Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 Laksasjúka á Fuglafirði EDVARD JOENSEN Laksasjúkan ILA er staðfest á alistøðini Alilaks í Fugla- firði. Økið er avbyrgt, og landsdjóralæknin arbeiðir við at finna fram til, hvaðani sjúkan er komin, og hvussu forðast kann fyri, at hon breiðir seg. Fyribils er allur Fuglafjørður avbyrgdur. Tað var í seinastu viku, at fiskadjóralækni varð boð- sendur, tí tað doyði so nógv- ur fiskur í ringunum. Djóra- læknin fekk beinan vegin illgruna um, at kanska var ILA komið í ringin. Roynd- ir vórðu tiknar og sendar til Noregs til kanningar. Úrslit- ið av kanningunum kom mánadagin, og tað vísti, at royndirnar vóru positivar. Beinan vegin vórðu tiltøk sett í verk fyri at forða fyri, at sjúkan skal breiða seg, sigur Bjørn Harlou, lands- djóralækni. Tað merkir, at alt økið er avbyrgt, og eing- in óviðkomandi sleppur at alibrúkinum yvirhøvur. Tað verið seg fólk, skip ella bát- ar. Einans teir alibátarnir, sum neyðugir eru fyri at koma at ringunum. Fóður- bátar og brunnbátar skulu eisini haldast burtur, sigur landsdjóralæknin. Landsdjóralæknin hevur sent øllum alistøðum og virkjum, sum hava við ali- fisk at gera, skriv, har sagt verður frá støðuni. Sam- stundis er fyriskipað, hvussu farast skal fram, tá slíkt hendir. Bjørn Harlou, landsdjóra- lækni sigur, at tað enn bert er staðfest sjúka í einum ringi á alibrúkinum. Men fryktandi er fyri, at sjúkan er í øllum ringunum, hóast tað enn ikki er staðfest. Tal- an er um ein influensavirus, sum smittar illa, sigur lands- djóralæknin. Mett verður, at tað minst skal vera ein fjar- støða upp á fýra-fimm kilo- metrar fyri at sigast kann, at sjúkan ikki smittar mill- um ringarnar. Fiskasjúka ILA er staðfest í alibrúki á Fuglafirði. Tað kann ávirka útflutningin negavtivan veg, men vit hava higartil arbeitt skjótt og skilagott, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sum umsitir alivinnuna. Landsdjóralæknin hevur málið um hendur, og tað er hann, sum tekur endaligar avgerðir Laksasjúkan ILA er staðfest á alistøð í Fuglafirði. Alt økið er avbyrgt, og roynt verður nú at finna fram til, hvussu sjúkan er komin á støðina ( Tilvildarlig savnsmynd) sum hevur alimál sum málsøki. Hann sigur, at landsdjóralæknin hevur arbeitt ógvuliga skjótt og professionelt. Finnbogi Arge kann einki siga um, hvørt tað verða sett nøkur onnur tiltøk í verk enn tey, landsdjóralæknin longu hevur sett. Tað er lands- djóralæknin, sum stýrir gongdini, allari sum hon er, sigur landsstýrismaðurin. Suni Durhuus, stjóri á Vestlax, sum eigur alistøð- ina Alilaks í Fuglafirði, har smittan er staðfest, sigur, at hetta sjálvandi kemur illa við. Tað verður í øllum før- um ein fíggjarligur missur av hesum, sigur hann. Enn er ikki avgreitt, hvussu verður við tryggingum og tílíkum viðurskiftum, sigur Suni Durhuus. Hann sigur, at verður av- gerð tikin um at drepa fisk- in, sum er í ringunum, fara tað at ganga einir tríggir mánar til eitt hálvt ár, til fiskur aftur kann setast út. Í løtuni er ein lítil millión laksar í ringunum. Men teir eru ikki búnir at taka enn. Teir viga, sum er, bara um- leið eitt kilog stykkið, og tað er bara triðingurin av tí vekt, teir skulu hava, tá teir eftir ætlan skulu takast. Suni Durhuus vísir annars til landsdjóralæknan, sum er tann, sum hevur málið um hendur. Sjúkan á alibrúkinum í Fuglafirði kann í allarringasta føri fáa avleiðingar fyri