Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 67 - 5. apríl 2000 Pegasus skal senda sunnukvøld Klaksvíkingar ætla at gera sunnu- kvøld til veruligt útvarpskvøld. Studio Pegasus fer at senda í fimm tímar á Rás 2 hvørt sunnukvøld, og dentur skal leggjast á fjølbroytt og seriøst tilfar JOHN JOHANNESSEN Studio Pegasus ætlar at gera sunnukvøld til veruligt út- varpskvøldt, tá studio í Klaksvík fer undir at senda á Rás 30. apríl. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Studio Pegasus. Rás 2 og Studio Pegasus gjørdu herfyri avtalu um, at Pegasus skal senda fimm tímar við útvarpi hvørja viku, og allir hesir fimm tímarnir verða lagdir sunnu- kvøld. Farið verður í luftina klokkan 19.00, og sent verður til midnátt við ym- iskum sendingum. Útvarp Føroya sendir ikki sunnu- kvøld, og tað er helst ein orsøk til, at klaksvíkingar hava valt at leggja seg á hetta kvøldið. Stríðast við sendaran Vit hava skilt, at talan er um ymiskar sendingar, bæði til børn, ung og tilkomin. Ein undirhaldssending verður á skránni og somuleiðis sending við ítróttartilfari. Tað verða fólk úr Klaks- vík, sum koma at gera send- ingarnar í Studio Pegasus, og talan verður um bæði nýggjar og ungar røddir og um fólk við royndum í út- varps- og fjølmiðlaarbeiði. Í løtuni verður arbeitt við at fáa sendaran settan upp, so farast kann undir at senda Rás 2 til Klaksvíkar og størri part av Eysturoynni. Rás 2 fer at senda á 107,0 MHz av Brúnaskarði. Dómur varð fríggjadagin sagdur í málinum móti franska trolaranum Bruix. Knappa millión vað hann dømdur at gjalda, men enn er ikki greitt um skip- arin tekur við dóminum SVEINUR TRÓNDARSON Í seinastu viku varð franski trolarin Bruix tikin fyri at fiska ólógliga í føroyskum øki. Gorm tók franska trolar- an, sum ikki hevði loyvið at fiska í føroyskum sjógvi og tók hann við á Havnina. Knappliga eina millión krónur, kostaðr tað at veiða í føroyskum øki uttan loyvi, segði Føroya Rættur, tá skiparin á Bruix fekk dóm. Tað var aðru ferð, at franski trolarin varð tikin, fyri ólógliga veiðu í føroyskum øki Mynd: Jens Kristian Vang Bruix gjalda eina millión Málið endaði í rættinum og sum fríggjadagin var dómur sagdur í málinum. Skiparin var dømdur at rinda upp í móti einari milli- ón krónur fyri ólógliga fisk- iskapin. Skiparin fekk einabót upp á 100 túsund krónur, veiðan var virðismett til uml. 800 túsund og fiskireiðskapurin, sum eisini varð tikin, varð mettur til uml. 75 túsund krónur. Samanlagda upp- hæddin, sum Bruix, skal av við, er knappliga ein millión krónur. Tó er tað ikki vist, um hetta er seinasta orðið í mál- inum enn. Skiparin hevur eina freist upp á 14 dagar at kæra dómin. Reiðaríið hjá Bruix veitti trygd fyri upphæddini og stutt eftir fór Bruix av aftur Havnini. JAN MÜLLER Síðani oljuprísirnir fóru í botn fyri góðum ári síðani eru hendar stórar broyting- ar í oljuverðini. Mong feløg vórðu løgd saman, nakað, sum førdi til hópuppsagnir. Tær broyttu tíðirnar gjørdu so eisini, at fólk, sum høvdu havt áralangar roynd- ir hjá oljufeløgunum, gjøru av at royna seg sum sjálvsstøðugir ráðgevar. Hetta er so eisini ein gongd, sum man hevur merkt fylgjurnar av í Før- oyum. Ein teirra, sum leingi hevur verið virkin í einum av oljufeløgunum, sum hev- ur verið við í kanningunum her, Mike Welland hjá Lasmo, er farin at royna seg sum sjálvstøðugur ráðgevi. Í løtuni hevur hann avtalu við føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni. Og tá tað fríggjadagin í farnu viku varð kunngjørt, at m.a. Lasmo hevur tikið seg úr The Faroes Partner- ship oljubólkinum, var kort- ini eitt av fyrrverandi um- boðunum hjá nettupp sama Lasmo við til tíðindafundin. Mike Welland sigur seg vera fegnan um at kunna geva føroyska oljufelagnum eina hjálpandi hond. Sjálvur hevur hann drúgvar royndir í oljuvinnuni, sum hann vónar kunnu koma føroyska oljufelagnum til góðar. -Eg havi mítt egna ráð- gevarafelag, og royni í løt- uni at ráðgeva Atlants Kol- vetni á fleiri økjum, tøkni- ligum sum øðrum. Tað er mín vón, at mongu parta- eigararnir í felagnum kunnu fáa gleði av mínari