Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 123 - 2. juli 2002 Nr. 123 - 2. juli 2002 7 Í august mánaða verður veruliga farið undir arbeiðið at byggja eitt eldra- sambýli fyri minnis- veik í Vøllulíð í Havn. Fyrrapartin í gjár loystu Jan Christian- sen, borgarstjóri, Beate L. Samuelsen, formaður í sosialu nevnd og Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í Al- mannamálum fyrstu bøkkarnar ELDRASAMBÝLI Ingrid Bjarnastein Í ráliga veðrinum fyrrapart- in í gjár var fitt av fólki samankomið í sambandi við, at fyrstu bøkkarnir til eldrasambýlið í Vøllulíð vóru loystir. Hetta er fyrsta sambýlið av sínum slag í Føroyum, og eru stigtakar- arnir fegnir um at vera komnir so langt. Jan Christiansen, borgar- stjóri, bjóðaði vælkomin, og síðani varð farið oman í bøin, har teir báðir spakarn- ir og tann eini hakin vórðu settir í jørðina. Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í Almannamálum, hevði tikið sín egna haka við, meðan Jan Christian- sen og Beate L. Samuelsen brúktu tveir spildurnýggjar spakar úr Danmark. – Eitt eldrasambýli fyri minnisveik hevur verið á skránni hjá býráðnum leingi, og nú eru vit endi- liga komin so langt, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri. – Eldraøkið er annars eitt landsmál, men av tí at tørv- urin er so mikið stórur, hev- ur kommunan valt at gera nakað við málið, sjálvt um eldraøkið er eitt landsmál, og hervið verður eisini prógvað, at kommunan vil fegin verða við á hesum økinum. Kostnaðurin verð- ur býttur 50-50 millum land og kommunu. Einkult Arikteturin aftanfyri eldra- sambýlið er Selmar Niel- sen. Hann hevur lagt dent á, at gera bygningin so eink- ultan sum gjørligt, soleiðis, at tað verður lætt hjá bú- fólkunum at fáa skil á. – Eg havi roynt at gera uppihaldsøkið so gott sum møguligt. Útsýnið er gott, og harafturat, so hevur kommunan lagt eina góða byggigrund fyri eldrasam- býlið. Roynt er at fáa teir kvalitetir, byggiøkið hevur, fram, har útgangsstøðið eru tey krøv starvs- og búfólk seta, sigur Selmar Nielsen, arkitektur. Eldrasambýlið er býtt sundur í tveir veingir, har pláss eru fyri átta búfólkum á hvørjum veingi. Sniðið er einkult – ongar gongir, har hvør hurðin úr tí einkulta rúminum, leiðir út í eitt fel- agsrúm. Útsýnið er gott – tann parturin, ið vendir móti Nólsoynni er gjørdur av glasi, og møguleiki er eisini at fara út á eina ter- assu, sum er hálvt dekkað, soleiðis, at sjálvt um veðrið er keðiligt, er ikki neyðugt at gerast vátur. Eisini er ítrivsrúm, og hvørt búfólki hevur ein lítlan tekøk. – Fimm uppskot komu inn, og av hesum fimm varð hildið, at hetta var tað besta, segði Beate L. Samu- elsen, formaður í sosialu nevnd. – Hetta var ikki tað dýr- asta, men heldur ikki tað bíligasta. Tosað hevur eisini verið um møguligar broyt- ingar, men tá alt kom til alt, var uppruna uppskotið tað besta. Eldrasambýlið í Vøllulíð skal verða liðugt í januar 2004. Byggikostnaðurin liggur um góðar 17 milli- ónir krónur. Setast skal ein upptøkunevnd, sum kemur at gera av, hvør sleppur inn á heimið. Eldrasambýli fyri minnisveik í Vøllulíð: Fyrstu bøkkarnir loystir Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í Almannamálum, Beate L. Samuelsen, formaður í sosialu nevnd og Jan Christiansen, borgarstjóri, settu í gjár tveir teir fyrstu spakarnar og fyrsta hakan í jørðina til eldrasambýlið í Vøllulið. Sigast kann, at hakan eigur Páll á Reynatúgvu sjálvur Mynd: Jens Kr. Vang Annar av bjargingar- ringunum, sum Reyði Krossur