Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 46 — 22. juni 1977 Trupulleikar hjá Noreg at gerast stórveldi Russiskt-norskt stríð um 155.000 kvadratkilometrar av havumráði Seinastu nýggjarsnátt gjørdist Noreg eitt stórveldi, tá tað legði ca. 1 millión kvadratkolimetrar av havi og 323.000 kvadratkilo- metrar av fastlands sokkli undir seg. Hettar hendi tá lógin um 200 míla búskaparligt eki varð sett í gildi við fyrivarni hvussu samráðingarúrslitið um býtið av teimum norðastu ekjunum mill- um Noreg og Sovjetsamveldið fór at verða. Hesar samráðingar hava vart í fleiri umfør uttan úrslit. Ætlanin var at samráðingarnar skuldu halda fram í januar, men so varð ikki. Seinkanin verður hildin grundað á norsku útvísingina av njósnarunum, men Knud Fryd- enlund uttanríkismálaráðharri avsannar, at samráðingarnar eru slitnaðar. Ætlanir gjørdar um oljuborning Hevuðsspurningurin = millum Noreg og Sovjetsamveldið er markið í Barentshavinum, og harvið fiskirættindini. Um onki úrslit spyrt í næstum, kann tað henda, at Noreg útsetir ætlanin- ar um borning eftir olju. Ætlanin var at byrja á Norðkappekinum næsta summar. Londini hava hver sína prin- cippiellu uppfatanir um markið í Barentshavinum. Russararnir ynskja markið sett eftir sektor- linju-princippinum, t.v.s. ein rett linja í norðan frá russiska- norska markinum. Norðmenn harafturímóti ynskja eitt býti eftir miðlinjuni millum bæði londini. Millum hesi bæði sjón- armið liggja 155.000 kvadrat- kilometrar. Umráðið verður ofta kallað »tann gráa zonan«, og bæði londini eru ikki samd um fiskirættindi á hesum stóra eki, men semja er í høvudsheit- um um, eina skipan, ið sigur hvussu nógv hvert landi kann fiska av toski í hinum partinum av Barentshavinum. Trætumálið verður enn fløkt- ari, tá tað eisini er ósemja um týdningarmikil mál viðvíkjandi Svalbard, oyggjabólkinum undir norskum valdi í Íshavinum, va. 700 kilometrar norðanfyri norsku strondina. Norðmenn halda fast við, at Svalbard liggur á sama sokli sum norska fastlandi, og harvið tryggjar norðmonnum avgerðarrætt yvir økinum. Hevur Svalbard egna sokkil USA, England og Sovjetsam- veldið hava tikið fyrivarni við hesi tulkan. Svalbard-traktatin frá 1920, undirskrivað av 30 londum, hevur onki svar uppá hendan spurning. Við meguleik- unum at finna olju á økinum nær Svalbard, vaksa åhugamålini hjá stórveldunum, at fáa rætt- indi at bora eftir olju í hav- botninum runt Svalbard, og fáa fyrimunir av lagaligu skattalóg- unum, ið galda fyri Svalbard. Hernaðarlig áhugamál Eitt triðja evni, ið ger samráð- ingarnar torferar, er tann vaks- andi hernaðarligi áhugin sum bæði USA og Sovjetsamveldi hava á hesum økjum, hvar Norðpálsins íspansari hevur ein stóran týdning fyri verju móti kavbátum við atom-rakettum. Tann russiska Kola-hálvoygg- in, ið er mark móti Noreg og Finlandi, er út bygd í tey sein- astu árinum við rakettsteð- um, og Murmansk er vorðin ein ógvuliga stór flotahavn. Canada 23 mil! Storbritannia 56 mill. Kypros 660,000 -/- India 604 mill Bangladesh 71 mill Å Malta 300,000 / 7? Malaysia 12 mil Bahama 60 7 h = Singapore 22 mill. Jamaica 2 mi [i =? Barbados 251,000 TEIR nu Papua y- Gana Grenada 110,000 INN } AN 5 Á Á mill. Trinidad og Tobago N== ) 4 SN Na une 7,500 fem Í >= Á Á få eve ) SY Kenya 12 mil Guyana 830,000 7 : / Y . Gambia 495,000 ; / Bj Fi 559000 Vest-Sømoa 151000 X, > > 2 Australia 13 il Tonga 0005 New Zealand 3 mi Sierra Leone 3 mill. R 7 Seychellene 60,000 em 9 mil. % = — 7 Uganda 11 mil. Migeria 79 mil. - 7 Mauritius 881,080 Tanzania 145 mill. - > Lambia 45 mill. AS Botswana 675,000 7 Malawi 5 mill. Swaziland 530,000 NS Lesotho 1 mil 36 lond eru framvegis uppii Commonwealth ikki altid stuttligt at fara til handils i Prag Tad er torført at fáa hendur á frukt. Og kålvakjøt finnst ikki í handlunum, men annars eru handlar okkara fullir av verum. Hetta var ein heldur spoysklig viðmerking í tjekkoslovakiska blaðnum »Listy« um veruhandil í Prag, blaðið hevur givið út av sosialistisku andstøduni móti núverandi politiska valdinum — i utlegd og greinin ger vart vid at tað ikki heuvr eydnast. Husak-einræðisstýrinum, at fremja ein sunnan brúkarapoli- tikk, sum teir stýrandi i Prag hava ernad sær av. Og tekin eru til, at mynduleik arnir í Prag sjálvir viðganga at lesin brukarapolitikkur er mis- eydnaður, á toppfundi í sentral- stjórnini hjá tjekkoslovakiska kommunistaflokkinum herfyri var hevuðsevnið: at skapa betur skil á teimum materiellu viður- skiftunum hjá vanligum fólki, ið leita til handils. Høvudsrødarin á