mikudagur 5. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 67 - 5. apríl 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Meðan Karsten situr
á kassa doyr skúlin
Ósamanhangandi tíðindaflutningur
Helst vóru fleiri við mær,
ið um vikuskifti regluliga
tendraðu sjónvarpstólið fyri
at frætta tíðindi frá lands-
fundi Tjóðveldisfloksins í
Sørvági.
Smb. onkrum fjølmiðli
varð lagt upp til eitt nú for-
mansskifti, men har var »in-
tet nyt fra Vestfronten«.
Ólíka áhugin, ið varð sýnd-
ur landsfundi Sambands-
floksins fyri tveimum árum
síðan, tá SvF noyddist at
avbróta Gekkin í tað óenda-
liga tí at fullveldisminist-
arin/varaløgmaðurin in spe
mestsum breyt inn á aftur-
latna fundin (helst fyri yvir-
tíðarsamsýning) fyri at
kunna sjónvarpa live frá tí,
ið onkur mundi vóna gjørd-
ist Waterloo táverandi løg-
mans…
Kanska stjórin á amboðs-
kassanum hjá Høgna hevur
okkurt boð uppá, hvørji »re-
daktionell yvirvejilsi« liggja
sum grund fyri ójøvnu
metingini
av
tíðinda-
virðinum á tveimum so
átøkum hendingum.
Poul Martin Rasmussen,
Klaksvík
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur misnýtt nýggju kring-
varpslógina at seta síni
egnu fólk í nevndirnar
fyri útvarp og sjónvarp.
Úrslitið er, at álitið á loft-
miðlarnar er burtur.
Við nýggju kringvarpslóg-
ini hevur landsstýrismaður-
in í loftmiðlamálum fingið
heimild at seta eina nevnd
fyri útvarp og eina fyri sjón-
varp. Hesar nevndir telja 7
limir hvør og skulu ráðgeva
útvarpi og sjónvarpi við-
víkjandi
programmvirk-
seminum. Nevndirnar skulu
hava breiða samfelagsliga
umboðan.
Gomlu útvarps- og sjón-
varpsnevndirnar,
sum
høvdu breiða politiska um-
boðan, ávaraðu staðiliga
móti nýggju lógini. Hon
gav bæði møguleika fyri, at
landsstýrismaðurin í loft-
miðlamálum kundi misnýta
vald sítt og eisini fyri at
hann kundi mistonkjast fyri
hetta.
70 % tjóðveldisfólk
Neyvan nakar í gomlu
nevndunum hevur ímyndað
sær, at ávaringin móti mis-
nýtslu so skjótt skuldi gerast
til veruleika og í so stóran
mun, sum nú er hent. Bæði
útvarps- og sjónvarpsstjórin
hildu, at tað var óhugsandi,
at nakar landsstýrismaður
fór at tora at nýta henda
møguleika, men ásannaðu,
at møguleikin var til staðar.
Men tað sum ikki skuldi
kunna hent, hendi. Signar á
Brúnni, fyrrverandi lands-
stýrismaður í loftmiðlamál-
um setti síni egnu í stórum
meiriluta í nevndirnar. Onk-
ur tingmaður hevur nevnt,
at 8 av limunum eru tjóð-
veldisfólk, onkur annar hev-
ur hildið seg vita, at tey eru
10, ella við øðrum orðum
yvir 70 % eru tjóðveldis-
fólk.
Umsitingin rennur
ørindi fyri
landsstýrismannin
Høgni Hoydal, nýggjur
landsstýrismaður í loft-
miðlamálum, sigur, at til-
nevningin er eftir tilmæli frá
umsitingini. So kann vera
spurt, hví umsitingin gevur
eitt slíkt tilmæli ? Rennur
umsitingin ørindi fyri lands-
stýrismannin ? Allarhelst, tá
ið slíkt tilmæli kann koma
uppá tal. Breið samfelagslig
umboðan er tað í hvussu so
er ikki. Í øllum førðum ikki
politiskt.
At nevndirnar eru ráðgev-
andi, broytir onki uppá
skeivleikan. Meg listi at sæð
tann útvarps- ella sjónvarps-
stjóra, sum ikki gevur ráð-
gevandi nevndunum gætur.