hevur sett upp í Sandágerði, er horvin. Ongin veit, hvat er vorðið av ringinum, og vil Reyði Krossur fegin fáa hendur á honum aftur BURTURMIST Ingrid Bjarnastein Fyri einum góðum ári síð- ani setti Reyði Krossur tveir bjargingarringar upp í Sandágerði í Havn. – Vit settu tveir ringar upp har, um tað skuldi bor- ið so á, at onkur kom í neyð, og hevði tørv á einum bjargingarringi, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi. – Men nú er annar ring- urin so horvin, og er hetta hent áðrenn vikuskiftið. Tann, ið plagar at halda eyguni við ringunum, hev- ur roynt at leita í nærum- hvørvinum, men hevur ikki funnið hann nakrastaðni. Vit høvdu tí verið ógvuliga fegin um onkur veit um ringin at siga, segði okkum frá, tí so sleppa vit frá, at keypa ein nýggjan og seta hann upp. So um nakar hevur borið eyga við ringin, ella møgu- liga er farin avstað við honum, verður viðkomandi biðin um at seta seg í sam- band við Reyða Kross. Ein bjargingarringur av hesum slagnum kostar við uppsetan millum 6-800 krónur. Bjargingarringur horvin Selmar Nielsen er arkitekturin aftanfyri eldrasambýlið. Her heldur hann modell- inum av sambýlinum í hondini. Pláss verður fyri 16 búfólkum Mynd: Jens Kr. Vang - Kvotan verður helst uppfiskað, tá ið hesin mánaðin er hálv- runnin, sigur Jón Nolsøe Olsen, reiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Trý føroysk skip fiska kalva í íslendskum sjógvi. Tey eru Gullborgin og Fuglfirðingur, sum eru heimahoyrandi í Fuglafirði og Turid, sum er úr Klaks- vík. Skipini fóru úr Føroyum fyrst í juni, tá ið loyvt var at fiska kalva undir Íslandi. Samlaða kvotan er 80 tons av rundari vekt og 66 tons, tá ið kalvin er heysaður. Góður fiskiskapur Jón Nolsøe Olsen sigur, at í byrjanini gekst ikki so væl hjá bátunum, men skjótt fekst væl av kalva, og í seinastuni hevur fiskiskap- urin verið góður. Sum skilst, hevur Fugl- firðingur, sum Andrias Jo- hannesen førir, fingið størstu nøgdirnar. Herfyri høvdu teir fiskað 18 tons, og Jón metir, at teir nú hava fingið eini 22 tons av heysaðum kalva. Jón veit eisini at siga, at Gullborgin landaði á Patriksfjørðinum seinast í farnu viku. - Tað hevur gingið so væl hjá bátunum, at kvotan helst verður uppi, tá ið juli mánaði er hálvur, sigur Jón Nolsøe Olsen. Kalvabátarnir góðan fiskiskap í Íslandi Her er ein bjargingarringur horvin í Sandágerði. Ringurin hevur verið har í eitt gott ár, og hetta er fyrstu ferð, at nakað tílíkt er hent Mynd: Jens Kr. Vang - Føroyar eru ringast fyri av Norðurlond- um, tá ið talan er um deyð og skadd í ferðsluni. Fáa vit ein orðaðan ferðslupoli- tikk, er møguleiki fyri at nógv viðurskifti kunnu verða bøtt, og vit kunnu av álvara arbeiða fram ímóti, at eingin verður dripin og ella fær skaða í ferðsluni, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslu- trygd FERÐSLA Turið Kjølbro Ein langtíðar ferðslutrygd- arætlan fyri Føroyar hevur leingi staðið ovast á ynski- listanum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hóast fleiri áheitanir á myndugleikar og umbønir til politikarar ígjøgnum fleiri ár, er ein slík ætlan ikki orðað enn. Hetta hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki hug at sláa seg til tols við og er tí av sínum eintingum farið í holt við at gera uppskot um ein føroyskan ferðslupoli- tikk. Stovnar og myndug- leikar, ið hava við ferðslu og samferðslu í Føroyum at gera, verða hoyrd í sam- bandi við hetta arbeiðið, fyri at álitið skal verða so fullfíggjað, sum til ber. