týsdagur 2. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 123 - 2. juli 2002
Nr. 123 - 2. juli 2002
5
Løgtingsval broytir bygnaðin i ÚF
Ummælarin á dag-
blaðnum Politiken
var ovfarin av fram-
førsluni hjá Clickhaze
á Roskildefestivali-
num.
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
Clickhaze spældi bara eina
konsert á Roskildefestivali-
num, men so ymisk sum
ummælini eru, skuldi ein
trúð, at ummælararnir hava
hoyrt ymiskar konsertir.
Sum vit skrivaðu leygar-
dagin, varð bólkurin Click-
haze kallaður »et gymna-
sieband« av ummælaranum
á festivalavísini Roskilde
Daily, sum lastaði Click-
haze fyri ikki hava format
til spæla á Roskildefesti-
valinum Men samstundis
sat ein ummælari á dag-
blaðnum Politiken og var
ovfarin av tí, hann hoyrdi
mikudagin á Roskildefesti-
valinum.
Kanska besti bólkur í
Skandinaviu, er skoðsmál-
ið, sum ummælarin Erik
Jensen gevur Clickhaze.
Ummælarin
samanber
Eivør Pálsdóttir við Björk
og
hevur
yvirskriftina
»Björk - go home!«.
Leiðslubygnaðurin í
Útvarpi Føroya verð-
ur nú broyttur orsak-
að av úrslitinum av
seinasta løgtingsvali.
Útvarpsstjórin metir
tað vera óheppið, at
ein løgtingslimur er
varastjóri, og hevur tí
valt at niðurleggja
varastjórastarvið, nú
varastjórin varð vald-
ur á ting.
POLITIKKUR
Rúnar Reistrup
Tá fólk fóru á val í suður-
streymoyar valdømi 30.
apríl í ár, vóru tey ikki bert
við til at avgera hvør skuldi
manna Føroya Løgting
komandi yra árini, men eis-
ini hvussu leiðslubygnaður-
in í almenna føroyska út-
varpsstovninum
skuldi
síggja út.
Úrslitið av løgtingsvali-
num hevur í øllum førum
beinleiðis borið bygnaðar-
broytingar í Útvarpi Føroya
við sær, sum innibera, at
varastjórastarvið
verður
niðurlagt, og program-
leiðarastarvið verður býtt
upp í tveir partar til tveir
persónar at røkja.
Starvsviðurskiftini
máttu broytast
Á løgtingsvalinum í vár
varð Jógvan Arge, pro-
gramleiðari og varastjóri í
Útvarpi Føroya, uppstillað-
ur og valdur sum fyrsti
varamaður á tingi fyri Tjóð-
veldisflokkin
í
suður-
streymoy.
Tá samgonga varð skipað
millum Tjóðveldisflokkin,
Fólkaflokkin, Sjálvstýris-
flokkin og Miðflokkin,
varð fyrst valdi fyri Tjóð-
veldilokkin í suðurstreym-
oyar valdømi, Høgni Hoy-
dal, settur sum landsstýris-
maður, og harvið gjørdist
Jógvan Arge regluligur lim-
ur løgtinginum.
Í lógini um samsýning og
eftirløn
løgtingsmanna
verður ásett, at løgtingslim-
ir ikki kunnu røkja meira
enn eitt hálvt starv hjá tí al-
menna. Av hesari orsøk
máttu starvsviðurskiftini
hjá Jógvan Arge í Útvapi
Føroya undir øllum um-
støðum broytast
Programleiðarin
er varastjóri
Lógin um samsýning og
eftirløn
løgtingsmanna
ásetur, at ein løgtingslimur
hevur rætt til farloyvi úr al-
menna starvi sínum, men
hendan møguleikan hevur
leiðslan í Útvarpi Føroya
ikki valt at nýta.
Ístaðin hevur Jógvan
Jespersen, útvarpsstjóri, í
samráð við Jógvan Arge,
avgjørt at býta program-
leiðarastarvið upp í tvey
hálvtíðarstørv, har Jógvan
Arge í framtíðini skal røkja
annað, og Jógvan Jespersen
skal røkja hitt við síðuna av
starvinum sum útvarps-
stjóri.
