leygardagur 4. juni 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin Nr. 41 — 4. juni 1977
Målingavirkid å Strondum:
on um
størri sølu
i år
Medan innflutt verdur fyri umleid 10 milj. årliga
av útlendskari alkydmåling, seldi málingavirkið á
Strondum í fjør bert fyri slaka hálva miljón. Í ár
hevur málingavirkið vónir um at selja væl meira
Fyrsta árið, ið málingavirkið á
Strondum fór undir framleiðlu
av máling, var í fjør. Framleiðsl-
an gekk eftir ætlan, men við
Johan Thórleifsson
søluni gekk ikki so væl. I 1976
varð ikki selt fyri meir enn slaka
hálva miljón. Hetta var væl
minni enn av fyrstan tíð ætlað
sum minstasela fyri, at virkið
kundi standa seg. Tó verður
sagt, at virkið ikki gav nakað
beinleiðis hall fyrsta árið, m.a.
av ti at útreiðslurnar ikki vórðu
so hagar, sum roknað var við.
Betri vónir í ár
Johan Tórleifsson, sum var
hann, ið tók stigið til stovnan av
virkinum, sigur í viðtal við
Sosialin, at teir í ár hava betri
vónir um sølu. Higartil hava teir
selt fyri 250.000 kr. og roknað
verður við at selt verður fyri
munandi meir i år enn í fjør
Málingavirkið á Strondum
framleiðir fimm sløg av máling
men nógv tann stórsti parturin,
sum seldur verður, er uttandura-
máling til hús og skipslakk. Hini
sløgini eru Grunnal, hvít grund-
ingsmåling til hås innan, mynj-
an, og millumstroksmåling.
Fleiri sølur
Johan Thórleifsson sigur, at fyri
at fáa selt meiri, hava teir roynt
at fáa fleiri selur eisini úti á teim
smærru bygdunum. Hann sigur,
at teir helst skuldu komið upp á
einar 800.000 kr. í umsetningi í
ár, men leggur afturat, at teir
lættliga kunnu framleiða meiri
A virkinum arbeiða í løtuni 3
mans, men um veturin, tá nógv
minni verður selt enn í summar
mánaðunum, er bert ein maður á
virkinum.
Ódýrar maskinur
Tað munnu vera fá virki her á
landi, sum vóru so ódýr at keypa
útgerð til sum til málingarvirkið
á Strondum. Allar maskinurnar
kostaðu ikki meir enn umleið
150.000 kr, og tá virkið stóð
liðugt var samlaði kostnaðurin
umleið 900.000 kr. Tá varð
roknað við, at 5-6 mans skuldu
arbeiða á virkinum og varð tá
hildið, at árligi umsetningurin
skuldi vera umleið 1,3 milj
Ráevnini
Mestiparturin av ráðevnum sum
nýtt verður til målingafram-
leiðslu er bindievni. Hetta kem-
ur úr Svøriki frá Berol Kemi, og
útgerð hetta eina helvt av ráð
evnunum til málingina. Litevn-
ini koma úr Noregi, Danmark og
Hollandi. Sagt verður at ell hesi
evni eru at fáa í Danmark, men
tá verður prísurin eisini væl
hægri.
Vilja framleiða meira
Johan Thórleifsson sigur, at teir
fegnir vilja framleiða fleir slog
av máling, og hetta hava teir
eismi meguleika til um meira
varð selt. Tað serliga træ-
verju, botnmáling og plastmál-
ing til betonghús, ið hugsað
verður um. Maskinurnar eru
har, so tað einasta, ið tørvar er
at keypa Know How og fram-
leiðsluloyvi úr Íslandi. Tað er
júst frá tí stórstu málingaverk-
smiðjuni í Íslandi, at málinga-
virkið á Strondum hevur fingið
reseptina
Málingavirkið á Strondum
Føroysk måling
Keypið føroyskt framleidda måling
»TOL«- husamåling til jarn- og træhus uttandura. Allir litir.
»SKIPSLAKK« — til stål- og træskip. Skipslakk og glans-
lakk, sum eisini er vælhóskandi til húsbrúk — bæði innan-
og uttandura. Allir lítir.
»MILLUMSTROKSMÅLING« — hvít, grá og svørt.
»OXYDMUNJA« — rustforðandi grundmáling.
»GRUNNAL«, hvít grundmáling — til undirstrok og matta
måling innandura.
Søluumbod:
Strendur — Målingahandilin
Runavik — Betuel Hansen
Toftir — Peter Skaale
Fuglafjørdur — Brødur Petersen
Klaksvik — Målingahandilin
Vestmanna — Napoleon Klein
Sørvågur — P. H. Weihe
Torshavn — Hjå BIRGIRI, Torfinsgøta
Sandur — Hans Jørgen Petersen
Vágur — J. Dahl, Gerðum, timburhandil
Søldarfjørdur — P. H. Weihe
Oyri — O. C. Joensen
Kollafjørður — Langasandur
Hvannasund — Niels í Buð
Viðareiði — S. M. F. Sørensen.
Vit avgreiða smáordrar til tey pláss, har máling okkara ikki
er til sølu.
PÁ Måling, oms
seg
sø