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og miðað verður eftir at leggja tað fyri ein eykaráðsfund hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinni í ár. Síðani er ætlanin, at álitið verður handað myndugleik- um og politikarum, og al- menningurin verður kunn- aður. Ráðið fyri Ferðslu- trygd vónar, at landsins politisku myndugleikar taka væl ímóti uppskoti- num, so væl, at tað kann liggja til grund fyri einum aðalorðaskifti í løgtingi- num. - Endamálið hjá okkum er at fáa ein orðaðan ferðslu- trygdarpolitikk. Áðrenn vit fáa ein slíkan, ber illa til at seta nøkur mál. Sum er leita vit okkum mangan fram í blindum. Sum dømi kann verða nevnt, at hvørja ferð ein álvarslig ferðslu- vanlukka hendir, er alt á gosi, øll skelkað og kjakið gongur heitt í einar tvær vikur. So er alt gloymt aft- ur. Mangan er hetta kjakið ov nógv merkt av kenslum, og vandin fyri at skeivar niðurstøður verða gjørdar, er stórur. Hava vit haraftur- ímóti ein væl umhugsaðan ferðslutrygdarpolitikk, er møguleiki fyri at vit halda okkum á einari skilagóð- ari kós, og at kjakið fyri- heldur seg til niðurstøður, sum eru grundaðar á hagtøl og óheftar fakligar meting- ar. Ein orðaður ferðslu- trygdarpolitikkur skal hin- vegin ikki vera meira fast- lagdur enn so, enn at tað ber til at koma til nýggjar niðurstøður, um nýggj vitan kemur fram ella at fyri- treytirnar broytast, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Ikki áhugavert evni Hví tað ikki hevur eins stóran áhuga og skund mill- um politikarar og politisku fyrisitingina at fáa ein orð- aðan ferðslupolitikk, sum at fáa orðað politikk fyri onnur øki í samfelagnum, sigur Jón Kragesteen, at tað helst lutvíst hevur nakað at gera við, at umsitingin ikki er so stór og lutvíst, at so nógv onnur mál troka á. - Hóast allar orsøkir skuldu verið til tað, vísa ferðsla og ferðslutrygd seg ikki at vera eitt heitt politiskt evni, sum upptekur politikarar. Tað er ikki nóg áhugavert at brúka í einum valstríði eitt nú. Uppgávan hjá Ráðnum er tí at sannføra politikarar og myndugleikar um, hvussu umráðandi tað er at fáa ein ferðslupolitikk. Og ikki kann sigast ann- að enn, at tølini tala fyri seg: seinastu tíggju árini eru 39 føroyingar deyðir í ferðsluni, og mett verður, at einir 1000 hava fingið skaða, og av hesum um 100, sum hava fingið varð- andi mein. Í veruleikanum er talan um ein sera stóran miss fyri samfelagið. Verð- ur altjóða framferðarháttur nýttur til at rokna út, hvussu stórur missurin er, koma vit fram til stór tøl, nevniliga, at ferðsluvan- lukkur og ferðsluóhapp hava kostað føroyska sam- felagnum hálva aðru milli- ard seinastu tíggju árini. Men hóast hesi tøl ber illa til at seta talvirði á sorg og sakn hjá teimum, sum bein- leiðis ella óbeinleiðis verða rakt av ferðsluvanlukku. Ein veruleiki er, at uttan mun til, hvat ið gjørt verð- ur, og hvør ferðslupolitikk- ur verður førdur, so fara ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp at henda. - Vit menniskju eru eina- ferð soleiðis skapt, at vit gera mistøk og tað fara vit í framtíðini eisini at gera. Endamálið við ferðslu- trygdararbeiðinum má tí vera, at skipa fyri, at mis- tøkini ikki hava so álvars- ligar avleiðingar við sær, sigur Jón Kragesteen. - Skal hugburðurin hjá fólki broytast til dømis við- víkjandi trygdarbelti, má ein ætlan fyriliggja, og tað kann eitt nú vera at leggja størri orku og dent á upp- lýsing og undirvísing, sigur Jón Kragesteen, sum leggur afturat, at onnur lond, sum