alt havnarlagið fisk, sum eitt nú seið, sigur landsdjóralæknin. At sjúkan finst í sild, gev- ur beinan vegin orsøk til at halda eyguni við skipunum, sum landa til Havsbrún. Bjørn Harlou, landsdjóra- lækni sigur tó, at einki er, sum bendir á, at sjúkan er komin tann vegin, og einki forboð verður sett móti landingum til virkið hjá Havsbrún. Hinvegin mugu skip, sum landa í Fuglafirði ikki reinsa tangar í námind av alibrúkunum. Landsdjóralæknin sigur, at tað fyribils verður sett Havsbrún forboð í móti at útflyta alifóður, til greitt er, um fóðri er púra uttan smittuvanda. Eisini verður tað helst so- leiðis, sigur Bjørn Harlou, at tá Havsbrún aftur fer at flyta alifóður út, verður tað at byrja við flutt úr Fugla- firði við bili fyri at sleppa undan møguligum smittu- vanda, sum stendst av skip- um, sum sigla millum ali- støðir. Harmast umstøðurnar Bjørn Harlou, landsdjóra- lækni, harmast um, at tann starvsstovan, sum tey hava ynskt at hava til slíkar kann- ingar sum hesar, ikki er komin enn. Høvdu royndir- nar kunnað verðið tiknar í Føroyum heldur enn í Nor- eg, kundu vit kanska verið eina viku fyrr við úrslitinum og sostatt eisini við teimum tiltøkum, sum setast skulu í verk. Men hann rósar tó við- gerðini, málið hevur fingið frá teimum, sum hava verið uppi í. Tað sama ger Finnbogi Arge, landsstýrismaður, Kannað verður eisini, hvussu smittan kann vera komin. Tað er soleiðis, at Havsbrún flytir alifóður av landinum til Hetlands og Skotlands. So møguleiki er fyri, at skip, sum hava verið har, kunnu hava havt sjúku- na við sær frá smittaðum alibrúkum har niðri, sigur landsdjóralæknin, hóast als einki er, sum váttar hetta enn. Men hann er sjálvandi noyddur at taka allar møgu- leikar við, sum rímiligt er. Mest alifiskur Sjúkan rakar laks, og síl kunnu eisini ganga við henni, hóast tey ikki verða sjúk, sigur landsdjóralækn- in. Eisini er ávíst, at hon finst í sild, hóast tað er rætti- liga óvanligt, at villur fiskur gerst sjúkur. Ikki er ávíst, um hon rakar annan villan Bera okkum at sum bananrepublik Formaður Sambandsfloksins heldur tað vera púra burturvið, at landsstýrið fer at kunna fólkatingið um fullveldisætlanina. Hann vísir á, at talan tá er um einsíðuga kunnan JOHN JOHANNESSEN – Tað kemur bert fyri í ban- anrepublikkum, at ein stjórn fer á fund við parlamentið í einum ørðum landi um poli- tikkin hjá sær. Tí er fundur- in millum landsstýrið og fólkatingið seinnapartin púra burturvið. Edmund Joensen, for- maður Sambandsfloksins, heldur, at landsstýrið setur hol á eitt skott, ið eigur at vera vatntætt, tá tað í dag fer at halda kunnandi fund við fólkatingið um samráð- ingarupplegg føroyinga til ríkisrættarligu samráðingar- nar. Formaður Sambands- floksins vísir á, at tað hoyrir landsstýrinum til at sam- skifta við aðrar stjórnir, meðan tað hoyrir løgtingi- num til at samskifta við onnur parlament. Tí hevur Sambandsflokk- urin saman við Javnaðar- flokkinum sent øllum um- boðum á fólkatingi eitt skriv, har andstøðuflokkar- nir báðir vísa á sína ónøgd við hendan fund. Teir vísa í skrivinum á, at tað heldur átti at verið løgtingið - har andstøðan eisini er við - ið kunnaði fólkatingið um sjálvstýristilgongdina. Við í brævinum til donsku fólkatingsumboðini hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sent eitt kunnandi skriv um støðu teirra til spurningin um rík- isfelagsskapin. í hesum skrivi verður víst til