mikudagur 22. juni 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DS SSD
ERE RS
DNS
se
LE LL
Nr. 46 — 22. juni 1977
sosialurin
Síða 7
VB vann uppiborið,
men við hepni
ÍF sent klagu inn — IF—VB: 1—4
VB vann ein uppibornan sigur í
Fuglafirði, men úrslitið 4—1
svarar ikki heilt til leikdygd hjá
hvørgum av pørtunum.
VB hevði avgjørt tað betrað
spælið, meðan ÍF lá ikki langt
aftanfyri og pressaðu nógv bæði
í fyrruhelvt av fyrra hálvleiki og
fyrstu minuttirnar í seinra hálv-
leiki, men sum fráleið orkaðu teir
ikki meira.
Tvey tey fyrstu málini hjá VB
vóru góð, meðan tey seinru vóru
heldur tilvildarlig og her vóru
vágbingar í hepnari lagi. Haraft-
urímóti vóru fuglfirðingar heldur
óhepnir. Við einum neyvari
spæli, kundu teir havt minkað
um munin.
Ókonsentrerað spæl
Dysturin var ikki góður, hóast
hann í letum tá staðan var
2—1 var spennandi og rætti-
liga undirhaldandi, men hvørki
av liðunum royndu at spæla
fótbólt.
Í síni heild var spælið ókon-
sentrerað og var ov nógv merkt
av longum skotum, tilvildarlig-
um avleveringum og himmal-
høgum bóltum. Spælarnir høvdu
torført vid at finna hvønn annan
og var úrslitið hareftir.
Tó skulu vágbingar hava tað
rós, at einstakir royndu at spæla
fótbólt og tað eydnaðist til tíðir.
Teir royndu at fáa miðvíst spæl
fram og spæla bóltin fram heilt
afturi úr verjuni og gav tað
bonus, tá tað eydnaðist, men
einstøk lið sviku og spælið
brotnaði niðuraftur.
Tað sást skilliga, at toppskor-
arin hjá ÍF, Dave Jones mangl-
aði. Tað er líkt til, at teirhava
litið ov nógv á hansara mál-
skotseginleikar. IF hevur fleir
góðar leikarar — bæði tekniskt
og taktiskt, men liðið kennist ov
lítið samanstjóðað.
ÍF átti spælið
Fyrri hálvleikur var rættiliga
javnur. ÍF átti alt spælið fyrstu
20 min. við málmeguleikum,
sum tó ikki góvu nakað.
Sum fráleið menti VB seg og
vandi seg til leikbreytina — so-
leiðis tykist tað í ellum forum.
Teir fingu meira av spælinum og
stutt undan hálvleiki fingu teir
tvey mál við bert fáum minutt-
um ímillum og við hepni kundu
teir eisini havt skotið tað triðja.
Tað fyrra var í samband við
eitt frispark við høgru síðulinju
einar 10—15 metrar frá horin-
um. Skotið varð hegnisliga inn-
fyri, har Oli Holm fekk fótin á
Skrivstovulærlingur
Søkt verður eftir lærlingi til skrivstovu likn-
ingarráðsins frå 1. august 1977.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn má verða ráðnum í hendi
innan 20. juli 1977 saman við avritum av próv-
brøvum og møguligum viðmælum.
Líkningarráð Føroya
bóltin, sum sat trygt í nótini.
Tað næsta málið kom eisini
eftir eitt frålikt skot innfyri úr
høgru síðu stutt úr horninum,
sum Magni Ejdesgaard skoraði,
uttan nakra von hjá ÍF — mál-
manninum at taka. Eitt sera
gott skot, tí ferðin var nógv og
væntandi var, at Magni ikki
fekk tamarhald á bóltinum.
Hesar seinastu minuttirnar av
fyrra hálvleiki pressaðu våg-
bingar ófert við frålikum og
neyvum spæli, tó uttan úrslit.
Ikki hjálpti
Tað fyrsta korterið av seinra
hálvleiki var keðiligt við tilvild-
arligum spæli, men spenningur-
in ektist munandi eftir at IF
fekk mál.
