Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-15, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juni 1977síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ff [—[—— Nr. 44 Mikudagin 15. juni 1977 50. årgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnaður brødralag Flogfelagid fær ikki innivist til ferdafolkini í Vågunum, eftir at Boing-flogfarið er sett inn å rutuna. Teir hava ti heitt å Danair um ikki at senda flogfør hendavegin tå ring flogliki Es * Toy A um ; ndi eru Skal Keypsamtøkan nå gjalda skatt? Likningarrådid heldur nu, at Føroya Keypsam- tøka er undir skattskyldu. Likningarrådid hevur kortini ikki givið nakra grund fyri, at tað hevur broytt hugsan! Í nøkur ár hevur verið talað um, at Føroya Keyp- samtøka átti at goldið skatt sambært núgaldandi lóg, men ráðgevarar okkara hava verið samdir um, at núgaldandi skattalóg ikki heimilar skatt- ing av keypsamtøkum, og likningarvaldini hava å sama hátt góðtikið hetta øll árini, verður sagt Í seinasta eintakinum av Samtøkuni, blaðið hjá FK Men nú hevur líkningarráðið broytt stæðu sína. Stutt undan jólum fekk FK at vita frá líkn- ingarráðnum, at FK var undir skattskyldu sambært galdandi skattalóg, men í tí skrivinum, sum FK fekk, var einki sagt um, hví líkningarráðið hevði tikid nýggja avgerð. Landsstýrið hevur kortini góðtikið hesa av- gerðina hjá líkningarráðnum uttan nakra viðmerking. FK mótmælir Men Føroya Keypsamtøka mót- mælir hesi avgerð. Ikki ti, at hon ikki kann arbeiða við einum meguligum skatti, men av tí hendan avgerðin er komin Ogvu liga knappliga og krevur ein eðrvísi útbyggingar- og iløgu- politikk og eisini ein eðrvísi afturberingarpolitikk Í einum brævi til landsstýrið hevur FK biðið um, at spurning- Verður flogferðslan í summar tarnað vegna vánaligar hotelumstødur? At kalla á hverjum sumri kemur steðgur í flogferðsluna vegna verðurlíkindi. Til tíðir er steðgur í eina heila viku og førir tað við sær, at fleir hundrað ferðafólk liggja veðurfost, annadhvørt í Feroyum, Danmark ella í einum av grannalondunum ávegis til Foroya. Hóast vánaligar verðurvánir, fóru flogførini á flog móti Føroy um og komu oftast ikki longur enn til Bergen ella Kirkwall Orsøkin til hesa framferð skyld aðist skiftandi verðurlagið her í Feroyum. Fyri betur at kunna gera brúk at teimum stuttu gláttunum í veðrinum, valdu flogskipararnir, á henda hátt, at standa klárir til fráferð nærri Føroyum Hetta gav ofta gott úrslit og var mangan við til at stytta um ferðirnar Á flogvøllinum veitti Flogfel agið innivist til tey, id skuldu við fyrsta flogfarinum, ið lendi, tá hann kláraði í aftur fyri ikki at seinka avgreiðsluna upp aftur meira Staðan í dag er ikki tann sama, eftir at Boing-flogforini við yvir 100 ferðandi eru sett inn á rutuna, mótvegis Fokker Fri endship við 40 síðsta summar Hugo Fjerðoy, stjór í Flog felag Føroya, sigur, at teir hava heitt á Danair um ikki at senda flogfar úr Kastrup, tá ivi er um lendingarlíkindini í Føroyum Orsekin er tann, at tað er ómeguligt at veita innivist 100 ferðafólk vesturi í Vágum Í Havn er heldur ikki hotel pláss nokk, hesa tíðina, so tað letur seg ikki gera at standa til reiðar við ferðafólki til eitt full sett Boing-flogfar uppá stutta tid, endar Hugo Fox spælir til túnadans urin verður tikin upp til eina meira gjølliga viðgerð. Í ødrum lagi sigur FK, at tað er ynski- ligt, at umboð fyri Foroya Keyp- samteku sleppa at siga hugsan sína. Vit hava eisini vist á, at vit á ongan hátt kunnu góðtaka, at aðrar samtøkur eitt nú Fer oya Fiskasela sleppa undan skatti, samstundis sum vit vera mettir at hava skattskyldu, verður sagt í Samtekuni Kann liva við skatti Á seinasta aðalfundinum í FK segði stjórin, at keypsamtøkan kundi liva við einum skatti, men stjórnin dugir ikki reiðiliga at siggja, hví tað skal vera so Framhald a síðu 9 Túnadansur leygardagin Til frama fyri filmsframsýningarútgerð til barna- deildina á Statshospitalinum, kasettufjarsýn til hvíldarheimið, og til figgjarligan stuðul til slupp Komandi leygardag skipar Lions Club i Havn fyri årliga tuna dansinum. Eins og årini framm anundan fer túnadansurin fram í kommunuskúlagarðinum Um framt túnadans verður ymiskt til skemtunnar, m.a. tombola, skjótibani, fiskibrunnur, eydnu hjól, 21-spæl og yatzy Harumframt fara vit at hoyra Havnar Hornorkestur og seinri um kveldið spælir GHM. Upp verður latið kl. 14.00. Atgong merkið, sum kostar 10 kr. er samstundis lutaseðil og verður drigið á midnátt um eina flogferð millum Føroyar og Danmark og aftur, eitt turt krov og kikara Sjálvur túnadarsurin byrjar kl. 21 og spælir orkestrið Fox ti dans