leygardagur 18. juni 1977síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Teir føroysku veðurmenninir
Tað eru nú 3 ár síðan, at veður-
menn fóru undir at gera veður-
vánir til flogferðsluna á flogvell-
inum
1. december í fjør byrjaðu teir
at gera veðurútlit fyri havið um
Feroyar, eftir áheitan frá Vakt-
ar- og bjargingartænastuni.
Jensia Højgaard
Minningarorð
Nornan hon spinnur vár lagnu-
tráð
bæði við liðum og hellum á
fáur fær tráðin heilt slættan,
ein táttur er silvur, ein annar er
gull,
tann triði ein tárakelda so full
tó spinnur hon tráðin rættan,
ti hann, ið gav okkum lív og
ond,
heldur um
hond,
so hansar leið vit finna.
J.M. Skylv Hansen.
heldur í spunalag,
Jensia andaðist tann 10. juni
1977, einans 20 ára gomul. Hon
var fødd 19. des. 1956 dóttir
Siggu og Johan Højgaard í
Havn
Jensia var ein sera evnagóð
genta, sum vit oll, sum kendu
hana, væntaðu okkum nógv av
Í allarfagrasta blóma, tá lívið
tyktist óendaliga langt fyri
framman, og leiðin tyktist lett,
varð hon rakt av herviligari
sjúku eins og ommubeiggin
Jens Oliver Lisberg, sáli
Jensia kom á sjúkrahúsið, har
alt varð gjort, ið gerast kundi av
mannahondum, fyri at hjálpa
henni og grøda sjuku hennara
Men dagar hennara vóru tald-
ir. Henda sjúkralega hevur verið
drúgv hjá teimum, ið næst stóðu
Jensiu. Vónin var, alla tíðina,
men útlitið var ikki ljóst.
Vit, sum hittu Siggu og Johan
í hesi tungu royndartid, lærdu
nógy av tí sterku trúgv og tí
fastað álitið á Hann, ið øllum
ræður, ið tey bæði vóru merkt
av. Ofta hevdu tey á munni hesi
orð: — Vónina hava vit, men tað
er ein, ið ræður og ger av, um
hann gevur okkum Jensiu aftur.
Tað er í dag 1 ár, síðani Jensia
fekk studentsprógv.
Sama dag, sum hon doyði,
kom bræv um, at hon var upp-
tikin á hægri handilsskúla. Ætl-
an hennara hevði verið at fáa
sær hesa útbúgving og síðani
fara á læraraskúla.
Seinasta vetur var hon vikar-
ur á Specialskúlanum. Bernini
vóru øll líka góð við hana, og tað
var skilligt, at hon hevði góðar
gávur eisini á hesum ekinum.
Tað eyðkendi hana, at hon vildi
hjálpa teimum, ið trongdu til
hjálp.
Mongum brestur ætlan.
Okkum kennist hetta so mein-
ingsleyst. Vit spyrja og spyrja,
hví? Svar hava vit einki uppá
spurningin. Vit ynskja og biðja
um, at tit, sum minst hava
ikki skulu sleppa yvir, men
igjøgnum hesa sorg. Sálmur 121
sigur, hvussu.
Vit eru mong, ið hava inniliga
samkendslu við tykkum, for-
eldrum, systkjum, ommunum
báðum og tær Steinbjørn, góði.
Vit vita, hvussu nógv Jensia
var fyri tykkum og tykkara.
Saknið er stórt, men minnini
eru góð.
Friður verið við minninum um
Jensiu
Tórshavn, 14. juni 1977
Hanna
Hetta varð fingið í lag, so at
útróðramenninir kundu fáa eina
torført at spáa — einahelst um
veðrið. Hetta vilja veðurmenn-
Veðurmaðurin Orla Jensen leggur seinastu hond á veðurvánirnar
gjøllari frágreiðing um veður-
líkindini á teimum ymsu veiði-
økjunum.