hesum fundi, Lubumir Strou- gal, forsætisráðharri undir Hus- ak forseta, hevði hvassar atfinn- ingar til landsins idnadar- og handilsráðharradeildini. Hann segði at tað var ein veruleiki, at landið er illa fyri við verur, sum eru vornar vanligar í einum hverjum húsarhaldi í dag, t.d. vaskimaskinur, steintoy, súkl- ur, radiotól og bandupptakarar. Eisini hvat ið møblum viðvíkir mugu tiltøk fremjast at fáa eina betri góðsku fram á marknaðan RAD Frá einum matvøruhandli í Prag hevur Tjekkiska skemtiblaðið „Dikobraz< hesa tekning. Krambakvinnan sigur við hin unga lær- lingin: minst til, tá ið tú selur súrepli: altid eitt rotið saman við einum frískum! Tað ið handlarnir vanliga bjóða er ikki eftir tykki hjá vanligum fólki. Vit framleiða verur, sum hverki eru tíðarhóskandi hvat ið sniði og teknikki viðvíkur, tær vera liggjandi á vørugoymslun- um, tí eingin vil keypa hesa veru, og mugu tær avskrivast við stórum peningatapi, segði Storugal, og hann legði aftrat: Við selu av kjøti, frukt og grønmeti fer ofta fram bæði grovar prisásetanir og beinleiðis svik, ofta fær hann ið keypir ikki tað av ávísari veru hann hevur goldið fyri. Orsekina til hesa negativu meting av viðurskiftunum innan handilin í Tjekkoslovakia í dag, sum teir leiðandi sjálvir koma við, halda menn m.a. vera, at umleið 40% av ellum økonom- iskumleidarunum i tidarskeidn- um 1970—1971 fingu sekkin orsakað av at teir tóku undir við demokratiseringina, ið Alexand- er Dubcek setti sær fyri longu í 1968, men sum hann ikki slapp at føra igjøgnum, ti at hin »harda kjarnan« i kommunista- flokkinum, studladir av russum forðaðu fyri ti. Teir flestu nýggju leiðarar eru flestu floks- pamparar heldur enn økonomar Herfyri høvdu londini innan bretska felagssamveldið, The Commonwealth, árliga toppfund sín í London — tað var á hesum fundi, at einræðisharrin í Ug- anda, Idi Amin, varð utihystur, hóast at útvarpið i Uganda ferð eftir ferð kunngjørdi, at nú var Amin á veg til London at vera hjástaddur á fundinum. Veru- liga fór hann ongantíð avstad, er síðani komið fram, tí eingin skoytti um at síggja hin blóð- uga beðilin á samkomuni í London. Men hvat er nú Common- wealth og hverjar eru politiskar uppgávur tess? Tilsamansumleið 1000.000.000 fólk eru umboðað í hesi heims- samgonguni av fyrrverandi bretskum hjálondum, 36 ymisk lond í 6 heimspertum. Tað er oðiliga nógv, ið skilur londini hvørji sær, men higartil hava tey kortini hildið tað verið ein fyrimunur at standa saman ið hvussu er »å pappirinum<. Sam- gongan er ógvuliga fjølbroytt: gomul og sunn demokratisk lond undir liðini á mest harðrendu einræðislondum. Risalond sum India við meiri enn 600 miljón- um íbúgvum og pinkulond sum Seychell-oyggjarnar við 60.000 og Nauru við einans 7.500 íbúgvum. Súmmi av londunum innan Commonwealth verða tald millum heimsins ríkastu, onnur millum tey fátækstu. Í 1948, tá ið tey litaðu londini í Afrika og Asia byrjaðu at fáa fult landafrælsi, gjørdu tey av at ganga uppi Commonwealth, um somu tíð sum heimið „Bretska heimsveldið“ — The British Empire hvarv Á samkomuni hjá Common- wealth er fremst hjá teimum ymsi londunum at leggja fram politisku sjónarmið síni í heims- politikkinum, og tey royna at samskipa ein felags politikk, uttan at hetta altið eydnast Samgongan eigur ongan rætt at åleggja åvisum landi nakað sum helst. Felagssamtyktir verða ikki gjørdar, men roynt verður við semingum at røkka fram á eina felags stødutakan til tey mest avgerandi málini, ið frammi eru í tíðini. Eyðkenni fyri londini í Comm- onwealth er, at tey hava eitt ógvuliga vittfevnandi samar- beiði á handilsliga okinum. Tey ríku og væl fyrikomnu londini innan samgonguna hjálpa teim- um fátæku, t.d. tá ið talan er um jarðarbrúk og teknologi. Eisini innan mentan og undirvísing er fyrimyndarlig samvinna. Men ikki all tey gomlu bretsku hjålondini gjørdu av í 1948 at fara upp i Common- wealth, og summi hava sidani sloppið sær burtur úr samgong- uni. Soleiðis fór Suðurafrika burtur úr í 1961 orsakað av at hini limalondini funnust at rasu skilnaðar-politikkinum hjá Suð- urafrika. Pakistan fór burtur úr í 1972 orsakað av ósemju um Bangladesh, sum framvegis er limur av Commonwealth — og hitt mest fátæka landið í sam- gonguni. Felags fyri samgonguna er, at bretska drotningin formiliga stendur á odda. Tilsamans 15 av løndunum í samgonguni eru monarkisk stjórnað, hini 21 eru lýveldi. Men øll 36 londini accep- tera Elizsbeth drotning sum »høvd«. Ein møguleiki er at tå, grund- stuðularnir = undir — Common- framhald á síðu 12 + 4