Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr:41 —4. juni 1977 Pr ark IL Ung i. at + 5 MR HOI MPI: HEDT) SADHØDENG? + > > i … Á, 12 v PPT ER sosialurin Nógv fleiri bílagt ferðir í ár við England Hóast talið á ferðafólki við flogfari veksur ár undan ári ávirkar hetta ikki ferðafólkaflutningin við skipi Tað hava longu nú nógv fleiri bilagt ferðaseðil við England enn í fjor. Tað sýnist ikki sum tað, at fleiri fólk enn nakrantid áður ferðast við flogfari, hevur nakra ávirkan á talið á teimum, sum heldur vilja ferðast við skipi. Til nógvar ferðir í summar- mánaðunum er nærum útselt. Tað er serliga frá síðst í juni til um miðjan august, at fólk ferðast, verður sagt frá DFDS avgreiðsluni í Havn. 15.000 við Englandi í ár Í fjør ferðaðust 12.800 fólk við England og í ár verður roknað við. at talið kemur upp á umleið 15.000. Eisini talið á bilum við Englandi er vaksið munandi. Tað eru longu 220 pláss biløgd fleiri enn samlaða talið av bilum, sum vóru við skipinum í fjør. Ein av orsekunum til hetta, sigur stjórin fyri DFDS av- greiðsluna í Havn, J. P. Seren- sen, er, at tað er vorðið nógv meiri vanligt hjá fólki at ferðast við bili. Tað vísir seg, at tey, sum einaferð hava verið við bili uttanlanda, fara aftur, sigur J. P. Sørensen. Flestu ynskja felagskamar Tað er bert ein klassi umborð í Englandi, men tó eru ymiskir prísir á kømrunum. Harafturat er munur á prisunum, til hvørja tíð ein skal ferðast. Í tíðini frá 30/5 til 16/6 og frá 17/8 og til 22/9 er Ódýrari at ferðast enn frá 20/6 til 16/8. Flestu ferðafólkini vilja ferð- ast á felagsklassa. Men frå sidst i juni til um miðjan august kann DFDS eisini bjóða fólki dekks- pláss við England. Prisurin á ferðaseðlunum er í miðsummar- tidini og uttanfyri miðsummar- tíðina fylgjandi: Eittmanskamar 840 kr. til 730 kr., tveymanskamar 780 kr. til 670 kr., trýmanskamar 700 kr til 590 kr., fýramanskamar 630 kr England á sínum fyrsta túri í ár er komin á Havnina til 520 kr., økonomikamar: 4, 6 ella 8 mannskamar 520 kr til 410 kr., felagsklassi umleið 50 fólk: 470 kr., 360 kr. Dekkspláss, hetta er bert í hásessiónini og er prisurin her 430 kr. Pláss er har fyri umleið 80 fólkum. Eisini eru ymiskir avsláttir. Talan er um bólkaav- slátt, tá í minsta lagið 10 fólk eru í einum ferðalagi. Tá er avslátturin 10 pst. Um í minsta lagi 15 fólk eru í bólkinum, verður umframt tey 10 pst. fríferð latin til ferðaleiðaran. Ungdómsavslátturin er 25 pst. Hesin er galdandi fyri ungfólk yngri enn 21 ár og skulu tey tá vera í minsta lagi 15 í sama ferðalagi. Nýtt skip næsta ár Hetta verður møguliga seinasta árið England verður at síggja í Føroyum. Hetta skipið er tað elsta ferðamannaskipið DFDS hevur flotanum. Skipið verður um summarið samstundis nýtt til Føroyasiglingina og sigling- ina millum Esbjerg og New- Castle. Um veturin verður Eng- land nýttur sum eykaskip. Tað eru ætlanir frammi um, at Winston Churchill komandi summar skal rekja Føroya sigl- Nú skal tollast Síða 9 Fyrsta motorsyklan kemur í land av England ingina. Skipið er nakað sterri enn England og hevur umleið 50 koyggjupláss meira. Eins og England fer Winston Churchill at sigla við eini ferð millum Esbjerg og Føroya uppá 20,5 mil og er ferdingartidin umleid 34 timar. Storsti fyrimunurin er ti, at Winston Churchill kann taka lastbilar. Tad kann England ikki og er hetta eitt stórt handicap, sigur J. P. Serensen. kappróðurin eru: ; ; Sigarettir Sodavatn Øl Blød || DDU EO TW UD Kioskin Vesturskin Å bryggjuni å vestursiduni i Klaksvik har á Norðoyastevnu fer fram, har og alt møguligt góðgæti, at fáa. Kioskin Vesturskin Lýsið i sosialinum