Tjóðveldið hevur so undir
øllum umstøðum tryggja
sær fullkomna ávirkan á
loftmiðlarnar.
Óhugnaligt og
ræðandi
Fyri tað fyrsta eru bæði
útvarps- og sjónvarpsstjórin
beinleiðis undir tjóðveldis-
landsstýrismanni. Fyri tað
næsta er so hesin stóri
meirilutin av nevndunum
Óhugnaligt og ræðandi
tjóðveldisfólk. Og fyri tað
triðja er neyvan nakar í iva
um, hvønn politikk stórur
partur av starvsfólkunum á
stovnunum halla seg at.
Legg til merkis dagliga tíð-
indaflutningin og skrá-
samansetingina!
Valdsmisnýtsla
Og fyri at tað ikki skal vera
lygn, er ongin fjølmiðla-
ábyrgdarlóg enn sett í gildi!
Tí at danir ikki vilja broyta
sína lóg samstundis sum teir
skulu gjalda kostnaðin.
Høgni Hoydal sigur, at tí
skal ein føroysk gerast. Gud
viti, nær hon kemur í gildi.
Tí er ongin yvir ella við
síðuna av Tjóðveldisflokk-
inum, tá ið talan er um á-
byrgd av og ávirkan á út-
varp og sjónvarp.
Valdsmisnýtslan er ó-
hugnalig og ræðandi. Tí
eigur løgmaður og løgting
at grípa inn beinanvegin.
Føroya fólk hevur krav
uppá, at almennu loft-
miðlarnir aftur gerast polit-
iskt óheftir, so álitið kann
endurskapast.
Johan Petersen
fyrrv. útvarps- og sjón-
varpsnevndarformaður
Aftaná at hava hoyrt skak-
andi etnisku roknisstykkini
hjá donsku stjórnini, kom
tað ikki so óvart á, nú
”nýggja dimma” tók tráðin
upp eftir donsku lagsbrøðr-
unum. Vit Sandoyingar eru
teir fyrstu sum skulu stúvast
niður í nýfunna etniska
sambandsroknileistin.
Gamaní. Tað er freistandi
hjá einum ungum permu-
strembandi ”journalisti”at
lofta nøkrum tølum, elta
teimum saman við nøkrum
bókstavum og hokus pokus!
So nógv kostar ein Sandoy-
ingur!
Uttan á nakran hátt at við-
urkenna mær ábyrgdina av
tí máta landsins politikarar
hava roynt at loyst tann part-
in av føroyska samferðslu-
kervinum, sum í dag eitur
Meginøkið, Hestur, Sandoy,
Hvussu nógv kostar ein Sandoyingur?
Skúvoy, so noyðist eg at
viðganga ein farra av firtni,
ella rættari sagt, innigyrdum
fananskapi, nú eg sum sand-
oyingur og føroyingur, fyri
aðru ferð innan eina viku
verið bókførdur sum ein
etnisk útreiðslukonto í há-
lovaða ríkisfelagsskapinum.
Sjálvur dugi eg, og nokk
aðrir sandoyingar við mær,
illa at síggja hví júst henda
søgan skuldi varpast upp, og
ei heldur við hvørjum enda-
máli! Um greinin hjá F.J.
varð tann fyrsta av 30 við-
víkjandi samlaðu sam-
ferðsluútbyggingini í Før-
oyum, og hon bygdi á sak-
ligt og væl granskað tilfar,
so varð okkurt eg kundi lært
av greinini.
Er endamálið hinvegin at
fáa staðfest at vit Sandoy-
ingar kosta samfelagnum
meira enn gott er, so eigur
viðkomandi skribentur at
spenna sær skallan nakað
betri, og lofta hinum tøl-
unum sum eru við til at
mynda samlaða rakstr-
arúrslitið fyri ymsu partar-
nar av landi okkara.
