Klaksvík. Í fyrstu
syftu er ætlanin at skifta alt
takið út. og leggja nýtt
aluminiumstak á húsini. Fel
agið eigur so mikið av pen-
ingi, at tað kann rinda tað,
sum hetta arbeiði kostar.
Fyri at tryggja felagnum
figgjarligt grundarlag fyri at
halda húsini framyvir, hevur
felagið ætlanir um at leiga
partar av húsunum út til slík
endamál, ið ikki krevja
broyting av byggningunum.
Talan er um tveir bygning-
Síða 3
ar, sum eru bygdir fastir í
hvenn annan. Tann norðari
bygningurin varð bygdur
sama ár sum kongiliga eina-
handilin lat úthandil sín upp í
Klaksvík. Tað var í 1838. Í
1845 var hin endin bygdur
uppi.
Í triatiårunum komu hand-
ilshúsini úti í Klaksvík at
vera ogn hjá Klaksvíkar
Kommunu. Fyri nekrum ár-
um síðani seldi Klaksvíkar
Kommuna húsini til Norðoya
Fornminnissavn, og varð
endaligi keypssáttmálin
gjørdur í fjør. Aðalfundur
hevur júst verið í Klaksvíkar
Fornminnissavni og komu í
nevndina: J. Símun Hansen,
formaður, Petur J. Jacobsen,
Andrias Elter, Nklái Pouls-
en, Arne Samuelsen, Mourits
Olsen, Karin Samson, Sal-
oma Poulsen og Jóvan Nicla-
sen.
Fiskiskapur
Av Kósavirkinum frætta vit
hósdagin, at Klakkur tann
dagin avreiddi 200.000 pund
av línufiski. Sama dag av
reiddi Pollur 55.000 pund av
upsa av snéllveiðu undir I:
landi. Og mikudagin avreiddi
Gerðhamar 143.000 pund av
linufiski undan Íslandi, og
Jákup B skuldi koma undan
Íslandi í gjár við umleið
200.000 pundum
Annars verður sagt frá
Kósavirkinum, at eingin út
róður er í letuni. Streymurin
er harður, og nú veðrið er
gott, nýta menn høvi til at
pussa bátarnar upp.
me
KI SO OR