mikudagur 15. juni 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 44 — 15. juni 1977
spsialurin telf. 11820 giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miller
Prent: Dimmalætting
Dýr telefon
TÁ FÓLK lesa yvirskriftina „dýr telefon« fara
tey flestu ivaleyst at hugsa um telefongjøld-
mi.
ÆTLAN okkara er kortini ikki at umrøda tele-
fongjøldini, men heldur tað vánaliga telefon-
sambandið, ið spurdist burtur úr allari út-
byggingini, og sum kostar samfelagnum
hópin av peningi hvgnn einasta dag.
OKKARA telefonverk hevur verið fyri stórari
og kostnaðarmiklari útbygging seinastu ár-
ini, og úrslitið er, at vit kunnu snara beinleið-
is til nærum allar Føroyar og stóran part av
útheiminum við. Men kortini restar nakað og
eftir ollum at dóma er tað ein útbygging í
sjálvum hgvuðsstaðnum.
ALLAN dagin tykist tað ågjørligt at koma
igjøgnum til Havnar. Vit kunnu hugsa okk-
um, at orsøkin til hetta er tann, at telefon-
stødin i Havn ikki er útbygd í nóg stóran
mun, til tess at taka ímóti tí økta trafikkin-
um, nú nærum allar Føroyar hava fingið
automatiskt samband.
OG HETTA ólag tykist bert at versna fyri
hvørja ferð eitt nýtt ski verður automatiser-
að. Tað er nú javnan, at ein skal sita í hálvan
og heilan tíma og snara upp í saman, áðrenn
tað eyðnast at fáa ein felaga í Havn. Og hugsi
tykkum so, at fleiri hundra fólk kring landið
sita soleiðis hvgnn einasta dag.
ØLL KENNA vit enska orðatakið um, at tíð er
peningurin, og hvat hetta ólag kostar samfel-
agnum í mistari arbeiðstíð ber valla til at gera
upp í krónum og oyrum, men vit kunnu ætla,
at tað ikki er so lítið, og at hetta er eitt av
teimum tilfellunum, har tað er dýrt at lata
vera við at nýta meir pening.
VIT GEVA íkki telefonverkinum skuldina fyri
hetta ólag. Ábyrgdina av hesum eiga teir
afturhaldssomupolitikkarnir, sum mála ræðu-
myndir á bróstið, hvørja ferð talan er um at
veðhalda fyri lánum til telefonverkið. Og
millum hesar telist eisini ein, ið skuldi verið
kunnugur við enska orðatakið sum sigur, at
tíð er peningur.
URSLITID av hesum er, at hin einstaki, hvor
fyritøka og samfelagið sum heild megu beta
fyri, at politikkarnir ikki vilja játta pening til
tann partin av útbyggingini, sum restar í, fyri
at fáa eitt veruliga gott telefonsamband.
MEN FÓLK kring landið, sum dagliga gera
nýtslu av telefonini, ynskja nú, at útbygg-
ingin verður fullførd, soleiðis at allur tann
peningurin, ið longu er nýttur til dbygging av
telefonverkinum, kann koma til fulla nyttu.
oe
SA DE TD DO OG 10ES
dagbókin
Steingrím Fossaa
Hósdagin 9. juni andaðist
Steingrím Fossaa, bakara-
meistari, Tórshavn. Hann
var 72 ár.
Tey eldru og tilkomnu
bæði minnast og kendu baka-
riið hjá Fossaa, eitt av teim-
um stødunum í Havnini,
teirri farnu deiligu Havnini,
har mangur støkk inn á
gólvið á bakarinum, kondita
rinum ella logeraði hjá
Fossaa. Í hesum heimið vaks
Steingrim upp. Sum ungur
fór hann í bakaralæru og
afturkomnin eftir 4 ára læru-
tíð sum bakari og konditari í
Keypmannahavn, fór hann at
arbeiða í bakarinum hjá
pápanum og seinri, tá gamli
Fossaa legði frá sær, var tað
Steingrím, sum førdi bakaríið
víðari
Vit kendu Steingrim sum
ein friðarmann í ollum lutum
Tað kennist saknur, at hann
ikki meira er at síggja í
gøtunum. Politiskt var hann
ein av stuðlunum í Javnaðar-
flokkinum og var mong ár
stillari hjá Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag til býráðs- og
logtingsval.
Eftir hann situr konan
Hilda, ættað ur Elduvik og
sonurin Carl Vilhelm, bakari.
Umframt festu sendingarnar:
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurtíðindi og tíðindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Veðurtíðindi og tíðindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurtíðindi og tíðindi
12.32: Dogurðatónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur
18.30: Veðurtíðindi og tíðindi
18.42: Nátturðatónleikur
20.00: Veðurtíðindi og tíðindi
Mikudagin 15
13.00: Kvoðuljómar til sjó-
fólkið.
18.42: Miðvikan
19.30: Klaververk av Carl
Nielsen
Hósdagin 16
19.00: Leikum fagurt
19.30: Poppur
Friggjadagin 17
19.00: Av prestaf
Runavik
Kæra dóttir okkara
JENSIA
andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin
10. juni.
Jarðarferðin verður í dag úr Havnar kirkju
kl. 14.00.
Sigga og Johan Højgaard
— eg havi
lisid tad
i
sosialinum
sjålvandi!!
Lysing
Tað verður her gjørt kunnugt, at valid tann
21. juni 1977 av trimum limum i Kaldbaks-
nevndina fer fram i skålanum i Kaldbak frå
kl. 10—12 og frá kl. 16—20.
Tórshavn hin 9. juni 1977
Valnevnd Torshavnar býráðs
Alt
sama merki
Køliskåp ...........…...600r
Frystiskåp ..........se.s.... 2
FrystibOXxif „......seessssssee, 3
Køli- og frystiskåp i einum .... 4
Køksmaskinur ............... 5
Uppvaskimaskinur ........... 6
Vaskimaskinur ............... 7
Snarhvørviskiljur ............. 8
Strøkljøm.................... 9
Strukimaskinur .............. 10
Breyðsnerkjarar .............. 11
DUstsúgyarar .....ece.e...... 12
Gélvblanksrar ................ 13
Komførar .................... 14
Ovnar vid og uttan plåtum .... 15
Kokiplåtur ................... 16
Keksborð og komfýrar í sinum 17
Vaggjaroynar ........ee..... 18
Vatnhitersr .................. 19
Hitaskåp ..................... 20
Aðalsola fyri Føroyar
EMIL THOMSEN
Bokbindaragøta 8 . Tlf. 11106
larvegur 5 I If. 11109
Electrolux
|
Tee
UG.
ER -- A
LEE AA