mikudagur 5. apríl 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 67 - 5. apríl 2000
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 67 - 5. apríl 2000
Í nótasavninum heima við hús
havi eg liggjandi fyrsta
tónleikastykkið, sum Sunnleif
fekk pening fyri – 800 krónur.
Hetta verk skrivaði hann til
Fuglafjarðar gentukór 1983 -
Væn ert tú vina mín. (4. kap. úr
Hásonginum). Tá gjørdist
Sandoyggin fleiri ferkilometrar
størri. Hetta var stórsta avrik í
tónleikasøgu sandoyinga.
Fargríka løtan undir bitunum í
Norðurlandahúsinum hetta
kvøldið kastaði eingjarlós út
yvir vál og hól, so inniligt ,
stórbart, kraftmikið, ljóðríkt,
flyrrandi, rokut, hjómhvítt, ert-
andi ástríkt og sum skúm eftir
landbrim á spegilblonkum
seiðalygnum. Hetta var list í
tónum.
Sjálv marflugan lá og
svamblaði í onkrum trøllahyli og
lurtaði eftir trøllasílum, sum
stóðu undir grønum tarablaði og
lótu við uggafjarðunum, meðan
hvøllur lómur brast í
Norðurlandahúsinum. Marflugan
er lítil, hennara heimur er
einstáttaður, og kanska kemur
hon ongantíð út úr Trøllahyli-
num, uttan hon verður etin av
einum eyrriða, ið smýgur fram-
Fyrsta symfoni føroyinga
Oceanic Days: 31. mars ár tveytúsund gjørdust Føroyar fleiri
ferkilometrar størri. Hetta var ímillum kl. 19:30 og 22:00 eftir
nátturða. Fagnaðarkvøldið í Norðurlandahúsinum henda dag
er kanska stórsta musikalska avrik í tónleikasøgu føroyinga
ekspressionistiskt viðbragd, sum
støddfrøðin hevur ilt við at
fanga.
Men marflugan er forgeingilig,
men tann megin, sum skapar og
letur hana fara til grundar, er
ikki tengd at tí kosmisku tíðini,
og hetta fer út um okkara fatan,
vit og skil. Her kemur listin inn
og byggir brýr um land og hav, í
vindi og regni, í blómum og
stráum millum natúrlógir og
kosmiska fatan í trummum,
violinum, floytum, cello, kontra-
bass, bratch, hornum , klarinett-
um og obo... dirigenti og áhoyr-
arum. Her stóð sandoyingurin
Sunnleif og rysti á teig eitt
hav, sum hevur givið íblástur til
eina rúgvu av skaldskapi.
Umgrydur av ljóði
Orðini eru mong, sum hava telgt
seg inn í sinni føroyinga um
havið. Havið er alt. Havið er
okkara lívskelda. Skaldini hava
yrkt og skrivað um havið.
Sjógvin síggja vit hvønn tann
einasta dag, og tað er ikki dagur
frá degi at tíðindi ikki berast í
Útvarpi og Sjónvarpi um havið.
Sjálvandi hava tónaskald her á
landi latið havið í tónleik, sum
er teimum til miklan heiður.
Sunnleif hevur latið okkum væl
við á háflóð. Hon fer eftir liðini
eftir vatnskorpuni og glíður
eftir vátum steinum og malargóti
sum ljóðleysir nykbrandar í
ovastu rúmdum. Hon hevur eitt
inniligt tónleikahjarta — hon er
so rytmisk, eygagóð og er satt
listimeti hjá grátítlingi og morð-
títlingi. Marflugan er ljóðleys,
men hon er musisk og musikalsk
Marflugan er duldarfull og
grunandi. Hon verður stýrd av
einari megi, sum vit lítið og
einki skilja av. Í øllum hesum
rokanum frá Ocianic Days til
Trøllahyl er eitt lívslag og ein
meining, sum okkara evni ei
fata. Tónleikur er bara til fyri at
tulka inniligar og ógvisligar
dreymar í urmenniskjanum.
Tónleikin fata vit bert sum eitt
mynstur í okkum sjálvum og
kring okkum. Hann er sum
støddfrøðin, sum altíð hevur
verið til og er tengd at nøkrum
lógum, sum hon tulkar. Og tað
er stórbart.
