mikudagur 8. juni 1977síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 42 — 8. juni 1977
Vágur — ein býur í vøkstri
Nýggja flakavirkið verður tikið í brúk fyrsta
dagin. Vágbingar byggja nýggjan skúla og nú-
tímans svimjihøll. Skulu hava 300 metrar afturat
av atløguplåssi. Oljutangarnir skulu flytast suð-
ur um fjørdin. 5 kilometra vatnleiðing leggjast úr
Vágsvatni til Vág. Skal veita svimjihellini og
flakavirkinum alt vatnið
Byggja nýggjan skúla, nýtt
flakavirki, svimjihell, breiðka og
beta um vegirnar og gera meiri
atløguplåss. Hetta er Vágur í
dag, ein býur í vekstri.
Sosialurin hevur verið í Vági
og tosa við fólk har á staðnum.
Vit hittu eisini tveir av byråds-
limunum í Vági, Torbjørn Benj-
ardøgg, býráðsformann og John
Mikkelsen, teir umboða báðir
tjóðveldisflokkin í byrådnum.
Vágur er ikki bygd meira. Her-
fyri avgjørdi býráðið at gera Våg
til bý. Fólkatalið var farið upp
um 1500, sum er markið, ið
verður sett, tá eitt pláss fær
býarheitið.
At Vágur er ein býur í vekstri,
er ein sannroynd. Vitjar tú Vág,
hoyrir tú hetta, tú kennir tað á
tær og tú sært tað. Vegarbeiði,
keiarbeiði, húsabygging og
fiskiarbeiði, alt hetta er nakað,
ið sermerkir eitt pláss í vekstri.
Inntøkan vaksin
við 28%
Aðrenn greiðast skal frá teimum
ymisku arbeiðunum, sum eru í
gongd í dag, so kunnu vågbing-
ar fyrst av ollum visa á tann
stóra inntøkuvøksturin, sum
hevur verið í fjør. Ongantid í
Vágs segu hevur inntekuvokst-
myndini sæst nýggja flakavirkið og skúlin
urin verið so stórur, sum í fjør,
ta hann nærkaðist teimum 30%.
Inntøkuvøksturin var = umleið
28%, og man hetta vera av ti
mesta í Føroyum yvirhevur.
Arið fyri, tað var í 1975, var
inntøkuvøksturin í Vági 18 pro-
sent, og í 1974 var hann 20
prosent.
Tora at seta
pening í virki
Vit spurdu nú Torbjørn Benjar-
dogg og John Mikkelsen, hvor
orsøkin er til henda stóra inn-
tøkuvøkstur. Til hetta svara
teir, at borgarar í Vági hava
torað at sett pening í virkir og
trolarar.
Og hvat er so úrslitið av
hesum iløgum. Jú, í dag er ar-
beiði til allar hendur í Vági. So
væl hevur gingið at skapa nýggj
arbeiði, at fólk úr ellum pørtum
av Suðuroynni eru komin til
Vágs at arbeiða, leggja teir báðir
býráðslimirnir aftrat. So í hesum
dogum nýtist eingin at ganga
fyri einki. T.d. kann nevnast, at
nógv konufólk úr Lopra og
Porkeri arbeiða á flakavirkinum.
Skúli og flakavirki
I dag verður bygdur nútímans
skúli og flakavirki í Vági. Flaka-
virkið hjá Polarfrost er um at
vera liðugt og verður tikið í
nýtslu fyrsta dagin. Tá er tað
eitt tað best útgjerda virki av
sínum slag í Europa og millum
tey stórstu flakavirki í landin-
um. Einans virkið á Kósini í
Klaksvík er størri. Ætlanin er,
at meiri enn 100 fólk skulu
arbeiða á flakavirkinum.
Stórur skúli verður eisini
bygdur í Vági í hesum døgum.
Orsokin til at vágbingar skulu
hava nýggjan skúla, er, at teir
hava ikki heli at hýsa sínum
egnum børnum í. Harumframt
ganga eini 70 bern úr eðrum
bygdum í skúla í Vági. Tey
koma úr Porkeri, Hovi, Lopra og
Sumba. Vágbingar mugu ti lata
ráðhúsið til at hýsa børnunum i.
Her eru tvær skúlastovur. Til
HF í Vági hevur skúlin leigað
Framtíðina. So tað skilst, at
stórur tervur er á at fáa bygt ein
tíðarhóskandi skúla.
Eisini svimjihøll
Saman við skúlanum byggja
vágbingar eina stóra og nútíðar
svimjihell. Hylurin verður 25
metrar langur og kann sostatt
nýtast til altjóða kappingar.
Eingin skúlasvimjihylur i
Føroyum er 25 metrar langur.
Samladi kostnaðurin fyri skul-
an og svimjihøllina er mettur til
umleid 18,5 mill.
Tangarnir liggja midskeidis millum hesar bygningar
Sr
Byrådslimirnir Torbjørn Benjardøgg og John Mikkelsen
Øll henda byggingin bendir å,
at fleiri og fleiri fólk seta búgv í
Vági í dag. Og so er eisini.
Fólkaveksturin hevur verið stór-
ur hesi seinastu árini. Våg er
helst eitt tað plássið í landinum,
sum hevur stórsta folkavøkstur-
in.
Og so nógv verður bygt í
Vági, at um eitt ár kann Vágs
Kommuna ikki lata fleiri grund-
stykki, men verður noydd at
keypa nýggj eki at lata til set-
húsabygging.
Nýggja
havnaætlanin
Ein av hevuðstreytinum fyri at
tann veksturin, sum hevur verið
í Vági, kann halda fram, er, at
vágbingar fáa góðar havna-
meguleikar. Í samband við 8 ára
ætlanina fyri útbygging av
havnunum í Feroyum hevur
Vágs Kommuna sekt um studn-
ing. Samlaði byggikostnaðurin
av at útbyggja Vágs havn
verður mettur til 12 miljónir
krónur.
Kommunan ætlar at gera teir
írestandi 50 m av atløgusiduni
fram við flakavirkinum á Tjern,
hetta er mett til at kosta 3 mill.
kr. Harafturat ætlar kommunan
at fremja eitt gamalt ynski, sum
er at byggja tlogusíðu á 5 m
dýpi millum bæði havnaverkini
og gera nýggjan atlogupier til
oljugoymslurnar á Oyrunum,
hesi arbeiði eru mett til at kosta
ávikavist 6 og 3 mill. kr.
Havnin alt ov vánalig
Havnin í Vági er alt ov vánalig.
Sum er eru umleið 350 metrar av
atlogubryggju í Vági. Men teir
dagar, tá Smyril og ein ella tveir
trolarar liggja við bryggjuna, tá
er so gott sum einki pláss eftir til
aðrar bátar. Gamla atlogu-
bryggjan er eisini illa farin og
eigur at verða umvæld. Ein av
orsøkunum til at henda bryggj-
an er so illa farin, er Smyril. Tá
Smyril leggur at bryggjuni ella
fer avstað, tekur trýstið frá
skrúvunum nógva móru undan
bryggjuni
Atlaguplássið
dupult so stórt
havnaætlanin hjá
veruleiki
Ta nýggja
Vágs kommunu er
eiga vágbingar næstan 600
metrar av atlogubryggju. Í let