Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 42 — 8. juni 1977 Útbjóðing av Renovasjónskoyring Við hesum verður koyringin av renovasjónini fyri Norðurstreymoy og Norðureysturoy útboðin frá 1. juli 1977 at byrja. Burturkasti umfatar 1 posa, sum er tilbundin, at koyra burtur einaferð um vikuna frá hvørjum húski í hesum kommunum: Gjár, Funnings, Eiðis, Sunda, Haldórsvíkar, Saksunnar, Hvalvíkar, Hósvíkar, Kollafjarðar, Kvívíkar og Vestmannar kommunu, sum tilsamans hava 1240 húskir. Burturkoyrslumaðurin verður at koyra egnan bíl og halda umkostningarnar av honum. Møgulig tilboð verða at senda nevndarformanninum í seinasta lagið hon 21: juni 1977 kl. 22.00, har eisini upplýsingar kunnu fáast koyringini viðvíkjandi. Nevndin skilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð, ella einki at taka. Felagsrenovasjónsnevndin KOYRING UTTANLANDA AI Allir bileigarar, ið fara uttanlands, mugu hava tað grøna tryggingar- kortið við sær, sum prógv fyri, at teirra ábyrgdartrygging er í lagi. Grøna kortið fæst ókeypis frá skrivstovu okkara. Fyri at lærra um arbeiðsgongdina á skrivstovuni, má tað grøna kortið verða umbiðið seinast 8 dagar áðrenn farið verður. Heitt verður á allar bileigarar, at biðja um grøna kortið longu nú, sjálvt um ferðin verður seinni í summar. Tá grøna kortið verður umbiðið, skal upplýsast navn, skrásetingar- nummar, tryggingarskjalsnummar og fær ferðin byrjar og hvussu leingi hon varir. Annars kunnu vit upplýsa bileigarunum, at allir eiga at hava skrá- setingarskjalið (registreringsattest) hjá sær, og allir eiga at hava endurskinstríkantin í bilinum. Í flestu londum verður eisini kravt, at ferðandi í bilum við ísettum trygdarselum skulu vera í selunum meðan koyrt verður. TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Hús til sólu Um hóskandi boð fæst, eru eini hús á horninum Tórsgota, Kongagøta til sølu. Húsini eru umleið 80 m? við kjallara, stovuhædd, hegari reising, trimpli og kvisti. Handilshøli i einari hædd, umleið 12x7 m, er bygt uppí. Grundstykkið umleið 150 m'. Kári D. Petersen, advokatur Bókbindarageta 2 Tlf. 110 66 Eftirlitsmaður Arbeiðseftirlitið tørvar ein mann, ið er førur fyri sjålvstødugt at gera eftirlitsarbeiði á virkjum og øðrum arbeiðsplássum. Maður, ið er kønur innan virksemi i føroyskum vinnulívi, hevur fyrimun. Fyri at búgva seg best møguligt út verður neyðugt at luttaka á ymiskum skeiðum áðrenn fari verður undir arbeiðið. Umsókn verður at senda til. Føroya Landsstýri Tekniska deildin Tinganes Bussurin frá Elgam Orgul verksmiðjuni kom týsdagin við M/S England, og koma vit at reisa alt landið runt allan juni mánaða! O-203-0mrm J. P. Joensen Radiohandil TIf. 55057 — 3870 Klaksvík