Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 Karsten Hansen: Lærararnir vilja ikki samráðast longur ÁKI BERTHOLDSEN Løgtingið skal ikki leggja seg út í verkfallið hjá lærar- unun. Tað støðu hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hóast ar- beiðssteðgurin í fólkaskúl- anum nú hevur vart ein heil- an mánaða. Hann sigur, at Lærararnir hava samráðst seg til ein verkfalsrætt og tann rættin skulu vit virða. – Tað ber ikki til, at Løg- tingið nú skal taka hendan rættin frá felagnum aftur, „bara“ tí at verkfallið er longri, enn vit vilja, sigur Karsten Hansen. Hann harmast um støð- una, sum hevur tikið seg upp. Men hjá honum er ongin ivi um, at tað er Lærara- felagið, sum hevur bóltin og eigur at taka stig til sam- ráðingar. Landsstýrismaðurin sigur, at beinanvegin, semingsroyndirnar slitnaðu fyrstu ferð, spurdu semings- menninir, um partarnir vóru sinnaðir at halda fram. – Vit søgdu ja, Lærara- felagið segði nei. –Síðani hava tvey upp- skot ligið frammi um, hvussu vit sleppa víðari við samráðingunum, men báðu ferðina søgdu lærararnir nei og vit søgdu ja. – So tá ið bæði skúlabørn, foreldur, og onnur, siga, at tey stuðla lærarunum, eiga tey at gera sær greitt, at tey stuðla einum felagi í ikki at vilja samráðast, leggur fíggjarmálaráðharrin aftur- at. – Men at nokta fyri at samráðast, er at taka verk- falsrættin ov bókstaviliga, sigur hann. Ikki givið upp Men Karsten Hansen leggur afturat, at tey hava ikki giv- ið upp og at tey royna hvønn dag at finna nýggjar vinklar í málinum so at sam- ráðingarnar kunnu verða tiknar upp aftur. Men hann leggur dent á, at samráðingarnar eru við fíggjarmálastýrið og tað er ongin ósemja við Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið um tað. –Men so leingi Lærara- felagið ikki vil samráðast, fáa vit onki gjørt. – Tað, sum er hent í hes- um samráðingunum, er , at Lærarafelagið hevur tikið tað sum sína uppgávu at gera av fyri løgtingið, hvussu nógv fólkaskúlalóg- in skal kosta og, hvussu hon skal setast í verk. – Tað er at fara útum sínar heimildir og tað kann fáa avleiðingar fyri onnur øki í samfelagnum, sum vit kunnu hugsa okkum til. – Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hvørki hevur, ella skal hava heimild til at áleggja løgtinginum til at seta eina ávísa upphædd av til ymisk endamál. – Tað er at flyta lóggev- andi valdið úr tinginum og tað er at máa støðið undan fólkaræðinum. Landsstýrismaðurin sig- ur, at lærararnir fáa løn fyri fulla tíð. So er bara spurn- ingurin, hva vit fylla í hesa arbeiðstíðina. Hann sigur, at hann dugir ikki at hugsa sær nakran annan stovn, har tey leggja arbeiðið niður, tí at løgting- ið hevur álagt teimum fleiri uppgávur, uttan at tey halda, at tann neyðuga játtanin fylgir við, tí øll gera, tað tey kunnu innanfyri teir karmar, sum eru, og so kunnu tey ikki gera meir. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur, at tað, sum skal til, fyri at fáa gongd á, er ein spurningur um vilja. Tey, sum stuðla Lærarafelagnum, stuðla einum fakfelagi í ikki at vilja samráðast og tað er ógvuliga harmiligt, sigur Karsten Hansen, sum vísir aftur, at løgtingið skal leggja seg út í verkfallið Høgni Hoydal: Eg eri tilreiðar at gera mítt – Tað er ein misskiljing, at eg vísi ósemjuna í skúlanum frá mær. Men samráð- ingarnar eru við fíggjarmálastýrið, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum Nú er læraraverkfallið farið inn í fimtu viku, men enn røkist onki fyri eini semju. Høgni Hoydal er sinnaður til at viðgera, hvat nýggja fólkaskúlalógin ber í sær. Men tað er ein politiskur spurningur, sum ikki kann tengjast upp í sáttmálasamráðingarnar, sigur hann ing, tá ið tað verður ført fram, at hann vísir ósemjuni í fólkaskúlanum frá sær. Hann sigur, at í farnu viku fekk hann ein fyrispurning frá Lærarafelagnum um ein fund. Men hann hevur svarað ÁKI BERTHOLDSEN – Eg bíði bara, inntil sam- ráðingarnar verða tiknar upp aftur. Høgni Hoydal, Lands- stýrismaður í Skúlamálum sigur, at tað er ein misskilj- felagnum aftur, at hann kann ikki koma á fund, fyrr- enn samráðingarnar verða tiknar uppaftur – Tað er okkara fremsta endamál at fáa gongd aftur á samráðingarnar, so tað vóna vit, verður