Leiðslubygnaðurin í Út-
varpi Føroya ásetur, at pro-
gramleiðarin eisini er vara-
stjóri. Men Jógvan Jesper-
sen sigur seg meta tað vera
óheppið, at ein løgtings-
maður situr um virkandi
stjóri fyri ein stovn sum Út-
varpi Føroya, soleiðis sum
varastjórin ger, tá stjórin er
burturstaddur.
Av tí at tað soleiðis verð-
ur mett at vera óheppið at
Jógvan Arge skal røkja
starvið sum varastjóri í Út-
varpi Føroya, og hin helvtin
av programleiðarafunktión-
ini, útvarpsstjórin sjálvur,
ikki eisini kann røkja starv-
ið sum varastjóri, hevur út-
varpsstjórin valt at niður-
leggja varastjórafunktión-
ina.
Útvarp Føroya hevur so-
leiðis ikki longur nakran
varastjóra.
Hevur verið
virkandi stjóri
Hesar seinastu vikurnar
hevur Jógvan Arge verið
virkandi stjóri fyri Útvarp
Føroya,
meðan
Jógvan
Jespersen, útvarpsstjóri var
í feriu.
Jógvan Jespersen, sum í
gjár kom aftur til arbeiðis,
hevði sum fyrsta punkt á
skránni
at
broyta
starvsviðurskiftini
hjá
Jógvan Arge.
- Vit hava gjørt tað
soleiðis
programleiðara-
starvið verður býtt ímillum
útvarpsstjóran og Jógvan
Arge, soleiðis at Jógvan
Arge heldur fram í hálvum
starvi sum programleiðari
við ábyrgdini av evnisøkj-
um, sum ikki beinleiðis
koma í samband við polit-
iska arbeiði hansara, sigur
Jógvan Jesperse, sum ikki
metir, at løgtingsarbeiðið
hjá Jógvan Arge kann koma
tvørt fyri í tí starvinum,
sum hin hálvi program-
leiðarin í framtíðini fer at
røkja.
Kanska besti bólkur í Skandinaviu
Næsta ár sleppa
kommununurnar at
byggja fyri góðar 160
milliónir tilsamans
KOMMUNALAR
ÚTBYGGINGINAR
Áki Bertholdsen
Næsta ár sleppa kommun-
urnar í Føroyum at byggja
út fyri góðar 160 milliónir
krónur.
Tað fingu umboðini fyri
tey bæði kommunufeløgini
at vita á fundi við Lands-
stýrið fríggjadagin.
Landsstýrið hevði kallað
umboð fyri Kommunufelag
Føroya og Kommunusam-
skipan Føroya á fund
fríggjadagin at umrøða tær
kommunalu útbyggingarn-
ar komandi ár.
– Talan var um ein kunn-
andi fund. Og tað, vit fingu
at vita var, at næsta ár
sleppa kommunurnar at
byggja fyri áleið somu upp-
hædd sum í ár, tvs einar
160 milliónir, sigur Jacob
Vestergaard, formaður í
Føroya Kommunufelag.
Hvussu nógv, hvør ein-
støk kommuna kann byggja
út fyri, verður avgjørt eftir
fólkatalinum í henni.
– Men gera kommunurn-
ar í einum ávísum øki av-
talu um útbyggingarnar, so
at tær læna kvotu ímillum
sín, verður loftið hækkað
eitt
sindur.
Somuleiðis
sleppa kommurnar at vekta
tað størstu einstøku útbygg-
ingina, so at tað bara telur
50 %.
– Tað merkir, at byggir
ein kommuna eitt verklag
fyri 10 milliónir, telur tað
sostatt bara fimm millíónir
av kvotuni hjá kommununi.
Upprunaliga var upp á tal,
at tað skuldi bara vera, har
ein
kommuna
byggir
havnalagið út, at útbygg-
ingin ikki skuldi telja fult
av kvotuni.
– Men tað eru nógvar
kommunur, sum ikki hava
stórvegis av havnum, men
heldur vilja sleppa at
byggja skúlan út. Og fyri at
allar kommunurnar skuldu
vera javntsettar, vildu vit, at
tað skuldi ikki bara vera
havnaútbyggingar,
sum
kundi vektast og tað er
gingið á møti.
– Sostatt er tað blivið til,
at hvør kommuna kann
vekta tað størstu útbygg-
ingina hon ger.