Men er tónleikurin ikki størri
enn støddfrøðin? Tí valla verður
tann dagur sæddur, at han fer at
tulka rørslurnar hjá marflugini
bert á ein hátt; men tað kanska
støddfrøðin ger. Tónleikaeygað
sær altíð okkurt nýtt, eitt
betur í við hesi ljómandi, eks-
pressionistisku symfoni, sum
Íslendska symfoniorkestrið undir
kønu hond Bernhardi Wilkinson
lyfti til skýggja við einum
veingjasuði, sum var so norður-
lendskt, íslendskt og føroyskt, at
marflugurnar við savarklett á
Suðurlandinum og á Sandoynni
kendu ættarbondini ryst í sinni,
av sama kosmiska upphavi.
Umgyrdur av ljóði sat tú millum
brim og uppgang, run í sjónum,
føroyskum dansi og kvæðum,
kingoljóði av ljóðførum
íslendinga. Stelpur og kallar lótu
við varraljóði í einum parti
saman við ljóðførinum.
Sjóvarrámin á íslendsku varr-
unum gav sálmasanginum so
duldarfulla megi, at trummurnar
fóru at flákra sum marfluga í
Trøllahylinum kring í salinum
eins og á einum vekingarmøti.
Hetta vakti til dáfýsna hugsan
um breytir til sjálvræði og full-
veldi. Litir, litkorn, blástur, hvølt
ljóð undir lofti við fjøruklett,
marmennlar, ið hóttandi lósu
rúnur yvir tað bláa hav líka av
Hvarvinum í Trøllhøvda og
veðurbardir útróðrarmenn sign-
aðu seg, áðrenn teir settust við
árarnar og tugdu seg út um nes
og tanga við fjarandi kingo-
løgum í stereo. Látraljóð og
fjallamál róstu hvørt øðrum, og
nósarnir erpaðu sær innast í
urðagrótinum millum opnur og
brimlar. Tang og tari sólaðu sær
dygst við sandeygað, har
skrubba og reyðfiskur lurtaðu
eftir hvat marflugan hevði at
siga í Trøllahyli.
Marflugan í Trøllahyli skrivaði í
dagbókina hetta kvøld: Tá ið
dagur aftnar, og skuggar leingj-
ast, gangi eg mær niðan á
myrruheyggin, hin yndisangandi
hól. (Hásongurin 4. Kap. 6.
ørindi) Á sínum smáum tøtl-
ingum fór hon avstað og skoðaði
verkið 1. Symfoni Sunnleifs av
myrruheygnum. Væn ert tú vina
mín, tað hevði hon hoyrt, men
hetta, hetta var havið kring Før-
oya land við tess andlitsbrøgdu-
m og lótum, sum hon og fleiri
við henni, aldri høvdu sæð ella
hoyrt áður..
Til Annu Elisabeth Klett
Sigast má, at tú rósti Sunnleifi
við spæli tínum. Tú bað Mozart
leggja oyrað til og lurta eftir
fyrstu symfoni føroyinga. Hetta
gjørdi tú í spæli tínum so yndis-
vekjandi reint og marflugukent.
Tú smeyg tær avstað millum
smágrýti, sum marflugan og
legði teg millum íslendingarnar
og Mozart og helt í teymarnar
á báðum á myrruheygnum og
gav teimum veingjaslag av
Ocenanic Days í ljóði av gløð-
andi stjørnutinnum fjart frá, men
tó so nær, at tú leiddi Mozart inn
í Norðurlandahúsið og gav hon-
um ein góðan sess ímillum
áhoyrarnar hetta fagnaðarkvøld.
Spælið var so professionelt og
talandi á klarinettini - ein
ljóðfyltur, eggjandi máttur, sum
legði til brots við miklari megi.
Samljóðið millu Annu og orkest-
rið gav marflugini dirvi at fara
eftir tarablaðnum út á djúpari
vatn. Hon var so ovurfegin at
vera har, sum hon var. Sagt
verður onkunstaðni, at alt er av
ongum komið, alt er einki og
til einki skal alt vera. Hetta er
ein svárur tanki. Hvussu kann
okkara veruleiki gerast til einki,
meðan vit standa í einum meldri
av ljóði, liti og alla somlu tíðina
í skiftandi íblástri, skal gerast til
einki? Ja, tað er torført at finna
svarið, men tónleikurin,
marflugan og klarinettin hjá
Annu Klett fingu pottin á reiggj
og væl var at fáa av gyltum
tónum frá Mozarti og Annu. Tey
løgdu so dyggiliga lunnar undir
eina sera forvitnisliga ljóðmynd,
sum sjaldan er at frætta um her á
klettunum. Mozart, Anna Elisa-
beth Klett, Sunnleif og ein
pinkulítil marfluga var í hugfari
tínum hesa skammu stund, tú
dvøldi í Norðurlandahúsinum.
Hjartaliga til lukku og takk.
Frits Johannesen
Fuglafirði