Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 SVEINUR TRÓNDARSON Tað var sera hált um viku- skiftið, nú kavin fall og kuldin legði seg um landi. Fleiri ferðsluóhapp hava verið um vikuskiftið og hó- ast talan í nógvum førum er um royndar bilførarar, so hevur hálkan tikið teir á bóli kortini. Í Skálafirði stoyttu tveir bilar saman. Annar bilurin var á veg út á vegin, men rendi inn í síðuna á einum øðrum bili, sum kom koyrandi inneftir. Men ikki nóg mikið við tí. Aftaná samanstoytin mól annar bilurin runt á vegnum og endaði við at fara niðan av vegnum. Tað var ikki hugsingur um at fáa bilin uppaftur av egnari megi, og tí mátti kranabilur til. Bilurin varð lyftur upp aftur seinni sunn- ukvøldið. Løgreglan í Runavík sig- ur, at talan var um eitt óhapp av tí slagnum, sum altíð henda í hálkuni. Tvey onnur óhapp hendu eisini í Eysturoynni um vik- uskiftið, men tey vóru ikki so ógvuslig sum tað í Skál- afirði. Eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan í Runavík at enda. Rendi á og fór útav Tveir bilar rendu saman í Skálafirði sunnudagin. Eingin fólkaskaði var, men annar bilurin mól á vegnum og fór niðanav Tveir bilar stoyttu saman í Skálfirði sunnudagin. Annar teirra mól runt á vegnum og endaði í veitini. Kranabilur mátti til fyri at fáa bilin uppaftur Mynd: Sveinur Tróndarson Stolin bilur fór útav SVEINUR TRÓNDARSON Tá fólk komu til brúnna um Streymin sunnumorgunin, sóu tey ein bil liggja við síðuna av vegnum sunnanvert brúnna, Streymoyarmegin. Hann var ikki serliga vakur á at líta, har hann lá, við brotnum bakhjóli høgru- megin. Hann hevði eisini aðrar snuddir, og skelti skamt frá bilinum gav ábend- ingar um, at bilførarin hevði mist tamarhaldið á bilinum og var síðani farin út av vegnum. Løgreglan mundi kortini hava verið á staðnum, tí bilurin hevði ongar nummar- plátur. Men so var ikki. Tá Sosialurin ringdi til løgregluna visti eingin nakað um hetta óhappið. – Men tað er ikki fyrstu ferð, at eitt óhapp er hent, uttan at vit fáa boð um tað, segði løgreglumaðurin og legði afturat, at ein orsøk til tað kundi vera, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka og tí ikki vildi í samband við løgregluna. Tí ber ikki til at siga, nær bilurin er farin út av, hví og hvussu tað er hent. Men mánadagin varð gátan um bilin loyst. Á bilasøluni hjá P/F Wenzel í Havn, vóru teir brádliga varugir við, at ein bilur vantaði í túninum, og hesum boðaðu teir løgregluni frá. – Júmen, so kann tað vera, at tit eiga tann bilin, sum stendur við síðuna av vegnum norðuri við brúnna, segði løgreglumaðurin. Og so var. Tá stellnummarið á bilinum var kannað, vísti tað seg, at tað var bil- urin, sum P/F Wenzel saknaði. Onkur hevur tískil verið í túninum hjá bilasøluni um vikuskiftið og tikið bilin. Síðani hevur hann koyrt norður gjøgnum Sundalagið til hann hevur mist tamar- haldið á bilinum, og er farin út av vegnum. Og so er tað kanska lættari at skilja, hví løgreglan einki visti um ferðslu- óhappið ... Í FØROYUM HØVUÐSSTUÐUL P/f Esmar Simonsen Sosialurin - 311820 Vit takka Stjørnuni fyri gott og vælleikandi kappingarár. Hjartaliga tillukku við føroya- meistara- heitinum DÁNJAL HØJGAARD MYNDIR: JENS KRISTIAN VANG 15. apríl er hummaratíðin av fyri hesaferð. Tá kunnu bátarnir, sum loyna eftir tí reyða marg- lætisfiskinum gera upp, hvussu sesongin, sum byrj- aði í september í fjør, roynd- ist. Á Norðbúgvanum, sum hevur heimstað á Norð- skála, hava