Sjálvur leggi eg einki at
gera okkum í Sandoynni
meir ella minni verd enn
frændir okkara aðrastaðni í
landinum. Sundurlyndi er
nokk av, men ikki hevði tað
verið heilt av leið um hesin
góði F.J., líkasum til stutt-
leikar, enn einaferð spenti
sær bollan, og roknaði eitt
nú hvusssu nógv Sandoygg-
in lat føroyska samfelag-
num av framleiðsuágóða og
hinvegin tók aftur í almenn-
um tænastum. Ikki er vist
at etniska økið Sandoyggin
tá varð skrivað við reyðum
tølum í landsrokniskapi-
num.
Annars er tað nokk so at
alt føroyska samferðslu-
kervið, tíbetur kann nýtast
bæði aftur og fram, av øll-
um landsins borgarum og
gestum við. Eisini av F.J.
Páll á Reynatúgvu
Tjóðveldismaður og
sandoyingur
„Mens græsset gror dør horsemor“ er eitt
danskt orðatak, sum hóskar sera væl til
støðuna í føroyska skúlaverkinum í dag.
„Meðan Karsten situr á kassanum doyr skúlin“
kundi tað itið á føroyskum. Og nógvur sann-
leiki er í hesum. Tjóðveldisflokkurin við fíggjar-
málaráðharranum og sjálvstýrismálaráðharr-
anum á odda hevur sett sær fyri at fylla uppí
landskassan fyri at kunna vísa føroyingum
og umverðini, at tað ber til at taka fullveldi her
og nú. Tað, sum teir bara ikki tosa hart um,
er, hvørjar fylgjur hesin knallharði fíggj-
arpolitikkurin longu hevur fyri fleiri lívstýðandi
stovnar og skipanir í samfelagnum, herundir
skúlaverkið og sjúkrahúsverkið. Vit skulu lata
sjúkrahúsverkið liggja hesaferð men bara
minna á, at landsstýrið við m.a. at ikki at játta
fleiri pengar til Landssjúkrahúsið er við til at
máa støði undan okkara meginsjúkrahúsi við
óbótaligum skaða sum fylgju.
TAÐ ber ikki til at lata standa til í skúla-
málinum, soleiðis sum leiðslan í Tjóðveldis-
flokkinum ger tað. Fráfarni skúlamálaráðharrin
fekk ikki eitt bein til jørðina, tá hann vildi lata
dyrnar upp í hesum máli og m.a. gav loyvi til
at rinda lærarunum løn. Við hesi avgerð fekk
hann øði í sín partamann, sum framvegis situr
tungt á landskassalokinum. Og tá fíggjarmála-
ráðharri og sjálvstýrismálaráðharri eru „pott
og panna“ í fullveldismálinum, sum kemur
fram um alt annað í samfelagnum, so er ikki
ringt at gita, hvørjar avleiðingarnar verða í
skúlamálinum.
SKÚLIN og ungdómurin eru berarar av hesum
samfelagnum, og eisini av einum møguligum
komandi sjálvstýri ella fullveldi. Aktuella træt-
an millum skúlaverkið og landsstýrið er so
mikið álvarslig, at andstøðan átti at tikið málið
upp í tinginum og har útvegað sær neyðugu
undirtøkuna fyri at fáa glið á málið, so børnini
og tey ungu koma aftur í skúla. Hvat samfelag
kann liva við, at skúlastovurnar eru tómar í
skjótt ein mánað í tí mest avgerðandi skúla-
tíðini?
LANDSSTÝRIÐ og her ikki minst Tjóðveldis-
flokkurin hevur ein trupulleika, sum má og
skal loysast sum skjótast. Um so er, at skúla-
málaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin vilja
halda fram við at venda deyvað oyrað til í
hesum máli, so má tað ábyrgdin hjá løgmanni
at leggja seg út í málið, so álvarsligt er tað.
Tí her ræður um okkara børn, sum kunnu
vera fyri dyggum smeiti seinni í lívinum, verður
einki gjørt nú í stundini.
HØGNI HOYDAL og Karsten Hansen eiga
fullu ábyrdina av tí, sum nú er við at henda í
skúlaverkinum. Teir verða tí eisini at taka
fylgjurnar av hesum. Meðan børn okkara
ganga fyri vág og vind situr føroyski skúla-
málaráðharrin í Keypmannahavn - í fullveld-
isørindum. „Framtíðin“ stendur á skránni. Nú-
tíðin er als ikki til. Tað hevði sømt seg betur
fyri eitt komandi fullveldi, um landsstýris-
maðurin á økinum royndi at fáa loyst skúla-
málið. Við at venda bæði lærarum og fakfelag
teirra bakið er eisini hann við til at skapa enn
størri ónøgd millum manna, nakað, sum bæði
kann og eigur at fáa avleiðingar fyri alt lands-
stýrið og politikk tess.