ráðgev- ing. Mike Welland heldur annars, at ein orsøk til at LASMO hevur tikið seg heilt úr Føroyaøkinum er tann, at felagið hevur ikki mett, at hetta økið fellur nóg væl saman við tær arbeiðs- uppgávur, sum teir hava so nógva aðrastaðni í verðini. Mike Welland vísir annars á, at øll feløg í oljuvinnuni taka slíkar avgerðir nú og tá, og tað er heldur ikki ó- vanligt, at onnur feløg finna olju í nettupp økjum, hesi rýma frá. Men hetta er „the nature“ av oljuvinnuni legg- ur fyrrv. Lasmomaðurin aftrat. Mike Welland dylur ikki fyri, at hann er sera væl nøgdur við Atlantic Petro- leum og teirra máta at ar- beiða uppá. -Eg haldi hetta felagið er bygt upp á skila- góðan hátt og eigur eina sera týdningarmikla fram- tíð. Vilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni sigur seg vera væl nøgdan við at hava fingið Mike Welland sum ráðgeva, nú hann hevur lut- tikið í arbeiðinum við Før- oyar frá miðjan 90-unum. Hann hevur neyðuga tøkni- liga førleikan, sum Atlants Kolvetni ikki hevur í løtuni. Fyrrverandi Lasmomaður ráðgevi hjá Atlants Kolvetni Mike Welland hjá Lasmo, er farin at royna seg sum sjálv- støðugur ráðgevi. Stór páskakonsert á Kambsdali Leygarkvøldið 15. apríl verður stór páskakonsert í ítróttarhøllini á Hálsi. Aria, Arnfríð Lützen og Flux fara at spæla. Dagurin er eitt ára dagurin fyri útgávuni hjá Aria, After These Messag- es, og tað verður uppruna manningin í Aria, sum fer at spæla hetta kvøldið. Petur Hans Niclasen, gittarspælari, sum ikki var við seinasta Aria spældi, kemur heim úr Danmark til konsertina. Arnfríð Lützen hevur sungið á fleiri útgávum seinastu árini, og í Yngd í dag er prát við evnaríku songkvinnuna. Flux gjørdi vart við seg í Prix Føroyar kappingini í fjør, og teir vunnu seg upp á ovastu rók á hitlistanum hjá Útvarpinum. Nú eru teir farnir at tosa um at fara í upptøkuhølini. ek Jógvan Hansen fer at spæla saman við Aria á stórari páskakonsert í høllini á Kambsdali. Mynd: Álvur Haraldsen JAN MÜLLER Atlants Kolvetni hevði að- alfund seinasta fríggjadag. Vilhelm Petersen, stjóri sig- ur seg vera nøgdan við fundin og ikki minst við árið, sum farið er. Felagið hevur havt nógv hægri inntøkur í 99 í mun til 98. Úrslitið vísir eitt avlop uppá slaka mill. kr. fyri skatt. Tað eru teir nøgdir við. Í løtuni hevur felagið bara inntøkur av kapitalavkasti, tvs. primert av statsláns- brøvum og landskassaláns- brøvum. Felagið er so eisini farið undir at gera íløgur í partabrøv, og tað er gjøgn- um íløgufeløg, soleiðis at vágin verður avmarkaður. Íløgufeløgini talan hevur verið um hava verið í nógv- um londum og nógvum bransjum, soleiðis at vágin svarar til tann vágan, sum nevndin hevur stungið út í kortið. Alt í alt verður mett, at peningurin er plaseraður soleiðis, at tamarhald er á váganum og at avkastið er nøktandi vísir Vilhelm Petersen á. Nevndin hevur lagt tann politikk, at tað kunnu gerast íløgur í partabrøv uppá 30%. Restin tvs. 70% verð- ur so ílagt í lánsbrøvunum. Hetta vórðu partaeigarar- nir kunnaðir um á aðalfund- inum. Á fundinum fingu teir eisini at vita, at The Faroes Partnership verður við í komandi útbjóðing og er talan um eitt sterkt samtak. Teir fingu eisini at vita um broytingarnar, har British Gas avloysir Norsk Hydro og Lasmo. Alt í alt verður bólkurin sera sterkur, og verður upp- gávan hjá føroyska felagn- um primert at taka sær av lokalum innihaldi tvs. vísa á, hvussu tað føroyska samfelagið kann koma uppí komandi virksemið. Vilhelm Petersen sigur, at teir eru í ferð við gera eina lýsing av á hvørjum økjum føroysk vinna kann luttaka. Hetta er ikki minst týdn- ingarmikið í hesi støðuni, Atlants Kolvetni við í oljuleiting frá byrjan Vilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni er nøgdur við gongdina hjá felagnum og -saman við Amerada Hess, Dong og British Gas. Aðalfundurin í føroyska oljufelagnum afturvaldi nevndina í farnu viku. Felagið ger seg nú út til at vera við í komandi oljuleiting og hevur sum uppgávu at lýsa og kunna sam- starvsfeløgini um møguleikarnar at brúka føroyska vørur og tænastur har bólkurin