Veðurtíðindini verða gjørd
tvær ferðir um degnið, galdandi
frá 07.00 til 17.00 og 17.00 til
07.00. Í byrjanini vórðu tey bert
send út yvir Tórshavn Radio kl.
17.00 og 07.00 khz, men nú
verða tey eisini lisin upp í Ut-
varpinum.
Orðatakið sigur, at tað er
inir eisini skriva undir uppá.
Flemming Dreisøe, ein av
vedurmonnunum, sigur, attreyt-
in fyri at gera nekunlunda bein-
raknar vedurvånir, er hollur
kunnleiki til tær leiðirnar, spátt
verður um og tað fær ein bert við
royndum yvir eitt áramál.
—Vit hava nú arbeitt á flog-
vellinum í 5 ár og sostatt fingið
eina góða hilling á gongdina
á veðrinum á Føroya-leidini.
Klænkifri í
Klaksvík
J. Ziskason skipar fyri klænkiferiu. Tað er stórur
áhugi fyri tiltakinum
Í degnum 20/6 til 6/7 skipar
Jákup Ziskason fyri klænkiferiu
í Klaksvík. Hildið verður til í
nýggja tekniska skúlanum.
Møguleiki verður fyri at búgva á
staðnum. Borðreitt verður við
klænkimati, verður sagt.
Freistin til at tekna seg verður
úti í dag, og verður sagt úr
Klaksvík, á áhugin hevur verið
stórur fyri hesum tiltakinum.
Jákup Ziskason hevur áður
skipa fyri fleiri klæniskeiðum,
bæði í Klaksvík og aðrastaðni
við. Tilgongdin hevur altíð verið
stórur. Í mai mánaða í ár skipaði
hann fyri klænkiferð til Dan-
markar, og varð tá eisini vitjað
innar hjá tí vidakenda Jacobsen.
Eisini hevur hann fyri kvelskúl-
an undirvist i klænkikosti.
Søgan um myndina
Tad mundi vera seinast i 1920'unum, at fleir av teimum gomlu
føroysku sluppunum fingu isettan motor og vóru hesir motorar
mangir av svensku fabrikki Scandia Velker í Lysekil. Henda mynd
er heldur sjáldsom, av tí at Oyrasund er fultt av ísi ein vetrardag, tå
ið tvær foroyskar sluppir verða hjálptar inn til svensku strondina av
svenskum isbrotara. Leggið til merikis, at fólk ganga úti á isinum!
trit
Oli i Åarstovu
Silaveidufelagid ger útferð i
dag. Luttakararnir hava
fingið boð um at hava mat
madkar vid.
Um iað er til silini ella til
teir sjålvar er einki nevnt um.
* —
Der er ingen grund til at gå
svanger fra Vestanstævne.
Præventiónsbólkurin
*x
Orsøkin til at Idi Amin ikki
for år Uganda var at hann
fekk ikki utfaraloyvi. Teir
voru bangnir fyri at hann for
at biðja um politiskt friðskjól
í Bretlandi.
*
Tað má vera eitt keðiligt
arbeiði at vera veðurmaður, tí
teir tosað um tað sama bæði
tá teir arbeiða og í fritidini.
*
Sambært útvarpið nú ein
dagin fer arbeiði fyri at spara
orku í Felagsmarknaðinum
fyribils at kosta arbeiðsork-
una hjá 300 fólkum.
EA
7
VEÐRIÐ
á Vestanstevnu
Veðurmenninir siga frá góðum
veðri í dag og í morgin.
Eitt lítið lot av vestri ella
útnyrringi. Smáskýggja til
skýggja, so at siga onki avfall og
gott sýni.
Hitin báðar dagarnar millum
12 og 15 stig.
Keypmannahavn 19, Álborg 25,
Oslo 23, Bergen 15, Stockholm
19, Geteborg 26, Helsinki 21,
Reykjavík 10, Mallorca 25, Rom
25, Venezia 23, Malaga 26,
London 17, Edinburgh 13, París
15, Athen 28 og Rhodos 32.