tilmæl- ið, flokkarnir í felag gjørdu tá eftir, at fullveldismálið hevði verið til viðgerðar í uttanlandsnevndini. Edmund Joensen heldur ikki, at landsstýrið fer at fáa nakran fyrimun burtur úr fundinum við fólkatingið seinnapartin. Heldur væntar hann, at arbeiðsháttur lands- stýrisins fer at minka um virðingina í Danmark fyri føroyskum politikki. – Danir vita, at talan er um skeiva mannagongd, tá landsstýrið heldur fund við fólkatingið, og tí fara dansk- ir politikarar at missa ein part av virðingini fyri lands- stýrinum og føroyskum poli- tikki, sigur Edmund Joen- sen. Formaður Sambands- floksins vísir eisini á, at tá tað bert er landsstýrið, ið kunnar fólkatingið, er talan um einsíðuga kunning, ið bert vísir hvat ein partur av føroyska fólkinum vil. – Danir eru væl fyrireik- aðir til at viðgera fullveld- ismálið, og tí er ikki neyð- ugt við nakrari kunnan, men vit síggja nú enn einaferð, at landsstýrið brúkar nógva orku upp á politiska propa- ganda, meðan øll onnur mál liggja á láni, sigur Edmund Joensen, sum er púra vísur í, at danskir politikarar eru væl og virðiliga inni í mál- inum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Føroya Tele hevði í 1999 eitt tað besta roknskaparárið nakrantíð. Úrslitið gjørdist 26 milliónir krónur EYÐUN KLAKSTEIN Føroya Tele ringdi seg út av 1999 við einum góðum roknskaparúrsliti. Yvirskotið var 26 milli- ónir krónur, eftir at 7,2 milliónir krónur vóru av- settar til skatt, og 4,3 milli- ónir vórðu tveittar í lands- kassan fyri konsessión og raktur av Fjarskiftiseftirliti- num. Í 1998 var úrslitið 16 milliónir krónur, og tí var talan um fittan vøkstur, og 1999 er eitt tað besta rokn- skaparliga árið hjá Føroya Tele nakrantíð. Tvær týðandi orsøkir eru til góða úrslitið. GSM- fartelefonirnar og internetið hava økt munandi um søl- una hjá Føroya Tele. – Í 1998 løgdu vit dent á at dagføra og nýmótansgera tøknina. Stórar íløgur vórðu gjørdar í millum annað GSM-skipanina, uttan- landskapasitetin og at digi- talisera fjarðskiftiskervið. Í 1999 kundu vit í stóran mun heysta ágóðan av hesum í- løgunum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele. Lækka gjøldini meira Føroya Tele lækkaði gjøld- ini í 1999, men nýtslan av fartelefonum og internetið er vaksin so nógv, at hóast lækkingina vaks sølan úr 180 og upp í 219 milliónir krónur. – Vit halda, at tað er um- ráðandi, at Føroya Tele fær skapt neyðugu fortreytirnar fyri støðugum takstlækk- ingum, samstundis sum tænastustigið verður hækk- að. 1999 vísti, at fyritøkan er á góðari leið, sigur Andras Róin. Eginpeningurin hjá Før- oya Tele er nú 127 milliónir krónur. Sambært stjóranum ætlar Føroya Tele at gera fleiri íløgur í ár, enn tað vórðu gjørdar í fjør. Í 1997 gjørdu tey íløgur fyri 47 milliónir krónur, í 1998 107 milliónir og í fjør 35 milliónir. Føroya Tele væntar, at tær lækkingar, sum vórðu gjørdar í gjøldunum 1. febr- uar í ár, fara at hava ávirkan á úrslitið í ár, og Føroya Tele heldur eisini, at økt kapping ár fjarðskiftis- marknaðinum fer at ávirka fyritøkuna. GSM og internetið tryggjaðu Føroya Tele gott úrslit Danir vita, at talan er um skeiva mannagongd, tá landsstýrið heldur fund við fólkatingið, og tí fara danskir politikarar at missa ein part av virðingini fyri landsstýrin- um og føroyskum politikki, sigur Edmund Joensen Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, er væl nøgdur við úrslitið