mikudagur 22. juni 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
spsíalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miller
Prent: Dimmalætting
Sambandið og
yvirtøkurnar
JAVNAN sjongrar Dimmalætting um, at
sitandi landsstyri fremur eina yvirtøku fyri og
aðra eftir, og blaðið grætur síni søltu tår um,
hvussu hesin »skilaleysi yvirtøkupolitikkur«
nívir føroyska skattaborgaran.
TAÐ ER ikki torført at gera upp í krónum og
oyrum, hvat yvirtøkupolitikkurin hjå sitandi
landsstyri higartil hevur kostað, í mun til tær
yvirtøkur, sum framdar vórðu undir seinasta
landsstýri, har sambandsflokkurin var við,
og har sambandsflokkurin júst sat fyri
teimum málum, ið yvirtikin vórðu.
SITANDI landsstýri hevur yvirtikið postverk-
ið, sum verður mett at gevá rakstrarvinning
og sostatt ikki kostar føroysku skattaborgar-
unum eitt einasta oyra. Sitandi landsstýri
hevur eisini yvirtikið umsitingina av sosialu
málunum. Hetta kostar okkum 7 — 800.000 kr.
árliga.
UNDIR seinasta landsstýri yvirtóku vit ein
part av sjóverjuni. Talan er um Vaktar- og
bjargingartænastuna og vaktarskipið Tjaldr-
ið. Hendan yvirtøkan kostar okkum 7—8 mill.
kr. árliga ella 10 ferðir meira enn yvirtøkan av
umsitingini av sosialu málunum.
SEINASTA landsstýri yvirtókeisini ein stóran
part av útreiðslunum av tí ætlaðu útbýgging-
ini av flogvøllinum í Vágum. Hetta mál hevði
sambandsflokkurin eisini um hendi í seinasta
landsstýri, og hóast flogferðslan er ríkismál
burtur av, varð avtala gjørd um, at vit føroy-
ingar skuldu rinda ein stóran part av
kostnaðinum avhesi útbygging.
NÚ SIGA sambandsmenn sjálvandi, at tað er
neyðugt at vit sjálvir ansa eftir okkara fiski-
marki, og tí var tað rætt at vit yvirtóku ein
part av sjóverjuni. Og tað eru vit fullkomuliga
samdir í. Men vit halda eisini, at tað er rætt at
vit sjálvir ansa eftir okkara sosialu málum.
SJÁLVANDI liggur tað okkum fjart at geva
sambandsflokkinum skuldina ella ábyrgdina
av at Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið
varð bygt. Teir skulu heldur ikki fáa skuldina
ella ábyrgdina fyri at flogvøllurin í Vágum
verður longdur. Men teir skulu vita av, at teir
sótu í landsstýri saman við okkum og sjálv-
stýrisflokkinum, tá hetta varð gjørt.
OG TAÐ, at sambandsflokkurin var við og
góðtók hesar yvirtøkur, sigur bert, at tárini
hann nú grætur, eru tey reinu krokodillutár.
Tá hoyrdu vit onki um skilaleysan yvirtøku-
politikk. Tá hoyrdu vit onki um útreiðslur, ið
vildu níva føroyska skattaborgaran.
MEN NÚ gera teir eina flugu til ein elefantog
eina fjøður til sjey høsn.
sosialurin
Nr. 46 — 22. juni 1977
dagbókin
Landsfundur
Á felags krikjuráðsfundinum
á Skála sunnudagin 12. juni
varð samtykt at seta
3-manna nevnd, ið skal taka
sær av fyrireikingunum til
næsta landsfund fyri fer-
oyskar kirkjuráðslimir, ið
verður eftir kirkjuráðsvalið
til heystar. Hesir vórðu vald-
ir í nevndina: Dorius Johann-
essen, úr Klaksvík, Niels
Pauli Danielsen, Innan Glyv-
ur, og Jákup Kass, úr Havn-
ini.
Umframt festu sendingarnar:
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tonleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Vedurtidindi og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi og tidindi
12.32: Døgurdatonleikur
12.50: Vedurtidindi
12.51: Tonleikur
18.30: Vedurtidindi og tidindi
18.42: Nåtturdatonleikur
20.00: Vedurtidindi og tidindi
Mikudagin 22
13.00: Kveðuljómar.
18.42: Miðvikan.
19.30: Klaververk av Carl
Nielsen.
Hósdagin 23
19.00: Leikum fagurt.
19.30: Poppur.
Friggjadagin 24
19.00: Uttanrikispolittiskt
evni.
19.30: Jazzur.
KJARTAN
DALSGAARD
HOYDALSVEGUR 8
TLF 15222
HEIMA TLF 12940
sosialurin
telf. 11820
Skrivstovulærlingur
Ein skrivstovulærlingur kann fáa pláss á Al-
mannastovuni sum skjótast.
Lærutíðin er í longsta lagi 4 ár. Lenin
verður sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Starvsmannafelagið.
Lærlingurin hevur skyldu at ganga á
Føroya Handilsskúla í lærutidini. Skrivstovan
ber kostnadin av bókum, skúlapeningi o.t.
Skrivlig umsókn skal verða send Almanna-
stovuni saman við avritum av próbróvum og
møguligum viðmælum í seinasta lagi hin 15.
juli 1977.
Almannastovan
Skrivstovuavloysarar
Søkt verður eftir tveimum fult útbúnum
skrivstovuavloysarum fyri uml. 1 ár.
Kunnleiki til bókhald og bókhaldsmaskinur
gevur fyrimun.
Skrivlig umsókn við avriti av skúlaprógv-
um, møguligum viðmæli v.m. verður at
senda inn higar sum skjótast, og í seinasta
lagi 25. juni h.á.
Føroya Gjaldstova
Tórshavn
Foroya Læraraskúli
Umsóknarblað um upptøku á Føroya Lærara-
skúla mugu verða send inn beinan vegin.
Møguligir umsøkjarar, sum ikki enn hava
fingið umsåknarblød, eiga at boða skúlanum
frá alt fyri eitt.
Møguleiki er fyri, at 2 flokkar verða upp-
tiknir til komandi skúlaár.
Føroya Læraraskúli
Lýsing frá
Klaksvíkar Býráði
um summarfrí
Allar deildir og skrivstovur hjá býráðnum eru
afturlatnar vegna summarfrí frá 18. juli til 15.
august, báðir dagar íroknaðir.
Klaksvík 14. juni 1977
Býráðsformaðurin
Ruskstødin
å Uringarhålsi
Í Fro8bø tekur ímóti burturkasti vanligar
gerandisdagar kl. 8—16.30 og fríggjadag kl.
8—20.00.
Uttan fyri hesar tíðir er atkomuvegurin til
støðina stongur við bummi tvørtur um vegin.
Tvøroyri, hin 15. juni 1977
Tekniska nevnd Tvøroyar býráðs