Málið kom eftir eina skeiva
avlevering í verjuni. Ein IF'ari
Stødan
1. deild
dystir mál stig
TB | 14—4 7
HB 3 12—3 6
VB 1 7—11 1
B36 1 5—10 3
IF 1 9—4 2
KI } 3—3 2
Fram 4 4 — 14 2
2. deild
dystir mál stig
MB 1 10—4 7
EB 4 9—7 5
KI 4 7—6 5
HB 4 ø—5 4
B68 3 5 1 3
TB 5 8—13 2
NSI 4 4—9 2
ea mee]
Føroyameistaraskapid
i hondbólti
Suðuri á Tvøroyri vórðu finalur-
nar í gentudeildini og piltadeild-
ini spældar.
Í gentudeildina gjørdust úr-
slitinihesi:
Neistin c— Sóljan 2-6
VB —Neistin Á 1—6
Neistin A — Neistin C 9—3
VB —Sóljan 3—16
VB — Neistin C 7—3
Sóljan — neistin Á 5—3
Sostatt gjørdist Sóljan føroya-
meistari
I piltadeildini gjørdust urslit-
ini hesi
TB—- VIF 9…—7
VIF— Kyndil 7—19
TB—Kyndil 6—11
Kyndil
gjørdist
deild
I hesi
føroyamelstari
fekk bóltin fram til Birgir, sum
stakk seg ímillum tveir VB'arar
og fekk skot á bóltin, sum
endaði í málinum.
Hóast nógvar royndir og dú-
ligt spæl eydnaðist tað tó ikki
fuglfirðingum at javna út og
sum fráleið sá tað heila bert
hopleyst út hjá teimum. Har-
afturímóti fekk VB tvey mål
afturat. Tað fyrra var heldur
jánakasligt. Málverjin leyp ov
angt út og bólturin sprakk
uppum hann.
Tað fjórða málið hjá VB var
rafturimoti trygt og flott,
og kom eftir eini langari avlever-
ing til VB'ara, sum var spældur
ríur og dundraði boltin í nótina.
Sjúrður Ludvig og John Nic-
asen gjørdu tvey tey stórstu
málini.
Samanumtikið kann sigast, at
itrottur
VB hevur ment seg ikki sørt.
Teir eru við at fáa spælið i eina
betri legu og halda teir fram á
sama hátt, kunnu teir við mið-
vísari venjing gera seg meira
galdandi.
ÍF hevði ein heldur óhepnan
dyst, men spælið við hesum
longu sperkunum gav ikki bon-
us. Eingin var at taka sær av
teimum
Dømingin hjá Ole Christesen
var góð, meðan annar av linju-
verjunum tann úr VB var
heldur partiskur í nekrum før-
um.
Aftaná dystin hevur ÍF klaga
inn yvir, at Robert McBirnie, ið
var eykamaður hjá VB, var
linuverji, men dómarin hevði
undan dystinum góðtikið hann.
Fótbóltsdeild ÍSF's skal nú taka
stødu til klaguna.
Stjørnan føroyameistari
1. kvinnulid hjå Stjørnuni gjørdist føroyameistari
Sunnudagin gjørdust 1. lið
kvinnur hjå Stjørnuni føroya-
meistari vid at vinna 13—5 å
VB. Hesi bæði liðini vórðu tey
einastu liðini ið luttóku í 1.
deild, tí tíðliga í vár tóku Neistin
og Kyndil teirra lið úr kapping-
ini sum mótmæli móti at bert
fýra lið vóru tilmeldaði og ÍSF
annars hevði viðtkið at 8 lið
skuldu luttaka.
MB føroyameistarar
i kvinnuunglingadeildini
Standandi f.v. Elsa Johannesen, Sólfríð Nattestad, Jórun Joensen,
Emmy Joensen, Marit Magnussen. Sitandi: Ella Niclasen, Sigga
Niclasen,
vantar å myndini
Jana á Løgmansbø, Tórhild Thomassen, Inga Poulsen