hava orðaðan ferðslupoli- tikk hava betri úrslit at vísa á enn vit og eina betri ferðslutilvitan. - Føroyar eru saman við Danmark ringast fyri av Norðurlondum, tá ið talan er um deyð og skadd í ferðsluni. Er eingin ferðslu- politikkur, ræður tilvildin. Fáa vit ein orðaðan ferðslu- politikk, er møguleiki fyri, at nógv viðurskifti kunnu verða bøtt, er Jón Krage- steen sannførdur um. Lýsing og tilmæli Uppskotið, sum starvs- nevndin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur sett sær fyri at evna til, og sum starvsnevndarformaðu rin Petur Jacob Sigvardsen og dagligi leiðarin, Jón Kragesteen hava fingið til uppgávu at skriva, lýsir ferðsluviðurskiftini í Før- oyum og hevur uppskot um ábøtur. Í álitinum eru eisini uppskot um raðfesting av teimum tiltøkum, sum mælt verða til at seta í verk, og hvat er mest neyðugt og skilabest at gera. - Álitið er í samsvari við nullhugsjónina, hvørs endamál er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í ferðsluni. Tað eru fimm viðurskifti, vit kunnu ávirka: bilurin, vegurin, lógarverkið, eftirlitið og so sjálvsagt menniskjað. Sum oftast mugu vit inn á fleiri av hesum viðurskiftum samstundis, tá ið tiltøk verða gjørd. Sum dømi um hetta kann verða nevnt, at bilurin var betraður við, at bilbelti vóru sett í hann. Roynt var so at upplýsa um fyrimunirnar við bilbelti- num, men ikki fyrr enn tað við lóg var ásett, at bilbeltið skuldi verða nýtt, fóru fólk at nýta tað. Men ein lóg er ikki nóg mikið, neyðugt er eisini við góðum eftirliti, so her má løgreglan støðugt gera sín part. Harumframt vísa royndirnar, at hóast lóg og eftirlit, er neyðugt áhaldandi at upplýsa um tað neyðuga við bilbelti- num. Øll lond, sum hava sett sum lógarkrav, at bil- belti skal verða nýtt, hava upplivað, at talið á deyðum og álvarsliga skaddum hev- ur minkað beinanvegin, lógin varð sett i gildi, sigur Jón Kragesteen at enda. Uttan ferðslupolitikk, ræður tilvildin - Tølini tala fyri seg: seinastu tíggju árini eru 39 føroyingar deyðir í ferðsluni, og mett verður, at einir 1000 hava fingið skaða, og av hesum um 100, sum hava fingið varðandi mein. Í veruleikanum er talan um ein sera stóran miss fyri samfelagið Síðani 1928, tá ið fyrsta ferðsluvanlukkan var í Føroyum, eru 240 fólk deyð í ferðsluni. Hetta svarar til eina miðalbygd í Føroyum. Nógv tey flestu, sum eru deyð, eru menn, nevniliga 167, meðan 73 eru kvinnur. Í 1975 og í 1987 doyðu 14 fólk í ferðsluni. Onnur ár eru 10 fólk deyð. Seinnu árini hevur talið ligið í miðal 4-7 um árið, í fjør 4 og higartil í ár er eitt fólk farið. Í áttatiárunum økt- ist talið á akførum í Før- oyum og talið á álvarslig- um ferðsluvanlukkum, har nógv fólk doyðu, økt- ist samsvarandi. Hendan gongdin við samsvari millum tal av bilum og ferðsluandlátum hevur ikki verið so týðilig í níti- árunum. Økt trygd á vegunum, kravt bilbelti, og betri bilar eru ivaleyst orsøkin. 240 fólk farin í ferðsluni Sunnudagin komandi verður á triðja sinni minningardagur teirra deyðu í ferðsluni hildin í Føroyum. Hendan dagin minnast vit tey mongu, sum eru farin í ferðsluni í Føroyum, og fólk leggja blómur á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni. Í hesum sambandi fara vit í vikuni at gera eitt sindur burturúr ferðsluni, eitt nú við samrøðum við fólk, sum hava mist í ferðsluni, fólk sum eru komin til skaða í ferðsluni og for- eldur, hvørs barn hevur verið við í stórari ferðslu- vanlukku. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni C M Y K 7 6