Formaðurin í Kommunu-
felagnum sigur, at tað eru
altíð
onkrar
smávegis
broytingar at gera og
Landsstýrið skal nú gera
eitt skrivligt upplegg, sum
so aftur skal leggjast fyri
kommunurnar í heyst, eftir
summarferiuna.
Heldur samstarv enn
lóg
Annars
heldur
Jacob
Vestergaard, at yvirhøvur
hava kommunurnar góðtik-
ið, at loft verður sett fyri,
hvussu nógv tær kunnu
byggja út fyri.
– Tað er viljin hjá Lands-
stýrinum at so skal vera og
tað fáa vit onki gjørt við.
– Og vit vilja heldur sam-
starva við Landsstýrið um
útbyggingarloftið, heldur
enn at tað verður ásett við
lóg, tí so missa kommurnar
alla ávirkan. Men eina av-
talu hava vit møguleika at
ávirka.
Annars sigur hann, at fyri
allarflestu økini í landinum
hevur
útbyggingarloftið
ikki tann stóra týdningin, tí
nógvar kommunur eru so
illa fyri fíggjarliga, at tær
gera ikki tær útbyggingar,
tær hava rætt til, eitt nú
kommunurnar í Suðuroy og
Sandoy.
– Tað eru bara Tórshavn-
ar kommuna og onkrar ein-
stakar kommunur í mið-
staðarøkinum, sum renna
seg upp undir loftið.
– Men samstundis hava
kommunurnar ført fram, at
okkurt má gerast við út-
byggingarloftið, so hvørt
sum fleiri og fleiri øki
verða løgd út til kommun-
urnar at umsita.
– Tað kann ikki verða so,
at landið leggur t.d. eldra-
økið út til kommunurnar at
umsita, men at útbygging-
arloftið aftana verður ein
forðing fyri, at eldrasam-
býli verða bygd.
Jacob Vestergaard sigur,
at Landsstýrið hevur vátt-
að, at tað er sinnað at taka
tann spurningin upp, so
hvørt tað verður ein trupul-
leiki so at lagt verður upp
fyri tí, so hvørt ymisk øki
verða løgd út til kommun-
urnar at umsita.
Jógvan Adolf Johann-
esen í Skopun vil ikki
hava sitandi á sær, at
skúlin í bygdini var
so illa fyri í hansara
tíð sum fyrstilærari
SKÚLASTRÍÐ
Áki Bertholdsen
Skopun: Tað kann ikki
vera rætt, at Ingun Simon-
sen skal hava alla æruna
fyri at hava gjørt skúlan í
Skopun til ein nýmótans
skúla.
Jógvan Adolf Johanne-
sen, sum var fyrstilærari í
Skopun í 27 ár undan Ingun
Simonsen, heldur lítið um,
tá ið hon ferð eftir ferð
framførir í bløðunum, nógv
hon hevur gjørt fyri skúlan
og, hvussu aftaliga skúlin
var, tá ið hon kom.
– Tá ið eg kom har, var
m.a. Niels W. Poulsen har
og hann var heldur ikki
hvør sum helst.
– Men tá ið Ingun Sim-
onsen ferð eftir ferð førir
fram, hvussu illa fyri skúlin
í Skopun var, tá ið hon kom
til, er hetta samstundis ein
skuldseting ímóti okkum,
sum undan fóru um at hava
vanrøkt skúlan og tað haldi
eg ikki er rætt.
Jógvan Adolf Johannesen
sigur, at tá ið hann kom,
vóru tvær skúlastovur í
erva og ein í kjallaranum,
men hann fekk so eina
skúlastovu afturat. Haraft-
urat var alt skúlaøkið
sprongt út og asfaltera, nýtt
skúlalað gjørt, trøð vórðu
plantað og alt varð innistik-
að við høgum stiki.
– Tað, sum er bygt út,
síðani hon kom, er at fýr-
rúmið er flutt út um, so at
hon hevur fingið skriv-
stovu. Tað er eisini rætt at
eitt wc er gjørt afturat teim-
um fýra sum vóru framm-
anundan. At so tvey vóru
oyðiløgd av herverkið, er
ein onnur søga.