skal søkja. Vit spurdu stjóran í At- lants Kolvetni, um parta- eigararnir skulu kenna seg tryggar við, at teir hava plaserað sínar pengar rætt, nú tá hugsað verður um, at hitt føroyska oljufelagið hevur valt eitt heilt annað modell? -Tað modellið vit valdu frá byrjan er eftir míni met- ing so avgjørt tað rætta fyri eitt nýtt føroyskt oljufelag. Í míni verð kundi eg ikki hugsað at gjørt tað øðrvísi. Útgangstøðið er tað før- oyska økið. Vit hava við tí avtalu vit hava fingið við samtakið møguleika at taka ein ognarpart, um so er, at tú finnur olju. Tað vildi ver- ið burturvið at brúkt peng- arnar hjá partaeigararunum, áðrenn tú visti, at nakað er at brúka pengarnir til. Atlants Kolvetni vil ikki upplýsa ta ovara markið fyri teirra luttøku í Partnership bólkinum, men felagið hevur so rætt til at økja tess lut upp til eitt ávíst prosent- tal, sum stendur mát við ta fíggjarligu orkuna hjá At- lants Kolvetni. Vilhelm Petersen sigur, at tað er ikki rætt, at teirra felag bara hevur avmarkað seg til tað føroyska økið. Man hevur frá byrjan havt eina ætlan um at kunna fara aðrastaðni at hyggja eftir íløgumøguleikum, og tað hava víst seg at vera fleiri møguleikar, sum verða kannaðir í løtuni. Man hev- ur so mett føroyska økið sum eina góðan máta at byrja uppá. Í ársfrágreiðingini til aðalfundin verður annars sagt: at samstarvsavtalan við Faores Partnership gevur Alantic Petroleum : rætt til at koma inn í samtakið á jøvnum føti við hinar luttakararnir, við ein- um avmarkaðum ognar- parti, men við møguleik- anum seinni, tá kunnleikin til møgulig oljufund eru meira vís, at økja henda ognarpart. Hon gevur fel- agnum møguleika fyri at byggja upp neyðuga vitan og førleika til at kunna lut- taka í oljuleiting og fram- leiðslu á føroyskum megin- landsstøði, og hon gevur betri møguleika fyri at nøkta tann kapitaltørv, ein møgulig øking av ognar- partinum í samtakinum krevur. Síðani januar í 99 hevur Atlants Kolvetni luttikið í arbeiðinum í bólkinum og herundir havt rætt at møta á tekniskum fundum og leiðslufundum. Í dag er partapeningurin í Atlants Kolvetni 46,25 mill. kr. og eftir úrslitið í 99 er eginognin í felagnum komin uppá góðar 27 mill. kr. Í felagnum eru 2000 partaeigarar. Øll nevndin varð afturvald á aðalfund- inum. Í henni eru Kjartan Hoydal, nevndarformaður, Óli Hammer, Poul Mohr, Mortan Johannesen og Peter Even Djurhuus, sak- førari. Vilhelm Petersen heldur fram sum stjóri. Avtalan er, at føroysk les- andi skulu lýsa føroysk við- urskifti, í samstarvi við før- oyskar fyritøkur og stovnar, í teimum serritum og størri uppgávum, ið eru partur av lesnaðinum, um eitthvørt, ið fyritøkan hevur brúk fyri at vita meira um. Hetta átti at givið føroyskum virkjum ein møguleika at fingið gjørt kanningar ella smærri granskingar-uppgávur, uttan at brúkt stórvegis av pen- ingi. Ætlanin er, at Vinnuhúsið skal leggja ein link til heimasíðuna hjá teimum lesandi, á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum og øvugt. Heimasíðurnar skulu verða sambindingarlið millum tey lesandi og føroykst vinnulív. Yvirlit Á heimasíðuni hjá teimum lesandi ber til at finna yvirlit yvir lesandi, sum hava áhug- að at skriva um ávís føroysk viðurskifti, hvat tey hava tik- ist við og hvørji viðurskiftið Heimasíður verða sambindingarliður Føroysk lesandi uttanlands og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt eina samstarvsavtalu, skrivar Vinnuhúsið tey serliga hava áhugað fyri. Har verður eisini víst á dømi har lesandi og føroysk fyri- tøka hava samstarvað. Á heimasíðuni hjá Vinnu- húsinum verður ein talva við evnum, sum tey lesandi kunnu taka útgangsstøði í, áðrenn tey gera av, hvat tey fara at gera uppgávur um. Tá tey lesandi hava fingið áhuga fyri ávísum evni, fer umboð fyri Vinnuhúsið at seta seg í samband við før- oyska vinnu og á henda hátt fáa í lag samband millum lesandi og vinnuna. Virkir, sum vilja hava ser- liga uppgávu loysta eru væl- komin at seta seg í samband við Vinnuhúsið. Vinnuhúsið vil síðani verða við til at fáa í lag samband til tey lesandi, skrivar Vinnuhúsið.