leygardagur 4. juni 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 41 — 4. juni 1977
sosialurin
Varðin
Tíðarritið >Varðin< hevur
fingið nýggja ritstjórn. Í
ritstjórnini eru nú Steinbjørn
B. Jacobsen og Gunnar Hoy-
dal, og fyrsta hefti, sum teir
hava lagt til rættis, er nú
komið í bókabúðirnar. Ritið
er nakað broytt í útsjónd og
nnihaldi, t.d. er perman
litmynd eftir Trónd Paturs-
son.
Úr innihaldinum kunnu
nevnast upprunagreinir og
stuttsegur eftir Sverra Djur-
huus, Olav Clementsen,
Gunnar Hoydal, Martin Næs
og Steinbjørn B. Jacobsen.
Heðin Brú hevur triðja part
av endurminningum sinum,
og yrkingar eru eftir Magnus
Dam Jacobsen, Sigmund
Poulsen, Alexander Kristian-
en og Martin Næs. Umframt
bókaummæli eru týðingar
eftir Gramham Green, Pár
Lagerkvist og franska skald-
ið Appolinaire, og sum nakað
nytt hévur Tróndur Paturs-
son samanseting av yrking-
um og myndum, sum hann
hevur gjørt á ferð síni til
Íslands við húðabátinum
»Brendan«
Heftið er 120 blaðsíður og
kostar 25 kr. í leysasølu.
Limir Varðans fáa allan år-
gangin — tvey dupulthefti
fyri limagjaldið, sum á sein-
asta aðalfundi varð sett til 40
kr. Nýggir limir kunnu tekna
seg hja avgreiðslumanninum
Emil Thomsen, Tórshavn.
Tvær søgur av Sandi
Millum tilfarið í nýggjasta
Varðanum, sum kom út um
dagarnar, eru tvær segur av
Sandi, sum Ólavur Clement-
sen, ið sjálvur er feddur á
Sandi, hevur skrivað. Vit
taka brot úr aðrari søguni:
Allir feroyingar kenna
Ólavur Clementsen
Jóannes Clementsen í Króki
og vita, at hann savnaði og
skrivaði niður eina mongd av
kvæðum, táttum og sálmum.
Savn hansara er fyrst og
fremst hin kenda Sandoyar-
bók, og harnæst hansara
sálma- og visubók, har hann
eisini skrivar um viðurskiftini
á sínum døgum og um ein
dreym, ið hann hevði, meðan
hann var sjúkur. Á døgum
Jóannesar var tað at duga at
lesa og skriva nakað sjáld-
samt. Umframt prest og
sýslumanna mundu fá duga
hetta kynstur. Nú bar tað so
á, at Pápi Jóannes Klæm-
int í Króki gjørdist sýslu-
maður í 1799 og fekk tess-
vegna fitt av skivligum ar-
beiði at gera. Hetta kom tí
unga og lærunæma Jóannesi
væl við, ti nú kundi hann
hyggja at . , meðan påpin sat
og skrivaði. Aðra skúlagongd
fekk hann ikki, men við
sínum viðfeddu gávum fekk
hann sera nógv burturúr, og
so við og við lærdi hann bæði
at lesa, skriva og rokna.
FN orientering
Nummar 3 1977 er útkomið.
Blaðið viðger eitt evni, tað er
um ráverutrupulleikarnar hjá
menningarlondunum. Utgev-
ari er FN-forbundet
| bøkur og blød
Húðabáturin Brendan
stevnir móti Ameriku
Tróndur Patursson við
myndum og yrkingum í
seinasta Varðanum
Húðabáturin Brendan stevnir nú
móti amerikanska meginlandin-
um. Teir fóru úr Íslandi fyrst í
mai mánaða men hava ikki havt
góðan byrð. Ferð Brendans
gongur tvørtur um hav so langt
suður sum til býin Boston
Bátsmanningin telur fimm.
Millum hesar fimm er føroying-
urin Tróndur Patursson úr
Kirkjubø. Sosialurin hitti Trond
beint áðrenn hann fór til Reykja-
vikar heryfyri. Tá segði hann, at
uppgáva hansara er at gera
tekningar til ein abók, sum írin
Timothy Severin skrivar um
ferðina. A ferðini úr Feroyum til
slands gjørdi Tróndur umleið 20
tekningar.
Í Varðanum, sum júst er
útkomin hevur Tróndur latið
prentað nakrar av tekningum
sínum og somuleiðis nakrar yrk-
ingar frá ferðini.
Ein av teimum fýra yrkingun-
um er »Sivilationin«:
Sivilasjónin stórbýur håhus glas
sement
larmur bilar deymur av kolaðum
bensini
peningar kapitalisma mótasnið
klæðir
glitran av alskyns ónyttulutum:
Menniskja veikleiki.
Blødini útvarp sjónvarp streym-
ur aw doyvandi
orð um deyðan, orð um hungur
harðskap devulskap
Heilvaskan vald akpitalistanna,
hvar er skapanin, hvar er indi-
vidualisman,
hvar er hugsandi menniskja,
sum torir at síggja, at hoyra at
skapa at elska og liva.
Hetta er yrkt tann 20. juli í
fjør.
er
FA
ÉN
DETS
||| er
gren