Jógvan Adolf sigur, at
tær broytingar. sum eru
gjørdar í skúlanum, er
komnar av nýggjum krøv-
um, sum eru settar skúlun-
um og krøvini høvdu eisini
verið sett í verk í Skopunar
Skúla, antin Ingun var lær-
ari ella ikki.
– Tað haldi eg er nakað
nógv avgjørt at taka sær
æruna av tí, tí tað vóru krøv
uttaneftir sum syrgdu fyri
tí. Skúlin broyttist so ómet-
aliga nógv hesi árini, so
nógv av tí gamla var ónýti-
ligt, samstundis sum teld-
urnar komu.
– Tað hevur heldur aldrin
staðið á at fáa kommununa
at fíggja undirvísingartil-
far, útgferðir og aðrar út-
reiðslur til skúlan og tær
nýggju bøkur, sum komu,
vórðu eisini keyptar
Fyrrverandi fyrstilærarin
sigur, at tað kann væl vera,
at hesin peningurin stóð á
ymsum konti, og at bein-
leiðis kontan til skúlan var
so lá, sum Ingun Simonsen
førir fram, men tað stóð so
ongantíð á at fáa pening.
Hann sigur, at veruleikin
er, at Skúlin í Skopun var
so væl útbygur og útgjørdur
sum nakar skúli í oynni.
Tí Heldur Jógvan Adolf
Johannesen als ikki, at
skúlin var forsømdur. Hann
kennir heldur onki til, at tað
vóru so stórir samstarvs-
trupulleikar tá, sum ført
verður fram.
Eyðvitað vóru vit ikki
altíð samd um alt, men tað
bar altíð til hjá okkum at
tosa okkum til rættis. Men
tað tykist at hava knípt við
tí seinastu árini.
Kommunan bjóðaði
arbeiðið út at gera
nýggju kommunu-
skrivstovuna, men
hon fekk ikki eitt
einasta eitt tilboð
ÚTBJÓÐING
Áki Bertholdsen
Sumba: Tað er ikki stórur
áhugi hjá handverkarum at
átaka
sær
arbeiði
hjá
Sumbiar Kommunu.
Fyrr í summar bjóðaði
kommunan arbeiðið út at
innrætta nýggja kommunu-
skrivstovu.
Men tá ið avtornaði kom
ikki eitt tað einasta tilboð
inn.
Kommunan hevur keypt
eitt gamalt fiskavirki í
Sumba við tí í hyggju at
innrætta húsið til komm-
unuskrivstovu.
Fiskavirkið er ein høll,
sum ætlanin var at innrætta
til kommunuskrivstovu og
talan var um eitt hampiliga
fittligt arbeiði.
Í fíggjarætlanini fyri
2002 heví kommunan sett
500.000 krónur settar av til
at innrætta húsið fyri og at
hampa tað uttan.
Jacob Vestergaard sigur,
at tað vóru einir seks, sjey
arbeiðstakarar, ið bóðu um
útbjóðingartilfar,
bæði
handverkarar í Suðuroy og
onkir einstakir aðrastaðni
frá eisini.
– Men tá ið freistin at lata
tilboðini inn, var slætt
borð, tí ongin læt við seg
koma aftur.
Hann veit ikki, hvussu
hetta skal skiljast, men
hann heldur at hetta var
løgið.
– Tað má vera tekin um at
tað er ovmikið at gera
frammanundan og hendan
uppgávan hevur kanska
verið ov lítil til at hon hevur
verið lokkandi hjá hand-
verkarum í hesum døgum,
tá ið nóg mikið er at gera
og
handverkarar
handverkarar helst vilja
hava tey stóru arbeiðini.
Hava fingið treytirnar fyri komandi ár at vita
Næsta ár sleppa
kommunurnar ikki at
byggja út fyri meir, enn
tær bygdu út fyri í ár
(Savnsmynd)
Ongin áhugi fyri arbeiði
hjá Sumbiar Kommunu
Nú eru aðrar
tíðir: Sumbiar
Kommuna
bjóðaði herfyri
arbeiðið út at
innrætta eina
høll til
kommunu-
skrivstovu,
men ongin
bjóðaði
Vísir skuldsetingum
um vanrøkt frá sær
Jógvan Adolf Johannesen vil
ikki hava sitandi á sær, at
skúlin í Skopun var vanrøktur
ímeðan hann var fyrstilærari
C
M
Y
K
5
4