Trygdin umborð á Nørrunu í lagi
Var trygdin ikki í lagi, høvdu vit lagt
Norrønu alt fyri eitt, sigur Jógvan í
Dávastovu, trygdarleiðari hjá Smyril
Line
EYÐUN KLAKSTEIN
Trygdin umborð á Norrønu
er væl kannað og í lagi.
Hetta sigur trygdarleið-
arin hjá reiðarínum í einum
tíðindaskrivi, sum varð sent
pressuni seinnapartin mána-
dagin.
Tá Sosialurin leygardagin
bar tíðindi um, at danska
Sjóferðslustýrið fanst at
trygdini umborð á Norrønu,
vísti reiðaríið til skiparan
segði seg verða skelkaðan
av tíðindunum. Hann vísti
á, at Norrøna hevði gullrein
trygdarpapír.
Nú tekur eisini trygdar-
leiðarin á Smyril Line til
orðanna móti ákoyringu-
num frá Sjóferðslustýri-
num.
Nýggja roynd
Hann sigur, at tann bruna-
royndin, sum Sjóferðslu-
stýrið gav botnkarakter, fór
fram í mai mánaði í fjør, tá
Norrøna gjørdi klárt til
summarsiglingina,
og
nýggja manningin var í ferð
við at læra skipið at kenna
og seta seg inn í allar trygd-
arskipanir. Vanliga verða
tríggir dagar nýttir til hetta.
Í juni mánaði í fjør gjørdi
Sjóferðslustýrið
nýggja
kanning av viðurskiftunum
umborð á Norrønu, og tá
varð staðfest, at manningin
framvegis lýkur altjóða
trygdargóðkenningina
–
tann sonevnda ISM-vátt-
anin –sum Norrøna hevur
havt síðani 1996.
– Tað er úrslitið av fyrru
royndini, sum er sligin upp
í fjølmiðlunum, men her má
sláast faast, at um trygdin
ikki var í lagi, varð Norrøna
lagd beinvegin, sigur Jógv-
an í Dávastovu, trygdar-
leiðari hjá Smyril Line.
Einki at finnast at
Smyril Line vísur á, at síð-
ani mai mánaði í fjør, tá
tann nógv umtala bruna-
royndin varð gjørd, hava
danska, norska og føroyska
skipasýnið verið umborð á
Norrønu og kann trygdina,
og eingin hevur havt nakað
at finnast at.
– Tað skal eingin ivi vera
um, at bæði reiðarí, skipari
og manning framhaldandi
fara at gera sítt ítarsta til, at
trygdarstøðið umborð á
Norrønu verður á einum
høgum støði, sigru Jógvan í
Dávastovu.
Neyðugt at kunna fólkatingið
Hvørki løgmaður ella Høgni Hoydal halda, at landsstýrið
ger nakað skeivt, tá tað í dag fer at kunna fólkatingið um
fullveldisætlanina áðrenn aðalorðaskiftið hósdagin
JOHN JOHANNESSEN
Tað er ikki heilt vanligt, at
stjórnir beinleiðis hava
fundir við parlament í øðr-
um londum. Men í dag fer
landsstýrið at hava ein
kunnandi fund við danska
fólkatingið um fullveldis-
ætlanina.
Orsøkin til fundin í dag
er sambært løgmanni og
varaløgmanni, at danska
pressan hevur givið fólka-
tingslimum eina heilt skeiva
mynd av, hvat fullveldisætl-
anin inniber.
Bæði Anfinn Kallsberg
og Høgni Hoydal leggja
dent á, at talan er um ein
kunnandi fund, ið er fyri-
skipaður fyri at sleppa und-
an misskiljing av fullveld-
ismálinum í Danmark. Tal-
an er ikki um, at landsstýrið
nú dregur fólkatingið inn í
ríkisrættarligu samráðingar-
nar, gera bæði løgmaður og
varaløgmaður greitt.