teir drigið fyri seinastu ferð í vetur. Kvot- an upp á 1.500 kilo og tey 600 kiloini, sum teir hava keypt frá øðrum bátum, eru uppfiskað. Teir gremja seg ikki um úrslitið hóast hetta ikki hev- ur verið av bestu hummara- árum. – Tað hevur verið heldur smáligt í vetur. Men summir hava fingið nógv, sigur Jóhan Weihe, sum eigur Norðbúgvan saman við svágrinum, Jónsteini Dam. Fyri jól var veiðan einki ser- ligt. Frægasti mánaðin var januar og tá fingu teir okkurt um 50 kilo um dagin. Tað er lítið av miklum. Fyri fáum árum síðani høvdu hummarabátarnir rokfiskiskap eini tvey ár. Tá vórðu 100 kilo drigin um dagin og tá var kvotan uppi longu eftir tveimum mánað- um. Bert eitt ískoyti Fert tú á matstovu at eta fínt stendur hummarin ovast á matarlepanum. Í Fraklandi, Spania og øðrum londum gjalda fólk fegin tað, sum tað kostar at njóta tann reyða marglætisfiskin, sum teir báðir svágrarnir veiða á Kaldbaksfirði ella Kolla- firði. Men tað eru ikki fiski- menn, sum Jóhan og Jón- stein, ið spinna gull av hummaranum . Tað gongur skeivan veg við prísinum og í dag fæst minni fyri humm- aran enn tá ið Jóhan byrjaði at veiða hummara fyri 10 árum síðani. – Prísurin er ongantíð hækkaður. Fyri tíggu árum síðani fingu vit 66 krónur fyri kilo. Nú fáa vit 55 krón- ur, sigur Jóhan, sum keypti Norðbúgvan saman við svágrinum fyri tveimum árum síðani. Olja skal gjald- ast. Báturin skal fíggjast. – Hetta er gott ískoyti, men tað er einki at liva av. Vart tú einsamallur og hevði ein bíligan bát, so var tað kanska ein meining í tí, sigur hann. Gloppið minkar Eins og fleiri av hinum hummarabátunum, rør Norðbúgvin eisini út. Hummaarakvotan er ein- ast 1.500 kilo upp á bátin, umframt tey kiloini, bátarnir keypa og selja sínámillum. Tískil kemur tað ikki uppá tal at avsiga góðar útróðr- Grafikkur Sosialurin Hummaraveiða einki luksuslív FISKIVINNA. Skal hummaraveiðan við Føroyar gerast meira enn eitt íkast til útróðurin er loysnin færri loyvi og meira til hvønn bátin. Í dag fæst minni fyri hummaran enn fyri 10 árum síðani og prísgloppið millum toskin og hummaran er minkað stórliga Jóhan Weihe hevur tømt hummararúsurnar fyri seinastu ferð í vetur. Hetta hevur ikki verið tann besta sesongi hesi tíggu árini hann hevur veitt hummara. Hummarabáturin Norðbúgvin við kei á Norðskála, har eitt virki tekur ímóti hummaranum. ardagar fyri at veiða humm- ara. Serliga ikki nú várróð- urin er í hæddini og toska- prísurin hevur ligið uppi á 23 krónum. – Tá ið eg byrjaði at veiða hummara var prísurin kanska tíggju ferðir so høg- ur sum toskaprísurin. Nú er hann er bert hálva triðju ferð toskaprísin, sigur Jóhan. Herfyri var Norðbúgvin sjey dagar á Norðhavninum og bara hesin eini túrurin gav einar 100.000 krónur. – Hesir sjey dagarnir góvu eins nógv og øll hummara- sesongin, sigur Jóhan. Færri loyvi Jónstein Dam heldur, at tað eru ov nógvir bátar, sum hava loyvi at royna eftir hummara. Sum er eru eini 37 loyvi í økinum, har Norðbúgvin roynir. Hetta økið røkkur av Skálafirði norður til brúnna um Streymin. Verða færri loyvi latin verður meira í part, sig- ur Jónstein. – Tað áttu at verið færri loyvi, og afturfyri áttu bát- arnir at sloppið at sett fleiri rúsur. Tá høvdu teir fingið meira burturúr, sigur hann. Sum er hava hummarabát- arnir loyvi at seta 250 rúsur annan hvønn dag. Hummarin er misjavnur til støddar. Størsti hummarin fæst inni á firðunum, men har liggja eisini nógvir bátar framvið.