skjótt. løn og onnur starvsviður- skifti. Í tí sambandinum hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið sjálvsagt verið upp í, tí hvat starvs- viðurskiftum viðvíkur, er tað í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, at ser- frøðin er. Men Høgni Hoydal sigur, at vandin er, at Lærarafel- agið roynir at gera ein sátt- mála, sum snýr seg um við- urskifti í sjálvari fólkaskúla- lógina. Og tað er hetta, sum ósemjan fyri ein stóran part snýr seg um. – Men hetta er ein poli- tiskur spurningur, tí í hesum sambandi er landsstýris- maðurin bara bundin at Løgtinginum og tí ber tað ikki til at viðgera fólka- skúlalógina í sáttmálasam- ráðingum. Høgni Hoydal sigur, at hann hevur onki ímóti at viðgerða spurningin um nýggju fólkaskúlalógina, men tað er eitt mál, sum má takast upp í løgtinginum og tað kann ikki bindast í ein- um sáttmála við eitt fak- felag. Tað ber nevniliga ikki til at binda seg í einum sátt- mála til, hvussu skjótt ymsir partar í fólkaskúlalógin skulu koma at virka. Men, hvussu kanst tú skilja tey bæði sundur, tí sáttmálasamráðingar eru ikki bara um løn, tær eru eisini um onnur starvsvið- urskifti. – Ja, og í samráðingunum ber tað sjálvsagt altíð til at tosa um, hvørja arbeiðs- byrðu lærararnir hava havt, og hvat, teir hava fingið aft- urat. – Men vit kunnu ikki binda okkum mótvegis ein- um fakfelag til, hvussu og nær fólkaskúlalógin skal fá- ast at virka, tí tað er ein tilgongd, sum kemur at ganga yvir fleiri ár. Nú er tað rættiliga stórur munur á, tí, sum Lærara- felagið sigur er arbeiðstíðin Men tað skilst á Lands- stýrismanninum, at hann heldur, at samráðingarnar eru á skeivum grundarlag. Hesar samráðingarnar eru í tveimum pørtum. – Í fyrra lagi er talan um sáttmálasamráðingar um hjá lærarunum og tað rokni- stykkið, sum Fíggjarmála- stýrið hevur gjørt um ar- beiðstíðina hjá lærarunum. Hvussu ber tað til at koma víðari, tá ið partarnir ikki so frægt kunnu semjast um, hvussu nógv lærarar hava arbeitt og, hvussu nógv, teir arbeiða nú? – Ja, tað er ein trupulleiki, sum vit hava roynt at loyst í ymsum bólkum. Hetta er ein spurningur, sum vit mugu verða samd um. Men tað er ein spurningur, sum vit mugu finna útav í sam- ráðingunum. Høgni Hoydal sigur, at tað, sum tað nú snýr seg um, er, at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið. – Vit mugu seta nøkur punkt upp og so samráðast um tey, eitt og eitt, til vit eru liðug. Men hann endurtekur tað, sum hann áður hevur sagt, at tað er neyðugt at skilja samráðingarnar sundur. – Tað er ongin ivi um, at vit hava ímóti at viðgera tað, sum hevur við Undir- vísingar- og Mentamála- stýrið at gera. –Men annars eru samráð- ingarnar formliga ímillum Lærarafelagið og Fíggjar- málastýrið. – Og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at býtt tær uppgávurnar sundur, so at hvør tók sær av sínum. Høgni Hoydal sigur, at hetta er eisini ein spurning- ur um at endurvinna tað á- litið, sum eigur at vera í- millum landsins myndug- leikar og fakfeløgini. Samgongan Flokkurin við málsøkjunum Andstøðan Samgonguumboðini mugu spæla greitt út Tjóðveldisflokkurin tók ikki undir við nýggju lógini Smyrsl og skomm Katrin Dahl Jakobsen metir, at so leingi nýggja fólkaskúlalógin ikki virkar, er lógin bert smyrsl. Hon heldur verandi støðu vera skomm og eina støðu, ið ikki átti at komið fyri Støðan í fólkaskúlanum Bjarni Djurholm metir, at nú mugu landsstýrismenninir í fíggjarmálum og skúlamálum í felag spæla greitt út DAGFINN OLSEN Sáttmálasettir fólkaskúla- lærarar hava nú verið raktir av arbeiðssteðgi í 4 vikur og einki røkist fyri, at ein loysn er fyri framman. Eftir at Signar á Brúnni legði frá sær sum landsstýr- ismaður, røkir Høgni Hoy- dal skúlamál, men hann hevur víst á, at Fíggjarmála- stýrið er mótpartur hjá Før- oya Lærarafelag. Har má trupulleikin avgreiðast her og nú, so kann tosast um lógina seinni, men hetta góðtekur Føroya Lærara- felag ikki. Felags útspæl Bjarni Djurholm úr fólka- flokkinum heldur, at nú mugu Fíggjarmálastýrið og Undirvísingar- og Menta- málastýrið í felag greitt spæla út, hvat hesi vilja. Hann metir ikki, at sam- gongan kann liva leingi aft- urat við støðuni, sum hon er