Ímóti siðvenjuni
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin hava sent
politisku
flokkunum
á
fólkatingi skriv, har teir siga
seg meta tað vera ímóti van-
ligari siðvenju, at landsstýr-
ið skal hava kunnandi fund
við fólkatingið.
Stóru føroysku andstøðu-
flokkarnir halda, at tað at
tað rætta heldur hevði verið,
at landsstýrið tosaði við
donsku stjórnina, meðan
løgtingið - har andstøðan
eisini er umboðað - kunnaði
fólkatingið.
Hendan
tanka
sigur
Høgni Hoydal seg partvís
skilja. Men hann leggur
dent á, at tað á fundinum
millum landsstýrið og fólk-
atingið bert er talan um
kunnan.
– Tað hevði verið skeivt
av landsstýrinum, um vit nú
fóru at samráðast við fólka-
tingið. Men tað er ikki tað,
vit ætla, sigur Høgni Hoy-
dal. Hann vísir í sama sam-
bandi á, at tað hevur stóran
týdning, at fólkatingið verð-
ur væl og virðiliga kunnað
um ríkisrættarligu samráð-
ingarnar - eisini frá føroysk-
ari síðu - og tí er einki skeivt
í at halda kunnandi fundin,
ið bert hevur til endamáls
at upplýsa.
Nyrup dróg fólkatingið
upp í leikin
Anfinn Kallsberg og Høgni
Hoydal eru á einum máli
um, at tað var skeivt av
danska forsætisráðharra-
num, Poul Nyrup Rasmus-
sen, at draga fólkatingið
upp í fullveldismálið við
einum aðalorðaskifti tá hol
var sett á samráðingarnar.
Teir vísa á, at samráðingar-
nar skulu vera millum mill-
um landsstýrið og donsku
stjórnina, og ikki ímíllum
tingini.
Landsstýrið fer nú kortini
undir samskifti við fólka-
tingið, tá tað fer at halda
kunnadi fund seinnapartin í
dag. Spurningurin til løg-
mann og varaløgman er tí-
skil, um tað ikki eisini er
skeivt av landsstýrinum at
blanda stjórnina upp í mál-
ið.
Hvørki løgmaður ella
Høgni Hoydal halda, at
landsstýrið ger nakað skeivt
í hesum føri. Teir vísa báðir
á, at talan er um ein kunn-
andi fund og einki annað.
– Vit fara at kunna fólka-
tingslimirnar, so teir eisini
síggja málið frá tí føroyska
vinklinum, og ikki bert frá
tí vinkli, ið hevur verið
frammi í Danmark, sigur
løgmaður og leggur afturat
at kunning eftir hansara
tykki altíð er nakað gott.
Lyfta aðalorða-
skiftinum
Annfinn Kallsberg sigur seg
vóna, at kunnandi fundurin
við fólkatingið seinnapartin
í dag fer at vera við til at
lyfta aðalorðaskiftið á fólka-
tingi um fullveldismálið
upp á eitt hægri støði.
– Málið er seinastu tíðina
vent beint á høvdi í Dan-
mark. Men eg vóni, at tað
fer at eydnast okkum at
greiða øllum fólkatingsum-
boðunum frá hvat samráð-
ingarupplegg
føroyinga
veruliga inniheldur.
Løgmaður vísir á, at
danska pressan seinastu tíð-
ina hevur borið boð um, at
tað, føroyingar ynskja, er,
at danir framhald-
andi skulu gjalda
fyri føroyingar gjøg-
num blokkstuðulin,
somuleiðis
sum
gjaldið skal hækka.
Hetta heldur hann
vísir okkum, hvussu
neyðugur kunnandi
fundurin
við
fólkatingið er.
Føroysku umboðini
á kunnandi fundin-
um á Christiansborg seinna-
partin vera Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, Høgni
Hoydal, varaløgmaður, og
Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður
í
almanna- og heilsumálum.
Hvørki løgmaður
ella Høgni Hoydal
halda, at lands-
stýrið ger nakað
skeivt í at kunna
fólkatingið. Mynd:
Jens Kr. Vang