mikudagur 8. juni 1977síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 42 — 8. juni 1977
sosialurin
lesarabrov
Síða 9
Reyðu bók í hvort hús
Enn nøkur til min góða granna
Upsala Símun (Óla Breckman)
Fyrst takk fyri at tú var so
beinasamur, at tú setti mær
handan stubban, eg hevði i
Sosialinum í »Dagbladid«.
Har er einki at tvistast um hjá
okkum báðum grannunum. Tú
ger sum eg bað teg. Tú fær Emil
Juul Thomsen at prenta Reyðu
Bók í ofsett, tí hon er so áhuga-
verd, at hin vil gerast bestellarin
mikli.
Rest, sum tú skrivar niðri
undir er so tvætlut, at tað er
einki at svara til, sum tú sært
sjálvur, um tú lesur tað aftur í
gjøgnum. Men sum sagt:
Reyða Bók í hvert hús í
Feroyum, tað er »sagens løsen«.
Við bestu heilsan.
Upsala Pætur
*x *x*
Chr.N.Chr. er ikki G.L.S.
Harra blaðstjóri!
Geri so væl og hysi mær hesum
reglum. Í nógv år havi eg nú
sum tygum vita skrivað lesara-
brev í Dimmalætting og gjørt
mínar viðmerkingar til tað polit-
iska lívið í Føroyum.
Eg havi gjørt hetta fyri bestu
sannfering sum góður sam-
bandsmaður, men nú eri eg satt
at siga vorðin troyttur av hesum
flokki. Víst hevur sambandið
altíð verið konservativt men
henda nýggja linjan, sum flokk-
urin hevur sligið inn uppá undir
Paula Ellefsen og Jóhannes M.
Olsen dámar mær illa. Teir eru
so ringir í munninum at tað býð-
ur sjálvt mær ímóti.
Hetta var so eitt, nakað annað
og verri er, at eg havi uppdagað,
at fólk kring landið halda meg
vera G. Samuelsen og hetta
vil eg AR lata sita á mær. Nokk
havi eg mangan verið harður
men so illavorðin sum blaðstjór-
in á Dimmu haldi eg meg ikki
vera. Ella hvat halda tit? Kann
eg veruliga verða blivin so
spiltur av at umgangast
Dimmalætting at eg ikki veit av
ti sjálvur. Tað er jú forferdiligt,
um so er. At enda fari eg at heita
1 Andreas E. Joensen, GI. løg-
tingsmann og polit um at gera
sum eg.
Við heilsan til allar mínar
trúgvu lesarar kring landið og
ynski um gott summar, eg hopi
ikki at eg havi gjørt alt ov
nógvan skaða, tí skal eg vera
heilt erligur — og tað skal man
jú, um man ikki júst er ansettur
á Dimmalætting — so havi eg
ikki altið verið tað sannheits
vitni, sum ein rættur blaðmaður
eigur at vera.
Chr. N. Chr.
P. S. Hugsi tykkum til: ein
dagin eg óvarandi kom inn á
skrivstovuna stóð hann, tit vita,
framman fyri speglinum og
prøvadi eina pappnøs. Er slíkt
fyri hampafólk?
kk KK
Takk,
Hanus!
Tað var ein sonn gleði at lesa
greinina hjá Hanus Andreassen í
»SOSIALINUM« leygardagin.
Hanus skal vita, at úti um
landið er nógv fólk, sum av full-
um hjarta tekur undir við hon-
um. Vit halda okkum bara ikki
til at skriva tað, tí deils hava vit
ikki ein penn sum Hanus, deils
tora vit ikki.
Og vit eru í hvussu er nakrir
lærarar, sum royna at arbeiða í-
móti tí spillandi árininum frá
málpávunum.
Tíverri tykist, sum tann spill-
andi sóttin hevur fingið fasta-
tekur á nógvum yngri lærarum.
Men enn eru vit tó nógvir, sum
av ollum alvi og uttan at helma i
føra partisankriggj móti ti sjálv-
setta målsliga yvirvaldinum.
Og vit hava fólkið við okkum,
Hanus. Lærari á bygd
KONSERTIR
við tí kenda bólkinum
LOLLIPOPS
verða í Itrottarhøllini á
fríggjadagin 10.6. kl. 20 og
leygardagin 11.6. kl. 19
FOX úr Vestmanna
hita upp og undirhalda í pausuni.
Hálsi
Lasta tey, teir liva av
Føroyskir vinnulivsmenn eru
eitt løgid folkaslag. Eingin nytir
betri av teimum góðu tíðunum,
sum vit javnaðarmenn hava
skapt og ongastaðni finnur tú
harðari mótsteðumenn enn júst
millum vinnulivsmenn. Hetta er
tað vanliga, skúma flatan av
teim góðu tíðunum og krúpa til
tað almenna í ringum tíðum
Ringast er hetta á Tveroyri
Her ganga einstakir keypmenn
og agitera móti javnaðarmonn-
um og teirra tiltøkum nátt sum
dag. Í åravis hevur henda agita
tión staðið uppá og má hetta
sigast at vera bæði undarligt og
nasadjarvt, tá hugsað verður um
at hesir menn, jú beinleiðis liva
av javnaðarmonnum. Fleirtalið
av fólkinum kring fjørdin her eru
jú javnaðarmenn og sostatt eru
flestu kundarnir jú eisini javnað-
armenn. Hvar fer lenin, sum
arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur
fáa av teimum arbeiðsplássum
sum javnaðarmenn hava skapt?
Jú so beint í krambúðina hjá tí
keypmanni, sum er harðasti út
spillari av javnaðarmonnum og
javnaðartiltokum á Tvøroyri
Spurningurin til javnaðarfólk
í Suðuroy er so, hvussu leingi vit
skulu lata okkum hetta lynda
Hvussu leingi skulu vit halda
fram við at styðja teir forrætn-
ingsmenn, sum spilla okkara
virkir og politisku leiðarar út
Latið teir fáa reint beskeð
Haldið uppat við at mótarbeiða
okkum ella boykotta við kram-
búðir og banka tykkara. Latið
okkum so síggja um teir hava
ráð til at unvera javnaðarmenn
Hví skulu vit ríka tykkum upp
TIT sverta
samstundis, sum
okkum til?
Við heilsu til øll javnaðarfólk í
Suðuroy. Nú leikar á og ti ræður
um at standa saman um flokk og
leiðarar okkara
Tverámaður
**xx
Ungdomspolitikkur
Tad hevur ongantid verdid førd
ur nakrar ungdómspolitikkur
her á landi innan allar politiskar
flokkar í býráði, legtingi og
landsstýri. Eingin av teimum
fólkavaldu monnum innan allar
politiskar flokkar í býráði, log-
Billettsøla er byrjað í hesum stoðum:
S. H. Jakobsen (plátuselan), Tórshavn
FØROYA BOOKING AGENCY
MUNTRA, Fuglafjørdur
Filer Rasmussen, Klaksvik
Bilstødin BIL, Vestmanna
Vangberg, Sydrugøtu
Stokkastovan, Runavik
Blaðbúðin, Tvøroyri
tingi og landsstyri hava nakran
tid í verki framt ungdómsmiál,
ítróttarmál og íbúðarmál og
virka fyri einum betri trivnað og
menning á smábygdunum
Veruleikin er jú tann, at
—
Víssið tygum atgongumerki í góðari tíð!