nú. – Hetta er ein sera óhepp- in støða. Samgonguumboð- ini mugu nú í felag greitt spæla út. Eisini so Lærara- felagið veit, at teir kunnu ikki spæla uppá tveir partar, sigur Bjarni og vísir á, at vandi er fyri, at tvístøðan druknar í tosinum um nor- meringar. Føroya Lærarafelag hev- ur roynt at fáa fund við Høgna Hoydal, men hesin fundur hevur ikki verið enn. Bjarni Djurholm metir, at Høgni Hoydal eigur at gera greitt, hvussu hann ætlar at skipa nýggju lógina, so tað er í tráð við tað, ið Fíggjar- málastýrið ætlar. Mugu tæna somu søk Bjarni Djurholmm minnir á, at nýggja lógin í grundini hvørki er dýrarai ella bílig- ari, enn hin gamla lógin. Men sparingar vóru framdar í gomlu lógini. – Gamla lógin varð am- puterað. Nýggja lógin varð sett í gildi sum en karmur. Hon skuldi setast í gildi yvir eini 4 - 5 ár, minnir Bjarni Djurholm á. Hann sær onga einfalda loysn á ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Før- oya Lærarafelag, men Bjarni Djurholm metir, at nú mugu Fíggjarmálastyrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið koma við felags útspæli viðvíkjandi arbeiðs- ósemjuni í fólkaskúla- num DAGFINN OLSEN Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum heldur, at lítil vón er at hóma í ar- beiðsósemjuni, ið hevur lagt fólkaskúlan nærum lamnan í 4 vikur. Hon heldur vera løgið, at nýggi landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum ikki vil hitta Føroya Lærarafelag. – Slíkt kann ikki góðtak- sagt seg til reiðar at virka við til, at lógin kann setast í gildi stigvíst. Katrin Dahl Jakobsen hevur hug at fílast á, at so nógv verður tosað um, at lógin er so dýr. Hon hevur hug at spyrja, um tað ger nakað, at vit hava ein dýran fólkaskúla. Hon er greið yvir, at sjálv- sagt skal skúlin ikki kosta órímiliga nógv, men Katrin Tjóðveldisflokkinum eigur báðar landsstýrismenninar, ið eru inni í myndini í ósemjuni um fólkaskúlan. Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum metir ikki, at til ber at liva við núverandi støðu longi afturat, men hann ásann- ar, at málið er sera fløkt DAGFINN OLSEN Heini O. Heinesen úr Tjóð- veldisflokkinum, ið eigur landsstýrismenninar í fíggj- armálum og skúlamálum, metir at talan er um eitt fløkt mál. Hann viðgongur, at hann ikki er so væl inni í smálut- um í málinum, men hann heldur, at ikki ber til at liva við núverandi støðu longi afturat. Hann heldur tó Høgna Hoydal hava rætt í, at rætt- ast er at halda lønar- og lógarspurning hvør sær. – Men nú verður streykað upp á eina lóg, sum Tjóð- veldisflokkurin ikki tók undir við. Hetta hevur Sign- ar á Brúnni eisini víst á. Men tað eru vit, ið sita við Svarta Per. Betur var, um vit sluppu at gera lógina, so vistu vit, hvat hon kostaði, sigur Heini O. Heinesen. Heini O. Heinesen heldur, at báðir partar hava ábyrgd í ósemjuni millum Føroya Lærarafelag. Hetta er skomm. Hetta er úrslit av, at ein ikki í sínari tíð fyrireikaði seg, sigur Katrin Dahl Jakob- sen um støðuna í fólkaskúlanum Nú verður streykað uppá eina lóg, sum Tjóðveldis- flokkurin ikki tók undir við, men tað eru vit, ið sita við Svarta Per, sigur Heini O. Heinesen ast. Støðan, sum er nú, átti ikki at komið fyri. Hetta er skomm. Hetta er úrslit av, at ein ikki í sínari tíð fyri- reikaði seg, sigur Katrin Dahl Jakobsen. - Nýggja fólkaskúlalógin er bert smyrsl, sminka, um lógin ikki virkar, vísir Katrin Dahl Jakobsen á. Hon vísir á avtaluna mill- um partarnar, tá teir í fjør heyst samráddust. Tá skuldu trupulleikarnir takast upp aftur við samráðingar- borðið nú. – Hetta er ikki bert ein lønarspurningur, sum tað verður gjørt til. At myndug- leikarnir soleiðis ger hetta til ein lønarspurning er at sláa hondina av Føroya Lærarafelag, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Hon sigur, at Føroya Lær- arafelag hevur víst vilja og Dahl Jakobsen vísir á, at tað er mangt annað í samfelag- num, ið kundi verið bílig- ari. Bjarni Djurholm metir av- gjørt, at Fíggjarmálastýrið og Undirvísngarmyndug- leikarnir mugu tæna somu søk. Heini O. Heinesen heldur, at talan er um fløkt mál. Hann leggur tó dent á, at hann metir ikki, at tað er ein góð loysn, at løgtingið legg- ur uppí, sum tað onkutíð hevur verið gjørt.