Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-22, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1977síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 Mikudagin 22. juni 1977 50. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Kappróðrafelagið fær neyst Á býráðsfundi í Klaksvík týskveldið varð samtykt at góðkenna keyps- og leigu- sáttmála millum Klaksvíkar Kommunu og Klaksvíkar Kappróðrafelag um keyp av bilhúsinum á Biskupstød til neyst, felags- og vejingar- høli. Klaksvíkar Kappróðrafelag fær húsið til keyps fyri 150.000 kr. og lendið undir húsinum til leigu í 25 ár. Av teimum 150.000 kr., sum talan er um, letur Klaksvíkar kommuna 50.000 kr. í stuðli til Klaksvíkar Kappróðrafel- ag. Fyri umleið einum árum síðani keypti Klaksvíkar Kommuna ognirnar hjá pf. J. F. Kjølbro á Biskupstød. Bil- húsið var ein partur av hesi ogn. Tað primera í keypinum hjá Klaksvíkar Kommunu, var klædnabúðin, sum nú verður umbygd til bókasavn Klaksvíkar Kappróðrafelag yvirtekur bilhúsið á Biskup- stød 1. juli í ár Avskipingar Tysdagin avskipadu flaka- virkini á Kósini, hjá pf. Dávur úr Gerðum, í Arnafirði og í Norðdepli 90 tons av flaki til Bretlands. Seinni í vikuni skuldu virk- ini avskipað 150 tons av brosmu- og longuflaki um Ál- borg til Ítalien. Suðuroyar HF-skeið Allir 27 næmingarnir, sum gingið hava á Suðuroyar HF-skeið stóðu royndina. Skeiðið hevur verið á Tver- oyri, men við næmingum úr allar oynni. Fáir koyra við kenning Eftir teimum kanningum sum politiid gjørdi í samband við koyring á Vestanstevnu, vísir tað seg at tað ikki eru so nógvir sum koyra við kenn- ing. Leysliga meta teir at 120 bilar, og ferarar, vóru kann- aðir, og vóru tveir tiknir, skuldsettir fyri at koyra við kenning. Fyrri maðurin hevði koyrt bilin útav vegnum úti í Havnadali, og hin seinri var tikin tá hann nordanifrå kom frá Vestastevnuni. Rørini halda ikki —-- Tríggjar ferðir eru rørini í J. Paturssonargøtu trystroynd, men tey halda ikki Arbeiðið uppá at leggja nýggja vatnleiðing í Jóanesar Paturs sonargetu í Havn verður helst seinkað nakað. Orsekin er tann, at rerini til vatnleiðingina kunnu ikki nýtast til endamálið. Tá kommunan herfyri trykk- royndi rerini brustu tey. Vatnleiðingin er umleið 350 metrar og rekkur frá mitt í brekkuni í Jóannesar Paturs- sonargøtu oman í R. C. Effer- søesgøtu. Tað er Tórshavnar kommuna sum stendur fyri arbeiðinum og hevur projekterað. Byggifelagið Stakksberg og Guttesen gera sjálvt arbeiði Tað er komm- unan, sum leggur rørini niður. Triggjar ferðir hava teir trykkprøva rørini, men hverja ferð hevur hetta miseydnast Rørini halda til uml. 18 atmos ferðir, men tey brustu longu við 9 atmosferðir Rorini skuldu verið í lagi Kommunan hevur brúkt nógv av hesum rerunum úti í Havnardali og til Marknagilsvegin. Hesi liggja sera væl Tað var einki annað at gera enn at taka rorini uppaftur Nú eru teir komnir í »trening« at taka rørini uppaftur, og leggja nýggj niður Tað vísir seg eftir brestinum at doma, at rerini hava verið brákaði frammaundan. Men ilt er at siga, hver hevur ábyrgdina fyri hesum. hetta óhappið fer at sjálvari samanbindingini av R Roknað verður ikki við at tarnað Effersøesgøtu og Jóannes Paturssonargetu. Pisurgðan 1977: Lond vera ikki bygd av teimum f rÅ au, men bert vid at hækka um almenna undirvisingar- stødid, segdi Hedin Samuelsen m.a. i pisurødu sini Nógv fólk var samankomið i Vidalundini til pisufundin Lesið á síðu 4 uppiborið, men við hepni ÍF sent klagu inn Lesið inni í blaðnum