í fjør. Mynd: Jens Kr. Vang Jóannes Eidesgaard heldur tað vera skeivt av landsstýrinum at halda fund við fólkatingið um politikkin hjá einum parti av føroyingum Andstøðan til reiðar at kunna JOHN JOHANNESSEN Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, heldur tað vera ógvuliga skeivt av landsstýrinum at fara til fullu politisku breiddina í Danmark, nevniliga fólkatingið, at kunna um politisku ætlanina hjá einum parti av Føroyingum, nevniliga landsstýrinum. Hetta heldur hann vera at fara aftur um ryggin á mótstøðuliðnum, ið er danska stjórnin. Hann heldur hetta beinleiðis vera at fara yvir um mark og royna at ávirka donsku andstøðuna mótvegis stjórnini, ið skal samráðast við føroyingar um ríkisrættarliga spurning- in. Jóannes Eidesgaard sammetir hesa støðu við, at danska stjórnin br´dliga kom til føroya at halda fund við tingmenn um, hvørja støðu danir hava til samráð- ingarupplegg landsstýrisins til ríkisrættarligu støðu Føroya. – Komu danir soleiðis til Føroya á fund við tigfólk, hevði eg kunna hugsað mær at vitað, hvørja støðu landsstýrið hevði til hetta, sigur Jóannes Eidesgaard. Mugu kunnast Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ógvuliga týdning- armikið, at donsku fólkatingsumboðini eru so væl kunnað, sum yvirhøvur møguligt, um støðu føroy- inga til fullveldismálið, so tey hava eina vitan at taka støðu út frá. Men hann heldur ikki, at tað er nóg mikið, at fólkatingið verður kunnað um støðu lands- stýrissins. – Andstøðan hevur gjørt vart við, at vit eru til reiðar at kunna fólkatingið um okkara støðu til spurningin um ríkisrættarliga spurningin, um ághugi er fyri tí. Hetta hevði givið fólkatingsumboðunum eitt breiðari grundstøði at tikið støðu út frá, vísir Jóannes Eides- gaard á. Men Jóannes Eidesgaard heldur kortini, at tann besta kunningin hevði verið, at ein interparlamentariskur fundur hevði verið hildin ímillum løgtingið og fólka- tingið um hetta týdningarmikla mál. Hetta hevði ver- ið ein fundur, ið líktist einum aðalorðaskifti, har løg- tings- og fólkatingsumboð á sama fundi fingu høvi at sagt sína hugsan og kunnað hvønn annan um ríkis- rættarliga spurningin. Gevur sítt íkast undir aðalorðaskiftinum Formaður Javnaðarfloksins, ið eisini hevur sæti á fólkatingi, sigur seg fara at gera sítt til, at danir verða so væl kunnaðir, sum yvirhøvur møguligt um støðu føroyinga til fullveldisspuringin undir aðalorðaskifti- num á fólkatingi hósdagin um fullveldisætlanina. – Eg eri ikki liðugur við røðuna enn, men teir fimm minuttirnir, eg fái av talutíð, fara at snúgva seg um, hvussu Javnaðarflokkurin heldur, at viðurskiftini mill- um Føroyar og Danmark verða loyst, sigur Jóannes Eidesgaard. Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur tað vera í fín- asta lagi, at andstøðan eisini roynir at kunna danir um, hvat føroyingar vilja á sjálvstýrisleið. Samráðast aftur 2. mei JOHN JOHANNESSEN Landsstýrið og Danska stjórnin hava sett seinnapartin týsdagin 2. mei av til annað umfar av samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Fundurin verður, eins og tann undanfarni, í danska forsætismálaráðnum. Anifnn Kallsberg, løgmaður, sigur, at landsstýrið hevur viðgjørt ymisk uppskot at leggja fyri danir, og er uppskotið, danskir andstøðupolitikarar hava víst á, um at møguligar inntøkur frá einari oljuvinnu skulu nýtast til at rinda skuldina til danir fyri, ikki vera óhugsandi.