Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 8. juni 1977 sosialurin Nú fáa eisini vágbingar nútímans svimjihyl uni verður alt ekið rundan um nýggja flakavirkið planerað. Frammanfyri flakavirkið verður nú arbeitt uppá at gera eina 110 metra langa kei. Hetta arbeiði skal vera liðugt í oktober mánaða. Tilsamans skulu sekkj- ast 10 kistur, men i løtuni hevur kommunan bert pengar pengar til tær fimm fyrstu kisturnar. Kommunan vónar tó at fáa tann írestandi peningin til vega, so arbeiði ikki verður tarnað nakað. Umframt hesar 110 metrarnar er ætlanin at gera eina kei millum báðar pierarnar. Henda keiin verður 130 metrar long. Oljuhavn á sunnaru síðu Eitt gamalt ynski hjá vágbing- um er at fáa eina oljuhavn burturav á sunnaru síðu. Ætlan- in er at flyta tangarnar norðan fyri suður um og gera umleið 50 metrar av atloguplássi afturat. Sum staðan er í dag, eru tangarnir norðan fyri sera vandamiklir, har teir standa miðskeiðis millum tey bæði stórstu arbeiðsplássini í Vági: skúlan og flakavirkið. Skuldi onkur ólukka hent, so kunnu vit bara hugsa okkum til, hvussu stórar avleiðingar hetta hevði fingið. Á nýggja flakavirkinum koma meiri enn 100 fólk at arbeiða og á skúlanum eru umleið 350 bern. So tað er skilligt, at vágbingar sum skjót- ast vilja hava tangarnar fluttar suður um fjørdin. Vegagerð Eisini nóg vegarbeiði er í gerð í Vági í hesum degum. Vegurin frá Marknoyri vestur á Losjuna er um at vera liðugur. Gerast skulu umleið 400 metrar. Teir fyrstu 300 metrarnir eru lidnir. Vegurin er landsvegur, og tað er Á! Vágur i dag. FI landsverkfrødingurin, sum stendur fyri arbeidinum. Vegur- in verður gjørdur heil at nýggj- um. Hann er grivin í botn og er breiðkaður, so hann er 9 metrar umframt gongubreyt. Arbeiðið lk 7 Arbeiðið uppá nýggja skúlan er byrjað i og fleiri sethús verða bygd ke mur at sosta umleið 1,6 mill. krocw. Landið rndar 75% og eru unan hini 25% av byggi- Yip v rr UM. Ni ent, høvudsvegin, mill- um Hvannadalså og vestur á Vasnið verður ein 9 metra breið- sur gjerdur. Í samband við henda vegin skulu gerast tvær brýr. Vágs kommuna hevur eisini ætlanir at leggja eina vatnleið- ing úr Vágsvatni til Våg. Ætlan- in er at gera ein brunn uppi á Flatinum, og hiðani skulu nýggja flakavirkið og nýggi svimjihylurin fáa alt vatnið. Vágsvatnið verður umleið 5 kilometrar long Vatnleiðingin úr Fvri at fiegia hesum arbeiðinum hevur Vágs kommuna tikið eitt lán í Sjóvinnubankanum uppá 2,6 mill. kr. Vegurin Vág — Lopra Teir báðir Torbjørn Benjardøgg og John Mikkelsen vísa síðani á vegin millum Våg og Lopra. Bådir eru teir samdir um, at hesin vegurin er i alt ov ringum standi. — Tad er livsfarligt at koyra a hesum vegi við stórum lastbil- um, leggur John Mikkelsen aft- urat. Vegurin gerst smælri fyri hvønn dag so tá asfaltið verður lagt á vegin, er lítið pláss til teir Alt slógvið verður kourt til Lopra stóru lastbilarnar. Skal vegurin kunna nýtast í framtidini, er neyðugt at breiðka hann. Hesa seinastu tíðina hevur nógv ferðsla verið eftir hesum vegnum. Alt slógvið frá flaka- virkjunum í Vági og á Tveroyri verður koyrt við lastbilum til Lopra. Hetta eru bilar, sum viga meiri enn 10 tons og hava teir onnur 10 tons í lastini. Í dag er vegurin tí sjunkaður nógva stæðni, og áðrenn vit varnast tað, hendur ólukkan, greiða teir báðir byrådslimirnir Torbjørn Benjardøgg og John Mikkelsen frå i samrødu vid Sosialin.